leygardagur 22. januar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 15 —22. JANUAR 1994 Tíðindablaðið CD
Jóhan Páll Joensen, komandi
2 2
-Tað fyrsta eg hugsi, tá menn tosa um at seta lønina niður
vid 30%, er, at hetta fer at virka sum ein koddi. Tað hevur so
ikki við sær, at neyðug krøv verða sett til effektivitet. Ikki
fyrr enn tann dagin, tá vit hava gjórt framleiðsluna nógv
meira effektiva, kunnu vit fara og tosa um at lækka lønirnar.
Fyrst mugu vit lúka tey krøv, sum eru til nunagóðan rakstur
av einum virki.
Hetta sigur komandi nevndarformadurin í stórbank-
anum, sum verður stovnaður til várs. Maðurin eitur Jóhan
Páll Joensen og er hann ein av teimum yngru og nýggju
monnunum, sum koma at mynda fóroyskt vinnulív og eisini
peningaheimin í framtíðini.
Hósdagin boðaði Fígging-
argrunnurin frá 1992 frá,
at hann á komandi aðal-
arbankanum te. saman-
leggingini av Føroya
Banka og Sjóvinnubank-
anum fer at mæla til at
velja Jóhan Páll Joensen, í
Klaksvík til nevndarfor-
mann í stórbankanum.
Haraftrat fer hann at
skjóta upp sum nevndar-
limir Poul Mohr, Sverra
Olsen og Jørgen Ulriksen.
Landsstýrið skal eisini
velja ein lim í nevndina,
men tað er ikki greitt,
hver hesin er. Haraftrat
skulu starvsfólkini velja
tvey umboð.
Drúgvar royndir
á sjónum
Nevndarformaðurin í
komandi stórbankanum
Jóhan Páll Joensen er
stjóri á Kósavirkinum.
Hann situr annars í
nevndini í Sjóvinnu-
bankanum og somuleiðis í
nevndini í Føroya
Fiskasølu.
Jéhan Påll Joensen
hevur mesta parti av lfvi
sínum verið á sjónum.
Hann hevur ført Vestur-
vón í mong ár.
Herfyri tók hann við
leiðsluni á Handils- og
frystivirkinum í Fuglafirði
og eitt skifti var ein av av
oddamonnunum í Fiska-
Nú hevur hann so
saman við gørum tikið
stig til at fáa Kósavirkið at
koyra aftur.
Blandið ikki Kósa-
virkið og Norðoya
Sparikassa upp í
Tíðindablaðið Sosialur-in
hevur tosað við komandi
nevndarformannin í
nýggja stórbankanum.
Vit spurdu hann, hvussu
tað ber til, at hann er
skotin upp til formann!
-Eg havi hoyrt, at upp-
skotið er komið úr Tinga-
nesi. Hví veit eg ikki. Tað
einasta eg vil siga er, at
hetta skal ikki blandast
upp í viðurskiftini við
Norðoya Sparikassi ella
Kósavirkið.
-Soleingi Sparikassin
klárar okkara peningaliga
tørv, so verður tað ikki
broytt. Onkur sigur, at
menn hava skotið meg
upp fyri at bankin skal
koma í betri
Klaksvík, men tað havi eg
ikki varhugan av.
-Ber tað til hjá tær bæði
at vera primus motor á
Kósavirkinum við Norð-
oyar Sparikassa sum
stuðli og samtíðis verða
nevndarformadur í tí
komandi eindarbankan-
um?
-Ja tað haldi eg ber væl
til.
Kósavirkið liggur
mær næst
-Vil tað siga, at tað at tú
verður formaður í nýggja
bankanum fer ikki at
ganga út yvir Kósavirkið
ella Norðoyar
Sparikassa?
-Nei. Eg havi lagt mínar
orð í.
pengar í Kósavirkið, og
hetta arbeiðið fari eg at
ganga høgt upp í. Hitt fari
eg at ganga upp í sum
vanligt umboð fyri før-
oyskt vinnulív. Hesi skulu
ikki ganga út yvir hvert
annað.
-Tú kennir ikki hetta
sum at hava eitt bein í
hverjum leiri ella sum at
skula tveimum harrum?
-Tað geri eg ikki. Eg
meti hetta álitisstarvið
sum eina avbjóðing og
sum ein møguleika at fáa
betri innlit í flestu viður-
skifti. Skal tú arbeiða í
vinnulívinum og vera við
til at fáa tað á fótur aftur,
so mást tú troyta tey høvi,
sum eru.
-Tað eru somu bankar,
sum hava skapt grundar-
lagið undir Fiskavirking,
sum tú nú skal vera
nevndarformaður fyri.
Men eru Fiskavirking og
Kósavirkið ikki kapp-
ingarneytar?
-So avgjørt.
Fiskavirking og
Kósavirkið
-Tú vart fyrst við í
Fiskavirking og fór seinni
yvir til kappingarneytan,
Kósavirkið, og nú skal tú
vera formaður í tí bank-
anum, sum myndar Fiska-
virking, er hetta ikki ein
løgin stóða?
-Tað var ikki tí, at mær
ikki dámdi Fiskavirking,
at eg fór haðani, men tað
var tí, at eg her hevði ein
møguleika at gera fløgur í
Klaksvík. Eg meti ikki, at
eg komi í nakra tvistødu
við at arbeiða á Kósa-
virkinum og so at vera
formaður í nýggja
bankanum.
Jóhan Páll heldur tað
vera sera sunt at hava
bæði Fiskavirking og
Kósavirkið.
Men hvat hendir um tað
kemur hartil, at tað taka
seg upp trupulleikar mill-
um Fiskavirking og Kósa-
virkið?
-So fari eg at stuðla
Kósavirkinum. Komi eg í
eina stóðu, har eg ikki
kann tæna bådum pørtum
heilt, so eri eg
ødrumegin. -Og hvat
velur tú tá?
-Klaksvíkina sjálvandi.
-Er tú klókkur av at
verða biðin um at verða
formaður í komandi eind-
arbankanum?
-Ja so avgjørt.
-Hvussu kennir tú tað,
at tú eftir at hava stríðst í
Barentshavinum í mong ár
nú bráddliga er vorðin ein
av oddamonnunum í før-
oyska bankaheiminum?
-Tað kennist sum eitt
álitisváttan
Jóhan Páll Joensen
sigur víðari, at ein fortreyt
fyri at hann kann fáa
nakað burtur úr einum
slíkum arbeiði er tann, at
tað verður eitt gott og
breitt samarbeidi í
-Tað eru helst nógvir
føroyingar, sum hugsa, at
tað er løgid at taka ein
føroyskan skipara og gera
hann til ovasta í føroyska
bankaheiminum!
-Eg havi ikki bidid
lovað mær nakað sum
helst. Eg eri komin hartil,
at vit skulu royna at gera
okkara besta.
-Men hvat er tað, sum
eyðkennir Jóhan Páll
Joensen fram um aðrar?
-Tað.er kanska tað, at
ein er ikki uppi í so nógv-
um gørum.
Mugu fáa álit aftur
á peningaskipanina
Jóhan Páli heldur, at tað
mest umráðandi í dag er,
at føroyingar aftur fáa álit
á allari peninaskipanini.
Hann heldur tað vera
eina sera løgna og óhepna
stóðu, at føroyingar eru í
andstødu til bankarnar.
Hetta må broytast, og tað
mugu bæði bankar og fólk
skilja.
-Tey eru mong, sum eru
sera ónggd við bankarnar
og teirra viðferð av van-
liga føroyinginum!
-Eg skilji væl tey. Síð-
ani bankarnir vórðu
bjargaðir er alt ov lítið
hent. Teir, sum hava verið
í bankunum, fáa einki
svar. Nógvir pengar eru
og eru hesir pengar fyrst
og fremst farnir til av-
setingar. Tvs. at bankarnir
eru ikki betri fyri í dag
enn tað er krav til.
-Verður tú formaður í tí
komandi
eindarbankanum, hvat
verður tá títt aðalmál?
-Eg veit bara, at stóðan í
føroysku peningaverdini
er åt av lagi vånalig.
Uppgåvan hjå bankunum
er fyrst og fremst at
byggja upp aftur álitið á
bankarnar. Ein fyrsta
fortreyt fyri hesum er at
geva fólki svar og vísa
teimum virðing.
Jóhan Páll Joensen:
Mitt fremsta aðalmál er
at fara hóvliga fram - at
vera spakur
Kvalifíkatiónir!
-Tú er sjómaður og hevur
forvunnið nógvar pengar
seinastu árini. Onkur vil
helst spyrja, um tað at
hava forvunnið nógvar
pengar, er ein kvalifika-
tión til at gerast neynd-
arformaður í einum stór-
banka - og spyrja, um
slíkur ikki heldur átti at
verið ein við t.d. eini
hollari útbúgving eitt nú
innan búskap og fíggjar-
viður skifti!
-Kvalifikati6nir nýtast
ikki endiliga at hava
nakað við tað tú er út-
búgvin til at gera.
Hesaferð hevur tað verið
ein treyt frá Tinganesi, at
tað skulu vera føroyingar
uppi í leiðsluni, tá
stórbankin fór í gongd.
Kanska valið av mær er
ein partur av tí. Kvali-
fíkatiónir havi eg annars
ongar aðrar enn at eg fari
at geva tað eg kann.
-Metir tú teg føran við
tíni bakgrund í føroyskum
vinnulívi at røkja eitt so
týðandi starv?
-Nú rokni eg ikki við, at
eg komi at vera tann
persónur í bankanum, sum
kemur at gera tær mar-
kantu broytingarnar. Tað
verða nevndin og eg í
felagsskapi, sum fara at
gera eitt arbeiði.
Jóhan Páll Joensen
roknar við, at hann tekur