Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 18 — 27. JANUAR 1994 Jógvan við Keldu um húsarhaldsruskið: — Fólk hava møguleika at koyra ruskið á bingjuplássi fyri 10 „Landsstýrið nýtist krónur sekkin, hetta er minni, enn tað kostar ígðrum kommunum, har ruskið verður savnað, sigur hann Tað er ikki undantaksstøda í Klaksvík og fólk hava ikki útgongubann frá sólsetur og til sólin rísur. Men kom- munan hevur steðgað øllum útgjaldingum. Kommunan er ikki farin á húsagang, men fæst ikki ein loysn við landstýrið og Føroya Banka um 25 milliónir krónur, sum standa bundnar, so steðgar alt sum kommunan hevur við at gera upp innan stutta tíð. --Hesuferð hava vit av- gjørt at stríðast til ein loysn er funnin. Tað er eitt samt býráð sum stendur aftanfyri avgerðina um at steðga øllum útgjaldingum, til vit hava fingið teir pengar, sum kommunan eigur bundnar í Føroya Banka og á Gjald- stovuni, sigur Jógvan við Keldu. Er hetta ikki vandamikil leikur, at steðga øllum út- gjaldingum, kann hetta ikki leiða kommununa so langt út, at ilt verður at venda aftur? — Nei, als ikki, vit kunnu fáa alt aftur í rætt lag sama dag sum vit hava fingið at- gongd til okkara pening. Hvørt oyra av eftir- støðunum í lónum verður útgoldið so skjótt sum peningurin er tøkur, sigur Jógvan við Keldu. Er nakar av teimum fastløntu farin til hús? — Nei, ongin er farin enn. Vit kunnu ikki krevja av fólki, sum onga løn fær, at tey skulu vera verandi. Men um fólk fer til hús, so kemur peningurin ikki skjótari fram fyri tað. Vit hava ong- an peninhg fyrr enn trans- porturin er sleptur, sigur Jógvan við Keldu. Hvussu við ruskinum, tað verður ikki heintað við hús longur? — Nei, fólk kunnu lata ruskposarnar á bingjupláss- inum. Hetta er opin hvgnn dag, leygardag eisini. Ney- ugt er ikki hjá landstýrinum at leggja seg útí ruskspurn- ingin. Vitsyrgja fyri at tóma bingjurnar, sigur Jógvan við Keldu. — Irf hevur strangar reglur Tíðindablaðið at ganga eftir, er eftirstødan stórri enn ein mánaði, so skal IRF steðga at heinta ruskposarnar, sigur Jógvan við Keldu. — Kommunan hevur olju til bygningarnar í fjæurtan dagar. Nær SEV fer at slíta veit eg ikki, men telefon- rokningin er ajour, sigur hann. jústinus Fugltúgvan siglir fullferm heim: hjá Rokfiskiskapur a linubátunum í Hetta er heilt ófórt, bátarnir hava fingið uppí 250 pund uppá stampin av toski í Barentshavinum, hetta kom sera væl við hjá línubátunum, sigur Árni Dam, form. í samtakinum "Línuskip" je Je 5 a ere Fr DF SNE ar | i sæ ere »uy 5“) AN E re Klokkan 22:00 i gjårkvøld- ið hevði skiparin á Fugl- túgvuni avtalað við norsku vaktartænastuna at hittast á einum sokallaðum "posti". Vaktartænastan skuldi um- borð at kanna veiðuna og pappírini hjá Fugltúgvuni, áðrenn hon slapp at sigla heim. Fugltúgvan hevur fiskað í seks dagar og hevur millum 140. 000 - 150.000 pund inni. Mikudagin fingu teir millum 30-35.000 pund av toski. Teir hava ligið millum 230-250 pund uppá stampin, sigur Árni Dam reiðari og sum eisini er for- maður fyri samtakinum hjá stállínuskipunum. Árni er eisini reiðari á Thomas Nygárd. — Tað hevur eisini gingið frálíkt hjá Thomas Nygård. Teir komu ein dag seinni yvir. Í gjár fingu teir 20.000 pund. Teir hava næstan fingið uppí og fara helst at sigla heim í kveld, segði Árni Dam í gjáramorgunin. Morgunstj'ørnan hevur eisini havt góðan fiskiskap, teir hava ligið um 20.000 pund um dagin. Vit hava ikki frætt frá Jákup B. Hann byrjaði túrin longur norðuri og eysturi. Pison var eisini við honum. Men Pison er komin aftur á Røstbankan, har teir flestu bátarnir royna. Tað frættist, at tað enn ikki hevur gingist so væl hjá Pison. — Tað vísir seg, at teir bát- arnir, sum nýta teir rundu húkarnar og svgvlar á teym- unum fiska betur, sigur Árni Dam jústinus