týsdagur 25. januar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Politisk ungmannafeløg
f øllum Nordurlondum
hittast á hvørjum ári á
einum norðurlendskum
ungdomstingi. Hetta
ting verður hildið sam-
stundis, sum politikarar
halda árliga Norður-
landaráðsfundin.
Í ár verður fundurin í
Stokhólmi. Politisku
ungmannafeløgini í
Føroyum eru altíð við á
hesum fundum.
Eftir fundin verður
niðurstóða skrivað, sum
verður løgd ffram í
svenska Ríkisdegnum
(svenska tinginum)
mánadagin 7. mars.
Vikuskiftið 4. - 6. mars
verður fundur millum øll tey
politisku ungmannafelggini í
Norðurlondum. Fundurin
verði í Stokhólmi - og er
hetta í sambandi við, at
árligi Norðurlandaráðsfund-
urin verður hildin.
Ungdommens Nordiske
Rád, UNR, verður hildið á
hvørjum árið vikuskiftið
undan regluliga norðurlanda-
ráðsfundinum, har parl-
amentarikarar og ráðharrar
úr norðurlondum fundast og
leggja til rættis politikk
norðurlandaráðsins fyri
komandi árið.
Átta lond
- ikki »umrådi«
Nordurlondini eru åtta f tali.
Tey fimm londini, og so tey
»sjålvstyrandi umráðini< -
tey siga. Tó er tað soleiðis,
at í ungdómsins norð-
urlandáði eru øll átta londini
limir á jøvnum feti. Her eru
ungdómarnir samdir um, at
Grønland, Føroyar og Áland
eru lond, við egnari mentan
og egnum máli (tó ikki
Áland). Vit eru jú ikki bert
eitt »umrådi«, hóast vit eru í
ríkisfelagsskapi við annað
land. Norðurlendska samar-
beiðið er millum tjóðir - og
ikki millum ríki, eru
komandi politikarar í norð-
urlondum samdir um.
Vónandi megnar føroyski
ungdómurin at halda uppi
henda anda, tí tað er av
størsta týdningi, at grannar
okkara skilja og hava áhuga
fyri stóðu okkara. Hetta hev-
ur so ómetaligan stóran týd-
ning - serliga fyri eitt so lítið
samfelag, sum tað føroyska.
Síða 12 Nr. 16-25. JANUAR 1994
Evnini funnin
framman undan
Målini, sum verða vidgjørd á
hesum norðurlendska ung-
dómstinginum, eru trý í tali:
- Ungdómsarbeiðsloysi
- Býtið millum ættarliðini
- og Trygdarpolitikkur.
Flestu politisku ungmanna-
feløgini eru limir í einum
norðurlendskum bólki. Eitt
nú er SU limur í felagnum
hjá norðurlendskum javnað-
arungdómi, nevnt FNSU.
Hesin felagsskapur, saman
við gðrum felagsskapum
hava funnið fram til evnini,
ið vidgjørd vera.
Møguleika at
era vart vid okkum
kunnu vit spyrja, hvøn
tydning tað hevur, um føroy-
ingar eru við í slíkum
arbeiði?
Her er fyrst og fremst at
nevna tann týdning tað hev-
ur, at ungdómar úr ymsum
londum hittast. Tað í sær
sjálvum er av stórum týd-
ningi. Eisini er at hugsa um,
at hetta eru fólk, ið seinni
koma at mynda norðurlends-
kan politikk. Tí hevur tað
eisini stóran týdning, at tey
læra okkum og viðurskifti
okkara at kenna. Afturat
hesum hava vit eisini møgu-
leikan her at gera vart við
serføroysk viðurskifti. Eitt
nú herferðina móti grinda-
drápi. Her hava vit høvi at
gera vart við okkum og
sannføra onnur um okkara
sjónarmið.
Verður lagt fram í
svenska ríkisdegnum
Eftir fundin hjá ungdómsins
norðurlandaráði, verður ein
nidurstøda skrivað. Hon
verður latin parlamentarikar-
unum og verður løgd fram
av formanninum fyri norð-
urlandaráð ungdómsins í
svenska ríkisdegnum (parla-
mentinum) mánadagin 7.
Mars. Tí er lítil ivi um, at
fremstu politikarar í norð-
urlondum koma at kenna
innihaldið í niðurstøðu ung-
dómsins.
Vildu hava
Khasbulatov á dyr
Í fjør var nakað gjørt burtur
úr, at ungdómurin gjørði ein-
n vørr í norska stórtinginum.
Hetta var tí at formansskap-
urin í norðurlandaráðnum
hevði boðið formanninum
fyri russiska tjóðartingið -
m6étstødumann Jeltsins,
Ruslan Khasbulatov, at røda
f tinginum. Hetta helt ung-
dómurin ikki hóskaði, tí
Khasbulatov var formaður
fyri einum einaræðisligum
tingi - russiska tjóðartingið
var tá ikki fólkavalt.
Ungdómurin mótmælti á
hann hátt, at øll reistust og
fóru, tá Khasbulatov trein
fram á rødarast6lin.
Politikarar
himmalvend eygu
Lítil ivi var um, at nógvir av
Hvert ár hittist ungdómur úr
øllum politiskum ungmanna-
feløgum í Norðurlondum til
ungdómsting, sum verður
hildið samstundis, sum árligi
norðurlandaráðsfundirnir
verða hildnir, seinast í
februar
politikarunum tóku undir við
hesum, men teir tordu sjálv-
andi ikki at gera annað enn
at lurta. Tá stórir >alheims-
politikarar< trýna fram, sita
eisini okkara gomlu politik-
arar við himmalvendum eyg-
um sum nikkudukkur og
lurta - hóast hesir hugs-
jónarliga er langt uttan fyri
tað, sum vit kalla demokrati
og fólkaræði.
Tað skuldi vísa seg, at
Khasbulatov, ið var leiðari
fyri afturhaldskreftunum í
Russlandi, aftur var boðin
við til eykafundin hjá norð-
urlandaráðnum seinasta
heyst, men tá var hann
fongslaður - ákærður fyri
landasvik eftir blóðuga stríð-
ið um russiska tjóðartingi í
fjør.
Jú, ungdómurin hittist til
kjak og lærir hvgnn annan at
kenna, men hann roynir eis-
ini at halda í oyrunum á
(mangan ov) gomlu politik-
arunum, tá teir fara um mark.
- Eisini tá um ræður teir
»tungu« dreingimar í heims-
politikkinum...
eli
Bispur og
bankarnir
Bispur prædikaði rættuliga við
stórum stavum í Vesturirkjuni
jóladag.
Mong - bæði í kirkju og
framman skíggjan kring landið,
fingu ein sannan hvøkk, tá tey
hoyrdu sjálvan bisp tala at
politikarum og gerðum teirra.
Sanniliga ókent av kirkjunnar
prædikust6li.
Tað er lítið at ivast í, at bispur
fekk nógv sympati í sínum sjón-
armiðum, og mong fegnast um,
at kirkjan soleiðis kann taka
stóðu til dagsins politisku mål -
hetta hevur verið saknað, tí
fólkakirkjan, sum statskirkja
eigur jú at vísa á Ójavnar og
kanska stinga út í kortið, tá
hildið verður, at polikkurin er
heilt av leið.
Men nógv av hesum datt á
gálvið, tá vit hoyrdu løgmann
og bisp gera viðmerkingar til
prædikuna í >Degi og Viku<.
Tá kom fram, at kirkjan hevur
mist pening, sum hon hevði
havt standandi í Fossbankanum.
So er tað kanska betur
skiljandi, at bispur tosaði um
órættvísi, at hinir stóru vóru
bjargaðir, meðan tann lítli mátti
sigla sín egna sjógv. Hann
hartaði bæði samgongu og
andstødu fyri hetta.
Nú skulu vit ikki her taka
stóðu til, um tað var rætt ella
skeivt at bjarga hinum
bankunum, men tó vísa á eina
misskiljing hjá bispi:
Hevdi landsstýrið bjargað
Fossbankanum, so høvdu tey, id
áttu meira enn 250.000 kr verið
bjargað. Hesi eru fakfeløg,
almennir stovnar, kirkjan og
nakrir einstaklingar. Hetta er
ikki meinigi borgarin. Hjá
lántakarunum snýr tað sum um,
hvort teir skulu gjalda síni lán
100% aftur, ella sleppa lættari.
Órættvísið, sum kann standast
av hesum er, at annar banki
keypir lánini, og sostætt fær
vinningin, sum annars er
avskrivaður - henda ógóða
skulu lántakararnir sjálvandi
hava!!!.
Annars skal SU gera púra
greitt, at okkara hugsan er, at
bankamir eiga at koma við ein
munadyggar loysn til
sethúsaeigararnar - kanska við
at avskriva ein part av sethúsa-
lánunum.
Fólk mugu fáa luft, og
peningur má aftur í umfar, ella
steðgar alt upp av sær sjålvum!
- Men tað kann tykjast ósoli-
dariskt av kirkjuni, at hon ikki
vil hava pengarnar f landinum.
Fólkakirkjan er okkara kirkja,
og kirkjunnar pengar eru okkara
pengar, teir eiga at verða í
føroyska samfelagnum og
sostatt bøta um okkara likvititet.
Tolir Palliba at missa
pengar, so tolir kirkjan tað
ss