Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

komnar upp á pláss Fótbóltssambandið hevur í vikuni sent út eitt tíðinda- skriv við dagfestingunum á níggju stevnum, ið verða kring landið í summar. Umframt tær seks kapp- róðrarstevnurnar eru eisini triggjar av teimum sokall- aðu bygdastevnunum við í hesum yvirliti. Sum vanligt er Norðoya- stevnan í Klaksvík fyrsta kappróðrarstevnan, og verður hon vikuskiftið 28. og 29. mai. Henni á baki kemur so Eystanstevnan í Runavík, ið verður 11. og 12. juni. Sundalagsstevnan, ið skiftir millum bygdirnar í Sundalagnum, verður hesa- ferð í Kollafirði, og er hon 18. og 19. juni. Síðani er Jó- ansøkan á skránni 25. og 26. juni, og er hon hesaferð í Vági. Miðvingar hava tøm hesaferð at skipa fyri Vest- anstevnuni, og verður hon 9. og 10. juli, og so er loks- ins ólavsskan — sum van- ligt, sjálvandi — 28. og 29. juli í Havn. Umframt hesar stevnum- ar, ið hava FM-kappróður, eru eisini triggjar stevnur aftrat við í yvirlitinum frá Fótbóltssambandinum. Tann fyrsta av hesum er á Skála 14. og 15. mai. Næst henni er so Varmakeldu- stevnan, sum er í Fuglafirði 2. og 3. juli, og vikuskiftid undan 6lavsøku, 16. og 17. juli er bygdastevna í Gøtu. Umframt hesar nevndu ini, har FM-kappróður ikki er Vanliga hevur kappróðurin ein stóran leiklut á teimum ymsu steynunum kring landið — eis- (Savnsmynd: Kalmar) Á miðdegi í dag verður farið í holt við lutakastið til EM-endankapping- ina, ið skal finna fram til tey londini, ið skulu til Onglands á sumri í 1996 at kappast um EM-heit- ið, ið danir síðst vunnu yviri í Sveríki. Fótbóltssambandið er eisini við í teirri stóru rúgvuni av fótbóltsum- boðum, ið eru komin til Manchester at vera við tillutakastið, ið fer fram á stadion hjá Manchest- er United, Old Trafford. Úr Føroyum eru Tor- leif Sigurðsson, formað- ur í FSF, Jens Erik Mag- nussen og Ísak Mikladal farnir. Umframt at vera i6, ið fer fram undir luta- kastinum, skulu teir so eisini eftir førimuni gera ein innsats fyri at fáa so góðar sjónvarpsavtalur sam gjørligt burturúr. - Hetta er sjálvsagt nær tengt at, hvat nú spyrst burtur úr lutakastinum. Umráðandi er, at Føroy- ar fáa sterkar vestur- EM-lutakastið verður á Old Trafford í andi hendan vegin kundi tær síðstu rundurnar við fáum »gevandi« londum hava megnað at stuðla FSF-kassan við. Líkt er til, at Sjónvarp Føroya ikki fer at senda beinleiðis frá lutakastin- um. Sjónvarpsstjórin, Árni Gregersen, sigur at teir ikki finna nakra rás, teir kunnu fáa lutakastið frá. hj. Tíðindablaðið 20 ára gamli John Jacobsen: Kosin besti tekniski spælarin í fótbólts- kapping í Týsklandi Tveir ungir mans úr Saltangará, 20 ára gamli John Jacobsen og 22 ára gamli Sámal Hansen eru í Týsk- landi og arbeiða. Í frítíðini spæla teir fótbólt Eftirhondini er talið á før- oyingunum, ið hava fing- ið sær arbeiði í Týsklandi, vorðið rættiliga stórt. Teirra millum eru tveir ungir mans úr Saltangará, 20 ára gamli John Jacob- sen og 22 ára gamli Sámal Hansen hava arbeitt í Týsklandi síðani í fjør- summar Teir hava arbeiði á ein- ari stórari linoleumsverk- smiðju í Delmen, tíggju kilometrar uttan fyri Bre- men. Tað er fyritøkan DLW, iðeigur verksmiðj- una, ið er ein av heimsins størstu og tann størsta av sínum slagi í Týsklandi. Verið í Týsklandi í eitt hálvt ár — Tå hesin mánaðurin er liðin, hava vit verið her niðri í eitt hálvt ár, og um alt gongur eftir ætlan, fara vit at verða verandi í einar fimm mánaðir aftrat, sig- ur John Jacobsen við Tíð- indablaðið Sosialin. — Hetta er eitt gott arb- eiði, og vit eru glaðir fyri at vera her. Vit arbeiða í trimum vaktum — morgun- vakt, kvøldvakt og náttar- vakt — og vit hava skifti hvørja viku, so tað kann vera eitt sindur trupult at leggja sær ta tíðina til rættis, tá ein ikki er til arbeiðis. Kortini tykjast John og Sámal báðir at hava funn- ið út av hesum trupulleik- anum á ein hátt, ið báðum dámar væl. fótbótt týskum liði Báðir hava teir spælt nógvan fótbólt heima í Føroyum — báðir hava tvær ferðir vunnið føroya- meistaraheitið og tvær ferðir ste ingina við unglingum hjá NSÍ, og eisini hava báðir spælt á 1. liði hjá NSÍ. Í býnum Del- men, har teir búgva, eru fåtbéltsfeløg, og eru báðir á 1. liði hjá einum felag, ið eiturDBV — Delmen Horst Sportverein. - Hetta er næststørsta felag í býnum, og 1. liðið spælir í 6. liga herniðri, greiðir John frá. — Felagið er á veg upp- eftir, og tey síðstu fýra ár- ini er liðið tríggjar ferðir flutt upp í deild, og leiðin tykist framhaldandi ganga uppeftir. Skal eg sammeta liðið við føroyska stødid, so er tað ájavnt við liðini, ið liggja um miðjuna á 1. deild heima i Føroyum. Nú veturin er, eru nógv- ar innandura kappingar, og fløtuni eru teir við í ein- ari býarkapping — stadt- meisterschaft — har teir eru komnir víðari og ein av døgunum skulu gera seg — Sámal hevur spælt í verjuni og skal nú spæla í meðan eg sjálvur spæli á miðjuni sum offensivur miðvallarspælari. Tí havi eg eisini skotið nøkur mál — eini trý ella fýra í hesari sigur John Jacobsen. Besti teknikarl — Vit eru annars báðir fastir mans á liðnum, so vit hava sjálvandi einki ímóti at brúka ein stóran part av frítíðini til fótbólt. Í einari kapping um nýggjárið, sum var í Bre- men, varð John kosin besti tekniski spælarin, og fyri tað fekk hann eitt stórt steyp til ognar. Eisini bestu málskjúttarnir í hes- um kappingunum verða heiðraðir. — Tað hevði eg í hvussu er ikki roknað við, og tú kanst ætla, at eg varð glað- ur fyri hendan heiðurin, sigur hann. Umframt at spæla nógv sjálvir, hyggja teir eisini dúgliga eftir Werder Bre- men í grannabýnum. Teir rokna við at fáa atgongu- merki til stórdystin, tá Mi- lan kemur á vitjan í marts mánaði. hj.