Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 14 —21. JANUAR 1994 Tíðindablaðið Barnaløtan Dreingimir Páll og Emil vitja RFF (Ráðið Fyri Ferðslutrygd). Guðrun seymar teim- um endurskin á jakkarnar og teir heilsa upp á sýstur Sela-Trúgva, Sela-Sáru. Jón sigur frá um eina kapping, sum er byrjað. Tað er 1. og 2. flokkur, sum kappast ímóti 2. flokki í Tofta skúla um, hvgr gongur mest við endurskini. Vinnarin fær Sela-Sáru í varð- veitslu í 14 dagar. Birita er farin til handils, og tað er fugl- urin Flosi eisini. Meðan Birita ikki sær, ger Flosi ónáðir. Vit skulu eisini hoyra søguna um Tomm, sum ikki finnur mammu sína. Søgan eitur >Ein vandamikil ferð<... Fríggjadagin kl. 19.25: Vinur ella fíggindi Hetta er ein norsk sendirgð, sum fer fram undir 2. veraldarbardaga. Drongurin Sigge býr tætt við svenska markið, og tá løgreglan handtekur pápa hansara, er tað hann, sum má fara niðan fjallið at hjálpa einum ensk- Leygardagin kl. 17.40; Dinosaurarnir Tá lítli Baby verður sjúkur, broytist hann frá at vera ein lítil djevul til eitt rættuligt Leygardagin kl. 18.05; Teknifilmur Vit fara at síggja teknifilmar. Hesu ferð verða tað filmarnir: Pluto fær sær ein blund, Dunnu Dánjal betrar seg, Mikkjal og Tvåttabjørnin og Plakattrupulleikar… Leygardagin kl. 18.35; Star Runner - 6:8 Á bókasavninum lesa Josh og Kelly um eldin, sum oyðilegði Longhouse-stallarnar og Mohawk og sum ein ungur maður doyði av. Á myndini stendur venjarin Charlie Mc Kenzie, sum hvarv eftir eldin. Forfard síggja tey, at maðurin á myndin er eingin annar enn Carol West... Sunnudagin kl. 19.00: Påpi Andrew er komin aftur úr útlondum. Hetty gevur Andrew ta fiskakurvina, sum Felix av réttum skuldi havt. Felix verður í ødini, og teir báðir dreingirnir fara at klandrast og berjast. Andrew er eisini vón- brotin, tí at pápi hansara ikki vísir stórri áhuga fyri honum ... Tysdagin kl. 19.10: Barnasendingin KR; 7 2 Vit fara at síggja filmin um Jósa, sum er ógvuliga lítil. Hann er ógvuliga keddur, tí hann vil fegin vera eins stórur og pápi sín. Men ein dagin fær Jósi eina gandaviolin ... Mikudagin kl. 19.00: Heidi og fjallaabbin På” Ylåru er komin heim av langari ferð. Ha. .oyrir, hvussu glad Kláraer fyri Heidi og sigur tí við frk. Rottenmeier, at hon ikki skal hugsa meira um at senda Heidi heim aftur. Eisini hr. Sesemann heldur, at Heidi er so skemtingarsom í sínum máta at vera Fríggjadagin kl. 22.10: Brævið til Kreml Amerikanskur njósnarafilmur frá 1970. Ein amerikanskur flotayvirmadur er komin í njósnaraverðina at leita eftir einum brævi, sum ein amerikanskur stjórnarlimur hevur skrivað Ruslandi um at gera álop á Kina. Men áðrenn njósnara-felagar hansara koma so langt at gera nakað við hetta, doyggja fleiri teirra, og ein tekur næstan lívið av sær orsakað av kærleika til flotayvirmannin, og ein er agentur fyri hin partin ... Leikarar: Richard Boone, Patrick O'Neal, Barabara Parins, Orson Welles 0.0. Leygardagin kl. 17.05: Return to Oz Amerikanskur filmur frå 1985 um eina kvinnu, sum vendir aftur til elskaða land sítt og uppdagar, at ónd maktsjúk fólk nú stýra. Leygardagin kl. 19.00: Møt mini »harra mammu« Franskur filmur frå 79 um eitt tilkomið par. Renato eigur ein klubba, har Zaza, sum hann heldur saman við, er stjórnan. Í tjúgu ár hava teir búð saman í íbúðini uppi á klubbanum. Sonur Renato, Laurent, sum er uppvaksin hjá teimum, skal nú giftast við dóttir ráðharran, Andreu. Alt hevði verið so gott, um ikki pápi Andreu eisini var for- maður í felagnum móti siðloysi. Andrea hevur ikki torað at sagt foreldrum sínum um Renato og Zaza. Men nú skulu verforeldr- ini hittast fyri fyrstu ferð, til dógurða heima hjá Renato og Zaza... Leygardagin kl. 22.15: Roadie Amerikanskur filmur frå 80 við Meat Loaf i høvudsleiklutinum. Travis W. Redfish er úr Texas, og hann er væl í holdum. Hann dugir at fåast vid mestsum alt tekniskt, og ein rockbólkur setir hann sum »roadie«, tað merkir ein, sum umvælir, rennur grindi osfr., meðan bólkurin er á ferð. Hann er so 6førur, at skjótt er hann kendur sum heim- sins besti roadie… Studentaliv Joe Ellis hevur útsjóndina við sær. Dreing- irnir eru gvundsjúkir, meðan genturnar allar fjeppast uppi í honum. Sunnudagin kl. 19.00; Married to the Mob Amerikanskur filmur frá 88 við Michelle Pfeiffer í høvudsleiklutinum. Angela De Marco er gift við mafiamanninum Frank. Øll vinfólk teirra eru mafiafólk, og ein dagin er hetta ovboðið hjá Angelu. Hon vil sleppa burtur úr hesum kriminella. Ein dagin fer maður hennara at vitja eina skøkju, ta somu, sum mafia bossurin Tony Russo vitjar, og tað endar við, at Frank doyr. So rullar bólturin... Tony vil hava Angelu, men hon hevur ongan áhuga, men tað veit kona Tony ikki, so hon hevnir seg. FBI agenturin Mike skuggar Angelu, og so verður hann skotin í henni... Sunnudagin kl. 20,55: Kvinnuhandil Kvinnur verða ofta freistaðar við góðum til- boðum at verða barrvørdar ella dansarinn- ur. Ofta er tað neyðin, sum fær tær at taka av hesum arbeiðum, at matskaffa sínum. Chris Terrill hjá BBC greiðir frá, at tað var ikki sért vandamikið at gera hesa send- ing. Framleidaramir noyddust at látast at vera eigarar av fínum klubbum, sum ætlaðu at keypa gentur. Í loyndum filmaðu teir inni í klubbunum, har kvinnur vórðu noyddar at arbeiða, og teimum eydnaðist eisini at fáa fatur í einum »leverandøri«, sum vísti teim- um á sjey gentur, teir kundu velja ímillum. Kvinnurnar verða noyddar at gera eftir boðum, og í nógvum fórum verða tær inni- stongdar, hava einki pass og ongar pengar, og ofta fáa tær einki at eta, fyrr enn tær vilja Filmsliðið hevur tosað við eina gentu, Luz, frá Filippinunum, sum megnaði at rýma. Men hon er bert ein av mongum kvinnum, sum hava eina syrgiliga søgu at fortelja. Mánadagin kl. 22.05: Christine Cromwell Tvey rík viðskiftafólk hjá einari fyritøku eru millum tey illtonktu at hava myrt ein artist, sum rændi fyritøkuna fyri eina milli- ón dollarar. Týsdagin kl. 22.00: Married with Children Al bidar spentur eftir brævi frå skattavald- inum, og hann verður bilsin, tå ið hann fær eina rokning upp á 5.000 dollarar, tí teir eigur hann ikki. Hann ger av at selja hárið hjá Peg. Mikudagin kl. 17.30; Harry og familjan Henderson Alt silvurið hjá familjuni Henderson verður stolið brúdleypsdagin hjá George og Nancy — og Brett verður illtonktur. Mikudagin kl. 20.00: Heilsan ur Hollywood Amerikanskur filmur frå 90 — bygdur å bersøgnu skaldsøguna hjå Carrie Fisher um trupla samband sítt við mammu sina, Debbie Reynolds. f filminum spælir Meryl Streep ein ung, vónrík sjónleikarakvinna, sum eftir at hava verið til avvenjingar á einari klinikk fyri evnismisnýtarar, roynir at koma fyri seg aftur. Hon flytur aftur til mammu sína í Beverly Hills... Hósdagin kl. 22.30; Hands of the Ripper Bretskur filmur frå 71. Søgan fer fram fyrst í 1900 í London, har sålarfrødingurin John Pritchard granskar yvirnáttúrligar hend- ingar — og roynir at avdiika tey, sum falsa við hesum. Tá ið hann er hjá miðlinum »Mrs. Golding«, avdúkar hann, at røddir- nar, hon hoyrir, koma frá einari ungari gentu, Annu, sum stendur aftan fyri gar- dinurnar. Aftan á avdúkingina tekur Pritc- hard sær av Onnu, sum sær út at hava sálar- ligar trupulleikar, og roynir at hjálpa henni við psykoanalysu.