Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 14 — 21. JANUAR 1994 Vit kunu rokna við at síggja fleiri russisk og baltisk svartkjaftaskip undir Føroyum. Mynd: Kalmar Fleiri | Svartkjaftaskip til Føroya Í samband við øktum samstarvi millum vinnufyritókur í Før- oyum og Russlandi og Baltisku londunum mælir landsstýrið til, at geva átta skipum aftrat fiskiloyvi undir Føroyum Samstarvið millum Før- oyar ødrumegin og Russland og Baltisku londini hinumegin skal økjast. Ikki bert á almennum stødi, men eisini millum privatar vinnufyritøkur í londun- um. Til tess at fåa møgu- leikar at økja samstarv- ið, mælir landsstýrið nú løgtinginum til at sam- tykkja, at loyva átta skipum år Russlandi og Baltisku londunum at veiða 40.000 tons av svartkjafti sum eyka- kvotur í føroyskum sjógvi. Landsstýrið skal góðkenna samstarvsav- talurnar við tí fyri eyga, at stødi undir almennu avtalunum við Russland og Baltisku londini við- víkjandi byti av fiski, ikki verður tikið undan. tór.- Skattafri heiðursgáva Kristiligi Fólkaflokk- urin hevur skotið upp, at tingið áleggur lands- stýrinum at kanna meguleikarnar fyri at veita gllum teimum, sum sigldu undir kríg- num, og hjinarfeløgum teirra, eina lívslanga skattafría heiðursgávu úr landskassanum. Heiðursgávan skal eisini latast gørum, sum á ein serligan hátt hava sett lív sítt í váða fyri at bjarga. tór.- Tíðindablaðið IRF skyldar nú landskassanum 96 mið. -sum er tillagað eini rakstrarætlan sum tryggjar framhaldandi rakstur av stødint. Landsstýrið krevur, at kommunugjøldini hækka Í mai mánað kom lands- stýrið í tingid við einum uppskoti at stríka 33 milli- ónir, sum IRF skyldaði landsstýrinum. Men áðrenn hendan skuldin hjá IRF úl varð strikad úr landskassarokn- skapinum var neyðugt hjá landsstýrinum, at leggja 60 milliónir út fyri lán til IRF frá Westdeutce Landes- bank, tí ikki var møguligt at fáa lánið endurfíggjað. Skuldin hjá IRF til lands- kassan er, umframt tær 33 milliónirnar, umleið 63 milliénir,- ella samanlagt 96 milliónir. Landsstýrið heldur, at skal skuldin rind- ast landskassanum aftur eftir vanligum treytum, fær IRF ikki javnvåg í raksturin uttan so, at gjøldini frá lima- kommununum og brúkar- unum beinanvegin verða hækkað heilt munandi, og tað heldur landsstýrið ikki vera rådiligt. Landsstýrið hevur tí skot- ið upp fyri IRF, at felags- skapurin sjálvur rindar lånsgjøldini til hollendska låvveitaran, og at útleggið av landskassaútleggum verður tillagað eini rakstrar- Verður ætlanin hjá landsstýrinum samtykt í tinginum verður roknað við, at rakstrarætlanin hjá IRF fer at halda. Mynd Kalmar ætlan. Utleggini hjá landin- um stava mest frá láninum úr Westdeutche Landes- bank. Melr at gjalda Sambært nýggju rakstrar- ætlanini hjá IRF skal brúk- arin gjalda meira fyri at sleppa av við ruskið. Hetta rindar hann gjøgnum kommunuskattin. Gjaldið er frá í ár sett til 1000 krónur um árið fyri hvort fólkið. Komandi árini skal gjaldið hækka nakað. Sambært gjaldsavtaluni við lands- stýrið skal IRF ongar rentur rinda til landsstýrið fyrr enn í 1997. tør. Seljid førovingum partabrøvini Í bankunum -og gevið donsku bankastjórunum dura- fjórðingin, sigur Fólkaflokkurin, sum eisini heldur, at forðast má fyri, at bankar- nir verða lagdir saman Fólkaflokkurin hevur skot- ið upp fyri tinginum, at tað áleggur landsstýrinum, at partapeningurin í føroysku bankunum verður seldur áhugaðum føroyskum keyparum í fríum útboði so skjótt sum skuldarsaner- ingin av sethúsunum er farin fram. Haraftrat vil flokkurin hava, at tingið áleggur landsstýrinum, at Sjó- vinnubankin og Føroya Banki verða verandi tveir serskildir peningastovnar. Teir skulu skipast sum vanlig partafeløg, hvers uppgåva er at reka alt van- ligt bankavirksemi. Bank- amir skulu hava hvør sin aðalfund, hvør sina nevnd og hver sin stjóra. Fólkaflokkurin er sum skilst alt annað enn nøgdur við ta nevnd og teir stjórar teir báðir stóru bankarnir hava fingið. Í viðmerkingunum sigur Fólkaflokkurin millum annað, at eftir at nýggju pri- vatu eigararnir á aðalfundi velja nevndir, kunnu hesar siga donsku bankastjórun- um og nevndarlimunum upp. tór.- HAVNIN KEYPIR HITAN Á miðdegi í gjár var freistin úti at koma inn við tilboði at keypa út- bina hjá Hitafel um, og bert tað eina til- boðið kom inn — og tað átti Torshavnar Býráð. — Hetta er eitt tilboð, ið sær út til at bera seg, so vit hava sent tað út í Tinganes, har avgerdin verður tikin, sigur Jógv- an Páll Lassen, bústjóri. taka tilboðið, og gong- ur alt væl, sleppa hita- felagskundarnir undan at skera torv... hj.