týsdagur 25. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. Í
Rentulækkingin
munar alt ov lítið
Fáur hevði væntað - men fleiri vónað, at peninga-
stovnarnir fóru at koma kroystu sethúsaánarunum
til hjálpar. Hesum høvdu vit av réttum kunnað
roknað við, tí føroysku peningastovnarnir hava so
sanniliga stóra ábyrgd av fíggjaróskilinum, sum
landið, og allir tess borgarar nú eru komin út í.
Men her er ikki tað stóra forstáilsi at finna.
>Loysnin< hjá peningastovnunum hjålpir ikki teim-
um kroystu sethúsaánarunum, og at leingja avdrátt-
artíðina ger bert pínuna enn drúgvari.
Skulu vit hava nakran møguleika at arbeiða okk-
um úr kreppuni, so mugu vit sleppa undan at skula
pukla og slíta eitt heilt lív fyri at gjalda eini hús,
sum bankarnir longu partvís hava avskrivað, fyri
síðani at lata børn og barnabørn okkara pukla og
slíta teirra lív upp, fyri at gjalda eina vónleysa utt-
anlandsskuld, sum hvørki vit ella tey eiga nakran
lut í.
Hetta skilir meinigi borgarin væl - hetta skilja
peningastovnarnir eisini, men teir vilja partú vinda
sum mest burtur úr. Men tann kósin er skeiv - hon
førir lúkst út av eggini. - Og hesum eiga vit als ikki
at finna okkum í!
Nú er at langa nevan í borðið, og krevja, at nakað
munagott verður gjørt, annadhvørt avskrivingar ella
niðurfrystan av lánum, uttan rentutilskriving. Hitt,
at vit fyrst gjalda part av skuld okkara yvir skattin
(almennir pengar í bankarnar), fyri síðan at gjalda
húsini enn einaferð í rentu, um vit leingja lánini, tað
ber ikki til.
Valár er, og veljarin eigur at leggja sær væl í
geyma, hverjir politikarar hjálpa, tí vilja bankarnir
ikki, so skulu politisk tiltøk setast í verk.
Vit kunnu ikki gera við, at bankanevndirnar hava
verið mannaðar við nikkudukkum úr føroyska vinn-
ulívinum, sum Den Danske Bank og bankastjórar
hava kunnað vundið um lítlafingur - hesir banka-
nevndarlimir (fleiri hava ikki ein gong átt partapen-
ing) hava roynst okkum nógv verri enn teir vánalig-
astu politikararnir, landið hevur fostrað.
Nú er komið higartil, at annaðhvert koma pening-
astovnarnir við veruligari hjálp, ella verður upp-
reistur. - Ikki blóðigur uppreistur, men ein fíggjar-
ligur uppreistur, sum leggur føroyska búskapin í
Eirikur Lindenskov
Målgagn hjá Sosialistiskum Ungmannafelag í Feroyum
Týsdagin 25. januar 1994
seta peningastovnum og politikarum:
Seinastu tíðina er rættu-
lig ferð komin á kjakið
um støduna hjá teimum
kroystu sethúsaánaru-
num.
Nú er felag í umbúna,
sum skal taka sær av á-
hugamálunum hjá set-
húsaeigarunum. Eingin
ivi er um, at stórur tørvur
er á slíkum felag - og vit
kunnu kanska undrast á,
hví slíkt felag ikki langt
síðani er stovnað, kanska
serliga í 80'unum, tá set-
húsaprísirnir vóru í toppi.
Dropin, ið fekk bik-
arið at flóta yvir, var ;
krakkið hjá Fossbanka-
num.
Góða undirtøku
Eingin ivi er um, at hetta
felagið fær stóra undir-
tøku og fer at fáa stóra
makt. Hetta eiga politik-
arar og fíggjarfólk at
skriva sær aftan fyri oyr-
að! Hetta kann verða tað
nærmasta vit koma eini
kollvelting - hetta verður
jú ein uppreistur móti
valdsharrunum, teimum
við pengunum.
Heppið fyri
Fokuríar?
Onkur vil kanska halda,
at tað ikki er rætt, at
lántakarar í Fossbanka-
num sleppa undan at
gjalda fult fyri teirra lán.
Hildið verður, at tað er 6-
rættvíst, at tey kanska
sleppa at keypa síni lán
aftur fyri kurs 20, meðan
onnur, ið hava lán í hin-
um peningastovnunum,
mugu gjalda 100% av
teirra lánum. Nakað kann
sjálvandi verða um hetta,
men tað hevði tá verið
meiri órættvíst, um annar
peningastovnur kundi
keypt hesi lán fyri kurs
20 og síðan latið lántak-
ararnar goldið fult fyri
lánini.
Á henda hátt høvdu
aðrir peningastovnar
kunnað vunnið nógvan
pening burtur úr hesum
lánum, sum framman
undan vóru avskrivað.
Bankarnir takast
við herðum?
Nú hava vit nevnt, at set-
húsafelagið kann fáa
stóra makt. Eingin ivi er
um, at politikarar og
kanska serliga bankafólk,
ræðast hetta felag.
Hetta kann verða ein
katastrofa fyri peninga-
stovnarnar. Hetta kann
veruliga geva lántakaru-
num makt, so stóra makt,
at peningastovanrnir kun-
nu verða gyrdir í brøkur.
Bankarnir
hava ábyrgd
Nú kunnu vit altíð siga,
at tað er lántakarin sjálv-
ur, sum hevur ábyrgd fyri
sínum lánum, t hann
hevur sjálvur skrivað
undir hesi lán. Hetta er
rætt - men kortini ikki
allur sannleikin.
Hugsa vit um, hvussu
samfelagið var avlagað í
áttatíárunum, so er tað
ikki bert lántakarin, ið
I
Tvinnir eru kostirnir, sethúsaánarar nú
hevur ábyrgd. Tann, ið
lænir út peningin má so
sanniliga standa til svars
fyri, hvussu illa hann
hevur tryggjað sær, at
peningurin verður aftur-
goldin.
Mátin peningastovn-
amir nýttu í åttatiårunum
var púra burtur við. Teir
beinleiðis lokkaðu fólk at
læna pengar - ja, runnu
nærmast eftir fólki.
Eingin spurdi um evni
tíni at gjalda aftur, ella
hvørja trygd tú kundi set-
a. Teir grýttu um seg við
lánitilboðum av ymsum
slag.
So kunnu vit av røtt-
um spyrja: Vóru Palliba
og Marsanna so pillbýtt,
at tey ikki kundu gjøgn-
umskoða henda grskap-
in? - Ella: Mundu Palliba
og Marsanna hugsa sum
so, at vóru tað ikki hesir
penu menn og hesar penu
konur í bankunum, ið
høvdu skil á figgjarvidur-
skiftum? Tey søgdu jú, at
hetta fór at ganga, hví
skuldu vit mistrúgva
teimum?
Niðurstaðan vit kunn-
u koma til, er at hesi
góðu bankafólk ikki vóru
so gløgg kortini. Tey eru
altso ikki so framskygd,
um nakar var, ið helt tað.
Ella eru tey tað?
- Um so er, eru
Palliba og Marsanna
pillbýtt, ja so býtt, at tey
hava latið seg >snýtt<...
Gjalda skuldina
triggjar ferðir
Marsanna og Palliba
hava nú keypt
bankarnar. Vit hava
goldið eina tríggjar
milliardir fyri teir. T. v.
s. at vit hava givid
bankunum pening at
standa ímóti tapum fyri -
bæði vinnulívinum, men
Vit hava goldið
teimum pengar, so teir
ikki fara á heysin, tá
húsini hjá Palliba og
Marsannu fara á tvang.
Hvat bjóða so pen-
ingastovnarnir Palliba
og Marsonnu »afturfyr-
i«?
- Jú, siga teir. Nú
hevur tú goldið ein part
av húsunum tínum gjøg-
num skattin. Nú skalt tú
sleppa at gjalda eitt
sindur minni hvenn
mánað - og afturfyri
skalt tú sleppa at gjalda
húsini fyri triðju ferð
eisini, við longdari aft-
urgjaldstíð.
Skulu vit nú siga
»takk«???