leygardagur 22. januar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
av tilboðnum um at gerast
formaður, tá aðalfundur
verður í vár.
Spakur
Vit spurdu hann, hvat
hann heldur um útlitini hjá
føroyskum vinnulfvi?
-Vit skulu fgjøgnum ein
hestakur, men eg meti, at
tað eru útlit fyri, at stødan
fer at batna. At tað verður
hart ivast fåur av okkum í.
-Hvat er tíu málsetn-
ingur sum vinnulívsmað-
ur?
-At vera spakur. At fara
spakuliga avstað.
-Trýr tú at vit fáa fólk í
aftur arbeiði?
-Tað fer at taka eina
drúgva tíð aftrat., áðrenn
vit fáa ll í aftur arbeiði.
-Hvussu skulu vit fáa
gongd á aftur?
-Tað dugi eg sum heild
ikki at siga, men tað vit
hava í dag er fiskur. Hann
verður álitið í langa tíð
fram. Tað er fiskurin, sum
skal skaffa fólki arbeiði,
og tað er har vit eiga at
satsa. Vit mugu til at finna
sjálvsálitið aftur, tí tann
dagin vit viðganga fyri
okkum sjálvum, at vit
einki duga til, tá er liðugt.
Fiskavirking
-Tey eru mong, sum eru
ónggd við Fiskavirking og
halda, at henda fyritøka
er av tí ónda fyri føroyska
samfelagið!
-Fiskavirking hevur
eina ómetaliga torføra
uppgávu at loysa. Eina
uppgávu, sum tað kanska
ikki ber til at loysa. Hon
er serliga stór, tí
stødutakanin mótvegis
Fiskavirking er so negativ.
Eg skilji væl, hvussu
hetta misålit er komið í, tí
vit hava jú havt eitt heilt
annað mynstur við
teimum 20 virkjunum og
nógvum ymsum eigarum í
mong ár, og tað hevur
ikki gingið so væl. Tí
skilji eg væli, at
kreditorarnir krevja, at
skulu teir avskriva nakað,
so skal tað ikki vera,sum
fyrr, men at
verða gjørdar. Men um
Fiskavirking er tann ein-
asta og rætta loysnin er
kanska eitt ivamål. Eg
haldi, at teir vóru komnir
betri burtur úr hesum, um
talan hevði verið um
kanska tríggjar fyritøkur
heldur enn ta einu.
Jóhan Páll ásannar, at
Fiskavirking er komið, og
tað má nú fáa eitt sindur
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Térshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 11.50
tvangsauktion, (AS 599/93) over matr.
nr. 683 k, Tórshavn beliggende Tórs-
havn.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs-
havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 33882) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 685 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 135 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19.01.94
Mette Søgaard-Nlelsen
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 11.10
tvangsauktion, (AS 558/93) over matr.
nr. 808 ap, Tórshavn beliggende Tórs-
havn.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs-
havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 37216) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 170 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 88 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19.01.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Nr. 15 — 22. JANUAR 1994 Síða 11
av tíð at vísa, hvør dugur
er í tí. At kunna prógva
tað fer at taka væl av tíð.
So er tað spurningurin, um
vit klára at bíða. Tí meðan
hetta gongur fyri seg er
lítið og einki arbeiði.
-Klaksvíkin liggur mær
næst. Nevndarsessurin í
nýggja bankanum kemur
á ongan hátt at nerva
mítt arbeiði til fram fyri
Klaksvíkina, heldur
tvørturiméti
serstakliga vera
føroyingar sjålvir, sum
mynda nyggja bankan.
Vit spurdu Jóhan Páll
Joensen, hvussu verður
við samstarvinum millum
Kósavirkið og Norðoyar
Sparikassa, nú tá hann
tekur við sum formaður
fyri eindarbankan!
-Soleingi Sparikassin
hevur nøktar okkara tørv,
so fara vit at samstarva
við hann. Sparikassin er
partur av hesi loysnini í
Klaksvík, og tað hevði
rætt og slætt ikki borið til,
um hann ikki var við.
Skulu bankarnir annars
hugsa um at sleppa upp í
part aftur í Klaksvík í
stórri mun, so skal tað ikki
vera tí tað eri eg sum siti
sum nevndarformaður,
men tað má vera út frá tí
nátúrligu sannroynd, at
teir vilja gera eitt miðvíst
arbeiði her soleiðis at tað
verður attraktivt hjá bank-
unum at arbeiða aftur í
Klaksvík.
Upp á fyrispurning hvar
hann stendur politiskt
sigur Jóhan Páll, at tað
hevur hann als onga við-
merking til. Hann heldur,
í at tað er upp á tíðina, at
sg vit leggja hendurnar
-Eg eri eisini sannførdur
um, at høvdu virkini verið
avskrivað eitt og eitt, so
vóru vit endaðir í somu
stóðu eftir einum ella
tveimum árum.
Jóhan Páll heldur tað
vera rætt at royna ymsar
loysnir og ein teirra er so
skipanin við Kósavirk-
inum. Hann heldur tó ikki,
at tað hevði verið rætt, um
alt varð skipað á henda
hátt.
-Sær tað annars seta
svart út fyri framman?
-Ja, tíanverri og henda
ringa stødan fer at vara í
kanska eini tvey ár aftrat.
Føroyingar mugu
mynda bankan
-Er tað av stórum týdn-
ingi. at tað eru
føroyingar, sum sita í
leiðsluni fyri bankunum?
-Ja so avgjørt. Onkur av
dønunum, sum er komin
til Føroya, er 6førur, men
tad er eitt sindur trupult at
koma úr Danmark til eitt
heilt nytt og ødrvisi sam-
felag. Tí mugu tað
F: saman og royna okkurt.
Ein koddi
Hverja viðmerking hevur
komandi nevndarformað-
urin í eindarbankanum til
tjakið um kostnadarstødid
og har serligur dentur
verður lagdur á at lækka
lønirnar við kanska 30%
fyri at vinna í heila tíkið
kann klára seg?
-Tað fyrsta eg hugsi, tá
menn tosa um at skrúva
lønina 30% niður, er, at
hetta er einki annað enn
ein koddi. Tað setir eingi
krøv til teir, sum skulu fáa
virkini at koyra effektivt.
Siga teir bara, at lønin
skal niður við 30%, ja so
er einki meira hent í tí at
gera arbeiðið meira effek-
tivt. Eg vil siga tað so, at
tann dagin, tá vit hava
gjørt framleiðsluna nógv
meira effektiva, tá kundi
tað verið í lagi at lækka
kostnadarstødid, men ikki
fyrr enn tá. Fyrst mugu vit
lúka tey krøv, sum eru til
ein effektivan rakstur av
einum virki. Her hugsi eg
bæði um tilrættalegging,
framleiðslu, sølu osfr.
Jóhan Páll Joensen við-
gongur, at effektiviteturin
í landinum er vorðin mun-
andi betri hesi seinastu trý
-Men hetta er ein
skrúva, sum tú alla tíðina
mást arbeiða miðvíst við.
Eg beri ótta fyri, at koma
menn til ta niðurstøðu, at
tað fer at vera betri bara
vit skrúva lønina niður
30%, so fer tað ikki at seta
so stór krøv til leiðsluna
og harvið effektivitetin.
jan