Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Arbeiðsloysisstuðulin kostar: Yvir million = * 4 - hvønn dagin hovdið í sandin — Tá teir 17 løgtingslimirnir avkvøddu fyri sem- Arbeiðsloysið er eftir tveimum vikum økt við 17 Hósdagin var útgjaldingar- dagur aftur hjá Arbeidsloyi- sskipanini, sum hesu ferð noyddist av við 800 túsund krónur meira enn fyri 14 døgum seinast. Samanlagt rindaði Ar- beiðsloyisskipanin hósdag- in 10,3 mió. krónur í ar- beiðsloysisstuðli | saman- lagt til bæði fulltíðarar- beiðsleys og til fiskavirk- isfólkini, sum høvdu rætt til ískoytisstuðul. Arbeiðsloysið hevur enn einaferð sett met. Hósdagin vóru 4.265 fólk arbeiðsleys, og tað eru 17 fleiri enn fyri tveimum vikum síðan. 1060 fiskavirkisfólk fingu ískoytisstuðul. Hetta er væl minni enn seinast, men hesi tølini kunnu ikki rættiliga samanberast, tí seinast fingu ngkur stuðul fyri tíðina um nýggjársleit- ið. Tølini fyri tey fulltíðar- arbeiðsleysu vísa, at ar- beiðsloysið er økt mest í Havnini, har 35 arbeiðsleys nú vóru fleiri enn seinast. Arbeiðsloysið er eisini vaksið nakað í Suðuroynni og í Vágum. Í Eysturoynni vóru 44 færri arbeiðsleys enn sein- ast, men talið av arbeiðs- leysum er tó framvegis størst í Eysturoynni, 1165. Á gðrum plássi liggur Havnin við 1025 arbeiðs- leysum fólkum. At talið av fulltíðarar- beiðsleysum er minkað í Eysturoynni sæst aftur í yv- irlitunum yvir talið av fiska- virkisfólki, sum fáa ískoyt- isstuðul. 43 fleiri eystur- oyingar fingu hesu ferð ískoytisstuðul. Størsti bólkurin av ar- beiðsleysum eru tey millum 25 og 34 ár. 1034 í hesum aldrinum høvdu nú einki arbeiði. randi Javnan svik móti tryggingini - Tað er ikki okkara uppgáva at spæla de- tektivar, men hinvegin hava vit skyldu til at umsita pengarnar hjá tryggingini skila- gott, sigur Bjartur Dalsgarð, stjóri á bil- tryggingini, sum av og á vísir politinum á sín illgruna um tryggingarsvik Herfyri vórðu tvey mál um svik móti føroysku bil- tryggingini umrødd í fjøl- miðlunum. Í øðrum førin- um var tað ein føroyskur bilur, sum varð meldaður stolin í Danmark. Hinu ferðina brann ein bilur í Havn. Í báðum førunum varð staðfest tryggingar- svik, og teir seku fingu sín dóm. Bjartur Dalsgarð, leiðari á biltryggingini, sigur, at tryggingin av og á hevur illgruna um svik, tá bilar hvørva ella gerast vrak, og táheitir tryggingin á politiið um at kanna umstødurnar, um politiið ikki av sínum eintingum hevur sett kann- ing í verk. Tað eydnast tó ikki altíð at prógvað, at svik er framt, sjálvt um alt bendir á tað. Bjóðaði vinning Hesu ferðina við bilinum, sum hvarv í Danmark fyri einum ári síðan, eftirlýsti tryggingin gjøgnum eitt danskt tryggingarfelag bilin og bjóðaði vinning til tann, sum kundi hjálpa til við at loysa gátuna. Eft- irlýsingin gav úrslit, og ein kona, sum hevði sæð nakað løgid við bilum, ið vórðu gjørdir um, bleiv nakrar túsund krónur ríkari. Bjartur Dalsgarð sigur, at tryggingin av og á bjóðar vinning á henda hátt og hevur annars fólk at hjálpa sær við at leita, umframt at politiið eisini ger sítt. - Okkara uppgáva er ikki at spæla detektivar, men hinvegin hava vit skyldu til at umsita pengarnar hjá tryggingini skilagott, sigur Bjartur Dalsgarð. Kostaði nógv Føroyski bilurin, sum hvarv í Danmark, var ein av teim- um dýru, og "stuldurin" kostaði trytggingini nógvar pengar. Ti varð gjørt so nógv burturúr at finna bilin, sigur Bjartur Dalsgarð. Hann veit, at dømini eru nógv um bílar, sum "hvgrva", og koma afturí aftur onkrastaðni eystan- fyri, eitt nú í Polen. randi Tíðindablaðið Thomas Arabo um kvoturnar: Løgtingslimir hava stungið juni við donsku stjórnini 3. november, so vóru teir greiðir yvir, at hetta merkti, at vit fingu handilskvotur í Fóroyum, sigur hann Danir hava sett sum eina treyt fyri at umfíggja lánini hjá landskassanum, ið fella til gjaldingar í ár, at skipan við umsetiligum kvotum verður sett á stovn í ár. Hetta stendur tíðuliga í avtaluni frá 12 oktober mill- um donsku stjórnina og Føroya Landsstýrið. — Triðja november atkvøddu 17 tinglimir fyri avtaluni við donsku stjórn- ina og harvið eisini fyri at vit fáa umsetiligar kvotur. Hetta er ein realitetur. landsstýrið hevur fylgt av- taluni við donsku stjórnina við at leggja uppskot fyri tingið um handilskvotur. Vit hava gjørt okkara part, sigur Thomas Arabo. Kennir tú teg svíktan av egnum samgongulimum, nú teir ikki vilja atkvóða fyri uppskotinum um hand- ilskvotunum? — Svíktan og svíktan, tað veit eg ikki. Men tað tykist sum løgtingslimirnir hava stungið høvdid í sandin. Teir hava kanska roknað við, at danir fóru at gloyma kravið um handilskvotur. Soleiðis er ikki tá avtalur verða gjørdar millum tvær stjórnin og tvey parlament. Tá skulu avtalur haldast, sigur Thomar Arabo. — Løgtingod hevur havt tíð at umhugsa uppskotið um kvoturnar. Hetta var longu liðugt frá okkara síðu 20. november. Tað varð sent til politikkarar og til vinnuna. Tosað var aftur og fram til jólar, tá avgjørdu vit at senda uppskotið niðan í tingið, sigur Thomas Ara- bo, landstýrismaður. — Tað kemur ikki nakað nýtt uppskot fram nú frá landsstýrinum. Tað upp- skot sum verður samtykt, skal í hvussu er innihalda tær treytir sum standa í upp- runauppskoti landstýrisins. Ein nevnd innan sam- gonguna situr nú og roynir at fáa eina semju um kvot- urnar. Taðer gott fyri fólka- ræði, at uppskot verða við- gjørd heldur enn at eitt dik- tat verður sent úr Tinganesi niðan í løgtingið, sigur Tho- mas Arabo. — Vit hava ikki eins stóran avgerðarrætt í dag sum fyrr. At vit fylgja semjuni við donsku stjórnina er ein treyt fyri, at danski statskassin umfíggjar tey lán sum fella til gjaldingar hjáokkum í ár. Og tað er ikki smávegis upphæddir talan er um. Tær 180milliónirnar til Japan er bert tað fyrsta. Fleiri koma seinni og føroyingar koma helst at gjalda eina hálva milliard krónur í lánum bara í ár, sigur Thomas Arabo. — Føroyingar eru í eini ggiligari fíggjarligari klemmu nú. Vit klára ikki atrinda okkara lán aftur, um vit ikki fáa onkran at hjálpa okkum. Í hesum førinum er tað danski statskassin. Tað kundi eins væl verið Hamb- roes Bank. Men tað hevði neyvan verið frægari. Treytir høvdu vit fingið undir gllum umstødum, sig- ur Thomas Arabo. —Vit fáa eina skipan vid handilskvotum um vit vilja tað ella ikki í næstum, sigur Thomas Arabo at enda. jústinus Bara Klaksvík IRF fær enn pengar frá øllum hinum lima- kommunum Klaksvíkar kommuna boð- aði herfyri alment frá, at hon ikki longur hevur ráð at gjalda til IRF fyri burtur- beining av burturkasti, og hetta hevur við sær, at IRF hevur steðga innsavningini av ruski úr Klaksvík. So leingi kavin liggur, hendir neyvan nakað í mál- inum, tí renovatiónsbilarnir kunnu ikki koyra kortini. Men nú er tað so upp til Heilsufrødiligu Starvsstov- una og heilsunevndina at loysa spurningin, tí IRF fer ikki eftir burturkasti frá kommunum, sum skylda meira enn eitt mánaðar- gjald. Triggjar aðrar kommunur gjalda ikki sjálvur fyri burt- urbeining av burturkasti. Tær leggur landið út fyri, so IRF fær sítt. Hetta eru Við- areiðis, Húsa og Tvøroyrar kommuna. Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistødini, sigur, at IRF ikki hevur stórvgeis trupulleikar av at fáa pengar frå gørum kommunum enn Klaksíkar kommunu. Tað sæst eisini á roknskapartøl- unum, at útistandandi upp- hæddin var á leið tann sama á nýggjárinum sum fyri ein- um ári síðan. randi