Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 vr I ANDS E Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 GROUP 6 REP. OF IRELAND B PORTUGAL ACE NIREL AUSTRÍKS + TIL MERKIS Skotsk og eisini bretsk blød yvirhøvur hava lagt til merkis, at Føroyar komu í sama EM-bólk sum Skotland. Meiningarnar eru ymiskar, men skot- ar halda tað vera bæði ringt og gott, at so er Føroyingar tóku fyri triðju ferð stigið og fóru upp í eina av undankappingunum hjá UEFA og FIFA. Hesaferð EM-undankappingina, sum UEFA skipar fyri. Bólkurin, Føroyar end- aðu í, gjørdist sjálvandi ikki so spennandi, sum um vit eisini høvdu fingið Týsk- land sum eitt av mótstóðu- londunum og harvið eisini einar fýra ella fimm týskar sjónvarpsmilliónir, ið sakt- ans høvdu passað í peninga- kistilin hjá Fótbóltssam- bandinum, ið sum kunnugt ikki stendur at bresta — og tað als ikki, eftir at meirilut- in í ÍSF-stjórnini í veruleik- anum hevur blakað FSF út úr ÍSF við at skera allar tær krénumar burtur, ið FSF átti burtur av køkuni hjá ISF — eins væl og hini sersam- bondini. Sjálvt skotar eru harmir um, at Týskland ikki kom í okkara bólk, og sambært skotskum blødum sunnu- dagin merkir hetta ein miss upp á eina millión pund — í okkara krónum er tað einar tíggju milliónir. Teir vænta sær ikki at fáa tað stóra í kassan frá í ollum fórum russum og grikkum — og skulu vit trúgva teimum søgunum, 15 vanliga ganga um skotar og teirra hugsan um pening og alt, sum kost- ar, er hetta óivað nakað, ið nívir sera nógv! Onkrir skotar eru eisini harmir um, at teir endaðu í bólki saman við Føroyum. Ikki ti, Føroyar áttu at verið sannur gloypubiti hjá einum so garvaðum fótbóltsfólki sum tí skotska, men tað er ikki júst tað, skotar hefta seg mest við. Teir tykjast ikki kenna seg heilt tryggar við, at teir skulu koma til Føroya at spæla. Hinvegin er kunn- leikin hjå skotsku starvs- feløgum okkara á blødun- um har ikki tann størsti, tå talan er um Føroyar og um- stødurnar her. Hóast Svangaskarð sjålv- andi kundi ligið betur fyri sum landsstadion, so er tað í ovara kantinum, tá skotsku blødini skriva, at føroyski tjóðarvgllurin liggur á ein- ari lítlari oyggj, ið bert er komandi til við annadhvørt skipi ella tyrlu. Eisini vilja teir vera við, at tá Belgia var í Føroyum, ætlaði belgiarar at fara á Svangaskarð við tyrlu, men fingu ikki lent, av tí at so nógvur vindur var! Tónarnir frá kreppuskriv- ingini í danska Ekstra Blað- num, tá tað skrivar um før- oysk viðurskifti, hómast eisini í teimum mest sensa- tiónshungrandi bløðunum í Skotlandi, ið vilja vera við, at føroyingar hildu sær á gamni við boiled sheep's brains! — kókaðum seyða- heilum — tá úrslitið av luta- kastinum var greitt. Hvussu er og ikki, so er væl hugsandi, at hóast Før- oyar ikki á hesum sinni vóru nóg hepnar at fáa fatur á týsku milliónunum, so fer kanska at bera til at fáa eitt GERMANY — 'BULGARIA sindur burtur úr skotunum. Áhugin fyri fótbólti er jú stórur har, og við skotska landsliðnum fylgir gjarna ein stór åskodarafjøld, ið helst skuldi givið nakað av sær, tá hon kemur til Føroya at heppa sínar. Av teimum fimm londun- um, Føroyar hava fingið í sín bólk at kappast við, er Skotland á tí fíggjarliga frontinum nógv tað mest áhugaverða, og hjá okkum Tíðindablaðið GROUP 8 — ————— skal kanska heldur ikki so nógv til fyri at bóta um áður nevndapeningakistil, fyri at EM-kappingin skal geva nakað av sær her. At skotar í øllum fórum longu nú hava givið Føroy- um ans, kann bert metast sum ein trumfur, ið neyvan ber til at spæla illa út. Men tað er so ein upp- gáva, ið FSF má syrgja fyri at loysa til sína tíð... Fleiri kendir koma hendan- vegin Tá Føroyar vóru við í undankappingini, ið skuldi finna fram til tey 24 liðini, ið skulu spæla HM-endaspæl- ið í USA nú í summar, fingu føroyingar høv- ið at síggja fleiri kend- ar spælarar á vølli í Føroyum. Her spældu okkara menn móti walisisku Dean Saunders, Jan Rush, Mark Hugges, Ryan Giggs og Gary Speed, belgisku Enzo Scifo, Marc Wilmots og Marc de Grijse, ru- mensku Latacus,Ghe- orghe Hagi og tí fer- falda málskjúttanum av Svangaskarði, Flo- rin Raducioiu og so eisini tjekkisku Ivan Hasek, Marek Postul- ka og Vaclav Neme- cek. Hóast neyvan kann sigast, at Føroyar IEM- undankappingini fåa eins någvar »stjørn- ur« til Føroya, so må tésigast, at menn sum russisku Oleg Protas- sov og Andrei Kan- chelskis (kendur frå Manchester United), fiski toppskjåttin i hollendsku kapping- ini Jari Litmanen og so teir skotsku Brian McClair, Paul Mc- Stay, Gary Mac Allis- ter, Stewart McCall og aðrir kunnu hjálpa eitt sindur upp á ta »stjørnumyndina«, ið helst skal geva FSF møguleikar at fáa eitt sindur av peningi inn við åskodarainntøk- um á Svangaskarði, tá tann tíð kemur. hj. Fleiri skotsk og eisini bretsk blød løgdu sær rættiliga til merkis eft- ir EM-lutakastið leyg- ardagin, at skotar eru komnir í bólk saman við Føroyum. Sunnu- dagin vóru yvirskrift- irnar í bløðunum sum hendan, ið er úr Daily Mail. Eitt annað blað, Sunday Mail, helt um EM-lutakastid, at >It's Faroe enough!«