Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 Sida7 Tíðindablaðið Vaskikonur i lønarstrid Á skúlanum á Oyrabakki fáa vaskikonur- nar ikki ta lón, tær skulu hava. Nú kann vera nokk, sigur FÅ Í dag verður fundur millum Føroya Arbeidarafelag og stýrið fyri felagsskúlan á Oyrabakka. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag sigur, at tey hava seinastu trý árini togast við stýrið fyri skúlan um lønir- nar tl vaskikonumar. Stýrið vil ikki gjalda vaski- konunum ta løn tær eiga sambært sáttmálan, og tað vil arbeiðarafelagið íkki finna seg í longur. Men tað er ikki bert stýrið fyri felagsskúlan á Oyra- bakka, sum hevur ilt við at halda seg til skrivaðan sátt- mála. Trupulleikar hava eisini verið at fáa nakrar arbeiðagevarar at halda sáttmálan í samband við vaktarskiftisarbeiði leygar- dag. Í hesum sambandi sendi Føroya Arbeiðara- felag út yvirlýsing, har felagið bannar limum sín- um at arbeiða vaktarskiftis- arbeiði leygardag uttan so, at vanliga yvirtidarlønin verður goldin. Óhoyrt í mong ár Ingeborg Vinther sigur, at í fleiri ár hevur tað verið óhoyrt, at fólk ikki hava fingið yvirtíðarlón leygar- dag, men tað vísir seg nú. — Nú skal trætan um lønina hjå vaskikonunum vid skúlan á Oyrabakka loysast, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Savnsmynd: Kalmar -Uttan mun til, um kreppa er í landinum ella ikki, so krevja vit, at sáttmálar verða hildnir. So skjótt vit frætta um onkran arbeiðs- gevara, sum ikki heldur sáttmála, tala vit at, sigur Ingeborg Vinter og leggur aftrat, at um tílíkt óskil sleppur at halda fram, er vandi fyri, at alt fleiri ar- beiðsgevarar verður mill- um teirra, sum ikki halda sáttmála. Tað vísir seg tí- verri altíð, at kreppur skulu altíð fyrst ganga út yvir timalønta arbeiðsfólkið, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. tór.- | Lesarabrøv Sum gribbar eftir sethusunum hjå ødrum Tað hevur ikki verið vanligt á bygd at keypa hús, sum fara á tvang, undan familjum. Í síðstu viku sendi Føroya Arbeiðarafelag út yvirlýsing, har felagið heitti á limirnar um Íkki at keypa sethús, sum pn ingastovnarnir hava lýst á tvingsilssølu. Í yvirlýsingini vísti felagið á teir fíggjarligu trupulleikar, sum stórur partur av løntakarafjøldini er í. Endamálið við hesi yvirlýs- ing er at fyribyrgja, at familjur og einstaklingar skulu missa síni hús, meðan onnur gera kvettið. Ella sagt við- øbrum orðum: FA ynskir ikki, at summi gera sær dælt av neyð- ini hjá eðrum.. Úti á bygd hevur ongantíð verið vanligt, at menn keypa hús undan hverjum sðrum. Er maður farin á húsagang, so hevur eingin lagt seg ímillum hann ella onkran annan í fa miljuni, sum vil keypa húsini og so lánistovnin. Slíkt er 6- hoyrt í bygdasamfelagnum. Men freistandi er hjá teim- um, sum eiga pening í dag, at »spekulera« í neyðini hjá ødr- um og harvið tryggja sær sjálv - um ein bíligan bústð, sum onn- ur hava lagt stríð og tíð í. Bara moralurin er nóg lágur og hevdið nóg kalt, so letur tað seg saktans gera. Nær hevur >nútíðar< føroy- ingurin hugsað um annan enn seg sjálvan? Men soleiðis var ikki fyrr — tá hjálptust fólk at. Í dag er aðalmálið hjá nógv- um føroyingum: Bert eg kann sæta mær — so liggur sektin á, hvat grannin fær. Og úrslitið er hareftir… Mín áheitan á Føroya Ar- beiðarafelag skal vera: Ansið eftir, at tað ikki eisini eru tykk- ara egnu limir og stuðlar, sum nú uppkeypa hús úti á bygd — undan familjum og stakling- um, sum annars eru í holt við at tosa lánistovnarnar til rættis. Her í bygdini er dómi um, at tað júst eru stuðlar hjá FA, sum royna at keypa húsini undan fólki, ið natúrliga og eftir gomlum bygdasiði eiga fyrsta rætt. Hetta er stór skomm fyri tey, sum gera tað, og verður illa dámt og seint niður aftur lagt í framtíðini. Kanska verður meira at frætta umhetta seinni. Arbeiðsmaður á bygd på0000000000000000000000 SE Frå Fuglafjarðar Javnaðarfelag Aðalfundur 1. uppstillingarfundur til logtingsvalið verður í Ítróttarhúsinum í Fuglafirði mikukveldið 9. februar kl. 21. Skrá samb. lógini. Nevndin 3 $535000900030009900000005000 Bygdarhúsið Hósvík Bygdarhusid í Hósvík verður leig- að til ymisk endamál, s.s. bingo, brúdleyp, veitslur, fundarvirksemi o.m.a. Borðreiðast kann fyri uml. 300 fólkum. Fáið nærri at vita við at ringja tlf. 22368 te 00000000000000000000004 UTSØLU hava vit ikki, men haraftur ímóti Nýggja Pioneer N-23 Mini skipanin við 3-CD MULTI PLAY CD SPÆLARI "3-CD karusellin gevur møguleika at programmerað upp til 32 løg frá 3 CD - hetta gevur upp til 3,5 tíma tónleika undirhald uttan steðg. ” Surround sound og P. Bass fyri góðan, sterkan bass. ” Fjarstýring til allar funktiónir - løtt at brúka. ” Dupultur bandupptakari v/High Speed kopiering. ” Stereo synthesizer tunari (16 FM-8AM). ” Forsterkari v/Sound Image Selector v/DISCO, HALL, LIVE, MOVIE og flat. * Hátalarar v/bassrefleks. 0606 00000000000000 000)