hósdagur 27. januar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 18 — 27. JANUAR 1994
Henrik Old um
ES-såttmålan:
Vit ov veikir
ella leir OV
treiskir?
— i hvussu er tykist at vera
sera torført at gera okkara
sjónarmið galdandi mé6t-
vegis ES, sigur jaunaðar-
tingmaðurin
Tað verður nú Marknaðar-
nevndin hjá løgtinginum,
sum fer at halda fram við at
viðgera ES-sáttmálan sum
tingmenn annars týsdagin
nýttu høvi til at siga sína
hugsan um.
Hesin seinasti ES-sátt-
máli fekk avmarkaðan fag-
nað í ínginum.
Jógvan I. Olsen úr Sam-
bandsflokkinum helt, at
ES-skip við hesum sáttmála
hava fingið eitt satt feiti-
lendi at fiska á kring
Føroyar, og hann helt, at
lítið nyttar vit vit steingja
øki fyri at friða, tá vit lata
ES-skip koma innum ístað-
in.
Eisini Henrik Old úr
Javnaðarflokkinum var
ivasamur um sáttmálan.
Hann helt, at hóast viður-
skiftini í vinnuni eru nógv
broytt er sáttmálin, sum
kemur aftur ár um ár, so at
siga hin sami. Tað er sum at
síggja 90 ára fødingardagin
í sjónvarpinum hvert
gamlaårskvøld, sum hann
tók til.
Henrik Old segði seg
annars ikki ivast i, at ES-
var tungt at samráðast við,
men kann vera, at vit kundu
gjørt okkum betri galdandi
-Annadhvørt hava okkara
ynski ikki verið nóg greið,
ella hava ES-umboðini
verið ov treisk, segði suður-
oyartingmaðurin.
Tjóðveldistingmaðurin
úr Nordoyggjum, Heini O.
Heinesen kundi ikki bara
sær at prika sambandsting-
mannin við spurninginum
hví sambandsmenn nú
Tíðindablaðið
knappliga vóru so bangnir
fyri ES. Heini O. Heinesen
segði seg rokna við, at enn
verri hevði verið, um vit
vóru limir í ES.
-Vit eru ikki bangnir fyri
ES, men vit ivast í rættleik-
anum í at friða leiðir fyri
føroyskt trol, samstundis
sum vit lata ES-skip koma
innar og fiska her, segði
eysturoyartingmaðurin hjá
jr
Tað eru teir tingmenn
sum halda, at ES-skip fáa
ov góðar semdir undir
Føroyum. Mynd: Kalmar
Sambandsflokkinum.
tór.-
Løgtingsuppskot frå Niels P. Danielsen
Kann seinka
heiðursgávu
Knút Nolsøe heitir á Niels Paula Daniel-
sen um at taka uppskotið um heidursgåvu
aftur, tí uppskotið kann hava negativa
ávirkan á heiðursgávurnar, fóroyingar
fáa úr statskassanum
Tágongd var komin á málið
um krígspensión til føroy-
ingar legði løgtingsmad-
urin Niels Pauli Danielsen
uppskot á ting um krigs-
pensión. Hetta uppskotið
hevði við sær, at stígur kom
í málið um hesar veitingar
úr statskassanum, tí danir
vildu vita, hvat løgtingið fór
at gera á økinum.
Knút Nolsøe, undan-
gongumaður í málinum um
krígspensión sigur, at or-
saka av løgtingsmålinum
hjå Niels Paula Danielsen
varð danska krígspensiónin
til føroyingar í minsta lagi
seinkað í eitt hálvt ár.
Nú er talan um heiðurs-
gávu, sum eisini er til tey,
sum ikki lúka treytirnar at
fáa krígspensión. Og nú er
aftur eitt uppskot frá sama
tingmanni á løgtingsbordi.
Nú mælir Niels Pauli
Danielsen tinginum til at
samtykkja, at eisini lands-
kassin letur heiðursgávu til
fólk, sum hava siglt undir
krígnum ella einkjur teirra.
Men Knút Nolsge er ikki
fegin um hetta uppskotið.
Hann sigur seg bera ótta
fyri, at stígur fer at koma í
útgjaldingina av heiðurs-
gávu úr statskassanum, tí
danir vilja treyðugt, at før-
oyingar fáa bæði føroyska
og danska heiðursgávu.
-Hetta hevði verið spell.
Beint sum vit fingu at vita,
at danir høvdu broytt
reglurnar at fáa heiðurs-
gávu, soleiðis at tað ikki
longur var treyt, at ein
skuldi vera 50 prosent
avlamin, gjørdu vit vart við
okkum. Við boðaðu donsku
myndugleikunum frá, at so
vórueisini fleiri føroyingar,
sum høvdu rætt til tílíka
heiðursgávu. Nú eru út-
gjaldingarnar regluligar til
Føroya, men hesar kunnu
skjótt steðga upp, frætta
danir um at talan eisini kann
vera um, at føroyingar fáa
føroyska heidursgåvu.
Fylgjurnar kunnu tå verða
11115)? gasi
OF
AA
tær somu sum í 1990, tá
uppskotið hjá Niels Paula
Danielsen kom sera tvørt
fyri, sigur Knút Nolsøe.
Umhugsað uppskotið
væl
Knút Nolsøe mælir tí upp-
skotsstillaranum til gjølla at
umhugsa at taka uppskotið
aftur. Tað hevði verið tað
besta fyri allar partar. Og so
in
Knút Nolsøe, sum gekk
undan at útvega
føroyskum krígssiglarum
krígspensión, óttast nú
fyri, at uppskotið hjá Niels
Paula Danielsen fer at
skaða útgjaldingina av
donsku heiðursgávunum.
kemur ikki stígur í útgjald-
ingina av donsku heiðurs-
gávuna. tor
TEKJUTRUPULLEIKAR
- Ikki við Hertalan EPDM
v Reint gummi — einki PVC
w 100% tøtt
wW Elastisk frá 50% til +150?
w 15 ára trygdarváttan
Vegl. prísur álagt
v/ trygdarvåttan
Kr. 170-220/m? (u. MVG)
Nærri upplýsingar og
óbindandi tilboð
FINNUR SIMONSEN,
Timburmeistari
Borgartún 4 - 160 Argir
Tlf. 14549 — 87549 — 84549
PARABOLIR |
LANDSINS
LÆGSTU — |
PRISIR |
Altid bestu og bilig-
astu loysnina til just
tygara torv.
| SatrOnic
Saltangarå Tlf. 48940
|
|
|
|