Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 19 — 28. JANUAR 1994 Telduskeið í viku 6: MSDOS/PCDOS: 7. feb. Windows: 8. feb. Undirvísingin er frá 9 til 16 Adressan er Brekkutún t, Hoyvík Tekning og nærri upplýsing fer fram á tlf. 1 6173 FøroyaDataSkuli Telefon 16173 Løgfrødingur Eitt starv sum løgfrødingur (cand. jur.) í Sjóvinnufyrisitingini er leyst at søkja. Sjóvinnufyrisitingin er stovnur undir landinum, ið í sínum virksemi fevnir um umsiting av sjóvinnulóggávuni, lóg um skipaskráseting, og tær nýggju vinnu- lógirnar (lóg um partafeløg, småparta- feløg, ársroknskaparlógin v.m.). Tann, ið settur verður, skal virka sum løgfrødiligur málsviðgerði í málum við- víkjandi sjóvinnulóggávuna og vinnu- lóggávuna og situr hann fyri skipa- skránni (t.e. >registrator<). Uppgávurnar sambært vinnulóggáv- uni eru at skipa skráseting av feløgum v.m. í neyvum samstarvi vid føroyska vinnulívið og umsiting og við avvarð- andi danskar myndugleikar (t.e. >Er- hvervs- og Selskabsstyrelsen«). Ar- beidid hjå løgfrødinginum er partvis løgfrødilig málsviðgerð og partvis leið- beining av starvsfólkinum, ið hevur sjálva skrásetingina og avgreiðsluna um hendi og annars leiðbeining av brúkarunum. Umsekjari við royndum og vitan um eitt ella fleiri av légarøkjunum hevur fyri- mun. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Berth Jacobsen, leiðara av Sjóvinnufyrisitingini á tlf. 13404. Starvid er lent sambært sáttmála mill- um Feroya landsstýri og Búskapar- og løgfrødingafelag Føroya, og er setanin treytad av endaligum loyvi frå jåttandi myndugleikum. Umsóknir skulu verða Sjóvinnufyrisit- ingini, Skibsteds Pakkhús, Postboks 3068, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 11/2 1994. Sjóvinnufyrisitingin Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frå kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, 2Ha á tlf. 17200. Kvinnuhusid er opið gerandisdagar frá kl. : 14.30-16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag … frá kl. 14. 20—7.00 á morgni. Tíðindablaðið Útróðrarmenn um minstulónaruppskotið: Als eingin loysn - Vit eru vónsviknir av hasum upskotinum, sum einki hjálpir, og nú vantar lítið í, at allir útróðrarflotin verður lagdur, sigur Bjarni Vestergaard, formaður í Meginfelag Utróðrarmanna Mikudagin legði landstýrið fream uppskot um minstu- løn til útróðrarmenn í eini royndartíð frá 1. februar til 30. apríl í ár. Sambært uppskotinum skulu treytirnar fyri at fáa minstuløn m.a. verða, at fiskifarið hevur avreitt minst 15 ferðir seinastu tríggjar mánaðirnar, og at fiskifarið avreiðir minst 25 kilo uppá mannin fyri hvønn veiðidag. Lúka teir hesar treytirnar fáa teir 7.500 krónur um mánaðin í minstuløn. Fer samlaða inntøkan hjá fiski- manninum upp um kr. 12.725 um mánaðin, verður minstalønin so mikið minni. Eingin trygd Endamálið er at tryggja útróðarmonnum inntøku, stendur í uppskotinum, og í viðmerkingunum til upp- skotið stendur, at skipanin fer at verða til fyrimuns hjá smæru útróðrarførunum teir vetrarnar, tá tað viðrar illa, verður sagt í viðmerk- ingunum hjá landsstýrin- um. Útróðrarmenninir duga ikki at síggja, at inntøka teirra verður tryggjad við hesi minstulønini, og teir duga heldur ikki at síggja nakrar fyrimun fyri bát- arnar. - Hesa tíðina kunnu vera nógvir dagar, at ikki slepst út fyri illveður, og tá fáa útróðrarmenninir ikki eitt oyra. Men ikki nóg mikið við ti, teir fáa heldur ikki hasi 25 kiloini upp á mannin, sigur Bjarni Vest- ergaard, formaður í Meg- infelag Utróðrarmanna. - Øll onnur í samfelag- num hava eitt trygdarnet, tá tey missa arbeiði, men út- róðrarmenninir hava einki. Vi halda tað ikki vera órím- iligt, um útróðrarmenninir eisini fáa onkra trygd fyri inntøku, tá ikki slepst út fyri veður, og eingin fiskur er at fáa, sigur Bjarni Vester- gaard. Vónsvíkin av Arabo Hann sigur seg vera vón- sviknan av landsstýris- manninum Tummasi Arbo, sum er komin við hesum uppskotinum, tí hetta er als eingin hjálp. Bjarni Vestergaard nevn- ir dómi um, hvussu lítið útróðrarbátarnir fáa, at ein bátur fekk 300 pund við 35 stampum, ein annar 1000 pund við 70 stampum, og ein einsamallur maður, sum setti 12 stampar, fekk 10 pund uppá stampin. - Stødan hjá útróðar- monnunum er kaotisk. Teir eiga ikki fyir mat, og kunnu hvørki fáa pengar frå Al- mannastovuni ella frå Ar- beidsloyisskipanini, sigur Bjami Vestergaard, sum veit, at fleiri útróðrarmenn eru við at missa húsini, sum standa í veð, og eingin møguleika hava teir at selja bátin heldur. , Meginfelag UÚtróðrar- manna fekst í gjár við at seta saman viðmerkingar at senda løgtinginum og fiski- vinnunevndini. - Men útróðrarmenninir halda tað tó ikki vera nóg mikið at senda mótmælis- skriv. Hendir einki, fara teir allir til Havnar, leggja flotan og handað landsstýrinum lyklamnar, sigur Bjarni Vestergaard. randi Mjólkarframleiðari: At gera long-life krevur lítla ílogu Um Mjólkarvirki Búnaðarmanna ger eina íløgu fyri til- samans 10 mið. krónur, kann long-life mjólk gerast í Før- oyum, og bøndurnir kunnu framleiða lika nógva mjólk sum higartil, heldur ein mjólkarframleiðari Tað hevur verið frammi, at framleiðslan av mjólk í Før- oyum nú er so stór, at bøndurnir hava fingið ásett kvotur og nú sleppa at fram- leiða nógv minni enn hig- artil. - Eg haldi tað vera í lagi við kvotum, men tað er ikki neyðugt at seta tær so lágt. Kvoturnar kundu verið ásettar eftir framleiðsluni í 1993, sigur ein mjólkar- framleiðari, sum hevur sent mjólkarvirkinum uppskot um, hvat gerast kann við avlopsmjólkina. Hann vísir á, at innfluttar verða millum eina og hálva aðru milliónir lítrar av danskari long-life mjólk um árið. Tørvur er á slikari mjólk, tí t.d. eldri fólk brúka so lítið av mjólk, at ein pakki av vanligari mjólk ikki heldur sær. Skipini noyðast eisini at hava long- life, tí tey eru so leingi úti. Men í staðin fyri at inn- flutt hesa mjólkina, kundi hon tað sama verið fram- leidd í Føroyum, heldur mjólkarframleiðarin. Hann er komin eftir, at ein maskina, sum krevst til framleiðsluna, kostar einar 6 mió. krónur, og samanlagt kundi mjólkarvirkið gjørt fløgu fyri tilsamans einar 10 mió. krónur og verið ført fyri at framleitt longlife- mjólkina. Mjólkarframleiðarin iv- ast ikki í, at hetta figgjarliga er forsvarligt, og at tað ber til at kappast við donsku longlife-mjólkina í prísi. Maskinan kann eisini brúk- ast til onnur endamál, veit mjólkarframleiðarin at siga. - Tað má vera skilabetri at gera fløgu fyri 10 mió. krón- ur enn at lata fleiri fjós fyri 80-100 mió. krónur fara av knóranum. Tí tað hendir, um bændurnir skulu fram- leiða nógv minni av mjólk. Teir missa fótafestið. Hesin mjólkarframleiðar- in heldur, at upphæddin, sum bøndurnir lata av hvørj- um lítri av mjólk til ídnað- armjólk kundi farið til at keypt umrødda maskinuna fyri, og so varð hon goldin eftir fáum árum. randi