fríggjadagur 28. januar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 19 — 28. JANUAR 1994 Sida 3
Seinri i år
verður betri
— Eg vónaði, at 1993 fór at vera ringasta
árið, men partur av hesum árinum verður
eisini trupul, men so fer helst at ganga
rætta vegin.
Eg vóni og rokni við, at vit
nú hava nátt botnin, sjálvt
um vit ikki kunnu vera vís í
tí, fyrr enn vit síggja, at tað
gongur hinvegin aftur. Eg
vónaði, at 1993 fór at vera
ringast árið, men ein partur
av 94 verður einki mætari.
Men so rokni eg við, at tað
fer at gangast framá.
Tað sigur Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri, im
mikukveldið helt fyrilestur
í Nóatúni um búskaparligu
støðuna og framtíðarútlit-
ini.
Landsbankastjórin sigur,
at stóri trupulleiki okkara er
tann stóri Ójavnin í búskap-
inum. Skuldin er alt ov stór
og fiskastovnarnir ov smáir.
Ójavnin er so stórur, at
landsbankastjórin heldur,
attað fer at taka heilt nógv ár
til javnvág kemur í. Vit
skulu nakað væl inn í næstu
øld, heldur hann og leggur
aftrat, at tess longri tíð vit
fáa til at afturgjalda skuld-
ina, tess lættari verður tað
hjáokkum.
Tænastur
Sigurd Poulsen vísir á
gongdina í lønargjalding-
unum. Frá 1985 til í dag eru
løngjaldingarnar innan al-
mennar og privatar tænastur
øktar úr 50 og upp í 70 pro-
sent av samladu løngjald-
ingunum. Nú stava sostatt
bert 30 prosent av samlaðu
løngjaldingunum frá bein-
leiðis framleiðslu.
Landsbankastjrin sigur,
at vit í framtíðini eiga at
leggja okkum nógv meira
eftir at veita øSrum tænast-
ur. Serliga tænsatur í sam-
band við at útvega gørum
fisk. Hann heldur, at vit í
fyrstu atløgu eiga at hugsa
um tænastuvirksemi innan
fisk, og koma vit rættiliga
eftir tí, ber til at veita tæn-
astur innan onnur øki eisini.
Sigurd Poulsen sigur, at vit
skulu ikki rokna við at økja
munandi um lønargjalding-
amar innan beinleiðis
framleiðslu. Framleiðslan
verður alt meira effektivi-
serað, og tí eiga vit at leggja
Truplar tíðir fyri
framman, men kortini er
eingin orsøk at falla heilt
í fátt. Seinri í ár verður
betri, heldur Sigurd
Poulsen,
landsbankastjóri.
Mynd: Kalmar
stórri dent á tænastur.
Men hetta gerst ikki eftir
einum degi. Sigurd Poulsen
sigur seg vóna, at ein loysn
skjótt fæst við kommunu-
skuldini so kommunurnar,
ongantíð ov skjótt, kunnu
seta skattaprosentið nakað
niður aftur. Tað verður helst
fyrsta tekini um lætta, held-
ur landsbankastjórin.
tór.-
So kom ársins fyrsta månadarløn
Hægri eykaskattur, hægri komunuskatt-
ur, minni rentufrádráttur og so er tað
Januarmånadur…
Tey, sum longu hava fingið
sína fyrstu månadarløn í ár,
fingu ein stórri ella minni
skelk tá tey sóu, hvat var
eftir, tá land og kommuna
hava fingið sítt.
Vær vistu fólk, at hækk-
aði kommunuskatturin fór
at merkjast, men at tað bleiv
so galið, vóru mong, sum
hóast alt ikki roknaðu við.
Vit hava frætt um fólk,
sum tjena millum 13 og
14.000 krónur. Hesi hava
fingið 2.000 meira í skatti
enn tey fingu í november.
Okkurt dómi hava vit eisini
um fólk, sum tjena 20.000
krónur, og sum hava fingið
3.000 krónur meira í skatti
hendan mánaðan enn tey
fingu íngvember. Hetta fyri
ikki at tala um munin mill-
um desemberskattin og jan-
uarskattin
Vit fingu eisini eina
samanbering millum des-
ember og januar.
Eini hjún við, tað vit
kalla, vanligari løn. Konan
hevur tó bert 3/4 arbeiði.
Tey fingu hesaferð 4.500
krónur meira í skatti enn tey
fingu í desember
Konan, vit tosaðu við,
segði seg ikki vita síni liv-
andi ráð.
Men alt hevur sína orsøk,
sigst.
Í flestu kommunum fór
kommunuskatturin upp í
topp. Eykaskatturin til
landskassan er hægri, og nú,
peningastovnarnir = hava
lækkað rentuna, verður
rentufrådråtturin eisini tað
minni.
Hetta seinasta taka skatta-
myndugleikarnir hædd fyri
longu nú, og tí verður skatt-
urin eisini tað hægri av hesi
orsøk. Verður hædd ikki
tikin fyri lækkaðu rentuna
nú beinanvegin, kemur lús-
ingurin bert seinri ístaðin,
og tá svíður hann enn meira.
Januar
Oman á alt hetta hava vit so
eisini januar mánað. Um-
framt at hann fyri mong
man vera bæði fysiskt og
psykiskt strævin, er januar
eisini hin strævnasti í
skattahøpi tá hugsað verður
um tað sokalladu kumula-
tivu = skattaskipani vit
hava. o
Mong ringja
Telefonin hevur annars
gingið heit í peningastovn-
um. Uppøst fólk eru í tele-
fonini sum spyrja hvat
meiningin er, tí so at siga
einki er eftir á kontoini,- um
nakað yvirhøvur er eftir.
Men á peningastovnunum
kunnu tey íkki gera annað
enn tað teldan sigur.
tór.-
Eingin
omanfyri
miljónina
Seinasta yvirlitið frá
Hagstovuni, um
hvussu mikið
føroyingar forvinna
sigur, at eingin tjenar
longur meira enn eina
millién
Sambært Hagtidindi eru
ikki longur fleiri fólk í
Føroyum, sum forvinna
meira enn eina millión. Í
seinasta Hagtíðindi er
yvirlit yvir inntøkubyti
hjá føroyingum. Hetta er
yvirlitið fyri inntøku-
árið 1992.
Við best lønta bólkin -
tey sum tjena meira enn
eina millión - stendur nú
eitt stórt null, so her er
talan um eina rættiliga
stóra broyting í mun til
árini fyri.
I inntøkuårinum 1990
vóru 25, sum tjentu
meira enn eina millión,
og í 1991 vóru tey 38,
men sum skilst, so er
eingin eftir nú.
Hinvegin eru nógv
fleiri, sum í 1992 tjentu
beint undir milliónina í
mun til undanfarna árini.
Í 1992 tjentu 60 fólk í
Føroyum millum
800.000 kr. og eina
millión.
Stóru bólkurin liggur
annars í inntgkubólkin-
um millum 100.000 kr.
og 200.000 kr. Í hesum
inntókubólkinum vóru í
1992 9.614 fólk.
tór.-
Feroyar/
Danmark
Mánakvgldið klokkan
20 skipar Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag fyri
limafundi í felagshølun-
um á Argjum.
Á fundinum fara
Marita Petersen, løg-
maður, og Atli Dam,
løgtings- og fólkatings-
maður at greiða frå um
Á fundinum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
fara Marita Petersen og Atli Dam at greiða frá |
blokkstuðulsskipanina.
Trivið verður annars
eisini í onnur viðurskifti
millum Føroyar og Dan-
mark. Somuleiðis um
vidurskiftini = millum
føroyska og danska
tór.-
f
|
|