Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eftirlýsti foroyingurin framvegis ikki funnin Tann 34 ára gamli Valter Magnussen úr Saltangará, ið hevur verið fráboð- aður hjá politinum í Fredericia sum horvin, er A sgis ikki afturfunnin okkara útrokningar, at før- oyska skattatrýstið er hægri enn tað danska, og helst eitt tað hægsta í heiminum. Sjálvt um tað persónliga skattatrýstið av lønarinn- tøkum í Føroyum nú er hægri enn í Danmar, so hev- ur tað samlaða skattatrýstið fram til 1992 verið lægri enn í Danmark. Um livandi skal vera í Føroyum, má miðast ímóti, at skattatrýstið verður lækk- að. Nú landskassin hevur so stóra skuld, má ásannast, at trupult verður at lækka Vinnupolitikkurin í kom- andi árum skal hava sum hgvuðsmál at bøta um stød- una, at leggja karmamar so arbeiði og framleiðsla fæst í gongd. Vinnupolitikkurin festast á blað Vithalda, at høvudsstrategi- in skal vera at byggja á tað, sum føroyingar longu duga — at fiska og hagreiða fisk — og at gera hetta uppaftur betri og menna vinnur, ið eru knýttar at fiskivinnuni. Møguleiki skal eisini vera fyri, at nýggj hugskot skulu kunna styðjast við gransk- ingarstuðli og ; nyggjum figgingarmøguleikum. Vinnupolitikkurin eigur at vera festur á blað, vidtikin og fylgdur í eitt ávíst ára- mál. Landið má hava eitt vinnulív, sum er kappingar- ført bæði á heima- og á al- tjóðamarknaðinum. Tá trupult er í Føroyum at útvega virkisfúsan kapital, skjýtur nevndin upp, at í- gongdsetan av nýggjum virkjum verður styrkt av tveimum — tikøkum, ið byggja á privatan og al- veðhaldsskipan, har tann lángevandi stovnurin og tað almenna veðhalda fyri hvør síni helvt av lánunum. Hendan skipanin er í fyrsta Harnæst skjýtur nevndin upp, at stovnað verður eitt venture-felag grundað á kapital frá vinnufeløgum, fakfeløgum, peningastovn- um og tf almenna. Venture- felagið skal fremja ígongd- setan av stórri virkjum bæði við kapitali og leiðslu. Stuðul styrkja kappingarførid Stuðulspolitikkurin í fram- tíðini skal latast til at styrkja um kappingarførid, serliga í Neyvan fara lønimar at hækka í komandi árum, heldur fara tær at lækka. Tað hevði eftir okkara tykki verið óráð við lóg at lækka lønimar í vinnulívinum og so lova tilsvarandi skatta- lækkan, tí eingin kann meta um tær veruligu avleiðing- arnar av hesum. urgongdini kennast beinan- vegin. Hinvegin tekur tað tíð at skapa nýggjar karmar fyri vinnulívið og at fáa hetta at virka. Nevndin metir ikki, at møgulig olja í undirgrund- ini kann koma at geva nak- að serligt av sær tey fyrstu árini. Enn er ikki vissa fyri, at olja fer at koma úr undir- grundini. Ein glotti hjá ígongdset- arum er, at teir nú hava góð- ar møguleikar at ogna sær bíligar vinnubygnaðir, ma- skinur og tól. Trupulleikar av ES-avtaluni Føroyska útflutningsvinn- an hevur í dag trupulleikar av handilsavtaluni við ES. Helst ti, at góðskaðar vørur og vørur úr 3. lands råvøru, sum vit meta hava stóran týdning fyri framtíðina, hava ógvuliga avmarkaða atgongd til ES-marknaðin. Higartil hevur stødan í ES í høvudsheitum bygt á óttan fyri at missa einarættin til tilfeingið á føroyska sjógk- inum. Ein fríari marknaðarat- gongd er í dag av størsta týdningi fyri kappingarføri á ES-marknaðinum, sum er og eisini helstkemur at vera nógv tann størsti marknað- urin hjá Føroyum í fram- tíðini. Nevndin mælir til at kanna møguleikar fyri toll- samgongu ella limaskapi. Almennu útreiðsl- urnar minkast Hall er á fíggjarlógini. Virksemið, lønir og skatta- inntøkur minka. Eisini minkar fólkatalið og harvið skattagrundarlagið. Tí slepst ikki undan at minka um almennu útreiðslurnar. Eitt eru tær nógvu al- mennu tænasturnar, annað er bygnaðurin av almennu fyrisitingini. Vísast kann á, at í nøkrum fórum er upp- gávubýtið ógreit:. Nevndin hevur arbeitt við spurninginum um, hvussu fyrisitingin kann gerast ein- faldari og bíligari. Mælt verður til at broyta bygn- aðin til færri ráðstovur og at stovnarnir verða bygdir upp eftir endamálið, so at av- gerðir og ábyrgd kunnu staðfestast greiðari, og fyri- sitingin kann tæna borgar- unum betri enn í dag. Skal Føroya landsstýri fáa yvirlit yvir búskapin, er neyðugt skjótast møguligt fíggjarætlanum. Somuleið- is má landsstýrið gera neyð- ugar broytingar til tess at fáa virkisføri til vega til hagtalsviðgerð, so at grund- a. fæst fyri búskaparlig- framskrivingum. Somuleibis mæla vit til, at eitt óheft búskaparráð verð- ur sett á stovn. Leitingin niðri á Børkop- leiðini í Jútlandi eftir 34 ára gamla Valter Magnussen úr Saltangará, sum ikki hevur verið sæddur mikudagin, hevur enn ikki givið nakað úrslit. Valter Magnussen hvarv mikudagin av háskúlanum hjå Indre Mission f Børkop, har hann hevur gingid sid- ani eftir jól. Síðani hevur eingin sæð hann, og sum skilist á vakthavandi á Poli- tistødini í Fredericia, ið hevur havt leitingararbeiði um hendi, eru heldur eingi spor at ganga eftir, ið kunnu geva eina ábending um, hvar tann ungi fóroyingur er ella hevur verið. Enn verður leitað — Tann heilt stóra leiting- in við hundum og ødrum er innstillað, men kortini verð- ur leitað framvegis í teirri vón, onkursvegna at finna mannin, sigur vakthavandi á Politistødini í Fredericia. — Vit hava eisini fingið onkrar fráboðani frá fólki, ið helt seg hava sæð mann- in, eftir at tey hoyrdu eftir- lýsingina, men tíverri hevur tað víst seg, at tað í hvussu er ikki er tann 34 ára gamli, tey hava sæð. Hetta hava vit fingið staðfest, av tí at vit havaeitt rættiliga nýtt bílæti av manninum, sum vit hava kunnað víst fólki. Tá Valter varð sæddur seinast, var hann í einum ljóagráum, stuttum leður- jakka, ljósari skjúrtu við bláum strípum og svørtum cowboy-buksum. Valter er ljóshærdur og hevur yvir- skegg, um 170 sentimetrar høgur og klænur. hj. Hatta var nokk tað Orðini omanfyri var við- merkingin, Petur Her- mansen úr Havn hevði, tá hann hevði frætt um, at legtingsformaðurin hevdi svarað ellivu tingmonn- um, at tað einki endamál hevði at stevna Peturi Hermansen. Síðani eitt skriv týsdagin 18. januar varð handað løg- tingsformanninum, har fjúrtan tingmenn kravdu, at hann varð stevndur fyri in- juriir, av tí at hann í Út- varps-Fimmaranum miku- dagin 5. januar skuldi havt úttalað seg sera avgjørt um ferðapening og at løgtings- menn ikki rindaðu ferða- seðlar við strandferðsluni, hevur Petur Hermansen rættiliga verið í eldinum. — Eg havi verið uppringd- ur av fólki úr øllum hedras- hornum, ið hava havt við- merkingar til alt hetta rokið, ið stóðst av kravskrivinum til løgtingsformannin frå teimum fjårtan tingmonn- unum, sigur Petur Herman- sen. — Talan hevur verið um hundraðtals uppringingar í telefonini — eg rokni sjálvur við, at tær eru yvir túsund í tali — har fólk hava bjóðað sær til at stuðla í hesum málinum. Onkur hava enntá sagt seg vilja stuðlað bein- leiðis við at rinda sakar- málskostnað, betur og annað, um hetta mál skuldi komið so langt sum í rættin. Onnur hava verið meira ræðandi, og eg havi fingið staðfest, at tað eru ikki bert frægasta teir allarbestu tankar, fólk hava um okkara ráðandi menn og kvinnur. Okkurt av tí hevur verið rættiliga ógvusligt. Sakarmál verður talan tó neyvan um, eftir at løg- tingsfomaðurin Lasse Klein fyrrapartin í gjár kom fram við einum svari til teir fjúrt- an tingmenninar, ið bert eru ellivu eftir, har formaðurin sigur sína niðurstøðu vera, at hetta mál er soleiðis hátt- að, at tað einki endamál hevur at stevna nevnda per- sóni. Við ødrum orðum hava teir ellivu, ið eftir eru av kravskrivarunum, ikki fing- ið sín vilja frá løgtingsfor- manninum. — Hetta var nokk tað fræg- asta, ið kundi henda fyri mítt viðkomandi í hesum máli, sigur Petur Herman- sen. — Hevdi sak komið burtur úr málinum, høvdu menn- inir skrædlað beinini undan sær sjálvum. Eg má siga, at alt hetta málið, sum tað er, er ótrúliga langt úti Petur Hermansen heldur, at tað annar á ein hátt kundi verið stuttligt, um sakarmál kom burturúr, tí so kundi tað verið brúkt til at >statu- era eitt dømi«, sum hann tekur til: — Fleiri av teimum, ið hava ringt til mín og annars sett seg í samband við meg síðstu dagarnar, hava týði- liga gjørt vart við, at tey saktans kundu hugsað sær eitt sakarmál av hesum slag. Petur Hermansen — rættiliga verið í eldinum, síðani hann åttaladi seg um tingmenn í Utvarps-Fimmaranum Stutt frammanundan, at Lasse Klein kom fram við sínum svari til teir ellivu, hevði Tordur Niclasen úr Miðflokkinum handað løg- tingsformanninum eitt ann- að skriv, har hann talaði at kravskrivinum frá teimum ellivu tingmonnunum, á tingformannin um at vísa Tað hevur annars víst seg, at froynd og veru eru nú bert níggju av teimum fjúrtan tingmonnunum eftir, ið haida fast við kravskrivið. Fyri tað fyrsta, so hava Jóannes Ellefsen og Svend Aage Ellefsen úr Vágum og Mikkjal Sørensen úr Suður- oy ongantíð skrivað undir kravskrivið, og umframt hava bæði Heini O. Heine- sen og Niels Pauli Daniel- sen angrað sín leiklut í hes- um góða skrivi so hjarta- Mynd: Kalmar liga, at teir hava tikið sína undirtøku aftur. Upprunaliga orðingin í um var, at løgtingsformað- urin teirra vegna reisti ákæru móti Peturi Herman- sen við kravi um, at orð hansara í Utvarps-Fimmar- anum vórðu dømd deyð at vera, har hann >sum ikki einaferð legði eftir løgtings- monnum og lén og sam- sýning teirra«. Hann var komin við grovum injuri- um, ið ikki kunnu fara aftur — Hann legði okkum undir at fáa 90.000 krónur um árið í ferðapeningi og at vit ikki guldu við strandfaraskipun- um, og harafturat høvdu fleiri okkara frí hús í Havn, skrivaði tingmenninir. — Hetta er ein grov ákæra, ið reist er móti okkum. hj.