Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Lars Thybjer rådgevi hjá Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Tíðindablaðið rsætisráðharranum í fóroyskum málu Tað finst eingin gandamegi Sum -Eg haldi stóðan hevur stabilserað seg og at tað ringasta er av. Men tað fer at taka tíð til ein bati merkist. Tað finast eingin gandamegi, sum her og nú kann håla Føroyar burtur úr kreppuni, ið er ein av teimum ringastu ein kann ímynda sammett við mong onnur lond í trongstødu. Hetta sigur Lars Thybjerg, biiskaparfrødingur og hógra hondin hjá bæði Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft í fóroyskum málum. Hann hevur júst verið í Føroyum Ein av teimum "tungu dreingjunum" millum donsku embætismenninar, sum júst hava vitjað í Føroyum, er Lars Thy- bjerg. Hann er búskapar- fréðingur og hevur í mong ár arbeitt í fíggjarmála- ráðnum. Herfyri varð hann fluttur yvir í forsætismálaráðið, har hann er høgra hond hjá sjålvum forsætismálaráðharranum í føroyskum málum. Hann ráðgevur eisini fíggjar- málaráðharranum. Lars Thybjerg hevur vitjað í Føroyum einaferð áður. Nú hevur hann so aftur verið her og kunnað seg um viðurskiftini. Tíðindablaðið Sosialurin fekk orð á hann, áðrenn danska embætismanna- nevndin fór aftur til Dan- markar nú um dagarnar. Stabilisering Lars Thybjerg sigur, at teir hava hava tosað við vinirnar í landsumsitingini um búskaparligu og fíggjarligu gongdina í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar. -Eg haldi, at hóast tað eru nógvir trupulleikar í fiskivinnuni, so hava við- urskiftini stabiliserad seg, soleiðis at tað fer ikki at ganga verri í hesum árin- um. -Hvussu kann ein loyva sær at siga at viðurskiftini hava stabiliserað seg, tá ein sær, at arbeidsloysistølini bara vaksa og at stødan á t.d. sethúsamarknaðinum bara versnar? -Tingini broytast ikki frá einum degi til annan. Hóast tað eru útlít til stabilisering í fiskivinnuni, so fer tað at taka sína tíð, áðrenn ein bati fer vísa seg. Hvat viðvíkur sethúsa- marknaðinum sigur Lars Thybjerg víðari, so er stødan óbroytt síðani sep- tember. Tað er greitt, at her ér talan um ein torføran marknað, men hinvegin er tað heldur ikki hent, sum onkur hevur spátt, at botnurin er farin undan sethúsamarknaðin- um. Eingin gandamegi -Í Føroyum halda fólk, at tað bara gongur tann skeiva vegin, at vit ikki eru rokkin á botn enn, og at tað fer at ganga nógv verri í 94 enn í 93. Hvussu álvarsliga metir tú stóðu- na? -Eg skilji væl, at tit í Føroyum bera ótta fyri støduni, ti føroyski bú- skapurin er raktur av eini ålvarsligari kreppu, og eina slíka loysir tú heldur ikki frá einum degi til annan sigur Lars Thybjerg og heldur fram: -Við teimum minkandi inntøkunum og tí vaksandi arbeiðsloysinum gerast fólk ótrygg, og tað merkir eisini, at tað verður ikki sett so nógv í gongd, og at fólk heldur ikki brúka tað sama. Hesi viðurskifti medvirka til, at at trupul- leikarnir vaksa, men eg haldi kortini, at ein kann loyva sær at halda, attað ringasta er av. Tvs. hyggur tå nøkur år fram, so skal tað nokk koma vend i. Men tað er rætt, at Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. Telefor/teletax 17587 og telefax 41992, skrivkele- fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadag ki. 20—23. ein bati stendur ikki beint fyri framman. Tað finst eingin magisk megi, sum her og nú kann hála Før- oyar upp úr tí kreppu, sum landið er komið í. -Nú hevur tú kunnleika til búskapir í nógvum londum og eisini londum í kreppu. Hvussu ring er okkara stóða í mun til nógv onnur lond? -Eg vil halda, at før- oyska kreppan í mun til nógv onnur lond er mill- um tær ringastu. Lars Thybjerg sigur, at tað í fórum ber til at sam- anbera støðuna í Føroyum við hana Í Eysturerupa. Har hevur ein sæð nakað somu stóðu við hóp- arbeiðsloysi og minkandi framleiðslu. Ikki á húsagang -Tað eru fólk í Føroyum, sum halda, at stóðan er so ring, at ein júst tað sama kann vera ærligur og siga, at Føroyar eru farnar á húsagang? -Nú er komin ein dómur, sum sigur, at ein komm- una kann ikki fara á húsa- gang, og so kann eitt land tað væl heldur ikki. Annars skilji eg ikki heilt spurningin. Tí fólk býr her framvegis og tað fara tey at halda fram við og tey skulu nokk klára at koma igjøgnum kreppuna. -Alsamt fleiri siga, at vit klára ikki at gjalda øll lánini aftur. Tað má gerast ein ella onnur heildarloysn. Hjálpin til sjálvhjálp, sum landið higartil hevur fingið úr Danmark, er als ikki nóg mikið! -Føroyar hava longu fingið hjálp. Tey uttan- landalánini, sum Føroyar hava tikið upp gjøgnum árini, har hevur staturin sagt seg vilja hjálpa við at umfíggja, soleiðis at Før- oyar sleppa undan at gjalda avdráttir. Hvat meira kann ein rokna við? Talan er um eina mun- andi hjálp úr Danmark til Føroya, og haraftrat hevur staturin eisini syrgt fyri, at landsstýrið hevur verið og er ført fyri at halda teir báðar bankarnar á lívi. Tað hevði ikki kunnað verið hent uttan við danskari hjálp. So eg dugi ikki at síggja, hvat annað skuldi verið gjørt, um ein ætlar at koyra víðari við hesum samfelagnum, og tað meini eg, at ein skal. Lars Thybjerg leggur tó aftrat, at tað finnast ongar magiskar loysnir, har tú uttan víðari kanst rokna við at fáa alt gjørt júst soleiðis sum tú ynskir tað. Staturin og privatu lánini -Tað eru tey, sum siga, stødan í Føroyum er at líkna við eina náttúruvan- lukku, og at danska ríkið átti at gjórt okkurt meira víðgongt. Føroyar eru jú ein partur av Danmark, og tá ein partur av einum ríki kemur í so stórar trupulleikar, er tað tá ikki ábyrgdin hjá stjórnini at hjálpa munandi? -Danska stjórnin hevur jú hjálpt og syrgt fyri, at landsstýrið ikki kemur í ta stóðu, at tað ikki kann halda sínar avtalur við út- lendskar lánveitarar, sum ein hevur átikið sær. -Men - hondina á hjart- að - er tað ikki ein mun- andi stórri sanering brúk er fyri, tí Føroyar hava í veruleikanum als ikki ráð til at gjalda øll lánini aftur? -Tað eg havi tosað um eru lán hjá landsstýrinum í útheiminum. Fyri hesi lán hava vit jú gjørt avtalur. kann hála Føroyar úr kreppuni Tey privatu lánini kann staturin ikki leggja seg út í. Lars Thybjerg vísir á, at í Danmark og ødrum londum er mannagongdin tann, at kann ein fyritøka ikki gjalda sini lån, so må ein koma til eina ella aðra semju vid sinar lånveit- arar. Í nøkrum førum fer ein fyritøka å heysin, f ødrum verdur gjørd ein avtala, og tad er just hetta, sum er gjørt f Føroyum f fleiri fórum. Hetta er heldur ikki so einfalt, sum tað kundi sæð út til, tí út- landið er ikki bert ein lángevari men fleiri. Har finst eingin gandaloysn. Vit spurdu Lars Thy- bjerg um ikki fólkaflyt- ingin kann gerast ein stór hóttan fyri búskapin og landið! Til tað sigur hann, at tað sjálvandi er sera óhugnaligt at síggja, at støðugt fleiri flyta av landinum. Men mong teirra fara til Danmarkar at fáa eina útbúgving fyri so at venda heimaftur einaferð. Annars mugu vit bara viðganga, at vit hava eitt frítt samfelag, har fólk kunnu koma og fara sum teimum lystir. -Hvat hendir um før- oyingar ikki vilja góðtaka handilskvoturnar? -Tá hava vit eina nýggja stóðu. jan Gunnar Martens og Lars Thybjerg, tveir av teimum týdningarmestu embætismonnun danska ismål um Í sum hava vid føroysk viðurskifti at gera. Her eru teirr stæddir á Hotel Hafnia í Havn. Mynd jan HA US