Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 16 - 25. JANUAR 1994 Tíðindablaðið Petur Páll Mikkelsen, bygdaráðslimur í Gøtu: » - Tað er ikki tað sama at sita í einum bygdaráð í dag<, sigur ein av okkara nýggju og yngru kommunalpolitikarum, Petur Páll Mikkelsen, sum við seinasta kommunuval varð valdur í bygdaráðið í Gøtu. Petur Páll heldur, at kjakið um kommunusamanlegging kemur ov seint. > - Nú er ov seint at leggja saman, tí tær stóru ílógurnar eru longu gjórdar, men í prinsippinum heyði mær dámt betur, um vit hóvdu færri, men stórri kommunur - tá høvdu vit betur kunnað arbeitt<, sigur Petur Páll, sum eisini heldur, at Føroyar eiga at vera eitt valdømi til løgtingsval. lokalpolitikkinum til lívs<, heldur hann > - So komu vit Høvudsendamålid hjá SU er at fáa so nógv ungfólk at taka lut í politikki, sum til ber. Og tá vit tosa um at fáast við politikk, so hugsa vit eisini um at fáa ávirkan á rikna politikkin, bæði á tingi og í bý- og bygdaráð- um. Ein av hesum mongu SUarum, er Petur Páll Mikkelsen i Syðruggtu. Hann var valevni á Javnað- arlistanum í Eysturoynni til seinasta løgtingsval og fekk fitt av atkvødum, 76 í tali. Við seinasta bygdaråds- val var hann valdur í bygd- aráðið i Gøtu, sum umboð fyri Javnaðarlistan. Bergmál hevur hitt hann á máli: Alt snýr seg um at spara Petur Páll gjørdi okkum beinanvegin greitt, at tað als ikki er tað sama at sita í einum kommunustýri í dag, sum tað hevur verið. - Alt snýr seg um at spara, sigur hann. - Vit eru bundin á hond og fót og fáa nær um einki gjørt. Nú er Gøtu kommuna ikki millum tær, sum eru ringast fyri. Fíggjarætlanin javnvigar við umleið 10 milliónum og skuldin ligg- ur um tær 27 milliónirnar. Høgan kirkjuskatt Vanliga kommunuskatta- prosentið í Gøtu er 20,5 + 1% til kommunala kreppu- grunnin, sum landsstýrið hevur kravt, at allar komm- unur skulu gjalda í. Men Gøtufélk hava eisini annað at gjalda. Kirkjuskatturin er nevniliga upp á heili 2%. Hetta er umleið tíggju ferðir tað, sum vanliga verður goldið í kirkjuskatti. Vit spurðu Petur Páll, hvussu hetta kann bera til: - Jú, sigur hann. Und- anfarna bygdaráð veðhelt fyri einum láni upp á seks una. Hetta veðhald er vorð- ið effektivt, og vit kunnu ikki gera annað, enn at krevja peningin inn frá skatta borgarunum - men hetta er bert galdandi fyri limir í fólkakirkjuni, leggur hann afturat. Nýggja kirkja í Gøtu er sera vøkur á at líta. Men hon gjørdist tyngri at gjalda, enn roknað varð við. Kirkjuskatturin í Gøtu kommunu er nógv hægri, enn vanligt er. Hetta fíggjarárið skulu gøtufølk rinda 2% í kirkjuskatti, m. a. til at gjalda lån, ið kommunan hevur veðhildið fyri. Byggivinnan pura steðgað upp Arbeiðsloysið er sjálvandi størsta hóttanin allastaðni í dag, hvussu stendur til í Gøtu? - I so måta eru vit enn nøkulunda væl fyri, sigur Petur Páll. Fiskavirkið Har- enga er ikki við í Føroya Fiskavirking og har er enn arbeiði. Tveir bátar, Trónd- ur í Gøtu og Finnur Fríði eru til fiskiskap og Tøting- arvikið er opnað aftur. - Men, leggur Petur Páll aftur at. - Alt byggiarbeidi er fullkomiliga steðgað upp. Tungt at standa við ábyrgd Petur Páll veit enn ikki, um hann verður stillaður upp aftur til komandi løgtings- val, men hann er ikki heilt nøgdur við førda politikkin hjå Javnadarflokkinum: - Eg haldi ikki, at flokk- urin hevur megnað uppgåv- una nóg væl, sigur Petur Páll. - Teir hava ikki hildið tey 10. boðini, ið skrivað vórðu til síðsta val. Men hann leggur aftur at, at tað sjálvandi ikki er lætt at stýra í so trongum tíðum, sum vit eru í - og serliga tá aðrir hopa undan, tá er altíð verri at standa við ábyrgd. Veljarin skilir støduna Men hvat heldur tú krev av javnaðarflokkinum til komandi val? - Fyrst og fremst má flokkurin vera ærligur. Tað „má gerast veljarunum púra greitt, hvussu landið liggur. - Eg haldi at veljarin skilir, hvussu hættislig stødan er. - Og hon er hættislig, og tað er sera lætt bara at sita í andstødu og spæla klókur, men tað loysir ongar trupulleikar. Við buksunum á knødunum Petur Páll hevur eisini sínar hugsanir um viðurskiftini Petur Páll Mikkelsen er ein av mongu nýggju kommunupolitikarum við donsku stjórnina: - Eg haldi at ríkisstjórn- in er í so harðlig við okk- um. - Ja, samráðingarmenn okkara á Christiansborg vóru rættuliga tiknir við buksunum á knødunum, sigur Petur Páll. - Teir fingu ongan møguleika at umhugsa støduna, ja, tú freistast at halda at hetta var taktikkur hjá donsku stjórnini. Sambandið tveitir okkum fyri ES Petur Páll viðgongur, at fyritreytimar hjá Javnaðar- flokkinum at fara til val hava verið betri. Tað tykist sum um Sambandsflokkur- in fær ein lættan vinning burtur úr at standa uttan á- byrgd, men teir fáa 7 aðra bók at lesa í,