týsdagur 25. januar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
strø
at nýta mestu tíðina til fíggj-
arligt høvudbryggj er neyð-
ugtatfáaso nógvar inntøkur
og at minka um útreiðslurn-
ar so nógv, sum tað ber til.
At åskodarainntøkurnar
verða avgerandi ger, at leik-
tíðin má ásetast, so flest
møguligt hava møguleika at
koma å Svangaskard. Ti er
ikki óhugsandi, at FSF velur
at leggja dystirnar sunnu-
dag, um måtstødulondini
ganga við til tað. Kanska er
ikki óhugsandi, at dystur
verður á Svangaskarði
sunnudagin 12. juni, sum er
sunnudagurin á Eystan-
stevnuni.
Um tad fer at eydnast at
fáat.d. Skotland og Rusland
henda vegin sunnudag, er
meiri ivasamt. Bæði londini
nýta leikarar úr fleiri lands-
kappingum kring Europa,
og har verður fyri tað mesta
leikt leygardag.
Nyggjar avtalur
FSF hevur í sambandi við
HM kappingina mett, at
beinleiðis sjónvarp var ein
orsøkin til, at áskoðaratalið
var lágt. Teir hava sagt, at
tað fór ikki at koma fyri aft-
ur, at Sjónvarp Føroya
sendi beinleiðis, og nú
verður helst gjørt álvara av
hesi hugsanini. Hvussu
dystirnir skulu takast upp,
og hvussu rættindini at
senda bæði heima og úti
skulu verða, verður avgjørt
í samráðingum næstu vik-
umar.
Hvussu útreiðslusíðan
kann haldast niðri, er torfør-
ari at ímynda sær. Stóru út-
reiðslurnar eru ferðingin og
uppihaldið. FSF hevur havt
sáttmála við Atlantsflog.
Hann gongur út eina ferð í
vár, og so skal samráðast av
nýggjum.
Nr. 16 — 25. JANUAR 1994
Av ti at milliónainntókur
neyvan verða at heintað í
8. bólki, mugu Føroyar
vóna, at nógvir áskoðar-
ar koma til EM-dystirnar
Tað er eingin loyna, at
FSF toppurin ikk: hevur
mett avtaluna nóg lagaliga
fyri Fótbóltssambandið, og
nú fleiri flogfør dagliga
flúgva aftur og fram við fá-
um ferðafólkum er einki at
ivast í, at FSF fer at arbeiða
við at minka hesa útreiðs!-
una
At uppihaldið verður
bíligari úti í verðini er lítið
sannlíkt, men ofta plagar
tað at roynast væl, um av-
talur verða gjørdar í góðari
tíð.
Utgangsstødid
At FSF hevur nógv um
oyruni komandi vixurnar,
er einki at ivast i. Og hóast
allir fíggjarligu spurning-
arnir eru týdningarmiklir,
so er tað ítróttarligi partur-
in, sum er útgangssteðið, og
royndirnar vísa, at gongur
væl á vellinum, so dryppar
tað á hinar partarnar eisini.
Hverjir skulu manna liðið
er van hjá venjar-
anum at finna út av. Men
hann er ikki funnin enn. Tí
er fyrsta stigið á tí økinum
at finna mannin, sum skal
standa við endan. Tað hevur
verið nevnt, at útlendingur
var í kikaranum, og tað hev-
ur av gørum verið roknað
við, at føroyingur skuldi
standa við endan. Báðar
loysnirnar hava fyrimunir
og vansar.
Men ein avgerð skal tak-
ast, og tað má, sum so nógv
annað í sambandi við EM
luttøkuna, gerast skjótt!
Tíðindablaðið
Mugu smíða, meðan jarnið er heitt
Ein av teimum, ið dúgliga
hevur fylgt landsliðnum, tá
tað hevur verið í bæði EM-
og HM-undankappingun-
um, er Magni Arge, ið van-
liga plagar at varpa út sam-
an við beiggjanum Jógvani.
Umfram er hann eisini for-
maður í Ferðaráð Føroya,
so tann vegin er eisini stórur
áhugi fyri, hvussu tað nú fer
at gangast Føroyum í hesi
EM-undankappingini.
— Vit eiga heilt givið at
brúka hendan møguleikan,
so vit kunnu fáa eitt sindur
av vinningi við síðuna av
fótbóltinum, sigur Magni
Arge.
— Her hugsi eg fyrst og
fremst um tvey av londun-
um í okkara bólki, Skotland
og Finland. Serliga er Skot-
land áhugavert fyri okkum,
eins og Føroyar óivað eru
áhugaverðar fyri skotar.
Magni Arge vísir á, at av
tí at Ongland jú ikki er við í
undankappingini hesaferð,
av tí at teir eru sjálvskrivað-
ir til EM-endaspælið í 1996
sum vertir, er áhugin í Bret-
landi sum heild stórri fyri
okkum, enn hann annars
vildi verið.
— Vit mugu síggja í eyg-
uni, at vit tey komandi tvey
árini koma at vera eitt land,
ið skrivað verður um har
niðri, og tað eiga vit at út-
nytta til egnan fyrimun, so
væl sum tað nú kann lata
seg gera, sigur hann.
— Hetta er snøgt sagt ein
søguligur kjansur hjá okk-
um at fáa bygt upp eitt sam-
starv við skotar, ið saktans
kann fevna um oljuvinnu,
ferðavinnu, fiskaútflutning
og ymist annað.
Møguleikamir, ið kunnu
vera í sambandi við Finland,
eru óivað av ødrum slagi,
men eisini har eiga vit at fáa
sum frægast burtur úr hesi
støduni. Magni Arge heldur
tí, at lutakastið í roynd og
veru er nakað av tí frægasta,
vit kundu fáa:
— Men kortini var tað stórt
spell, at vit ikki fingu týsk-
aramar, suffar Arge-maður-
in at enda.
hj.
1. BOLKUR
Frankariki
Rumenia
Polland
Ísrael
Slovakia
Aserbadjan
2. BÓLKUR
Danmark
Spania
Belgia
Makedonia
3. BÓLKUR
Svøriki
Schweiz
Ungarn
Ísland
Turkaland
4. BOLKUR ;
Italia
Ukraina
Kroatia
Litavia
Estland
Slovenia
5. BÓLKUR
Holland
Noreg
Tjekkia
Hvítarusland
Malta
Luxembourg
6. BÓLKUR
Írland
Portugal
Norðurírland
Eysturríki
Letland
Liechtenstein
Soleidis siggja teir åtta EM-bolkarnir ut
7. BOLKUR
Tyskland
Wales
Bulgaria
Georgia
Albania
Moldova
8. BOLKUR
Rusland
Grikkaland
Skotland
Finland
Føroyar
San Marino