Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i - Studningur de DE eu Tidindabladid CD Nr. 16 — 25. JANUAR 1994 Sida 13 Universalheilivågurin - Lønarlækking: jøgnum bakdyrnar -sigur figgjarnevndarfor- madurin sum heldur, at lønar- og skattalækkingin bert verdur ein nyggjur koddi hjå vinnulivinum -Er lønar- og skattalækking tann universalheilivågurin, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru so fegnir um, er lagið, at hesin sami heilivágur ikki er royndur aðrastaðni. Eingin loysn er í hesum. Skulu vit bjarga samfelagnum eiga vit heldur at leggja okkum eftir at effiktivisera vinnuna og selja góðskaðu veruna betri. Tað segði Vilhelm Jo- hannesen, figgjarnevndar- formaður, tá eitt uppskot frá Sambandsflokkinum var til umrødu á tingi um at seta nevnd at kanna avleiðing- arnar av lønar- og skatta- lækking. Vilhelkm Johannesen vísti á nøkur viðurskifti í grannalondunum. = Hann segði, at í Svøriki rindar ar- beiðsgevarin umleið 40 prosent oman á vanligu lønimar. Tey 40 prosentini fara í ymiskar grunnar. Í Føroyum rindar arbeiðs- gevarin sera lítið aftrat sjålvari lønini. Hann helt ikki, at tankarnir hjá Sam- bandsflokkinum og Fólka- flokkinum loystu nakran samfelagstrupulleika i Før- oyum. -Danir hava sanniliga ei- síni verið í hørðum búskap- arligum ódnarveðri, men har var einki tos um lønar- og skattalækking. Tað var tað heldur ikki í Noregi. Hesi bæði londini eru nú komin rættiliga væl fyri seg aftur búskaparliga. Tey nýttu heilt annan heilivág, segði Vilhelm Johannesen. Gjøgnum bakdyrnar Figgjarnevndarformadurin segði, at seinastu árini hev- ur verið roynt at minka um beinleiðis studning til vinn- una, men við hesum verður aftur roynt at lata vinnuni studning. Í hesum førinum er talan um studning gjøgn- um bakdyrnar, segði Vil- helm Johannesen og legði aftrat, at ein tílíkur stud- ningur ger bert tað, at vinn- an fær ein kodda at sova á. Privatu gingu á odda Vilhelm Johannesen minti eisini á, at tað var ikki tað almenna, sum í áttitíárunum gekk á odda við lønarhækk- ingini. Dúgliga varð frá millum ødrum bankunum og Fiskasøluni yvirbjóða lønarliga, og úrslitið hava vit nå. Men nú vilja hesir somu, sum siga seg umboda Lønar- og skattalækking er eingin universalheilivågur, heldur Vilhelm Johannesen. Mynd: Kalmar privata partin, ikki kennast við tað, teir sjålvir hava gjørt. Figgjarnevndarformadur in helt ein ståran vanda vid jønarlækking vera, at tá fara enn fleiri at finna sær arbeidi uttanlands.,- og tad verður uttan iva okkara dugnaligasta fólk, legði Vilhelm Johannesen aftrat. tór.- Eldur í smoltstød í Svínoy ålvarsligt bakkast: Mist 1/3 av ynglinum — Helst er hent eitt skammlop í elleiðingini og skaðin verður mett- ur til 1,5 millión, sigur Bjarni Jacobsen, stjóri Mikukveldið, júst tá Mor- tan Johannesen, alari tom- aði fram móti banka- stjórunum í Degi og Viku, fór — brandalarmurin á Smoltstødini í Svínoy at ýla. Samstundis ringdi tele- fonalarmurin heima við hús hjá Bjarna Jacobsen, stjóra á stødini. — Eg leyp úr stólinum og rann yvir á stødina, tá var nógvur roykur at síggja. Eldur var í rúminum, har oljufýringin og kompress- aramir standa, í maskin- rúminum. Har var so nógv- ur roykur og hiti, at émøguligt var at fara inn, sigur Bjarni Jacobsen, sum var sera skelkaður hetta mikukvøld. Á eini smoltstød er nógmikið av vatni. Eg lat hurðina aftur og fekk riggað tvær slangur til. Nú var fólk komið til. Tá vit vóru klárir at sløkkja við vatni og høvdu fingið roykmaskur fyri andlitið, lótu vit hurð- ina uppaftur. Men tá var eldurin mest sum kódnaður. Kanska hevur verið ov lítið av ilt inni, og tí er hann kód- naður, sigur Bjarni Jacob- sen. — Vit sløktu tað sum var eftir av eldi. Alt gekk sera skjótt fyri seg. Eg haldi ikki at tað gekk meir enn ein hálvur tími, frá tí at alarmurin ýldi til eldurin var sløktur, sigur Bjarni Jacobsen. Ein triðingur deyður — Eldurin hevur gjørt stór- an skaða, men tað ringasta er, at vit hava mist ein triðing av ynglinum, sum vit skuldu selja sum smolt seinni í ár. Vit høvdu klækt eygarogn um jóltíðir, og hetta var vorðið til yngul nú. Yngulin er ikki deyður av iltmangur ella hita, men heldur av eitran frá smelt- aðum vatnslangum, heldur Bjarni Jacobsen. -Tryggingarmenninir eru her í dag og gera skaðan upp. Eldurin kom sera illa við hjá okkum. Eins og hjá ødrum innan alivinnuna merkja vit eisini ringu tíð- irnar, sigur Bjarni Jacobsen. Á smoltstødini í Svínoy arbeiða fýra manns fast Teir selja nakað av smolt- inum, eitt nú til Árnafjarðar, men ein fittan part brúka teir sjálvir. Teir eiga aliringar í Nólsoyarfirði. jåstinus Fer ikki at bidja danir um hjålp — í samband við tey tiltók ið eru framd og skulu fremjast eftir av- talurnar við donsku stjórnina, sigur løg- maður Á tingi hevur Niels Pauli Danielsen, løgtings- madur, spurt løgmann, um landsstýrið fór at biðja donsku stjórnina um embætismannahjálp til føroysku umsitingina í samband við at tætta tey hol í lóggávuar- beiðinum, sum neyðugt er, fyri at læntu peng- amir verða í Føroyum og koma vinnulívinum her til gagns. Í svari sínum sigur løgmaður, at landsstýrið hevur ikki í samband við tey tiltøk, ið eru framd eftir avtalumar við donsku stjórnina, biðið danir um hjálp og ætlar heldur ikki at gera tað. Løgmaður legði kort ini aftrat, at føroyska umsitingin er lítil og hevur ikki allar tær royndir og teir serfrød- ingar, sum landsumsit- ingar í ðrum londum, vit samanbera okkum við, hava. Hetta merkir, at landsumsitingin í ávísum fórum hevur fingið konsulenthjálp uttanífrá m.a. úr Dan- mark. Men tað hevur ikki verið gjørt í sam- band við lógarsmíð. tór.- Landsstýrið fer ikki at senda boð eftir donskum embætisfólki í samband við tiltók sum verða fram eftir avtalu við donsku stjórnina, sigur løgmaður. Mynd: Jan Amnesty International - ; GOG HÍRUJAdAÐ AL 10-10. TI. 19816. ”