týsdagur 17. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
29
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt,
at
Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 13. juni 2003, við
heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29.
oktober 1988 um um-
hvørvisvernd grein 1,
stk. 4 í kunngerð nr. 54
frá 3. mai 1994 hevur
góðkent:
Betongblandistøð hjá
P/F Løvubetong
við Norðskála
Góðkenningin liggur al-
ment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast
til Landsstýrismannin í
u m hv ø r v i s m á l u m .
Møgulig
kæra
skal
sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Falkaveg-
ur 6, 2. hædd, FO-100
Tórshavn, í seinasta lagi
fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Tvøroyrar Býráð
Kort við uppskotum til gøtunøvn hanga frammi á
býráðsskrivstovuni til 1. okt. 2003. Møguleiki er hjá
almenninginum at koma við broytingarupp-
skotum.
Tvøroyrar Býráð
Hjálparfólk
Søkt verður eftir hjálparfólki at byrja 18. aug. 2003.
Starvið umfatar m.a. viðlíkahald av goymsluni, rein-
gerð av hillunum í avgreiðsluhølinum og í kjallar-
anum, ganga ørindi, avgreiða postpakkar, hava
ábyrgd av matstovuni og annað fyrifallandi arbeiði.
Arbeiðstíðin er mánadag frá kl. 8.30-17.30 týsdag-
fríggjadag frá kl. 8.30-15.00.
Løn sambært lønarsáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum skal
vera Apotekinum í hendi áðrenn 14. juli 2003.
Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
Boks 97
Runavík
Kunning um
tilbúgving á skipum móti
yvirgangsatsóknum
Eftir yvirgangsatsókningar móti World Trade Center
hin 11. september 2001, eru nógv tiltøk sett í at
fyribyrgja yvirgangsatsóknum. Altjóða sjóferðslu-
felagsskapurin IMO hevur lýst trygdartiltøk fyri skip
og havnir í SOLAS konventiónini, kapitul XI. Hvussu
hetta skal gerast er staðfest í »International Ship
and Poirt Facility Security Code« (ISPS kotuni). ISPS
kotan skal verða sett í verk hin 1. juli 2003. Øll
farmaskip yvir 500 BT og allar havnir, har farmaskip
í uttanlandssigling koma, skulu lúka ávís krøv. Har-
umframt skal altíð greiða verða á hvat er í bingjum
og trailarum, ið verða útflutt.
Møguligar avleiðingarnar av at krøvini í ISPS kotuni
ikki verða lokin kunnu verða,at skip fáa trupulleikar
tá tey koma í fremmandar havnir,bingjur og trailar-
ar kunnu fáa truplleikar.
Til tess at kunna um ISPS kotuna, hvørji krøv ið
verða sett til skip,havnir og útbúgvingar ið krevjast
til at umsita kotuna, bjóðar Skipaeftirlitið øllum
áhugaðum til fundar á Føroya Sjómansskúla
fríggjadagin hin 20. juni 2003 klokkan 14.00
Skipaeftirlitið
Skipaeftirlitið
Fiskimálaráðið
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Edv-starvsfólk
Søkt verður eftir einum starvsfólki til edv-deildina
hjá politinum at arbeiða fulla tíð (38 tíma viku) frá 1.
juli 2003 at rokna ella skjótast tilber eftir henda
dato.
Vanliga arbeiðsstaðið er politistøðin í Havn, men
roknast kann við uppgávum á hinum tænastustøð-
unum eftir tørvi. Umframt Havnina er talan um
politistøðina í Klaksvík, Runavík, Vestmanna, Mið-
vági, Sandi og á Tvøroyri – ella 11 ymisk støð við
samanlagt gott 100 starvsfólkum.
Førleikakrav: Tú skalt vera við til at umsita edv-
útgerðina, fremja brúkaraadministratión, system-
administratión, umsita e-post, røkja Meridian-
telefonskipan v.m. Forritini Windows 98, -2000, -NT,
MS Office og Exchange verða brúkt. Nakað av før-
leika til UNIX minidatamat er ein fyrimunur, men
ikki nakað krav.
Tú skalt bæði kunna arbeiða saman við øðrum og
sjálvstøðugt.
Hevur tú áhuga í hesum arbeiði, góð samstarvs-
evni, neyðuga útbúgving og/ella verkligan førleika
vænta vit at hoyra frá tær.
Øll eru vælkomin at søkja, uttan mun til kyn, átrúna
ella etniska støðu.
Lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi avtalu
millum danska fíggjarmálaráðið og viðkomandi
fakfelag.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til
Sóley í Selvindi, tlf. 35 14 48 lok 5555.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,viðmælum –
og har tú setur fram tíni lønarkrøv – verður at senda
til: Føroya Landfúti, Postboks 3018, FO-110 Tórs-
havn, innan 24. juni 2003.
Føroya Landfúti
Føroya Studentaskúli
og HF-skeið
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Telefon +298 312973 - Telefax + 298 318624
Søkt verður eftir
hjálparfólki til
kantinuna
Tað verður lagdur dentur á, at tann, ið sett/ur
verður er røsk/raskur, álítandi og nærløgd/lagdur
í sínum arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú ert
von/vanur við køksarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Arbeiðstíðin er hvønn gerandisdag frá kl. 8.30 til
15.00 teir dagar tá skúlagongd er.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
skúlan.
Umsóknir skulu verða rektaranum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 19. juni 2003.
Pedagogar
Søkt verður eftir 3 pedagogum 34 t., 2 pedagogum
30 t. og 4 pedagogum 24 t. um vikuna, at byrja 11.
august 2003.
Dr. Margrethu Barnagarður er normeraður til 94
børn í aldrinum 0 til 7 ár sum eru bólkaði soleiðis:
1 vøggustova á 10 børn í aldrinum 0 til 3 ár.Til hesa
stovu søkja vit eftir 1 pedagogi á 30 t.v.
3 barnagarðsstovur á 21 børn í aldrinum 3 til 5/6 ár.
Til hesar stovur søkja vit eftir 2 pedagogum á 34 t.v.,
1 pedagogi á 30 t.v. og 3 pedagogum á 24 t.v.
1 forskúlastovu á 21 børn í aldrinum 6 til 7 ár. Til
hesa stovu søkja vit eftir 1 pedagogi á 34 t.v. og 1
pedagogi á 24 t.v.
Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs enda-
mál er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0
til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í
tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan
hátt.
Tann ið settur verður skal hava:
• Góð samstarvsevnir
• Vera kreativ/ur
• Kunna arbeiða sjálvstøðugt
• Duga at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum
• Hava ábyrgdarkenslu.
Vit vænta at tú saman við okkum skapar eitt gott
umhvørvi á stovninum.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Ar-
beiðsgevarafelagið, lønarstig 9.
Um eingin pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Umsóknir saman við avritum av prógvi og viðmæl-
um skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juli
2003.
Meira fæst at vita við, at venda sær til leiðaran
Marjun Lassen á tlf. 455557 lokal 10.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
FO-700 Klaksvík
Gøtu Skúli søkir
eftir lærara
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv til
skúlaárið 2003/2004.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi 25. juni kl. 14.00.
Um nærri upplýsingar ber til at venda sær til fyrsta-
læraran á tlf.441059 ella formannin í skúlastýrinum
tlf. 441614.
Gøtu Skúlastýri
v/ Maria Gregersen
510 Gøta
Ørindagenta/-
drongur
Søkt verður eftir ørindagentu/-dreingi til skrivstov-
una í Havn. Tað er ynskiligt,at tann,ið settur verður,
kann byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin verður van-
liga frá kl. 8-13, men roknast kann við, at viðkom-
andi skal avloysa fulla tíð (8-16) á móttøkuni í
summarfrítíð stovnsins, t.e. frá 21. juli-18. august
2002.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um innan- og utt-
anhýsis ørindi, avloysing á móttøkuni við telefon,
posti og annað fyrifallandi arbeiði fyri skrivstovuna.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir ungum fólki við students-, HF- ella
HH-prógvi, og sum ætlar sær at fara undir víðari
útbúgving um eitt ár ella so. Fólk, sum verða liðug
við próvtøkuna í ár, kunnu eisini søkja.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs-
mannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir verða at senda Landsverkfrøðinginum,
Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skriv-
stovuni í hendi í seinasta lagi 23. juni 2003. Merkið
brævbjálvan »Umsókn eftir ørindafólki«. Nærri
upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.311333 og
tosa við Levi Hentze.
Hús til sølu á
Tvøroyri
Hús 55 m2 í trimum hæddum.
Grundøki 355 m2.
Privat parkeringspláss.
Áhugað kunnu ringja 371980
Aðalfundur
Aðalfundur verður á Suðuroyar Kunningarstovu
leygardagin 5. juli 2003 kl. 13.00.
Suðuroyar Kunningarstova
C
M
Y
K
29
28