Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Tíðindablaðið { sostalurin | Fyrireikingarbólkurin fyri Landsfelagi fyri Sethúsaeigarar: Ikki eitt felag fyrj jaldsnoktarar - Felagið skal ikki nýtast til at fáa fólk inn á ting, men skal vísa politikarunum á skeivleikar og órætt, skal halda yega við ti sum fer fram, og mótmæla , tá ovbodid er, siga fyrireikararnir i skrivi til fjølmidlarnar Sethúsafelagið ein | mótmælisrersla Súsanna Dam, eina av stig- takarunum at stovna lands- felag fyri sethúsaeigaar, játtar at felagið kann gerast ein métmælisrørsla. - Vit hava fingið so nógv- ar áheitanir og nógv hug- skot um, hvgrjar uppgávur eitt slíkt felag skal fara undir. Tú kanst saktans kalla tað so, sigur Súsanna Dam. - Hava tit nakra hóming av, hvussu stóra undirtóku felagið hevur? - Tað er Ogjørligt at siga, men vit hava hoyrt tól sum 10.000 og 20.000 limir. - Er tað ikki eina vandi, um felagið verður stovnað á so breiðum grundarlag, sum tit nú lýsa við? - Nei, tað haldi eg ikki. Tá eitt nú so grundleggjandi tiltøk eru í umbúna - sum at seta handilskvotu í gildi, so rakar tað einstøku familjur- nar meint. Hetta eru eisini sethúsaggarar. Selja fiskin svart - Sleppa menn ikki í fjørdin, og at avreiða fiskin á flaka- virkinum, so kunnu teir bert fiska til egið brúk, ella at selja svart sjálvandi, men tá fara øll sethúsini kortini. - Tit siga tykkum ikki hava ætlanir um at fáa fólk vald á ting. Fáa tit nakra ávirkan uttan politiska stóðutakan? -Um tad er nakað hald í at vit hava demokratiska stýr- isskipan, so eigur eitt slíkt felag sum hetta at fáa politiska ávirkan, hóast vit standa uttan fyri. - Aðrastaðni eru eisini stórir åhugafelagsskapir, sum hava ávirkan á polit- isku flokkarnar. Fær Set- húsafelagið stóra undir- tóku, kann hugsast at tað sama hendir hjá okkum. - Uppleggið til stovnandi fundin fevnir um so mangt annað enn bert sethúsalán- ini? - Tað kann tykjast eitt sindur ósamskipað, men hesi evni eru so tey, sum vit eru biðin at taka okkum av.Taðer torført hjåokkum, ti vit sita i hvør sinum heradshorni, men tad fer at laga seg, tå felagid er stovn- 20. - Hava tit nóg haldgott grundarlágut fara undir so fjóltáttað virksemi, sum fundarevnini lýsa? - Vit hava fingið serkøn Súsanna Dam, stig- takari til stovnan av sethúsafelag Fyri sløkum mánaði síðan, var fyrsti fundurin um at stovna landsfelag fyri set- húsaeigarum. Dúgliga hev- ur verið fundast kring land- ið, og nógv viðurskifti hava verið umrødd á hesum fundum. Fyrireikarnir til sethúsa- felagið hava nú felt á blað, hvat er komið fram á fundu- num, eins og teir eisini hava skrivað til Fólkatingið og mótmælt, at handilskvota- skipanin verður sett í gildi í Føroyum. Dagurin 15. februar er å- settur til stovnan av lands- felagnum. Hesin fundur verður í Norðurlandahúsi- num, og har fara tey at gera tað møguligt fyri einum 600 - 700 fólkum at sleppa á fundin. Í skrivinum siga fyrireik- arnir, at teir samdust um, at nú var nóg mikið tosað, nú skuldi okkurt gerast. - Vitkunnu ikki standa og hyggja at, meðan politikar- ar syndra allar framtíðar- vónir fyri Føroya land, siga fyrireikamir. Fyrireikarnir siga, at teir hava fingið dyggan stuðul um alt landid, har fundir hava verid, eins og teir dag- liga hava fingið nógv hug- skot frá fólki, viðvíkjandi hvat eitt slíkt felag sum hetta kundi arbeitt við. Fyrireikarnir hava hoyrt nógv um neydstødu, har tørvur er å bædi mati og ødrum til livsins uppihald. - Vit hava eisini hoyrt skelkandi søgur um, hvussu kroyst fólk kenna seg av myndugleikum og bankum. - Vit halda, at tíðin er komin at stovna eitt felag fyri vanlig fólk, sum mót- mæli móti teimum vitleysu byrðunum okkum eru á- lagdar. - Av tí at sethúsaeigarin er tann bólkur, sum er ringast fyri, halda vit tað vera hósk- iligt, at felagið gerst eitt landsfelag fyri sethúsæiga- rar. Tó skulu allir føroying- ar kunna gerast limir í felag- num, verður m.a. sagt í skrivinum frá fyrireikaru- num. Fyrireikarnir hava gjørt eitt yvirlit yvir evnini, sum verða tikin fram á stovnandi fundinum í Norðurlanda- húsinum. Hetta er tey mest átrokandi málini, sum fólk hava ynskt vóðru kannað. Evnini eru í raðfylgju: Gera kommununalu barnaverndirnar sína skyldu mótvegis barnafam- iljum í trongstødu. Yvirheldur Líkningar- ráðið samskattaavtalur- nar, sum eru giørdar við onnur lond. Fólk skulu ikki keypa hús á tvingsilssølu. Almennur grunnur yvir- tekur sethús sum eingin prísur fæst fyri, og leigar fyri ta upphædd einhver klárar, so at eingin noyðist at rýma av landinum av neyð. Fáa í lag ókeypis fíggjar - lógar- og aðra ráðgeving fyri fólk í trongstødu. At enda siga fyrireikarnar í skrivinum, at tað als ikki er ætlanin, at Sethúsafelagið skal verða eitt felag av gjaldsnoktarum, og at flest øll fólk, sum hava vent sær til teirra, eru fús at stríðast fyri at svara hverjum sítt, men sum av ymsum or- søkum eru soleiðis fyri, at tey ongan pening hava. nar kanska sjålvgjørdar, men ikki hjå teimum flestu, tf har eru trupulleikarnir i- komnir, sum fólk als onga ávirkan hava á, og sum núer við til at taka grundarlagið undan teimum. Fundurin í Norðurlanda- húsinum verður 15. februar kl. 19.30. Dagny