leygardagur 29. januar 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Síða 13
FOTBOLTSSAMB
Meistaradeild
BOLTIN UT:
við átta liðum
Sambært upplegginum til orðaskiftið á FSF-aðalfundinum í dag,
skulu bert átta lið vera í ovastu deildini, ið fær heitið meistara-
deildin. Fyrsta deild fær eisini átta lið, meðan onnur deild verður í
tveimum bólkum við seks liðum í hvørjum. Triðja og fjórða deild
verða í fleiri bólkum, eins og eitt nú núverandi fjórða deild er tað
Við jøvnum millumbili er
gongd komin í orðaskiftið
um nøgdina á liðum í ovaru
deildunum hjá monnum í
fótbólti.
Torleif
helst
aftur-
valdur
Á aðalfundinum hjá
FSF, ið byrjar í Norður-
landahúsinum í morg-
unkl. 10og heldur fram
í einar tríggjar tímar
ella væl tað, skulu velj-
ast nakrir nýggir limir í
nevnd FSF"s.
Sjålvur formadurin,
Torleif Sigurdsson, er
ein av teimum, iðstend-
ur fyri vali, og sjålvur
hevur hann eisini áður
latið koma fram, at
hann ikki ynskti aftur-
val. Men nevnd FSF's
heitti á hann um atstilla
uppaftur, og rættiliga
sannlíkt er, at hann tek-
ur í hvussu er eitt tørn
aftrat og verður aftur-
valdur. ;
Hini, ið standa fyri
vali, eru Dánjal Andre-
asen, Jákup Simonsen
og Malan Mohr. Sum
skilst, taka tey øll try
við afturvali.
Í nevnd FSF's sita
annars Berge B. Han-
sen, ið er næstformaður
og kassameistari, Jens
Erik Magnussen og Óli
Holm — allir valdur fyri
tvey ár. Tiltakslimir
verða valdur á hvgrjum
ári, og teir, ið hava sitið
hettaskeiðið, eru Sunn-
vá Folcbo og Harald
Eirikstoft.
hj.
Tað eru tey, ið halda liðini
vera ov mong í tali, og með-
an onkur hevur mælt til at
seta talið úr tíggju liðum
niður í átta, hava eisini
røddir verið frammi um, at
talið eins væl kundi farið
heilt niður í seks lið.
Men hverja ferð onkur er
komin fram við sjónarmið-
um hesum viðvíkjandi ,hev-
ur bert stutt tíð gingið, so er
orðaskiftið burturi aftur, og
eingin hugsar meira um, at
ovaru deildirnar kundu sæð
ødrvisi út.
Líkt er tó til, at FSF íkki
hevur gloymt tær royndir,
ið hava verið gjørdar síðstu
árini at fáa orðaskifti í
gongd um hetta. Á dags-
skránna fyri aðalfundin hjá
FSF í Norðurlandahúsinum
í dag hevur FSF sett júst
hetta evnið á skránna undir
innkomin mál.
Upplegg til spildur-
nýggjan bygnað
Fyri at hava okkurt at
halda um undir orðaskift-
inum, hevur FSF tilevnad
eitt upplegg ul, hvussu ein
slíkur spildurnýggjur bygn-
aður av ovaru deildunum
kann koma at síggja út.
Hóast eingin endalig av-
gerð kann verða tíkin á
aðalfundinum í dag, av tí at
talan bert verður um orða-
skifti um evnið og ikki við-
gerð av einum beinleiðis
uppskoti, man FSF heldur
ikki roknað við, at ætlanin
kann setast í verk beinan-
vegin, sum hon sær út í hes-
um góða uppleggi.
Légamevndin hjá FSF
hevur ei heldur vidgjørt
spurningin um møguliga
minking av nøgdini á liðum
í ovaru deildunum.
Meistaradeild
og endaspæl
Uppleggið er sett upp so-
leiðis, at stødi verður tíkið í
ovaru deildunum, sum tær
síggja út í ár og hvussu tær
síðani fara at síggja út í
1995! Um uppleggið segði,
at broytingarnar fóru at
henda frá 1995 til 1996,
hevði tað kanska verið
meira itøkiligt.
Sambært | upplegginum
frá FSF skal ovasta deildin
eita meistaradeildin, og í
henni skulu vera átta lið.
Niðan fyri hana kemur so
ein 1. deild, ið somuleiðis
telur átta lið. Síðani kemur
2. deild við tveimum bólk-
um, ið hvgr telur seks lið, og
aftur niðanfyri koma 3. og
4. deild, ið eru settar upp í
fleiri bólkum, A, B,C, Do.
s. fr., sum vit eitt nú kenna
tað frá núverandi 4. deild.
Sum nakað nýtt, leggur
uppleggið upp til, at enda-
spæl verður innført í lands-
kappingina í fótbólti.
Tá bygnaðurin er liðugur
og deildirnar síggja út, sum
tær sambært upplegginum
skulu gera tað í 1995, skulu
fýra tey ovastu liðini ímeist-
aradeildini kappast um FM-
heitið, meðan fýra tey nið-
astu skulu kappast um at
sleppa undan nidurflyting,
ið rakar tvey tey niðastu lið-
ini, tá endaspælið er av.
Á sama hátt skulu fýra tey
ovastu í 1. deild kappast um
uppflyting og fýra tey nið-
astu um at sleppa undan
niðurflyting til 2. deild, ið
rakar tvey tey niðastu liðini.
2. deild í tveimum
Tveir bólkar — A og B —
verða í 2. deild, og skulu trý
tey ovastu liðini í hverjum
bólki kappast um uppflyt-
ing. Eitt lið úr hverjum
bólki flytir upp í 1. deild.
Somuleiðis skulu trý tey
niðastu liðini í hverjum
bólki kappast um at sleppa
undan niðurflyting. Eitt lið
úr hvørjum bólki flytir nið-
ur í 3. deild.
Hóast tað ikki tydiliga er
tilskilað í upplegginum, so
sær út til, at komandi 3.
deild fer at spæla um upp-
flyting á sama hátt sum nú-
verandi 4. deild ger tað, har
bólkavinnararnir koma í eitt
endaspæl, ið gevur tveir
Heldur ikki er tilskilað í
upplegginum, hvussu er við
4. deild, men hon er óivað
ein nýggj 5. deild, ið bert er
fyri motiónslið, so har er
bert at finna ein vinnara,
meðan eingin flytir nakran
veg.
Eins og aðrastaðni
Mynstrið í upplegginum,
sum tað fyriliggur í løtuni,
minnir ikki sært um, hvussu
onnur lond eisini hava skip-
að sínar ovastu deildir, eitt
nú við donsku Superligaini,
ensku Premier League og
ødrum.
Um hetta uppleggið verð-
ur ført út í lívið og um tað
kann føra við sær spennandi
kappingar í jøvnum deild-
um, skal orðaskiftið í dag
viðgera, og annars má tíðin
— sum so ofta fyrr — heldur
sleppa at vísa, um hetta er
gongd leið ella íkki.
Ongantíð betur, enn um
eitt sovorðið upplegg kann
minka um munin millum
tær ymsu deildirnar, so tað
ikki — sum tað ofta sær út til
at vera nú — er nærum vón-
leyst hjá uppflytarum at
klára seg, samstundis sum
tað ofta eru tey somu liðini,
ið ferðast millum deildirnar
f einari neyvan so sera
stuttligari yoyo-til veru...
hj.
Sambært upplegginum frá FSF til orðaskifti á aðalfundin-
um í Norðurlandahúsinum í dag skulu ovastu deildirnar
umskipast við eitt nú meistaradeild við átta liðum og ein-
um endaspæli, ið skal avgera, hver vinnur meistarheiti og
hvørji lið skulu flyta upp ella niður
(Savnsmynd)
Uppskot
um tríggjar
lógar-
broytingar
Til aðalfundin hjá Fótbólts-
sambandi Føroya í Norður-
landahúsinum í dag eru
komin trý uppskot til lógar-
broytingar. Tvey teirra eig-
ur FSF sjálvt, meðan Ítrótt-
arfelagið Fram eigur tað
triðja.
Fyrsta uppskotið er um at
broyta fyrsta reglubrotið í
grein 8 í lógunum fyri FSF,
ið snýr seg um nevndina.
Hetta reglubrot skal sam-
bært uppskotinum broytast
so har kemur at standa: >Í
nevndini sita formaður,
næstformaður og 5 nevnd-
arlimir. Formaðurin og
næstformaðurin verða vald-
ir einsæris á aðalfundinum
til at sita tvey ár, soleiðis, at
teir verða valdir annaðhvort
ár. Valdir verða ávikavist 2
og 3 nevndarlimir hvort år
at sita í tvey ár.<
Hitt uppskotið frá FSF er
um broytingar í kappingar-
reglunum fyri fótbólt, har
stk. 5 í grein 8 verður strik-
að, og nýtt stk. 5 verður so-
ljóðandi: >Loyvt er í ung-
lingadeildini at hava 5 út-
skiftingar í einum dysti,
eins og loyvt er at allir leik-
arar kunnu skiftast út allan
dystin. (Sonevnd >flúgv-
andi útskifting<).<
Somuleiðis verður eitt
petti í stk. 2 í grein 34 broytt
soleiðis, at tað sambært
uppskotinum hereftir skal
ljóða: >Tá leikari hevur
fingið 3 gul kort, 1 dag leik-
bann. Tá leikari harnæst
hevur fingið 2 gul kort, 1
dag leikbann. Tá leikari har-
næst hevurfingið 1 gultkort,
1 dag leikbann. Tá leikari
hamæst hevur fingið eitt
gult kort, 2 dagar leikbann.
Fyri hvort gult kort afturat,
skal kappingarnevndin taka
støðu til leikbann, minst 2
dagar.« i
Uppskotið frå Ítróttarfel-
agnum Fram snýr seg eisini
um broyting í kappingar-
reglunum fyri fótbólt, har
skotið verður upp, atsoljóð-
andi verður skoytt upp í stk.
4 í grein 14 um brot og kær-
ur: >FSF eigur at útflýggja
dómaraseðlar (ella avrit)
eftir áheitan, sum kunnu
hava áhuga fyri feløg í sam-
bandi við møguligar kær-
ur.«
Légarnevnd FSF's hevur
havt fund um broytingar-
uppskotini til kappingar-
reglurnar fyri fótbólt, ið eru
innkomin til aðalfundin.
Hon viðmælir uppskotun-
um frá FSF, men ikki upp-
skotinum frá Fram.
hj.