Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 Síða 5 Tíðindablaðið Landsfelag Pensionistana og Reyði Krossur: Í farnu viku skipaði Lands- felag Pensionistanna og Reyði Krossur í Føroyum fyri skeið á Hotel Hafnia. Á skeiðum vóru 14 luttakarar, sum skulu skipa Vitjanar- tænastuna kring landið. Vitjanartænastan hevur verið virkin eina tíð í hesum umfari, og umleið 30 fólk hava fingið vitjan av vitjan- arvinum higartil. - Tað hevur bert verið samband millum vitjanar- vinir og fólk í teimum før- um, har fólk sjálvi hava biðið um at fáa vitjan, sigur Jóhanna Johannesen í Vest- manna, sum eisini frameftir skal samskipa arbeiðið. Tað var Landsfelag Pen- sionistanna, sum stovnaði Vitjanartænastu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan. Hon hevur ber“ verið virkin av og á. Av tí at tað var so kostnaðarmikil | uppgáva hjá Landsfelagnum at um- sita, og tí Reyði Krossur í Føroyum hevði ætlanir um at fara undir slika tænastu, avgjørdu bæði feløgini at leggja saman. Sjålvbodin arbeiðsmegi Alt arbeiðið innan vitjan- artænastuna er annars sjálv- boðið. Tá Reyði Krossur kom við í tænastuna, varð av- gjørt at fáa ein skeiðleiðara frå Reyda Krossi í Danmark at koma til Føroya at skipa skeið fyri teimum, sum skulu vera sambindilið millum fólk sum fáa vitjan, og vitjunarvinir kring land- ið. Jóhanna Johannesen, Nana Riemann, projekileidari í Reyða Krossi í Danmark, var leiðari á skeiðnum hjá Landsfelag Pensionistanna og Reyða Krossi í Føroyum leiðari á Vitjanartænastuni, sigur við Sosilain, at skeið- luttakararnir vóru fólk úr øllum sýslum í Føroyum. - 5000 fólk yvir 65 ár búgva í Føroyum, og nógv sita einsamøll um dagarnar og kundu havt gleði av at fáa vitjan. Vit vita at tørvurin er stór- ur, ogtá hetta skeiðið er av, fara vit at økja um virksem- ið í Vitjanartænastuni. Vitjanartænastan fer nú til verka NanaRiemann er projekt- leiðari í Reyða Kross í Dan- mark. Hon arbeiðir á høvudsdeildini í Keyp- mannahavn, har uppgáva hennara er at halda skeid fyri fólkum, sum eru áhug- aði at verða vitjanarvinir. Í Danmark eru vitjanarvinir eisini sjálvboðin arbeiðs- megi. visar via Nana Riemann: - Tað, at vera vitjanarvinur er ein uppgáva, sum krevur, at tú hevur vitan um, hvussu tú best kann gagna teimum, sum tú vitjar. - Á skeiðnum undirvísi eg m.a. í, hvussu fólk skulu nýta handbókina, sum er gjørd til sama endamál. Eisini hava vit tosað um. hvussu Vitjanartænastan kann skapa samband við onnur, sum eru um tey gomlu og veiku í heimu- num, eitt nú heimahjálp, heimasjúkrasystir, kommu- nulæknar o.s.fr. - Talan er eisini um at skapa vinarsamband mill- um tann ið verður vitjaður og vitjanarvinin. - Hetta er grundað á at tú gevur og tekur ímóti, eins og reglur eru fyri, hvat tú kanst gera fyri eitt fólk, sum tú vitjar. - Vit plaga at siga, at ein vitjanrvinur skal duga væl at lurta, skal vera trúfastur og halda sítt orð, tá avtalur verða gjørdar. Viðkomandi hevur eisini tøgnskyldu. Síðani eru nakrar fyrisit- ingarligar reglur sum skulu haldast, umframt at undir- víst verður í samrødteknik og slíkum, sum hevur við tey sálarligu viðurskiftini at gera. - Til fáa góða Vitjanartænastu Í Danmark eru 7000 fólk vitjanarvirnir innan Reyða Kross, sum hevur vurkað í nógv ár. Nana Riemann sigur um luttakarnar á skeiðnum, at teir hava verið sera áhugað- ir og eisini, at fólk eru farin at ótolnast eftir at fáa tæn- astuna at virka kring landið alt. Skeiðleiðarinn er eisini nøgd við, at vitjanarvinir eru fólk úr øllum aldurs- bólkum, og frå øllum pláss- um kring landið, umframt at øll yrki eru umboðaði. - Tað skuldi tí verið alt sum talar fyri, at tit fáa eina góða Vitjanartænastu, sigur Nana Riemann. Dagny TIf. 17500 við Oyggjarvegin GOTT SJØMANNAKVAIÐ | "á HOTEL FØROYUN) mad. ) ) Roynið t.d. nógv | umtalaðu IGULKEFNNI | EC : I - . i * k Fiskasuppa við kræklingi | Birgir Enni | + Igulker er gestakokkur | + Ostagratineradar ødur og borðreiðr = | + Innbakaður kalvi vid rækjum, fiskasós vid og pommes rissolles 6 ymiskum * Krabbaklødur RÆTTUM Ak Desserttallerkur Breðurnir á Legmannsbe „syngja 8 spæla til dans „) Kostnaður fyri alt tiltakið ” / einans 199, = ALT KVØLDIÐ hava vit annars hóp av ødrum leskiligum og svalandi tilboðum Altíð vælkomin á Hotel Fø Vinarliga bíleggið borð +R ar TIf. a =