leygardagur 22. januar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
leiklut í menningini av
føroyska vinnulívinum.
-Heldur tú sjálvur, at
tú hevur nóg gott innlit og
vitan til at kunna loysa
teir stóru trupulleikar vit
hava í Føroyum?
-Tað haldi eg onnur
mugu meta um - út frá
teimum úrslitum vit koma
til.
-Onkur kallar teg Kong
Richard!
-Eg haldi ikki, at mín
persónur hevur so nógv at
siga í hesum málum. Eg
eri nú valdur til formann í
Fíggingargrunninum, og
vit hava nakrar uppgávur
at røkja, og tað gera vit á
besta hátt.
Richard Mikkelsen er
valdur fyri eitt 3 ára skeið.
Hann heldur sjálvur, at
hetta arbeiðið er ein stór
og spennandi avbjóðing.
Men leggur tó aftrat, at
tað eisini er eitt sera
torført arbeiði, orsakað av
teimum stóru
trupulleikunum í
Føroyum.
Trupulleikarnir
sterri í dag
í dag, enn tá hann tók við
sum formaður í Fígging-
argrunninum fyri umleið
einum ári síðani?
-So avgjørt.
-Er tå meira svart-
skygdur í dag?
-Nei. Ein må vóna, at
gongdin fyrr ella seinni
fer at venda til tað betra.
Sjálvur haldi eg tað fer at
vara leingi til Føroyar
aftur fóta sær búskaparliga
og fíggjarliga. Men ein
kann so bara vóna, "at
konjunkturgongdin, sum í
løtuni er við at síggjast í
fleiri av teimum stóru
løndunum í vesturheim-
inum, t.d. Onglandi og
USA, kann hava við sær,
at tað koma betri tíðir á
fiskiøkinum eisini.
-Ber tú ikki ótta fyri, at
føroyska samfelagið fer á
húsagang?
-Nei, tað geri eg ikki.
-Ber tað ikki til?
-Alt ber til í hesi verð,
men eg trúgvi tí ikki í
hesum førinum.
bankar saman
Richard Mikkelsen hevur
á fundum sínum í Før-
oyum í hesum døgum
eisini umrøtt spurningin
um bankasamanlegging.
Vit spurðu hann, um tað
er skilagott at leggja
bankarnar saman?
-Eg haldi tað er ein røtt
avgerð, sum tíkin er, tí
báðir bankarnir í dag eru
relativt smáir. Ein fusión -
samanlegging - ber í sær,
at teir verða sterkari til at
røkja tær sera tydningar-
miklu uppgávurnar teir
hava við at fíggja tað
føroyska vinnulívið.
-Nógvir føroyskir polit-
ikarar og onnur fólk eru
sera ónggd við tey krøvini,
sum danska stjórnin hevur
sett føroyingum í av-
talunum. Heldur tú sjálvur
- út frá royndum tínum í
Føroyum hetta seinasta
árið - at hesi krøv hava
verið órímulig?
-Hatta er ein politiskur
spurningur millum donsku
stjórnina og landsstýrið,
og vildi tað tí verið skeivt
av mær at gjørt viðmerk-
ingar til tað.
-Leysasøgur vilja vera
vid, at eitt serstakt elitu-
ráð er sett í danska for-
sætismálaráðnum bara at
arbeiða við føroysku
kreppuni, og at leikluturin
hjá Fíggingargrunninum
og Richard Mikkelsen er
harvið er munandi skerd-
ur, soleiðis at tit eru settir
út á eitt "sidespor"?
-Eg hava ongan kunn-
leika til, at vit eru settir út
á eitt “síðuspor". Vit gera
tað arbeiði vit eru settir til
sambært okkara viðtókum.
Richard Mikkelsen
hevur annars ongar við-
merking til umrødda elitu-
ráð.
Álit á bankaeftirliti
-Tað eru nógvir fér-
oyingar, sum meina, at
krøvini, sum danska
bankatilsýnið hevur sett
féroyskum bankum, hava
verið alt ov hérð og
órímulig. Hevdi danska
bankaeftirlitið t.d. verið
galdandi í Íslandi, so
høvdu allir bankarnir í
Islandi verið farnir á
heysin, og tað heyði elvt
til álvarsligar trupulleikar
fyri alt íslendska sam-
felagið.
-Eg kenni ikki til ís-
lendsk viðurskifti og kann
tí ikki úttala meg um tað.
Tað er rætt, at danska
bankaeftirlitið hevur sett
nøkur hørd krøv í sam-
bandi við avsetingar, men
eg plagi ikki at tjakast um
hesi krøv. Eg meti, at tey
kompetentu fólkini í
bankaeftirlitinum vita,
hvat tey gera, og tá tey
seta slík krøv, so mugu vit
leggja okkara politikk til
rættis eftir tí.
-Í sambundi við at
Fíggingargrunnurin og
harvið tað almenna fekk
meirilutan í Føroya Banki
og harvið lat Den Danske
Bank sleppa undan sínum
moralsku skyldum mót-
vegis Føroya Banka sum
sín dótturbanka, hevur tað
verið sagt í fjølmidlunum,
at Richard Mikkelsen skal
hava úttalað, at tað var
ein góður handil, sum
varð gjørdur við Den
Danske Bank. Er tað rætt,
at tú mælti til henda
handilin og at tú skal hava
Richard Mikkelsen:
Føroyar fara ikki á
Nr. 15 — 22. JANUAR 1994
st” REGN. Se
Tíðindablaðið
prinsippinum gjaldast aft-
ur.
Bankarnir tryggir
-Nú eru nógvar rembingar
á bankagkinum eitt nú í
sambandi við, at set-
húsaeigarar hótta við at
steðga sínum inngjald-
ingum. Hvussu álvarsliga
metir tú hesa stóðuna?
-Eg eri greiður yvir, at
tað eru ávísir trupulleikar
Í á ti økinum. Men tær
skipanir, sum bankarnir
hava fingið í lag, skuldu
helst medvirkað til, at
nakrir av hasum trupul
leikunum ikki gerast so
akuttir, sum teir annars
kundu blivið.
Richard Mikkelsen sig-
ur annars, at hann ber ikki
ótta fyri, at bankarnir
koma aftur í so stórar
trupulleikar, at tað verður
neyðugt hjá føroyingum at
fara aftur til Keypmanna-
havnar.
"Vit royna okkara besta
-Hvussu kennist tað at
koma aftur og aftur til
húsagang. Mynd kalmar Føroya og síggja, at fleiri
sagt, at tað var ein góður
handil?
-Eg meini, at tað, sum
hendi í februar, mars í
sambandi við partabræva-
býtið, var rætt. Tað standi
eg við.
Eisini týdning fyri
danska kreditvirðið
-Tað eru mong í Føroyum
, sum halda, at ein
høvubsorsøkin til, at danir
hava viljað stuðlað føroy-
ingum í hesum kreppu-
tíðum, er tann, at vóru
føroysku bankarnir farnir
á heysin, so hevði tað
fingið ókendar og óhugna-
ligar avleiðingar fyri alla
ta donsku peningaverðina
og danska kreditvirðið?
-Tað er rætt, at tóku
trupulleikar seg upp í
Føroyum í sambandi við
servisering av føroyskari
skuld til útlandið, so kann
tað væl hugsast, at tað
hevði skatt kreditvirðið í
Ríkisfelagsskapinum sum
heild.
gongur, at hetta hevur
havt nakað at siga í
metingunum hjá donsku
myndugleikunum. Hann
vísir tó á, at Føroyar eru
partur av
Ríkisfelagsskapinum, og
tá Føroyar hava fingið
nakrar ávísar trupulleikar
orsakað av einum sera
ur danska stjórnin kent tað
sum sína skyldu at hjálpa.
-Hetta er jú - sum tað
eisini hevur verið sagt av
landsstýrinum - hjálp til
sjálvhjálp. Tit hava fingið
lán, og tey skulu í
og fleiri fólk flyta av
landinum og alt sam-
felagið steðgar alt meira
upp?
-Sum eg longu havi
ÚTRÓÐRARMENN
— Vælkomnir til Oyndarfjarðar —
Síða 3
sagt, so hava vit skyldu til
at røkja eina ávísa upp-
gávu, sum er litin okkum í
hendi. Tað er avgjørt ikki
hugaligt at síggja, hvussu
tað gongur hjá mongum,
og tað er so júst ein av ok-
kara uppgávum at steðga
afturgongdini. Eg haldi
eisini, at tað er sera
óheppið fyri føroyska bú-
skapin, at eitt stórt tal av
fólki flytur til Danmarkar,
men tað kunnu vit sum
Fíggingargrunnur einki
gera við. Vit gera eitt
arbeiði, sum okkum er
álagt, og vit gera tað eftir
besta førimuni. Vónandi
fer tað at bera åvøkst til
frama fyri fólkið her býr
jan
Útleiguamboð
Kompressarar
Borimaskinur
Brekkarar
Borar/Meitlar
Slangur
Vibratorar
Forskalling
Hátrýstreinsarar
Fæst til leigu.
Kaj Andreasen PF
Tif. 15600
ligan penga.
Aftur í ár kunnu vit bjóða útróðrar-
monnum, sum rógva út á Norðhav- |
inum, atgista hjá okkum fyri ein rími- |
=
FJALSGARÐUR 2.
Oyndarfjørdur - Tlf. 44522
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 14.00
tvangsauktion (AS 42/93) over matr.
nr. 659 Strendur beliggende Strendur.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 920295) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 707 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 128 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19.01.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.