Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 111 - 17. juni 2003 Summartónar er tónleikafagnaður og fastur summargestur og hevur verið tað í mong ár. Í dag byrjar hesin tónleikafagnað- ur fyri 2003 og á skránni eru mangar framførslur kring landið, men eisini fyrilestrar, tónleika- verkstøð og so hittast eisini tónaskøld í eini rundferð, ið hevur heitið Komponista- fundur í Nord- kalotten TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Í mong ár hevur tónleika- fagnaðurin Summartónar verið fastur gestur í Føroy- um, og ein av undangongu- monnunum hevur verið Kristian Blak, og so er aftur í ár. Eyðkent fyri Summar- tónar er, at tiltøk eru kring landið. Konsertir eru á skránni, men eisini sonevndar work- shops og fyrilestrar og eis- ini hittast tónaskøld. Hetta er liður í eini rundferð, har tónaskøld hittast undir heit- inum Komponistafundur í Nordkalotten. Luttakarar koma úr Noreg, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Byrjar í dag Í dag, 17. juni, byrja Summartónar og so verður hildið á við konsertum og tiltøkum fram til tann 21. juni. Byrjað verður í Lista- skálanum í dag klokkan 20:00. Aslaug Vaa, Nord- kalottens Kulturkomité, og Høgni Hoydal, landsstýris- maður við mentamálum, halda røður og tónleikur er sjálvandi eisini á skránni við føroyskum og vitjandi tónleikarum. Komandi dagarnar eru so tiltøk á skránni. Millum lut- takandi tónleikararnar og skøld úr Føroyum eru Jóhannes Andreasen, Andrea Heindriksdóttir, Ólavur Jacobsen, Andras Olsen, Sunleif Rasmusen, Atli Petersen, Agnar Lam- hauge, Kári Bæk, Kristian Blak og Tróndur Bogason. Nøvn úr øðrum londum eru t.d. MiN-ensemblet, Peder Riis-Jensen, Duo Gelland, Hans Erik Dahl- gren, Olav Anton Thommessen, Thomas Rimul, Sigmund Lille- bjreka, Sanna Ahvenjarvi, Mark Adderley, Erik Forare, Håkan Larsson, KameRana, B. Moe, B.A. Drage, Rolf L. Stensø, Jukka Ruohomaki, Torleif Torgersen. Í ár verður kanska ikki komið eins víða um landið, sum áður, men tiltøk eru í Havn í Norðurlandahúsin- um, Listaskálanum og í Havnar Kirkju og so verður eisini tónleikur at hoyra á Sandi, í Fuglafirði og í Klæmintsgjógv. 15 komponistar, eini 22 tónleikarar, ein dirigentur og 4 fyrilestrahaldarar hitt- ast í Føroyum í hesum døg- um, verður upplýst í tíð- indaskrivi um Summar- tónar og komponistafundin. Skøld hittast Tónaskøldini í Nordkalot- ten hittast til fyrilestrar og prát og hetta gongur fyri seg í Klingruni í Norður- landahúsinum. Endamálið er, at teir siga frá royndum sínum og hoyra frá øðrum, knðta sambond og fáa íblástur í tónastarvi sínum. Komponistafundurin hevur verið í nøkur ár frammanundan og verður lagdur í samband við tón- leikatiltøk, so talan verður um at samtíðarkomponist- ar, tónleikarar, dirigentar og lurtarar hittast. Dentur verður í ár, eins og vanligt er, lagdur á at spæla tónleik eftir luttakandi tónaskøld- ini. Summartónar eru aftur í ár í føroysku luftini og konsertir og tiltøk eru frá í dag og til tann. 21. juni við føroyskum og norður- lendskum tónum, tónleikar- um og tónaskøldum. Summartónar aftur í luftini C M Y K 34 Nr. 111 - 17. juni 2003 35 Týsdagin 17.06. kl. 2100 Týsdagin 17.06. kl. 2300 Mikudagin 18.06. kl. 2100 Mikudagin 18.06. kl. 2300 Hósdagin 19.06. kl. 2100 Hósdagin 19.06. kl. 2300 Týsdagin 17.06. kl. 2215 Mikudagin 18.06. kl. 2215 Hósdagin 19.06. kl. 2215 – Seinasta sýning HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Týsdagin 17.06. kl. 1930 Mikudagin 18.06. kl. 1930 Hósdagin 19.06. kl. 1930 – Seinasta sýning Stórt úrval av DVD-filmum til sølu KOMANDI FILMAR Týsdagin 17.06. kl. 1900 Mikudagin 18.06. kl. 1900 Hósdagin 19.06. kl. 1900 – Seinasta sýning Frumsýning Fríggjadagin 20.06. kl. 1900 Fríggjadagin 20.06. kl. 2115 Fríggjadagin 20.06. kl. 2330 Frumsýning Fríggjadagin 20.06. TÍÐINDASKRIV Í døgunum 13., 14. & 15. mai vitjaði kendi danski mentalvenjarin Carsten Sommerskov í Føroyum, har hann helt skeið í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn. Hesi skeið vórðu sera væl móttikkin, og fultekn- að var nærum á øllum støðum. Nú vitjar hann aftur í Føroyum, og heldur almenn skeið í Lærara- skúlahøllini mikudagin 18. juni. Umframt hesi, heldur hann skeið fyri privatum vinnufyritøkum á túrinum. Carsten Sommerskov er ein av kendastu undirvís- arunum innan postivan hugsunnarhátt, samstarv og samskifti, ið danir eiga. Seinastu 20 árini hevur hann verið ein hin fremsti frálærari innan mental- venjing, og verður brúktur av fleiri donskum vinnu- lívsfyritøkum, ið ynskja at fáa glað og positivt hugsandi starvsfólk í øllum liðum. Og hann prógvar ferð eftir ferð, at hansara teorir og virk- isháttur virkar. Og allir stovnar og allar fyritøkur hava tørv fyri starvsfólki, ið hugsa posi- tivt. Menniskju í vøkstri skapa vøkstur, og tí ræður tað um at brúka ta biolog- isku telduna, heilan, á rættan hátt, til at stðra eins egna lívi. Tað er hvørki stjórin ella hjúnafelagin, ið stýriri tínum lívi – tað er bert tín egni heili, og tann háttur, tú sjálvur velur at liva, ið ávirka tín egna atburð og gerandisdag. Fyll tangan – Hugsa positivt! Framhald á síðu 33 35