fríggjadagur 28. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið END Nr. 19 — 28. JANUAR 1994 Sida9
Lygnarinnar
loynikrékar
Am. spenningsfilmur frå 88 við Burt
Reynolds og Theresu Russel í høvudsleik-
lutunum. Joe Paris er fyrrv. politistur. Hann
verður åkærdur fyri at hava dripið ein gaml-
an figginda. Sjålvur sigur hann seg vera
ósekan, men hann var so mikið fullur morð-
náttina, at hann einki minnist, og hann hev-
ur heldur einki alibi.
Fríggjadagin kl. 22.40:
Dan Turell
Dan Turell
Sending um Dan Turell, sum til fyri stuttum
var ógvuliga livandi. Passar tað, at honum
dámdi jazz, dugdi at syngja Paper Moon og
var buddhistur? Hvat dámdi honum stjórar,
danskar politikarar og hví dámdi honum so
væl umhvervið á Vesturbrúgv? Nøkur
teirra, sum kendu Dan Turell, siga frá hes-
um — og eisini Dan Turell sjálvur.
Leygardagin kl. 20.40;
Rúmdin — 10:12
* á
Jergen Elers Kristensen
Um kappingina um at koma fyrst upp á
mánan, um rúmdarfergur og um D2-ferðina
í apríl 93, har ymiskar royndir við menn-
iskjum í vektloysi vórðu gjørdar.
John Thaw, Richard Griffiths og Kevin
Whately
Leygardagin kl. 22.00:
Morse
Morse jagstrar psykopatin og devlatilbiðj-
aran Barrie, sum er sloppin leysur. Men tad
er ikki sum at siga tað, tí Barrie er sannur
listamaður, tá tað ræður um at skifta út-
sjónd.
Hans Jacob Fuglø
Sunnudagin kl. 20.20:
Manna Millum
Hans Jacob Fuglø, skipasmiður í Klaksvík,
hevur gjørt fleiri modellsluppir eftir tekn-
ing. Hann hevur fingið gomlu tekningarnar
úr Onglandi, og bygt sluppirnar John Bull,
William Martin, Saltaire, Carlton o.a. Tað
sæst týðiliga, hvar í Onglandi tær vóru
bygdar.
Fyri gott 25 árum síðani kom fyrsta ser-
vicestødin millum bygdir — stødin í Koll-
fjardardali. Mangan i ódnarveðri og nógv-
um kava er hon komin væl við hjá bilførar-
um. Vit hitta Bjarna og Torbjørg Jøkladal,
sum hava rikið og átt støðina øll hesi árini.
Tónleikagestur er eisini við í sendingini.
Torbjørg
Jøkladal
Menn og myndir i
Føroya søgu i 19. øld
— Um Chr. Pløyen
Hans J. Debes, professari, hevur skrivad.
Debra Winger og Tom Berenger
Debra Winger og Tom Berenger hava
høvudsleiklutimar í hesum amerikanska
filminum frá 88. Ein ågangandi sjónvarps-
vertur verður skotin í Chicago. Cathy kem-
ur í eina svára stóðu, tí hon er hugtikin av
Gary, sum kanska er drápsmaðurin og
kanska hevur samband við Ku-Klux-Klan —
men bara kanska, tí vanliga er hann ein sera
dámligur maður.
Tysdagin kl. 21.20:
Landið er burtur
Fy
á
På
Guy Pion og Piotr Zaitchenko
Franskur filmur frå 91.
Ein sorgblíður filmur um tveir eystur-
europearar, sum hava arbeitt í Fraklandi eitt
summar og nú ætla sær heimaftur. Men
Ólukkutíð er heimland teirra horvið, og
eingin tykist vita nakað um tað. Eingin
vegur er aftur — og hvar er vegurin fram?
Eitt land, tvey fólk
— 1:4
f 1990 gjørdist Berlin ein byur, men av-
leiðingarnar av at býurin hevur verið byttur
í tveir partar í 40 ár eru grefligar. Bæði
sosialt, søguliga og búskaparliga hava tey
bæði fólkini livað undir heilt ymiskum
skipanum.
Mikudagin kl. 20.35:
Indiana Jones
Frakland í 1916. Heimskríggið herjar
Europa, og líðingarnar í skotgravunum eru
ræðuligar. Indy og herdeild hansara fáa boð
um at fara í part við fraklendingum. Nú skal
tað seinasta og avgerandi slagið móti týsk-
arum standa — tað ræðuligasta slagið, menn
vita um.
Í hesum partinum av Indiana Jones eru
ógvuslig brot, og hann er tí óhóskandi fyri
smærri børn.
Mikudagin kl. 21.50:
Heimsins ale
brudargenta
Am. sjónvarpsfilmur frå 91. Brenda hevur
alt — uttan mann. Men ein dagin fær hon
nýggjan skrivara og hann er bæði ungur og
sjarmerandi — og hevur ikki heilt ongan
áhuga fyri Brendu.
Hósdagin kl. 22.40;
Ansið eftir, hermenn!
Am. skemtifilmur frá 53 við Bob Hope og
Mickey Rooney í høvudsleiklutunum.
Wally Hogan skipar fyri boksing, og nú
hevur hann endliga funnið ein boksara, sum
kann vinna honum bæði pening og mæti.
Men tá alt sær ljósast út, verður hesin
boksarin kallaður inn til hertænastu.