hósdagur 20. januar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TR —— KKK
Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 13 — 20. JANUAR 1994 Sida 3
£
+
Føroysku linubåtarnir i Barentshavinum:
Fingu fisk
beinanvegin
— Vit settu klokkan fyra i morgun og draga nu av fyrstu setuni,
fiskiskapurin er um 100 pund uppå stampin, sigur styrimadurin å
Fugltúgvuni, Suni Dam i gjáramorgunin
Týsdagin kastaði tann fyrsti
føroyski línubáturin kíkin á
Røstbankanum vestanfyri
Lofoten. Tað var Venus úr
Sandavági og hann fekk
næsti báturin á bankan. Tað
var Fugltúgvan og teir
kastaðu kíkin klokkan fýra
um morgunin.
Fleiri bátar eru á veg.
Thomas nygård og Stapin
vóru næstan komnir á
fiskileið. Eisini Mascot,
Jákup B. og Morgunstjórn-
an.
Vit fingu samband við
Fugltúgvuna fyrrapartin í
gjár. Skiparin hevði frívakt
og vit tosaðu við styrimann-
in, Suna Dam.
— Vit liggja og draga, vit
hava ikki drigið so nógv
enn, men heta sær hampu-
ligt út. Á tí sum vit hava
drigið higartil hevur 100
pund verið á stampinum,
sigur Suni Dam.
— Vit eru jú heilt ókendir
her á leiðini, so eitt sindur
av tíð fer at ganga fyri at
finna tær réttu leiðirnar at
seta, sigur Suni Dam.
— Meginparturin av tí vit
fáa er góður toskur. Hann
líkist ikki tí vit fáa undir
Føroyum. Hann er klænri
og longri,.ikki so kubbutur
og liturin er væl myrkari,
sigur Suni Dam.
— fløtuni er illsigt veður,
tað er nakað av vindi og
tung alda. Vit hava ikki tos-
að við Venus í dag, men
Pílurin vísti hvar føroysku línubátarnir royna á Røstbankanum vestanfyri Lofoten
hann læt hampuligaat í gjár,
sigur Suni Dam.
— Línan stendur á 70-80
favna dýpi. Her eru ongir
norskir línubátar at síggja.
Úti í kantinum royna nakrir
Ferðin hjá Fugltúgvuni
yvir gekkst væl. Teir fóru úr
Føroyum leygardagin og
tríggjar dagar seinni vóru
teir á fiskileið. Teir royndu í
gjár 68.35 norður og 12.10
eystur. Men Barentshavið
er stórt. Tað ljóðaði frá
kenda norska línubátinum í
Føroyum, Skarheim, at
hann hevði sera góðan
fiskiskap nógv longur
norðuri og eysturi. Hann
var staddur á 74 stigum
norður og 28 stigum eystur.
Formaðurin í samtakin-
um línuskip, Árni Dam
sigur, at fiskiskapurin ikki
má fara nógv niður um 100
pund uppá stampin. Bátar-
nir hava langa leið at sigla
og tí er neyðugt við skjótum
túrum, fyri at fiskurin ikki
skal gerast ov gamal.. Fiska
bátarnir í 10 dagar, so er
hann longu 13 dagar tá teir
koma heim. Treytin er at
fiskurin skal landast í Før-
oyum. Fara bátarnir longur
norður í Barentshavið, so
gerst siglingarteinurin upp-
aftur longri og harvið
styttist fiskitíðin.
Kvotan hjá føroysku línu-
bátunum í Barentshavinum
er 145 tons í part og hetta
merkir fyri teir flestu
bátarnar, at teir kunnu gera
tveir túrar eystur í hav. Tá
kvotan er uppfiskað í Bar-
entshavinum fara línu-
bátarnir til Íslands at royna.
Fimtan línubátar hava
fingið loyvi at fara í
Barentshavið. Í meðal eru
12 manns við hverjum skipi
og hetta merkir virksemi í
ein góðan mánað hjá 180
monnum á sjónum. Síðan
skal fiskurin arbeiðast á
landi.
jústinus
Ein fer í saltfisk
Landsstýrið avgjørði Reiðarin á teimu trim-
herfyri atgevaeinumay um linubåtunum, Mort-
teimum trimum stóru an Olsen í Klaksvík, er
Klaksvík loyvi at fara hvør av bátunum skal
eystur í Barentshavid at fara í Barentshavið.
at enn er einki avgjørt.
Talan er um Borð-
oyames, Sigurfari ella
Hans Erik.
jústínus
royna.
--Báturin hevur fingið
tilluta eina kyotu, sum
merkir 200 tons í salt-
fiski, sigur Kaj Morten-
stovuni í Tinganesi.
SONGRØDDIN
1994
I. Kr. 10.000,00 + band-såttmåla
Il. Kr. 2.500,00
III. Kr. 1.500,00
7
FYRIBILS SKRÁ
25.-26.2. Eysturoy
4.3. Sandoy
11.-12.3. Suðuroy
18.3. Tórshavn
19.3. Vágar
25.-26.3. Klaksvík
4.4. FINALAN, ella
8.-9.4. FINALAN
Hædd verður tíkin fyri møguligum
broytingum.
— LØGINII ÁR ERU
Please forgive me
(Brian Adams)
Runnaway Train
(Soul Asylum)
Wild World
(Mr. Big)
(I saw) The Sign
(Ace of Basa)
Tilmelding á telefon 1.7646, ella við at
senda niðanfyristandandi lepa til F. C.
Production, boks 1250, 110 Tórs-
havn.
Kostnaður fyri luttøku og sent tilfar er
kr. 100,-.
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur:
Tlf.nr.:
Tilm. stað.: