Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skamblettur fyri USA SPURNINGURIN um deyðarevsing er ikki nakað, sum føroyingar ella fyri tað okkara norðurlendsku grannar hava tann stóra áhugan fyri, tí her um okkara leiðir er bert tankin um deyðarevsing mett sum nakað ónt, nakað órættvíst og ómenniskjansligt. Tað er rætt og slætt nakað, sum sjálvt ikki okkara huga- heimur kann góðtaka. Men handan hav - í nógv hálovaða landinum USA - har er tað gamal og góður siður at drepa fólk í elektriska stólinum, fólk, sum á ein ella annan hátt hava forbrotið seg móti lógini. HVUSSU kann tað so bera til, at ein tann stóra fyrimyndin hjá so mongum av okkum er júst hetta sama landið - USA ella sum amerikanarar sjálvir kalla land sítt "Gods own country"! Hetta er eftir okkara tykki ein góður spurningur. Og ein spurningur, sum vit øll áttu at sett okkum saman við altjóða felags- skapinum Amnesty International. Hesin felagsskapurin hevur í mong mong ár gingið á odda ímóti deyðarevsing í heiminum. Í BLAÐNUM í dag prenta vit eina sera åhugaverda og avdúkandi grein, sum snýr seg júst um deyða- revsingina í USA. FYRI tey menniskju, sum ikki ganga inn fyri deyðarevsing av nøkrum slag nakra staðni í heiminum, má tað sýnast heilt øvugt og marghåttligt, at júst tað landið, sum fostraði menn sum Abra- ham Lincoln og sum hevur gingið á odda í stríðnum fyri demokratii og frælsi, skal ganga á odda, tá tað snýr seg um deyðarevsing. At hesin miðaldarligi og barbariski sidurin, ja hesin inkvisitatoriski hugsunnarhåtturin, skal verda hildin i hevd i sjålvum "Gods own country” er óhugnaligt og sigur ikki so lítið um landið og fólkið, sum so fegið ynskir at standa á odda í stríðnum fyri demokratii og frælsi í tí sokallaða siviliseraða heiminum. TÁ vit í Norðurlondum og í meg- inpartinum av Vesturheiminum als ikki kunnu góðtaka deyðarevsing og tí held- ur ikki loyva slíkum, hví skulu vit so brúka tíð og orku til at hugsa um henda spurningin. Hann kemur okkum ikki við vilja mong siga. Jú víst kemur hann okkum øllum við, og tað er hetta, sum Amnesty International, eisini okkara egna føroyska deild, roynir at síga okk- um. Tá USA hevur so ómetaliga stóra ávirkan á okkara samfeløg í Europa upp á bæði gott og ilt, hví skulu vit so íkki eisini royna at ávirka USA og fólkið har býr! Spurningurin um deyðarevsing átti nevniliga ikki at vera ein lokalur spurn- ingur, soleiðis sum hann í dag er tað í USA, har hvør statur sjálvur kann gera av, um deydarevsing skal vera galdandi. Spurningurin um deydarevsing er ein globalur, ein altjóða spurningur, og átti hann at átt nógv stórri prioritet í ST, sum er tann altjóða stovnur, ið fevnir um øll heimsins lond og harvið er førur fyri at stinga út í kortið eina felags kós, ein felags politikk á nógvum økjum. Eitt samlað løgting eigur at siga: Vit ganga ikki VIT øll - eisini føroyingar - eiga at stuðla Amnesty International í royndum tess at ávirka amerikanskar myndug- leikar, politikarar, Hægstarætt og sjálv- an forsetan, soleiðis at hesi broyta mið- aldarliga hugburð sín til deydarevsing. Vit taka fult og heilt undir vid ar- beidinum hjå Amnesty f hesum ålvars máli. Greinin í BLAÐNUM í dag er lættlisin, og hon er sera gott grundarlag hjá okkum øllum at taka eina stóðu ímóti deyðarevsing. NÚ um dagarnar var sera áhugaverð sendirgð í sjónvarpinum um royndirnar hjá sakførarum í USA at fáa Hægstarætt til at ganga ímóti lógunum í teimum einstøku statunum, sum góðtóku, at svørt og hvít ikki skuldu vera í somu skúlum. Her var nidurstødan hjá teim- um, sum ikki vildu broyta sið og lóg, at henda spurningin átti Hægstirættur ikki at leggja seg út í, tí tað var nakað, sum hvør einstakur statur sjálvur gjørdi av. Eftir drúgvt sakarmál - fyrst í einum av statunum - og loksins í Hægastrætti eydnaðist tað í 1954 dugnaligum sak- førarum at sannføra allar dómararnar í Hægstarætti um, at tað var ein und- irmeting av teimum svertu ikki at loyva teimum at vera í somu skúlum sum tey hvítu. Í HESUM samnbandi er áhugavert at tríva í ein úrskurð frá 1987 í statinum Georgia. Tá vísti rætturin har aftur eini ákæru um at deyðarevsing í statinum Georgia skuldi vera ímóti grundlógini, tí munur varð gjørdir á fólki eftir húðarliti. Rætturin segði: “at ávísur veruligu trupulleikunum, mismunur í dómum er viðurskifti, sum ongantíð slepst undan í okkara rætt- arskipan”. Hetta kann ikki góðtakast sigur Amnesty International, sum í einum opnum brævi til amerikanska forsetan spyr: “Hvar hevði USA verið í dag, hevði Hægstirættur í 1954 avgjørt, at býtið í svartar og hvítar skúlar var nakað, “sum ongantíð slapst undan"? Hetta er eftir okkara hugsan ein sera sigandi og avdúkandi samanbering. Og kunnu vit eisini taka fult og heilt undir við Amnesty, tá tað í brævinum til Clinton sigur, at tað mest skelkandi er, at Hægstirættur í USA legur henda mismun um seg ganga. VIT teljast millum teirra, sum halda, at skal USA kalla seg eitt samfelag, eitt sambandsríki, har allir landsins borgarar eru líka fyri grundlógini og har demokrati, frælsi og rættvísi verður sett í hásæti, so er tað bert ein rættur í rík- inum, nevniliga Hægstirættur, sum skal gera av, antin deyðarevsing kann prak- tiserast í øllum ríkinum ella ikki. Hetta eiga ikki statirnir sjálvir at avgera eins og teir gjørdu undan 1954, tå tað var upp til statirnar at avgera, antin hvít og svørt børn kundu vera í skúlastovu saman. Vit eurorearar lata okkum á- virka av USA up; á gott og ilt. Latið okkum nú royna a ávirka USA út frá royndum okkara at virka sum hum- anistisk samfeløg, ið kolldøma deyða- revsing. Latið okkum tí eisini geva Amnesty okkara hjálpandi hond. Tað verður hervið gjørt. fyrra eigaranum, so er stóð- sum samfelagið er í. Tað eru húsæigararnir, sum nú havatikið seg saman, og tað er væl skiljandi, tá ein frætt- ir at stødan er tann, um ein húsaeigari missir síni hús og ognin verður seld fyri minni enn skuldin er hjá an tann, at fyrri eigarin heftir fyri skuldina. Hetta vil síga, at ein, sum missir hús og heim, ongantíð aftur kann seta fótur undir egið Framhald á síðu 11 undir harraboð úr Danmark -Er tað so, at króvini frá Danmark eru so víttfevnandi og hørd, sum tey tykjast at vera, so eigur eitt samlað løgting at siga frá, at vit ganga ikki undir harraboð úr Danmark. Hetta skrivar Sverre Midjord, tingmaður m.a. í greinini. Tann føroyska samfelags- skútan er í stórum trupul- leikum. Tað brýtur í bæði borð, ja, bæði aftan og framman. Ein sjógvurin fyri og annar eftir leggur seg yv- ir tatyngdu skútuna, sum nú lensiportrin: eru skorað til, so at ngin Sjógvur rennur - frá rður tað i vit bert síggja aStra- pparnar av søk lagsskútuni Føroyar Hetta er tann veruliga stødan i dag og tad tykist sum um eingin bjarging er at hóma. Tann danska stjórnin og danska fólka- tingið hava sett so stór krøv til okkara, at vit ikki hava nakran møguleika við herðu treytum teirra at gera 5 liviligt aftur her á !andi Og tá vit, sum síta við í eur? kr: t + nf hav; HáKIG i) 5) x 1044 5VVI þei dis: : er tað greitt, at vit stýra í- móti eini búskaparligari av- grund. Orsakað av hesum hava fólk, sum eru trongd av tí figgjarliga Gføri, viteru í, við arbeiðsloysi og ong- um glotta at hóma, tey hava tikið seg saman og hava stovnað ein mótmælis- VIpVUNUR, har Føroya Landsstýri søkir VALUTAKURSIR rá á n hs 20.01.94 on. eftir einum stjóra og mån- A Dollari 677,30 673, 65 ge See Bretland — Pund 1009,85 — 997,14 TO ískærasnisarfían | 2 Warkur 200.18 390,07 liva fyri um árið. At Føroya Svøriki Króna 83, 71 81,22 2 rr Noreg Króna 90, 26 89, 976 fólk ilskast, tað er einki at ; siga A tað er skilj- Frakland Frankur 114,20 114, 83 andi tá ein ongan glotta Belgia Frankur — 18,640 — 18,762 kann hóma fyri heildini. Sveits Frankur 464,38 458, 73 Tað er vón teirra, sum Holland Gyllin 346,59 348, 52 mótmæla, at tiltak teirra Italia Lir 0,3984 0, 3945 skal fáa politikaramar at Finnland Markur — 119,44 116, 85 gera vart vid seg og ffáa teir Ísland Króna 9,29 9,38 at skilja veruligu støduna. Eysturriki Skillingur 55,227 55, 476 Vit sum eru politikarar, Spania Pesetas 4,764 4 737 havabjargaðbankunum.og | Portugal Escudos 3,855 3,833 Kann ein Se send Kanada Dollari 516,27 504,15 PT Japan Yen 6,1233 6, 0282 trang i 35 2 A dk Árni sáð Í i og danskari bankaleiðslu, Kelda: Føroya Sparikassi ikki taka hædd fyri teim-um I —— A —""""——"" | | |