hósdagur 27. januar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið {sasialurin | Nr. 18 — 27. JANUAR 1994 Síða5
Hvar er hungursmarkið?
Fyrst mat og klæði -
síðani húsaútreiðslur
— Vit mugu krevja av teimum, sum fíggja sethús, at t.d.
arbeiðsleys fáa seravtalu sum leggur sethúsaútreiðslur-
nar á eitt tílíkt stødi, at hesi fólk hava massømilig kor.
Gerst neyðugt, má lánið leggjast stilt ta tíð, familjan er í
stórum trupulleikum, sigur Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður
ú
|
Í
pg
hg
#
Dr“ Á
3"
—
# Á
ar As
Soleiðis kann ein donsk familja liva rímiligt
Tað er ikki lætt at saman-
bera livikostnað eitt nú í
Føroyum við kostnaðin í
Danmark, men við svarin-
um hjá landsstýrismann-
inum í almannamálum er
sett upp hvat danir rokna
sum eitt rímiligt krónutal,
ein donsk familja skal
brúka. Tílíkar útrokningar
hava vit ikki í Føroyum.
Tað er danska Brúkara-
útrokningarnar. Sagt
verður, at tey hava hvørki
roknað við útreiðslur á
hungursmarkinum ella
einum lívi í marglæti.
Sagt verður, at útrokn-
ingarnar eru grundaðar á
eina stóra nýtslu av liðugt-
vørum og tænastum, tí
roknað verður við, at
vaksnu persónarnir eru
útiarbeiðandi. Talan er
ikki um dýrar merkivørur,
men heldur ikki um
"discount". Prísirnir eru í
høvudsheitum innsavnað-
ir frá stórum handilsket-
um. Tað er ikki roknað
við, at familjan ger nógv
til sjálv. Hvørki av mati
ellaattey sjálvi seyma sær
klæði. Uppí mat og drekka
erroknað eitt nú sodavatn,
øl og vin, og einans fáar
verur eru tilbodsvørur.
Klæði og skógvar um-
fata eisini svimjiklæði,
klæði til "fínt", summar-
skógvar og stilvar v.m.
Nýtsla til persónliga rgkt
er íroknað.
Familjan, sum er við í
hesum døminum hava
tvey børn, ávikavist 3-6 og
7-10 ára gomul.
Fyri at hendan familjan
skal !iva rímiligt sigur
Brúkarastýrið, attey skulu
hava til:
Mat og drekka: 4.143 kr.
Klæði og skógvar: 1.684
kr
Pers. røkt: 811 kr.
Tilsamans 7.020 kr.
Er talan um einsamallan
mann skal hann, sambært
kanningini hjá Brúkara-
stýrinum, brúka til:
Mat og drekka: 1.397 kr.
Klæði og skógvar: 467 kr.
Pers. røkt.: 288 kr.
Gerandisvørur: 197 kr.
Tilsamans: 2.349 kr.
Til hesi tøl kann verða lagt
aftrat til samanberingar, at
familjan hjá Brúkarastýr-
inum fær í Føroyum í
forsorgarhjálp orsaka av
arbeidsloysi 8.834 kr.,
harav 5.830 kr. eru rokn-
aðar til uppihaldstitreidsl-
ur so sum mat, klædi og
adrar gerandisvørur, og
einsamalli madurin fær
4.717 kr., harav 2.830 kr.
eru roknaðar til uppihalds-
útreiðslur.
landsstýrið við, at 40 pro-
sent av almannaveitingini
fer til húsaútreiðslur og 60
prosent til uppihaldsút-
reiðslur.
Aftrat tølunum hjá
Brúkarastýrinum koma so
útreiðslur til bústað, var-
andi nytsluvørur, frítíðar-
virksemi, ferðing, barna-
ansing v.m.
Bíligari í Danmark
Landsstýrið viðmerkir til
hesar talupplysingar, at
pe
-Hvar liggur hungursmark-
ið í krónum og oyrum hjá
einstaka føroyinginum,-
hjá føroysku familjuni.
Hetta hevur Tordur Nic-
lasen, løgtingsmadur, spurt
Jéannes Eidesgaard, lands-
styrismann um, og tysdagin
fekk Tordur svarid.
Ein greið nidurstøda í
kanningunum, sum lands-
stýrismaðurin hevur gjørt
er, at húsaútreiðslurnar gera
tørvin hjá fólki sera ymisk-
an. Har summi kunnu klára
seg við eini veiting, kunnu
onnur als ikki, um ikki ein
avtala verður gjørd við
lánveitararnar. Í flestu før-
um tykist hetta at vera ein
treyt.
Ein onnur eins greið nið-
urstøda er, at vanligi hug-
burðurin, at útreiðslurnar til
rentur og avdrátt skulu
gjaldast fyrst, má broytast,
so fólk við seravtalum við
peningastovnarnar = eiga
pening eftir sum tryggjar
familjuni manssømilig kor.
Ut frå kanningunum held-
ur landsstýrið, at uppihalds-
hjálpin eftir forsorgarlógini
tryggjar fólk, sum eru í
fíggjarligari = trongstødu,
við fólkapensiónsupp-
hæddini hava so mikið, at
tey kunnu klára seg til lívs-
ins uppihald. Tí heldur
landsstýrið, at fólkapensi-
ónsupphæddin liggur oman
fyri eitt møguligt hungurs-
mark.
Hvat er hungursmark?
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hugtakið hungursmark
verður brúkt á mannamunni
næstan sum best ber til, og tí
erneyðugt at gera sær greitt,
hvat tosað verður um, skulu
krónutgl setast á.
-Um sagt verður um ein
persón, at viðkomandi livir
á hungursmarkinum, so má
takast fyri givið, at hann
bert hevur útreiðslur til tað
greitt er, at prísirnir á
vanligum hisarhaldsvør-
um í Danmark eru bíligari
enn í Føroyum, men so
eiga føroyingar tann fyri-
mun, at enn ber til at
útvega sær ókeypis døg-
urðamat í Føroyum.
til hús í Danmark bíligari
enn her.
tór.-
——
—————————o——
mest neyduga tl lívsins
uppihald. Her verður
roknað við mat, klæði, tak
yvir høvdid, hita og ljós
umframt nakað til aðrar
útreiðslur, sigur lands-
stýrismaðurin.
Eitt risalop
Jóannes Eidesgaard sigur,
at aðalmálið við okkar
almannalóggávu er, at
eingin av landsins íbúgvum
skal líða hungur og hall.
Men at fara frá tí stæði, vit
hava livað á, og so á eitt
stødi, sum kann kallast
rímiligt, er eitt langt lop.
Men so aftur at fara á eitt
stødi, har vit júst ikki líða
hungur og hall, er eitt
risalop.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at størsti trupullekin hjá
fólki, sum vegna arbeiðs-
loysi søkja sær hjálp gjøgn-
um almannalóggávuna, eru
tær ovurhonds stóru húsaút-
reidslurnar, tey flestu sita
við.
-Tað hevur verið vanlig
hugsan, at húsaútreiðslur-
nar skuldu gjaldast fyrst. So
fekk man at siggja, hvat var
eftir, men greitt er, at tað
finst ikki nakra staðni í
heiminum tann almanna-
lóggávan, sum kann bera
allar tær útreiðslur, fólk
hava sett seg fyri. Høvuds-
trupulleikin er í so máta
húsaútreiðslurnar, sigur
landsstýrismaðurin.
Nýggjar avtalur um lán
At tað gerst alt meira
neyðugt hjá fólki at gera
seravtalur við lánveitarar-
nar, so familjuni verður
tryggjaður peningur til tær
mest neyðugu útreiðslurnar
sum mat, klæði, ljós og hita,
sigur landsstýrismaðurin
seg ikki ivast í. Hann leggur
aftrat, at krevjast má av
fíggingarstovnunum, at teir
skilja hesi viðurskifu,
soleiðis at t.d. tey mongu,
sum eru arbeiðsleys í dag,
fáa seravtalu í samband við
lánið, at familjuni verða
tryggjað manssømilig kor,
og tað hevur landsstýrið
eisini gjørt peningastovnu-
num greitt, sigur Jóanes
Eidesgaard. Hann leggur
aftrat, at tað kann eisini
tykjast ovmikið, at bank-
arnir fyrst eru bjargaðir
gjøgnum almennar lánigk-
ur, og at tað almenna síðani
aktuelt, so má raðfestingin
verða tann, at húsaútreiðsi-
urnar mugu raðfestast seinri
enn åtreidslurnar til eitt nú
mat, klæði, el og hita.
tør.