Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 Sida 11 Elin Lindenskov Havnarfólk skulu nú bløda fyri vitloysid í 80'unum Nú um dagarnar fara havn- arborgarar fyri fyrstu ferð veruliga at merkja vitloysið frá 80'unum. Tá ið skatturin fyri fyrstu ferð í ár verður tíkin av lønini, verða tað ikki bert tey arbeiðsleysu, sum merkja øgiliga trýstið, villu fløgurnar í 80'unum leggja á hvønn tann einasta av okkum. Kommunan er illa fyri. Stóra skuldin trýst- ir skattin upp eftir. Soleiðis eru tað bert lánsveitararnir, sum nú kunnu lætta um tað ok, sum lagt er á allar borg- arar í kommununi. vóru fyrimyndir 80'ini vóru góð ár í Havnini. Øl høvdu arbeiði og yvirtíð var ein sjålvfylgja. At ein persónur hevði tvey og trý væl lønt størv var einki 6- kent fyribrigdi. Ongastaðni í landinum vuksu inntøk- urnar so nógv. Kommunan hevði knappliga so nógvar pengar um hendurnar, at nú kundu allir dreymamir ganga út. Vit kundu bæði fáa Dallas og Dollars sam- stundis. Vit kundu í sama dreymi skrúva skattapro- sentið niður við trimum prosentum. Einki var ófgrt. Havnin var soo0 dellig Inntøkurnar kundu ongan- tíð minka aftur. Og hetta tóku vit havnarborgarar lán uppá. Vit bygdu stórar havnir, vit vildu hava al- tjóða flogvøll, og vit kundu hildið fram við øllum teim- um verkætlanum, sum gjørdust nógv dýrari enn ætlað og øllum hinum. Men tað gjørdi einki, tí Havnin var s000 deilig. Og tað hildu lánsveitararnir eisini. Var tað tó onkur, sum fíltist á, so varð barað fríðkað eitt sind- ur um býin onkrastaðni, ella mótmælarin varð háðaður og spottaður, so var bert tosad um tað. Vitloysið kundi halda fram. Havnin er Ikki bara dellig longur Tibetur er Havnin deilig enn. Tad er bara tad, at nå er hon ikki bara deilig. Figgj- arætlanin hevur ikki hildið tey seinastu fyra årini, ti eingin vildi seta skattapro- sentid tað sindrid upp, sum var neyðugt. Havnirnar, sum kostadu hundradtals milliónir, liggja tómar. Eingi skip koma hagar, tí liggjandi er ikki við bryggj- umar. Við flogvøllinum ruku væl yvir fimm milli- ónir upp í luftina. Byggi- gølunum og øllum hinum máttu vit liva við og gjalda fyri. Húsarhaldini liggja í fíggjarligum andaleypi. Og sosialir sorgarleikir av hes- um ávum eru gerandiskost- ur. Flogfarið rakk íkki himmalin, hagar vit annars høvdu tíkið lán fyri at sleppa. Nú skal gildið gjaldast Og nú skulu vit øll gjalda gildið aftur. Ikki bara tey í Oyndarfirði, í Klaksvík og á Tvøroyri skulu gjalda. Nei, so sanniliga eisini vit í Havn, um tað skuld komið óvart á onkran. Tað eru bert lánsveitararnir, sum kunnu lætta um byrðarnar. Vón- Mjólkarframleiðsla Kvotabýti, avleiðingar og møguleikin fyri øktari framleiðslu Bert fyri tveimum árum síðani vóru røddir frammi innan mjólkarframleiðslu, har menn tóku soleiðis til orða: >Tað er ikki rætt upp- fatað, tá sagt verður at mjólkarframleiðslan er ov stór í dag. Tað sakin snýr seg um er, at vit hava júst nóg mikið í dag og ti må framleiðslugkingin kom- andi árini verða stórri enn tað marknaðinum tørvar. Tí tosa vit um at framleiðslu- stýringin má koma at virka fyri ikki at fáa avlopsmjólk í Víðari søgdu hesir somu menn: »sjålvt um nógv kundi verið betri, og kann rættast, so er stóðan í mjólk- arvinnuni ikki døpur, tvørt- urímóti er stødan sera bjørt í dag og framtíðarútlitini eru góð, um fyrmevnda javn- vágstýring verður veru- Munagóð tiltøk Hvussu er stødan so í dag, kann ein spyrja? Bert tvey år seinri? Jú kvota er løgd á mjólkarframleiðsluna!!! Fyri at fáa eftirspurningin (nýtsluna) at hækka, er tað neyðugt at munagóð tiltøk verða sett í verk, at kunna fólk um tað heilsufremjandi í mjólk og mjólkarúdrátt- um. Havi skilt, at í londum rundan um okkum, verður verkið, innan barnagarðar o.s.fr. Í ávísum barnaskúl- um verður mjólk handað Mjólkarvirkið Búnaðar- manna eigur tékk uppi- borna fyri tað, sum gjørt er á hesum gki, men kundu vit ikki gjørt nakað munandi meira út frá einum heilsu- fremjandi sjónarmiði, og soleiðis fingið føroyingar at drukki meiri mjólk? Bíligir leskidrykkir Í uppskoti á tingi um at menna jarðarbrúkið í landi- num hevur undirritaði í sambandi við mjólkarfram- leiðsluna víst á at føroyingar pr. íbúgva drekka munandi minni mjólk enn t.d. íslendingar, og at tann dýra mjólkin elvir til, at føroyingar — og ser- liga barnaríkar familjur í hesum krepputíðum -— ístaðin fyri mjólkina drekka bíligari leskidrykkir av kosta ein brøk av tí, ið mjólkin kostar. Hetta er skiljandi — men harmiligt! Kvotabýti og avleiðingar Nú kvota er sett á mjólkar- framleiðsluna, kundi undir- ritaði hugsað sær at fingið at vita frá Mjólkarvirki Bún- aðarmanna og/ella Føroya Jarðarráði: 1) Hvussu er hetta kvota- býti ásett? (eftir hvørjum kriterium) 2) Hevur — figgjarstødan (skuldin hjá fjósunum havt ávirkan á kvota- býti? Um so er, hvussu hevur tað tá ávirkað? 3) Í hvønn mun kemur kvotabýtið at taka fíggj- arliga grundarlagið und- an fjósum? 4) Verður arbeitt við eini saneringsætlan fyri mjólkarframleiðarar? Eiði 22. januar 1994 Tordur J. Niclasen andi taka eisini teir ta á- byrgd, sum hvílir á teirra herðum. Tað hava teir so ikki gjørt enn. Kommunuskatturin ein tung byrða Tá ið nógv hækkaði skatt- urin verður tíkin av fyrstu lønini, fer tað at merkjast. Hann skal takast av har, tað frammanundan er ov lítið. Í hvussu er hjáteimum flestu. Hjá teimum, sum settu búgv mitt í 80'unum, er millum einkiog minni enn einki eft- ir. Hesi vórðu tvungin til at gjalda svimblandi upp- hæddir fyri húsini, skuldu tey gera sær nakrar vónir um at seta fótur undir egið borð. Hesi, sum keyptu tá, máttu hava eina góða inntøku, ar- beiða yvir ella hava fleiri ar- beiði fyri sjálvt í teimum góðu tíðunum at kunna gjalda hverjum sitt. Kommunan framt 6gvusligar skerjingar Taðeigur at verða sligið fast her, atkommunan nú verður rikin so bíliga, sum eftir hondini gjørligt. Har eru fáar krónur eftir at spara, uttan so, at heilir stovnar undir býráðnum verða tiknir burtur. Eitt nú at steingja svimjihøllina, at steingja býarbókasavnið, gevast heilt at asfaltera og rudda vegimar, ikki bert sløkkja annað hvørt gøtuljås, men øll, gevast heilt at gera åbøt- ur á skúlarnar og barnagarð- amar ella at niðurleggja skúlatannlæknan. Men álv- aratos, tá verður lítið eftir av Havnini. Eitt dómi um hvussu lítið er at heinta, var uppskotið hjá andstøduni um at lækka skattaprosentið við einum prosenti. Hetta var alt, hon kundi koma við. Tá hevði andstødan eisini selt næstan allar ognir hjá kommununi. Eitt óforsvar- ligt uppskot, sum bert hevði havt við sær, at onkur spekulantur, sum hevði stappað milliónir í lummar- nar í 80'unum, kundi gera enn eitt kvetti og fáa hesar ognir fyri ein slikk. Lánsveitararnir mugu lætta byrðarnar Hvussu skulu tey, sum keyptu hús í 80'unum, klára tað í dag, við arbeiðsloysi, minkandi lónum, hækkandi avgjøldum og skatti. Tað ber sjálvandi ikki til. Tað kann bert enda í sorgarleiki ella uppreistri, um okkara byrðarnar. Tí øll vilja vit gjarna gjalda okkara skuld aftur, men tað má vera so- leiðis, at vit orka at bera byrðarnar. ikki nóg mikið Lítla rentulækkingin og til- boðið um leingjan av lán- unum til sethúsaeigararnar erikkinóg mikið. Leinging- in av lánunum gevur lítið og einki og minnir mest um seigpíning. Neyðugt er við munandi stórri tiltøkum, ikki bert hjá teimum, sum sita í egnum húsum, men eisini hjá kommunum og landinum. Tí sannleikin er, at hvørki land, kommuna ella húsaeigarar eru før fyri at gjalda sína skuld. Og fyrr enn lánsveitararnir síggja, at tað er neyðugt at partur av skuldini antin verður saner- aður, frystur niður og lánini longd, verður depressión-in framhaldandi. Skatturin má setast Tað er tvingandi neyðugt, at skatturin verður settur niður aftur. Men tíverri eru tað fyrst og fremst bert lánveit- aramir, sum kunnu gera kommunumar førar fyri hesum. Teir skulu minnast til, at sum tað koyrir nú, minka inntøkurnar ár fyri ár hjá kommununum. Og gera lánsveitararnir einki nú, so má skattaprosentið longur upp næsta ár, um lánini frá teimum vitleysu 80'unum skulu gjaldast. Vilja láns- veitararnir skilja hetta, so er hetta fyrsta stig til at sleppa úr depressiónini og fáa meiri virksemi í kommun- uni og í landinum. Attamannafar úr Kaldbak / glasfipur, í brúkiligum standi, ynskist til keyps. Tlf. 61167 ella 61767, e. kl. 18 Bilur til sølu Alfa Romeo 33-1,5, til sølu. Tlf. 11679 EYDNUHJOL verður í »EYDNUNI« sunnudagin 8. mai 94 | Lutir kunnu latast til nevndarlimirnar í EYDNUNI