Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Oljufelagid Føroyar hevði m.a. til uppgåvu at veita olju til húsarhaldini. So lítil munur er á gamla og nýggja heitinum, at fólk hava ikki lagt merki til tað. Nú stendur Føroya Oljufelag á tangabilunum Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 Føroyar farið á húsagang Partafelagsskrásetingin veit ikki at siga, hví Oljufelagid Føroyar brádliga varð til Føroya Oljufelag. Bert tað gamla felagið, sum er farið á húsagang, er skrásett Oljufelagið Føroyar hevur einki gjørt fyri at lýsa við tí nýggja Føroya Oljufelag. Eingin veit at siga, nær felagið skifti heiti, bert tað at tangabilarnar lýsa við tí, eins og almanakkin, sum felagið sendi út fyri í ár. Oljufelagið Føroyar er enn skråsett sum partafelag, men er farið á húsagang. Partapeningurin í felagn- um var 7.550.000 krónur í A og B partabrøvum, sum er mistur. Á partafelagsskrá- setingini vita tey heldur einki um Føroya Oljufelag. Tað er ikki skrásett sum partafelag. Ikki goldið oljuavgjald Fyri jól sendi Gjaldstovan áheitan í skiftirættin, og kravdi at fáa Oljufelagið Føroyar á húsagang. Hetta er í sjálvum sær óvanligt, av tí at almennir stovnar ikki vanliga gera slik krøv gald- andi. 14. januar staðfesti Skiftirætturin, at Oljufelagið Føroyar er farið á húsagang. Orsøkin er, at Oljufelagið Føroyar skyldar tí almenna fyri oljuavgjald og MVG gjald. Tilsamans skyldar Oljufelagið Føroyar tí al- menna einar átta mió. krón- ur. Oljufelagið varð stovnað við tí fyri eyga at reka olju- sølu og aðra vinnu, sum upplýst í skrásetingini. Ein partur av virksemi- num var at seljaolju til skip- ini, hin at selja olju til hús- arhaldini. Altjóða oljufelagið Texa- co hevur latið felagnum olju. Mett varð, at nýggi kappingarneytin hjá Shell og Statoil væntandi kundi fáa 30% av sølumarknadi- num í Føroyum. Við Texaco — tí stóra am- erikanska oljufelagnum — sum stuðul, fór tað ikki at vera nøkur torfør uppgåva. Nýggja felagið skuldi samstundis vera "prísansa- rin", sum skuldi veita trygd fyri, at tey gomlu oljufel- øgini ikki einsamøll fram- eftir skuldu avgerða sølu- prísin í Føroyum. Fyri at veita nýggja oljufel- agnum góðar sømdir, hava fleiri grunnar latið lán, eitt nú Ídnaðargrunnurin, Orku- grunnurin og Menningar- grunnurin, tilsamans eisni 4,5 mió. krónur. Hetta er óvanligt, av tí at einki serføroyskt er við hesi handilsfyritøku. Umframt hetta varð partapeningur teknaður, harav eini 4,9 mió. krónur í B partabrøv- um, sigur ein parteigari við Sosialin. Partapeningurin er nú mistur. ; Oljufelagið Føroyar fekk ikki so stóra undirtøku, sum vónað, og tá felagið hevði mest at gera, var m arparturin eini 10 - 12 pst. Í vikuni segði Sjúrður Gorm Petersen, stjóri í Før- oya Oljufelag, at sølupart- urin er umleið 8-9 pst. Teir hava fingið góða avtalu við Texaco. Nú vænta bert við- skiftafólkini, sum skulu fáa nýggja felagið á fótur. Sum skilst á Sjúrða Gorm Petersen, so er ein umlegg- ing farin fram í felagnum, umframt umskiftið við at seta Føroya frariman fyri Oljufelag. Texaco eigur oljuna og leigar tangan Oljufelagið Føroyar eigur ein oljutanga í Fuglafirði, men Texaco eigur oljuna og leigar tangan. Umframt hetta er ein virkisbygningur í búnum, men annars eru bilar og onnur útgerð hjá gamla felagnum, selt til nýggja Føroya Oljufelag, sum ikki er skrásett. Sosialurin hevur spurt løgfrøding, hvat tað merkir. Hann sigur, at gll fólk kunnu stovna eitt felag, utt- an at hetta tó nýtist at skrá- setast. Munurin er bert, at tann, sum stendur fyri fel- agnum, heftir persónliga. Tí er áhugin hjá teimum, sum gera búgvið upp at kanna, um útgerð o.a. í gamla felagnum og avtalur- nar, sum eru gjørdar við flytingini, eru í samsvar við veruleikan. Tað var ikki møguligt at fáa viðmerking til hetta seinasta frå stjóranum á Før- Dagny oya Oljufelag. BERGMENN dansitónleikur id dugir BIL SKAÐAR Í í | verða umvældir BILIGA Fa. Tlf. 84448 BILUMVÆLING Tidindabladid 8. og 9. umfar av FM-liðkappingini vórðu spæld á Kambsdali. Nú eru 9 dystir spældir í FM-liðkappingini og úr- slitini eru: 8. umfar 1. deild STATOIL (Helgi Joensen) - Páll S. Sørens. 25— 4 Bogi Simonsen - Oddmar Danielsen Kjartan Johansen - Carl Mikkelsen Oli Holm - Restorff (Trygvi Vestergaard) 2. deild Hans Egil Joensen - Petur Winther Rói Joensen - Josta Olsen Símun Lassaberg - Súsanna Dam Theodor Jacobsen - Jón Rasmussen 9. umfer 1. deild 22-8 8-22 5-25 25- 5 13-17 20-10 21- 9 STATOIL (Helgi Joensen) - Oddm. Daniels. 25- 1 Bogi Simonsen - Páll S. Sørensen Kjartan Johansen - Restorff's Bryggjarí Óli Holm - Carl Mikkelsen 2. deild Hans Egil Joensen - Josta Olsen Rói Joensen - Petur Winther Símun Lassaberg - Jón Rasmussen Theodor Jacobsen - Súsanna Dam Stødan í 1. deild er nú: 1. STATOIL (Helgi Joensen) 2. Carl Mikkelsen 179 3. Bogi Simonsen 176 4. Restorff's Bryggjari 131 5. Páll S. Sørensen 114 6. Oli Holm 98 7. Oddmar Danielsen 95 8. Kjartan Johansen 52 200 Stødan i 2. deild er nú: 1. Rói Joensen 189% 2. Hans Egil Joensen 165'% 3. Simun Lassaberg 161 4. Súsanna Dam 143 5. Theodor Jacobsen 120 6. Josta Olsen 105% 7. Jén Rasmussen 1014 8. Petur Winther 74 17-13 9-21 0-25 Næst seinasta sunnudag var parakapping, spælt varð í tveimum rødum. Urslitini gjørdust: 1. Arne - Atli 130 2. Petur S. - Dia 129 3. Hans Egil - Jógvan 128 1. Reimar - Leif 124 2. Henny - Marita 120 3. Jåkup - Poul Joh. 117 Ringið! BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Fax. 21666 Tlf. 21605 - og vit skriva