Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Meðan stríð er um handilskvotur og ALS: Nærum 20.000 t. minni fiskað enn fiskifrødingar mæla til! Tað seinasta um handils- kvotur er, at danska stjórnin noktar at umfíggja eitt utt- anlandslán fyrr enn upp- skotiðer samtykt. Hetta vís- ir nakað um tær kreftir, sum verða nýttar til ikki veru- ligar ella í hvussu er bert partvíst veruligar trupul- leikar. Uppskotið um handils- kvotur er grundað á, at vit veita meira av fiski undir Føroyum enn fiskifrøding- ar mæla til. Men hjåsetta talvan visir, at hetta er ein fullkomulig misskiljing. Hon vísir nevniliga, at veiðan í 1993 var munandi minni enn fiskifrødingar mæla til at veida i 1994. Serliga fyri upsa og kongafisk er mun- urin stórur, og fyri hesi okk- ara tvey mest týdningar- miklu fiskasløg er als ikki tørvur fyri at fáa gjørt ætl- aðu kvotaskipanina. Her er enntá møguleiki fyri eini munandi gking av veiðuni áðrenn vit røkka tilmælid hjá fiskifrødingunum. Viðv. toski og hýsu er stødan nakað serlig vegna ta stóru minking í hesum stovnunum. Men tølini vísa, at hóast hetta, so er minni veitt av hesum fiskasløgum enn hóast alt verður mælt til. Tí er tað snøgt sagt ør- skapur at taka landskassan sum gísla fyri at hurla eitt helst óbrúkiligt uppskot í- gjøgnum í tinginum. Annars siga hesi tøl eisini nakað um tann politikk, sum verður førdur, og sum partvíst er orsøkin til tað stóra arbeiðsloysið, sum vit hava. Stødan er nevniliga tann, at vit hava fiskad 20.000 t. minni enn vit kundu, samstundis sum tad almenna hevur goldið hópin av peningi fyri at minka um flotan. Afturat hesum hevur landsstyrid tikid fiskiloyv- ið frå skipum, sum kundu verið við til at troyta serliga upsastovnin á ein forsvar- ligan hátt. Um vit fiskaðu t.d. 15.000 t. afturat, hevði hetta givið 30 mill. bert í arbeidsløn- um. Hetta hevði eisini givið uml. 60 mill. í gktum av- reiðingarvirði, og hevði kunnað givið 20 mill. aftur- at í hýrum. Tað er ikki ringt at rokna út, at tað økta virk- semið á hesum gkinum hevði nærum einsamalt ver- ið nóg mikið at fáa javnvág í roknskapin hjá ALS. Og hetta er bert eitt av nógvum dómum um at meira kundi fingist burtur úr um politikkurin var gðr- vísi. Óli Jacobsen Tíðindablaðið Síða 12 Nr 20-29 JANARI94 — ——— Tíøindabaðið ØD Síða 12 Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Uppskotnar kvotur- og veiðan í 1993 Uppskotnar kvotur: Toskur 6.800 tons — Føroya Banki 1.400 tons Hýsa 6.000 tons Upsi 41.500 tons Kongafiskur | 13.300 tons Longa 2.100 tons (Blálonga 3.500 tons (Brosma 3.700 tons Tils. ” 71.000 tons (Tils. 78.300 tons Veiða í 1993: 6.000 tons (totalt) 4.000 tons 32.000 tons 9.500 tons 3.000 tons 2.300 tons) 3.000 tons) 54.500 tons excl. brosmu og blálongu 58.800 tons) incl. brosmu og blálongu Fyrri teigurin vísir tilmælid hjá fiskifrødingum frá og við 1994 samb. uppskotið til „vinnuligan fiskiskap«. Seinni teigurin vísir fyribils tølini fyri veiðuna í 1993. Sum tað sæst er fyri flest øll fiskasløgini galdandi, at minni er veitt, enn tilmæltu kvotuna. Brosma og blálonga eru sett í klombrum, tí hesi fiska- sløg ikki eru við í endaliga uppskotinum hjá landsstýrin- um, men neyndu tilmæli eru í viðmerkingunum til upp- skotið. Hesi tól merkja, at grundarlag er fyri at økja um veiðuna undir Føroyum. Og henda øking hevði verið nóg mikið til at opna tvey miðal flakavirki! Lesarabrøv | Beinleidis skeiv kunning frå Landsskulafyrisitingini Í Degi og Viku héskvøldid segði Klaus Reistrup, for- maður í nevndini, sum ar- beiðir við nýggju studenta- skúlaskipanini, at ein nýggj skipan fyri studentaskúl- arnar var liðugt vidgjørd og skuldi byrja í august 1994. Hetta er beinleiðis skeivt, av tí at álitið frá nevndini ikki er liðugt vidgjørt á nakran hátt. Landsskúla- ráðið og landsstýrið, sum taka avgerðir um slík mál, hava als ikki fingið upp- skotið. Harumframt hevur Yrk- isfelagið hjá Stdentaskúla- og HF-lærarum roynt at koma við sínum sjónarmið- um, áðrenn hetta uppskotið um nýggja studentaskúlan verður lagt fyri Landsskúla- ráðið. Eitt av hesum sjónarmið- um er eitt broytingarupp- skot, sum danskt- og før- oyskt-lærararnir á øllum skúlunum hava sett fram, har vit tilmæla, at danskt, heldur enn at skula hava fimm tímar í seinasta flokki, skulu hava seks tím- ar í tvey ár. Eisini metir hesin bólk- urin. at tað er umráðandi, at danskt framvegis endar við skrivligari próvtgku. Hví varð hetta ikki umrøtt í sjónvarssamrýðuni? Aðalmálið fyri okkum er, at henda nýggja skipanin ikki skal gera tað truplari hjá okkaranæmingum at sleppa inn á hægri lærustovnar uttanlands. Dankt-lærararnir í Hoydølum Góðtaka ikki at stytta tíðina Føroya Landsstýri Føroya Løgting Viðv. arbeiðsloysisskipanini Undirritaðu umboð fyri løn- takarafeløgini í styrinum fyri arbeiðsloysisskipanina vilja gera vart við, at vit undir ong- um umstødum góðtaka nidur- støduna hjå meirilutanum i stýrinum, nevniliga at tíðin tey arbeiðsleysu kunnu vera í skip- anini skal styttast úr 24 mør. í 15 mánaðar. Verður hetta tilmæli sam- tykt, kemur tað at fáa fylgjur fyri fleiri hundrað arbeiðsleys, sum verða »tveitt« úr skipanini við stuttari freist. Tað er neyv- an ivi um, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar, og stórur vandi er fyri at forsorgs- skipanin snøgt sagt kemur at brenna saman av tí trýsti, sum hon kemur undir av hesi orsøk. Vit halda hetta vera eina á- byrgdarleysa stóðu, sum landsstýrið má bera ábyrgdina av. Tí stýrið hevur júst latið landsstýrinum uppskot til bjarging av skipanini, sum vildu merkt, at tað kundi verið sloppið undan nevndu stødu. nakran sum helst vilja at ganga ALS á meti, og tað skal ikki vera nakar ivi um, at vit meta grundgevingarnar hjá lands- stýrinum sum einki annað enn undanførsla. Tað tykist at vera stødan hjá landsstýrinum, at tað eru part- arnir á arbeiðsmarknaðinum, sum einsamailir skulu hava á- byrgdina av arbeiðsloysinum. Og at landsstýrið lítla ella onga ábyrgd skal hava av at útvega landsins borgarum arbeiðs- pláss. Hetta er ein stóða, sum vit hvørki kunnu góðtaka ella medvirka til at umsita. Her vilja vit vísa á tað bræv, sum løntakaraumbodini sendu landsstýrinum 1. april 1993, og har sagt varð, at tað var við á- vísum treytum, at umboðini gingu við til taneyðsemju, sum var gjørd í sambandi við kreppuna í samband við ALS, sum tá var. Og vit søgdu m.a.: Samstundis vilja vit geva landsstýrinum høvi til í verki at vísa, at annað enn prát er aftanfyri ætlanina um ar- beiðsskapandi tiltøk, sum eitt nú arbeiðaramálaneyndin leggur fram á ting í næstum. Í hesum máli liggja høkilig uppskot frá neyndini fyri ar- beiðsskapandi tiltgk, har ar- beiðsmarknaðurin er umboð- aður. Og vit vilja leggja á- herðslu, at trýst verður lagt á landsstýrið at fáa sett tilmæltu titøkini í verk, soleiðis at gongd kann fáast á uppgáv- una at útvega arbeiði til allar hendur. Vitivast ikki í, at hevði hetta tilmæli verið fylgt, so hevði í hvussu er skjøtil verið settur á at útvega nýggj arbeiðspláss, og so hevði arbeiðsloysis- skipanin ikki verið í síni nú- verandi figgjarstødu. Í tí orða- og brævaskifti, sum hevur verið millum stýrið fyri ALS og landsstýrið er ikki minsta ábending um, at vit kunnu vænta nakra broyting her. Tí kann bert væntast at stóðan viðvíkjandi arbeiðs- loysinum framhaldandi fer at versna. Vit kunnu ikki góðtaka, at landsstýrið frásigur sær á- byrgdina av sovæl arbeiðs- loysinum sum av teimum ar- beiðsleysu við at flyta trupul- leikarnar yvir á ALS. Verður skipanin við ALS framhaldandi >tilpassað< tí ekta arbeiðsloysinum, verður skipanin framvegis ein koddi hjá landsins stýri. Tískil fara vit at vísa til tað tilmæli, sum eitt samt stýri handaði landsstýrinum tann 6. januar og meta vit hetta sum einasta møguleika at fáa skip- anina at halda áfram við lut- tóku frá fakfeløgunum. Sagt verður frá hesum. Vegna umboðini hjá løntakarunum í stýrinum hjá ALS Óli Jacobsen Eisini smærri vatnorkuverk Sverre Midjord, tú hevur ofta eftirlýst tiltøkum, sum kunnu geva arbeiði til ar- beiðsleysar hendur. Sverre, nýt vatnorkuna til upphiting av almennum bygningum. Byrjast kann við at finna eina á, ið gevur nógv vatn. Bygg eitt lítið vatnorkuverk. Tak vatn úr árni uttan nakra byrging. Bind vatnorku- verkið í el-netið hjá SEV. Set upp ein elketil td. á Landssjúkrahúsinum. Hesin kann íbindast paralellt við verandi hitaverk, soleiðis at vatnorka verður nýtt til upp- hiting, tá ið vatn er í ánni. Sverre, hver er kostnað- urin? Eg veit at úr Íslandi kunnu vatnturbinur upp á 100 kw keypast fyri uml. 200.000 kr. og eg veit um sovordin verk, sum eru bygd fyri 600.000 til uml. 1 milj. kr. Sverre, her eru størir meguleikar! Sverre, hvat við at halda á við útbyggingini til at hita allar almennar bygningar upp við vatni, vindi, vind /vain orku og kraft-varma- verkum. Sum tú skilir vil áhaldandi útbygging geva størri og stórri sparing, tí vil útbygg- ingin sum tíðir líður blíva meira og meira fíggjað av spardum oljukeypi. Hendan útbyggingin vil geva arbeiði til arbeiðsfólk, maskinsmiðir (byggja vatn- turbinur), elektrikarar og rørsmidir. Sverre, sum eg skilji eru 25 mill. avsettar á fíggjarlógini til arbeiðsskapandi tiltøk. Hví ikki nýta 1-5 mill. til at gera eina roynd við vatnorku til upphiting? Eg vil halda, nú nógv ganga arbeiðsleys, at tað er tíðin til at gera slíkar útbygg- ingar, serstakliga tí at landið í longdini kann vinna pening upp á útbyggingina. Hans A. Wang 440060664406444064604604409404 ringja t900092s99992 220 20 2000 004 Bygdarhúsið í Hósvík Bygdarhusid í Hósvík verður leig- að til ymisk endamál, s.s. bingo, brúdleyp, veitslur, fundarvirksemi o.m.a. Borðreiðast kann fyri uml. 300 fólkum. Fáið nærri at vita við at tif. 22368 0660 6666666606 6466 6466 64060404 200009000000000900006000 500%