leygardagur 22. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein koddi
ORÐASKIFTI hevur av álvara tikid seg
upp um spurningin at lækka kostn-
adarstødid og harvið eisini lønirnar.
Hesin spurningur hevur verið rættiliga
nógv umrøddur nú fleiri vinnulívsmenn
og -feløg hava mælt til at lækka kostn-
aðarsteðið og harvið eisini skattin. Ført
hevur verið fram, at lønirnar eru alt ov
høgar, og at tær eru ein forðing fyri at
fáa eitt sunt og avlopsgevandi vinnulfv.
NÚ hevur so fólkaflokkurin gjørt málið
til sítt hjartamál og hevur lagt tað fyri
tingið. Tað skal hann so sanniliga hava
loyvi til. Vit halda, at tað er rætt at
viðgera ein slíkan spurning, men meta
tað vera skeivt av fólkaflokkinum og
teimum fólkum, sum síggja eina løn-
arlækking sum einasta heiligvágin at
fáa hetta landið aftur á føtur, nú at
fyrigykla fólki, at bara lønimar lækka
so verður alt so gott so gott. Hetta er at
reingja veruleikan, og má tað sigast at
vera stórt spell, at ein heilur flokkur
setir slíkt í sítt skjaldrarmerki.
EITT er at koma við einum útspæli og
vilja kanna og umrøda eitt ávíst mál.
Men har frá og so til at siga, at bert
hetta kann bjarga samfelagnum er bæði
at lúgva fyri sær sjálvum og gørum.
Her má sigast, at sambandið ber seg
FRÆLSI- JA VNADUR — BRØDRALAG
EA fan Dali Joensen - Tórfinn Smith - | Uoxeiz; P/1 Saslalurin
Ljósmyndari: Kalmar Líndenskor Hlimar Jan Hansen - Prent; Pí Pressan 1981
Jústinus Eldesgaard
sakligari at, tá tað heldur, at eitt slíkt
mál má kannast væl og virðiliga, áðrenn
tað verður sett í verk, um tað í heila
tikið skal setast í verk. Men fólkafloks-
monnum líkt so gera teir seg sum ikki
einaferð til talsmenn fyri tí einastu
gyldugu patentloysnini. Teir og bara
teir hava loysnina. Oftani hevur tú
varhugan av, at fólkaflokkurin, sum vit
annars vita ikki er ein homogenur
flokkur men meira ein forsamling av
einstaklingum, sum verja
einstaklingaáhugamál, leggur uppskot á
ting, sum hava til endamál - ikki at
bjarga nøkrum landi men
harafturímóti at skapa sær og sínum PR.
Nú er tað Óli Breckmann, sum hevur
vitjað á Man og so er tað bráddliga IN
at brúka Manskar loysnir í Føroyum.
VIT seta eitt sera stórt spurnartekin við,
um tað í heila tikið er rætt at koyra lønir
so langt niður við lóg sum fólkafloks-
menn halda. Hetta vita vit er ikki
kjarnin í málinum um at fáa eitt lønandi
føroyskt vinnulív. Eftir at hava koyrt
við studningi frá landinum í drúgva tíð -
og hetta hava fólkafloksmenn verið teir
heitastu fyri at verja - so skal nú studn-
ingur latast ein annan veg. Lønirnar
skulu lækkast munandi og harvið skal
skatturin eisini niður. Tvs. at hetta
eisini hevur til sikti at syndra allan tann
almenna sektorin, sum heldur ikki
fólkafloksmenn kunnu vera fyriuttan.
Tað er hann teir hava dúvað upp á nú
øll árini, teir hava kunna sent
rokningarnar til landskassan fyri - ja
fyri sínar vánaligu forrætningar - fyri
sit dugnaloysi í vinnulfvinum.
TAÐ er eitt effektivari vinnulív vit hava
brúk fyri. Tað eru teir réttu leiðararnar,
sum duga at hugsa nýggjar leiðir uttan
studning. Sum duga at tilrættaleggja
framleiðsluna soleiðis, at optimalt fæst
burtur úr - vttan hjálp uttanífrá.
Lønarlækking kann sjálvandi koma at
muna, men tað kann eisini gerast tann
koddin, sum vit ikki hava brúk fyri og
sum nettup setir vinnulívið fleiri ár
aftur í tíðina og vit fara at fáa lív í aftur
sovandi vinnulívið, sum visti, at tað
kundi altíð dúva upp á landskassan. Tað
vil siga, at insitamentið - hugurin - til at
fáa sum mest burtur úr var ikki til
steðar, og er blokkframleiðslan kanska
eitt tað besta dømid um hetta.
LØNARLÆKKING kann skjótt gerast
tann nýggi koddin hjá vinnulívinum -
koddin, sum skal gera, at vinnulívið fer
snorksovandi inn í næstu gld. Tað eru
nógvir framstandandi vinnulívsmenn,
sum hava víst á, at lønimar eru ikki
fremsta forðingin fyri at hava eitt
lønandi vinnulív. Táverandi stjórin á
Bacalao segði tað og nú tekur stjórin á
Kósavirkinum og komandi nevndarfor-
maður í nýggja eindarbankanum eisini
spurningin upp. Hann ber Ótta fyri, at
lønarlækking kann gerast tey so væl-
kendi koddin, sum hevur merkt
føroyskt vinnuliv, og at orðið
stuðningur úr landskassanum bara
verður skift út við orðið lønarlækking.
Tað eru vánaligir vinnulívsmenn, sum
bara geva lønarlagnum skyldina fyri
ikki at fáa endarnar at røkka saman.
Loysunarorðini eru góð leiðsla, út-
búgving, djørv og umhugsin sølufélk
og ein effektiv framleiðsla í allar mátar.
Hví tosa tit ikki heldur um at vinna inn í
betri søluarbeidi tað, sum tit nú skulu
taka frá løntakarunum. Er tað ikki upp á
tíðina, at vinnulívið fer at seta sær
sjálvum størri krøv eitt nú til sølu. Vit
hava í eitt mannaminni - við somu
vinnulívsmonnumn og politikarum,
sum nú krevja lønarlækking - arbeitt á
u-landastødid við at framleiða hålvfab-
rikata. Og vit hava havt eina sølu-
organisatión, sum í nógvum rætt og
slætt hevur forerað okkara dýra fisk til
snildar og smartar útlendskar keyparar.
Álvaratos - at krevja lønirnar niður - tit
áttu at skammað tykkum - takið heldur í
egnan barm og brótið upp um armar -
effektiviserið framleiðsluna, góðskið
vørurnar og leggja alla orku í at fáa tey
bestu sølufélkini so vit fáa pengar fyri
veruna.
EG
; ; rí Få
runninum:
Bankasaman-
legging fer at
gagna vinnuni
Tað er rætt at leggja bankarnar saman. Tað ber við sær, at
bankarnir verða sterkari til at kunna røkja tær sera týdning-
armiklu uppgávurnar teir hava við at fíggja fóroyska vinnu-
lívið sigur formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikk-
elsen við Tíðindablaðið Sosialin.
Hann roknar annars við, at tað tað fer at vara leingi
til Fóroyar aftur fóta sær fíggjarliga og búskaparliga. Ein
má so bara vóna, at positiva konkunturgongdin í vesturheim-
inum eisini fer at vísa seg á fiskivinnugkinum.
Hvussu er Richard Mikk-
elsen nøgdur við
gongdina vidvikjandi
Fiskavirking?
-Vit hava fingið til
uppgåvu at vera vid til at
nútímansgera vinnulívið í
Føroyum og herundir at
umskipa fiskiidnadin.
Hetta arbeiðið er byrjað
við stovnanini av Fiska-
virking, og hóast vit hava
havt nakrar byrjunartrup-
ulleikar, so vóni eg, at
hesir skjótt eru av. Tann
mest umráðandi spurn-
ingurin í dag er sjálvandi
nøgdin av fiski, sum er
tøk hjá Fiskavirking. Ein
annar avgerandi
spurningur eru prísirnir.
Tað liggur rættiliga tungt
á júst hesum økjum í
løtuni og hetta hevur so
sjálvandi avleiðingar fyri
Fiskavirking. Men vit
vóna, at hetta fer at laga
seg nakað í komandi tíð.
Um eg eri nøgdur við
gongdina í Fiskavirking
fái eg tí ikki sagt fyrr enn
vit vita meira um, hvussu
fer at vera við råvøru og
søluni.
-Men at tab ikki hevur
gingid so væl sum mett
på
hevur tað nakað við leiðsl-
una í Fiskavirking at
gera?
-Tað haldi eg ikki.
Góðar fortreytir
-Nógvir føroyingar spyrja,
hver Richard Mikkelsen er
og hverja bakgrund hann
hevur fyri at rekja eitt fyri
Føroyar so týðandi stary?
-Eg havi verið í leiðsl-
uni í danska tjóðbanka-
num í nógv ár og havi
arbeitt við fíggjarligum
spurningum, og tí kenni
eg nakað til hesi
viðurskifti. Ein av
uppgávunum, sum vit
hava arbeitt við í Fígg-
ingargrunninum er nettup
bankagkið, og tað er ein
sannroynd, at júst bankar-
nir hava ein týðandi
Richard Mikkelsen: -Eg
havi álit á Bankaefti-
rlitinum, og haldi fram-
vegis, at tað var ein
góður handil, tá parta-
brævabýtið fór fram í
Føroya Banka. Mynd
kalmar