leygardagur 29. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Síðag9
Gunnar Martens, í danska forsætismálaráðnum:
Handiskvoturnar
eru týdningarmikil
partur av avtaluni
— og tær mugu fóroyingar innanhýsis koma ásamt um
Nú um dagarnar vóru
fleiri danskir
embætismenn á vitjan í
Føroyum. Ørindi teirra
vóru at vita, hvussu
stendur til við búskapinum
og at hyggja eftir, um tær
avtalur, sum føroyingar og
danir gjørdu herfyri,
verða fylgdar. Millum
teirra, sum var í Føroyum,
var Gunnar Martens, sum
starvast sum embætismað-
ur í forsætismálaráðnum
við atliti til serliga Før-
oyar.
Gunnar Martens sigur,
at teir undir vitjanini í
Føroyum hava hugt eftir,
hvussu búskaparliga
gongdin hevur verið hesa
seinastu tíðina og hava
hverja fløskuna.
EINKARSØLAN
Vidvikjandi
Panti å vin-
og
brennivinsfløskum
Nú er møguligt at lata allar vin- og
brennivinsfløskur frå Einkarsøluni
innaftur og fåa pant kr. 2,50 fyri
Á útoyggjunum verða fløskur latnar
inn á posthúsið á staðnum. Har er
treytin fyri at fáa pant fyri fløskurnar
tann, at tær eru í einum reyðum
tundurkassa frá Einkarsøluni.
teir eisini hugt eftir, um
seinasta avtalan koyrir
eftir ætlanini.
Talan hevur verið um
eitt sokallað "midtvejs-
møde", har báðir partar
skuldu tryggja sær, at tað
gongur sum ætlað.
Uppá fyrispurning
hvussu stendur til við
búskapinum sigur Gunnar
Martens, at tað gongur,
sum ein hevði mett men
hann viðgongur, at her er
ikki so nógv at gleða seg
til.
-Men sær stødan í Før-
oyum ikki ógvuliga álvars-
lig út í løtuni?
-Sammetir tú við tær
góðu tíðirnar, so er greitt,
at stødan er sera álvarslig.
Formaðurin í
Gunnar Marten sigur, at
tað er okkurt, sum bendir
á, at stødan er við at koma
í eina meiri trygga legu,
har tú kanst vóna at finna
eitt fundament til tess at
fáa betri viðurskifti kom-
andi árini.
-Hvussu koyrir avtalan?
-Nøkunlunda sum hon
skal. Tad eru framvegis
nøkur lógaruppskot, sum
ikki eru samtykt í ting-
inum, men sum vit hava
skilt helst verða samtykt í
komandi tíð.
Gunnar Martens sigur,
at spurningurin um hand-
ilskvoturnar er ein ómeta-
liga týðandi partur av
seinastu avtaluni, og hann
mugu føroyingar innan-
hysis til at koma åsamt
um.
-Nú hevur tú havt nógv
við føroyingar at gera.
Hvat hevur tú at síga til
teir føroyingar, sum
halda, at danir hava verið
sera órímuligir mótvegis
føroyingum og hava ikki
sett seg nóg væl inn í
viðurskiftini her, tá teir
settu krøv í avtalununum?
-Eg haldi, at danskir
myndugleikar hava gjørt
sær sera stóran ómak við
at finna nakrar loysnir,
sum eru í tráð við tað, sum
føroyskir myndugleikar,
bæði politikarar og em-
bætismenn, meina, og eg
haldi eisini, at tann loysn,
sum er avtalað, verður ein
góð loysn fyri Føroyar.
Tað er greitt, at í eini
stóðu sum hesari, har
nógv fólk verða rakt hart
av tí, sum hendir, har má
koma eitt rættiliga harðligt
orðaskifti um, hvat er rætt.
jan
”
Ulvur á skóg.
Í Svøriki og Noregi eru
úlvar. Av og áerógvislig
orðgonga í bløðum og
manna millum um úlvar-
nar: eru teir so vanda-
miklir, at teir mugu
skjótast?
Tað heldur svenski rit-
høvundurin Marianne
Søderbáck ikki, og tað
heldur Anders Bjárvall
úr Svensk Naturvárds-
verk heldur ikki. Henda
barabókin er sersliga
ætlað bømum um 6-9
ára aldur, hon er skrivað
við stórum bókstóvum,
so allir nýbyrjarar skulu
hava lætt við at lesa
hana.
Hendingarnar í hesari
søguni fara fram í vårm-
lendsku skógunum. Vit
hoyra um, hvussu úlvur-
in livir, hvussu hann
ongantíð svevur, men
bara syvjar, hvussu hann
gongur langan veg at
finna sær ein maka,
hvussu týdningarmikið
samanhaldið í einum
úlvahúski er, og mangt
annað fáa vit at vita í hes-
ari bókini, sum er 100
síður við nógvum tekn-
ingum eftir Tor Morisse.
Ein dagin hoyrir Hák-
un úlvin ýla stutt frá sær.
Saman vid Idu fer hann
út í skógin at kanna eft-
ir…
Tey finna sl6dina, og
tað kitlar í búkinum av
Er úlvurin vandamikil?
spenningi... Tey ræðast
úlvin, men tey stúra eis-
ini fyri, at menninir skulu
skjóta hann ...
Líka áhugaverd, sum
søgan hjá Marionnu er
hjá føroyskum børnum at
lesa, líka áhugaverd hjá
tilkomnum fólki er
greinin, sum Anders
Bjårvall hevur skrivað
um úlvin. Hann skrivar
m.a., at søgan hjá Mari-
onnu er sjálvandi ein
spunnin søga, men hon
kundi verið sonn!
Anders Bjárvall starv-
ast í svenska náttúru-
vemdarfelagnum, og
hann hevur gjørt áhuga-
verðar kanningar um
úlvin í Sveríki og
Noregi. Hann veit alt,
sum vert er at vita, um
úlvin, og hann hevur
gjørt kort, sum vísa, hvar
svenski úlvurin heldur
til.
Kemur úlvurin? Skal
hann skjótast? Hvat
heldur tú?
Ulvur á skóg, sum E.
O. Prent hevur greitt til
prentingar, fæst í øllum
bókabúðum fyri 75
krónur. Jákup í Skemm-
uni hevur umsett bókina
år svenskum, og útgevari
er forlagið Nýlendi.
Norðurlendski týðingar-
grunnurin hevur veitt
styrk til útgávuna.
Formaðurin í Ferðaráðnum:
Lægri ferðaavgjald
— fleiri ferðafólk
Føroyar hava kanska hægsta ferðaavgjald
í óllum heiminum, og hetta darvar menn-
ing av føroyskari ferðavinnu, heldur
Magni Arge
Ferðaráð-
num, Magni Arge, er ikki
fegin um høga ferðaav-
gjaldið, øll ferðandi til og úr
Føroyum, skulu gjalda. Før-
oyska ferðaavgjaldið er 300
krónur, og tað er ikki bert
tað hægsta í mun til grannar
okkara, men meguliga
eisini tað hægsta í øllum
heiminum. Høga ferðaav-
gjaldið er ein stór forðing
fyri menning av føroysku
GOTT BINGO
verður -
í Bygdarhúsinum í Hósvík
sunnudagin 30. jan. kl. 16.00
Nógvir góðir vinningar ferðavinnuni, og útlending-
Eykaspælið heldur fram vi eh NNA SUR
ferðamannaland fyri fult, tå
vit samstundis seta teimum
so stórar forðingar fyri at
Bygdarfelagið VARÐIN
selja ferðaseðlar til Føroy-
ar, sigur Magni Arge í ein-
um kunningarriti frá Ferða-
ráðnum.
Formaðurin í Ferðaráðnum
sigur, at tað var eisini ein
vanlukka fyri ferðavinn-
una, tá ferðaavgjaldið í
1988 varð sett í gildi uttan
ávaring, meðan gestir í
hópatali vitjaðu í Føroyum.
Og somuleiðis til stóran
ampa, tá gjaldið seinri fekk
ein hundraðkrónuseðil
oman á seg.
Magni Arge sigur, at
greidasti mátin at sannføra
útlendingar um okkara
sterka vilja til at menna
Føroyar sum ferðavinnu-
tjóð er at lækka ferðaav-
gjaldið fyri útlendingar, so
tað samsvarar við upp-
hæddina í grannalondun-
um. Formaðurin í Ferðaráð-
num sigur seg rokna við, at
varð ferðaavgjaldið lækk-
að, fingu vit fleiri ferðafólk,
fleiri arbeiðspláss og vaks-
Magni Arge, formaður í
Ferðaráðnum heldur at,
høga ferðaavgjaldið
forðar menning av
ferðavinnuni.
Mynd: Kalmar
andi inntøkur til bæði lands-
kassan og ferðavinnuna.
tór.-
Blindastovnur Foroya
hevur opið mándag-fríggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.