Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 14 — 21. JANUAR 1994 Sida9 Friggjadagin kl. 21.05: Ísakalt morð - 1:2 Stuttrød í tveimum pørtum um eitt hjúna- lag, sum verður ein sonn marra. Unga, vakra Katherine hittir tann sjarmerandi læknan Charles, og stutt eftir giftast tey. Alt er gott, men brúðarnáttina er Charles ein heilt annar — harðligur, ágangdi og fullur av hatri. Filmurin er grundaður á veruligar hend- ingar. 4 Konsertupptøka og samrøba við fýra av teimum stérstu innan amerikanskan country-tónleik: Johnny Cash, Willie Nel- son, Waylon Jennings og Krist Kristoffer- sen, ið rópa seg »Highwaymen«, tá teir fara á pallin saman. Leygardagin kl. 20.40: Rúmdin - 9:12 Um Tað Stóra Brakið — Big Bang, tá al- heimurin varð skapaður fyri umleið 15 milliardum árum síðani. Jørgen Elers Kristensen Tilflytararnir - 1:10 Francesca Hurt og Derek Riddell Nyggj familjusendirød frå BBC um Alec og Jennifer, sum skulu stýra einum lítlum garði, Corriebeg, sum hoyrir til góðsið Strathblair á tí skotska hálendinum. Leygardagin kl. 22.00: Ísakalt morð - 2:2 Seinni partur av enskari stuttrøð um eina marru av einum hjúnalagi ímillum ta ungu Katherine og læknan Charles, sum vísir seg at vera eitt beist, tá tey bestu eru gift. Tað eydnast Katherine við neyð og deyð at rýma, men hon sleppur ikki so lætt. Charles fyrireikar seg at elta hana. Filmurin er grundaður á veruligar hendingar. Sunnudagin kl. 15.10: Harkaliðið úr Kervolen Bømini úr bygdini vitja ofta gomlu Marthu, sum býr fyri seg sjálva í einum stórum hús- um úti við havið. Hon plagar at fortelja teimum um ein skatt, sum drongur hennara, ið doyði, stjór frá týskarunum undir kríg- num. Ein dagin finna børnini hana deyða, og tey halda beinanvegin, at onkur má hava beint fyri henni. Í Seyðaskor við vestmenningum | Í heyst var sjónvarpið við vestmenningum í Skorini, sum liggur oman fyri Vestmanna- bjørgini. Í Seyðaskor er brattlendi, og sera torført er at leiða seyðin upp. Seyðamenn- inir hava enn gamla siðin at syngja, áðrenn farið verður í Skorina, og tá ið komið verður aftur. Zacharias Hammer hevur lagt til rættis. Sunnudagin kl. 21.10: Menn og myndir í Føroya søgu í 19. old Um Chr. Ludvig og Fr. Tillisch. Hans J. Debes professari hevur skrivað. Týsdagin kl. 21.20: Dreymurin um eitt nytt liv Schweiziskur filmur frå 91. Familjan Sener býr í eini bygd í Turkalandi — omma og abbi, foreldur og sjey børn. Ein dagin fáa tey bræv úr >Paradísi< — Europa. Har mjólka geitirnar smør og har eta tey jogurt, ið er føst sum ísur. Í 1991 vann »Dreymurin um eitt nýtt liv« Oscar-heidurslønina sum ársins besti ikki- amerikanski filmur. Leikstjórn: Xavier Koller. Handrit: Xavier Koller og Feride Cicekoglu. Mehmet Ali Mikudagin kl. 20.35: Indiana Jones Í 1910 eru Indy og pápi hansara staddir í India. Har hittir Indy ein ungan drong, Jiddu Krishnamurti, sum sigst vera tann nýggi Messias. Drongurin vísir Indy buddistisk tempul, baðistaðið hjá hinduunum og eina islamiska moské og greiðir honum frá heimsreligiónunum. Mikudagin kl. 21.50; Silvurrevurin Filmur úr Hong Kong frá 91. Hetjan úr teknirgðunum »Silvurrevurin« jagstrar tey, ið drupu vin og lærumeistara hansara, ta vøkru Yiu og fylgisveinar henn- ara Ku og Cheng. Bardagascenur og „special effects< eyðkenna filmin. Hósdagin kl. 21.45; Maktstríð - 1:10 Michael Palin Bretsk raðsending í 10 pørtum um skitið spæl, lumping og lirking í politikki og um tað menniskjaliga, sum hvarv. Tað gongur sum smurt hjá politikaranum Michæl Murrey. Hann er opportunistur burturav og kennir tað politiska spælið. Jim Nelson er lærari hjá bórnum við ymiskum trupulleik- um. Hann er eitt friðarfólk við moralskum virðum, sum hann hevur gjørt av at halda fast við. Tá hesir báðir menninir hittast, verður einki sum tað var fyrr. Hósdagin kl. 22.40: Eydnan Í eini drykkiveitslu vinnur gamli drongurin Niels Einar, sum er stillur og smæðin, eina thailendska gentu — Pun. Tað, sum byrjaði sum skemt, er knappliga álvari. Jesper Christensen og Waage Sandø