Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 17 — 26. JANUAR 1994 Tíðindablaðið CD | Fr = i handil I i midbynum Nógv følk nýtti høvi at keypa serligu køkurnar, sum Rólant Høgnesen áður gjørdi hjá Frants, og sum krambakvinnurnar hava selt í nógv ár. Á myndini Rólant Høgnesen, Marin Vesturskarð. Aftast hómast Marita Thorsvig Handilin Hjá Rólant læt upp mánadagin, har fleiri klæd- nahandlar seinastu árini hava verið, mer sum eina- ferð var bakaríið hjá Køku- búðini. Hjá Rólant selja tey allar baksturvørur - frå tí sum hoyrir til eitt vælitgjørt morgunborð, til góðgæti blød, sodavatn 0.s.fr. Rólant Høgnesen, kon- dittari, eigur nýggja handi- lin og stendur fyri gllum køkunum, sum handilin sel- ur. Hann arbeiddi í 28 ár ——— VU SN: sum bakari og kondiottari Hjá Frants. Tánýggi handilin læt upp í gjár, fingu tvey starvsfólk aftur arbeiði, sum áður hava arbeitt hjá Frant, umframt Í at. Bergtóra Høgnesen, ið var lærligur har, hevur fing- ið nýtt lærupláss á bakarí- inum hjá Rólant. Nýggi handilin í miðbý- num er opin frá kl. sjey á morgni allar dagar. Gerand- is dagar letur hann aftur kl. } 18, og leygardagar kl. 13. í Dagny ; Stýrið gera nýtt uppskot Stødan hjá Arbeiðsloysisskipa- nini er hættislig í løtuni. Hós- dagin leggur stýrið nýtt uppskot fram Stýrið fyri Arbeiðsloysis- skipanini var á fundi seinnadagin mánadagin og seinni sama dag, fór Jóa- nnes Eidesgaard á fund við stýrinum, har seinasta skrivið frá landsstýrinum Jóannes Eidesgaard kunnaði stýrið um støduna hjá landsstýrinum í hesum máli, eitt nú at semja var ikki í samgonguni at lata samhaldsfasta halda fram at gjalda til skipanina eftir 1. apríl í ár. Landsstýrismaðurin upp- lýsti eisini , at hann ikki fór at leggja málið fram í tingi- num, tá semja ikki var um tað í samgonguni. - Landsstýrið heldur ikki, at møguleiki er fyri at veita skipanini pening á verandi Umboðsráðið í Foroya Pedagogfelag boðar við hesum frá, at Arsaðalfundur felagsins verður leygardagin 26. februar 1994 kl. 13.00 Dagsskrá sambært lógum felagsins. Uppskot, ið ynskjast vidgjørd á adal- fundinum, skulu vera umboðsráðnum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Fundarstaður verður lýstur seinri. Umboðsráðsins vegna Foroya Pedagogfelag fíggjarlóg. - Skuldi tað verið gjørt, eitt nú við eygajáttan, so noyðast vit at taka peningin aðrastaðni á fíggjarlógini, og tað ber ikki til. So er bert eftir at broyta skipanina og møguliga taka lán, so hon kann halda fram, sigur Jóa- nnes Eidesgaard. Stýrið metir ikki, at lán- tøka kann koma upp á tal, so leingi sum javnvåg ikki er í inn- og útgjaldinum í Ar- beiðsloysisskipanini. Stýrið boðaði síðani frá, at nakrar útrokningar skulu gerast, og at stýrið fór at geva landsstýrismanninum boð um niðurstøðuna hós- dagin. - Uppá fyrispurning, um hesin fundur gav nakrar á- bending um, at partarnir kunnu bjarga skipanini, sig- ur Jóannes Eidesgaard: - Samanumtikið var fund- urin góður, og eg eri nøgdur við tað, sum kom fram. Høgni Joensen, formaður í stýrinum fyri ALS, sigur, at stýrið nú hevur fingið boð frá landsstýrinum. Nú verðyr farið undir at kanna, hvat kann gerast. Tað verð- ur ikki lætt, og fær helst eisini avleiðingar fyri skip- anina, tí neyðugt verður við skerjingum. - Stýrið leggur nýtt upp- skot fram hósdagin, sigur Høgni Joensen. - Verður hetta seinasta boð frá tykkum? - Tað vóni eg, tí nú hevur tað skund at fáa málið av- greitt. Dagny uk Nógvir og drúgvir fundir hava verið um stýðuna hjá Arbeiðsloysisskipa- nini. Vinstrumegin síggjast: Tórgerð Nielsen, leiðari á ALS, Høgni Joensen formaður í stýrinum, og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður