fríggjadagur 28. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skatturin
í januar
Keisarin skal hava sítt — men
við máta sjálvandi.
Eitt er, at vit higartil ngkun-
lunda hava kunnað funnið út
av, hvussu stórur samlaði
skatturin fór at vera fyri árið,
vunnu vit so og so nógv, men
við nýggjum eykaskattum,
broyttum kommunuskatta-
prosenti v.m. er tað nú minni
enn so líkatil hjá gllum.
Sum rætt helst er, so hava vit
øll havt fult álit á, at tað
skattavaldið ger, altíð er rætt
og gott, men sigast má, at við
skattarokningini fyri januar
mánaða 94 í hondini er henda
vissa fokin hjá flest øllum.
Kanska er hon á sín hátt í lagi
við gllum tí, vit nú mugu
leggja rygg til í felag. Helst
gongur tað ngkunlunda upp,
tá árið er av. Men ótal av før-
oyingum hevur í hesum døg-
um orsøk til at spyrja, hvørj-
um tey skulu liva av til næstu
lønaritgjalding um ein mån-
aða.
Gamani skulu vit bara vera
takksom teirra vegna, ið
kunnu vænta sær eina mán-
adarløn fyri februar eisini.
Tað hjálpir bara so lítið, tá
skattamunurin fyri januar í
ár, sammettur við ein meðal-
mánaða í fjør, er »skeiva« veg-
in meira enn tað, sum eftir var
til mjólk og breyð.
Skattamyndugleikarnir
hava áður víst á, at januar er
serliga trupul hjá mongum.
Orsøkin sigst vera kumula-
tiva skipan okkara, sum ann-
ars stórt sæð má sigast at
hava riggað toluliga. Legið
bara, at enn ikki hevur borið
til at snýsa tað ringasta om-
anav januarskattinum og 80
líkna tað út yvir árið, tí sjålvt
hjá fólki við »vanligari« løn
eru einar 2-3 túsund krónur í
meirskatti ein mánaða mang-
an meira, enn tey hava havt at
liva av — hungursmark ella
ikki.
Sum vit hava valt at skipa
samfelagið, so skal skattur
gjaldast so ella so. Hvussu
nógv samskipað og harvið
hvussu nógvan skatt er annað
mál. Semja er tó millum fólk
eins og politikarar um, at nú
sleppst ikki longur samfelags-
liga við hægri skatti hjá
vanliga fólkinum, og er ávíst
troyst kanska í fráboðaðu
lækkingini i kommunu-
skattaprosentunum, sum
koma skulu so skjótt avtala er
fingin í lag við ymsu láni-
stovnarnar um kommunu-
skuldina — í mars kanska.
Hvussu tungur skatturin enn
er, vita vit, at land og komm-
unur hava stórar skyldur at
greiða, og kanska eisini, at
hetta heldur ikki gerst til fuln-
ar, sjálvt við skattatrýsti sum
okkara í løtuni.
Tá so er, er trupult at ávísa
rokningina aðrarvegir enn til
okkum sjálvi, okkum sum enn
vilja vera partur av hesum
samfelag uppá gott og ilt —
okkum, so legið tað kanska
sýnist, sum onkunsvegna enn
hava vónina um, at tað aftur
fer at bera til.
Fyri føroyingar í Føroyum er
valla annað val í løtuni.
Uppskotið hjá ALS bjargar skipanini:
Tíðin stytt
Í Skipanini
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipa-
nini hevur nú sent landsstýri-
num nýtt uppskot um, hvussu
skipanin kann halda fram.
Semja var ikki í stýrinum, men
formaðurin avgjørdi málið
Fyrrapartin í gjár var fundur
í stýrinum fyri ALS, har
nidurstødan var at stytta tíð-
ina hjá arbeiðsleysum at fáa
stuðul úr skipanini niður í
hálvtannað ár. T.v.s., at tey
fyrstu detta úr skipanini í
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
Tlf. Fax.
21605 21666
juni månada i år, men
annars er útgjaldið óbroytt.
- Stýrið var ikki samt í
hesum máli. Arbeiðsgevar-
nir komu við uppskotinum,
men fakfelagsumboðini
kundu ikki taka undir við tí,
so mín atkvøda avgjørdi
málið, sigur Høgni Joensen,
formaður í stýrinum.
- Ert tú nógdur við at ger-
ast tungan á vágskálini?
- Tað hevði sjálvandi ver-
ið betur, um eitt samt stýrið
hevði tíkið undir við upp-
skotinum, men tá tað nú er
uppgávan hjá formanni-
num at fáa inn- og útgjald at
javnviga, so var tað neyðugt
við hesi avgerð.
Høgni Joensen upplýsir
annars, at Arbeidsloysis-
skipanin nú er tryggjad
Høgni Joensen, formaður
í stýrinum fyri
Arbeiðsloysiskipanini
hetta árið út, treytað av, at
arbeiðsloysið ikki veksur
munandi.
- Vit hava í útrokn-
ingunum tikið hædd fyri, at
700 fólk fleiri gerast ar-
beiðsleys í ár, í mun til í fjør.
- Hóast heili 1000 fólk
fleiri vóru arbeiðsleys í des-
ember 1993, í mun til sama
tíðarskeið í 1992, so vænta
vit, at hetta talið skuldi
hildið fyri í ár, sigur Høgni
Joensen.
Dagny
()-
GC G
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út skrivibóka-
rødina »Betri handskrift«
eftir Christian Clemens. I
rødini eru fyra næminga-
hefti til 1.—5. flokk og har-
afturat 2 lærarahandbøkur,
undirvísingarlæra og á-
stødi.
Eitt næmingahefti fer at
koma afturat. Tað er
»Skriviskeid til ung og
vaksin«. Ti tað heftið ikki er
lidugt enn, verda »Lærara-
handbók — Astødi« og
>Lærarahandbók — Undir-
vísingarlæra< givnar út í
fyribils fjølritaðum útgáv-
um.
Ætlanin við hesari skrivi-
bókargðini er at geva næm-
ingunum eina týðiliga,
skjóta handskrift og at geva
lærarum eitt fullfíggjað
undirvísingartilfar til skriv-
ing. Næmingaheftini hava
Sofía Jacobsen, Hervør
Jákupsson, Ólavur Sjúrðar-
berg og Ingrid Sondum lag-
| að til føroyskt. ;
I >Lærarahandbók — A-
> Få næmingur
stødi«, sum Borghild Sjúrð-
arberg hevur týtt, verður
gjølla greitt frá skrivitøkni,
amboðum og tilfari, siti-
stóðu, skriftsniði, skjót-
leika og at fara frá prent-
stavum til samanbundna
skrift.
Í>Lærarahandbók — Und-
irvisingarlæru«, sum Her-
vør Jåkupsson og Ingrid
Sondum hava tytt, verdur
greitt frá síðu fyri síðu í
næmingaheftunum. Sagt
verður frá, hvørji mynstur
og hvørji snið skulu venjast,
og alla tíðina verður ávarað
ímóti tí, sum royndir hava
víst, lættliga fer at avlaga
handskriftina.
I >Lærarahandbók — Und-
irvísingarlæru< verður alla
tíðina vist til >Lærarabók -
Astødi«, til tær síðurnar í
henni, sum greiða frá júst tí,
sum arbeitt verður við. Tí er
avgjørt neyðugt hjá lærar-
um at hava báðar lærara-
handbøkurnar.
Til skrivibókina fåast 5
ymiskir skriviblokkar og
||
griplar at seta á blýantin, so
lættari er hjá næmingunum
at halda blýantinum rætt.
Betri handskrift. Prent-
stavir, 1.-2. flokkur kostar
28,- kr.
Betri handskrift. Grund-
skrift, 1.-3. flokkur kostar
28,- kr.
Betri handskrift. Grund-
skrift, 2.-4. flokkur kostar
28,- kr.
Betri handskrift. Grund-
skrift, 3.-5. flokkur kostar
28,- kr.
>Lærarahandbók — Und-
irvísingarlæra< verður latin
skúlum ókeypis saman við
hverjum flokssetti av næm-
ingabókum.
>Lærarahandbók - Å-
stødi« kostar i fyribilsút-
gåvu 60,- kr.