leygardagur 29. januar 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 20 — 29. JANUAR 1994 Tíðindablaðið [ søsialurin }
Hin góði Hirdin
Hirðin átti 100 lomb.
Men so var eitt burtur.
Sjálvt um Hirðin hevði 99 lomb eftir, so
fór hann at leita eftir tí eina og fann tað.
við.
Góða Bjørg
Hjartaliga úllukku á 3 ára
degnum 28. jan. Jesus signi
teg.
Heilsan, omma í Sandavági
312" øddbjørg
Jesus er Hin góði Hirðin.
| Hvønn einasta av okkum er Hann góður
Vit eru Hansara lomb.
4 til rættis:
Poulsen
Góða Fríðrun
Hjartaliga tillukku við 21 ára
degnum 26. Her sært tú svong
út. Eg hópi at tú hevur fingið
breyðið niður um nú.
Bestu heilsanir,
vinkona tín Maren
Bridge-kapping
Vikuskiftið 22. og 31. jan. var FM-parakapping fyri
unglingar, veteranar og kvinnur í Havn. Urslitini
gjørdust hesi:
Unglingar:
1. Símun-Árant 17
2. Are-Hermund 14
3. Hallberg-Lisa -1
Veteranar:
1. Hans Egil-Eli 53
2. Albert-Steinbjórn 49
3. Aage-Jógvan 37
4. Martha-Henning 29
Kvinnur:
1. Asla-Amleyg 50
2. Marjun-Súsanna 42
3. Gudny-Inga 31
Rank-Xerox-kappingin (FM fyri lið).
Leygardagin 5. febr. kl. 13.30 verður 10. og 11. um-
far spæld í Klaksvík, og sunnudagin 6. febr. kl. 13.30
verður parakapping. Kappingarnar verða væntandi í
Tekniska skúla.
Ætlanin er at spæla 12. og 13. umfar 29. apríl kl.
14.00, og 14. umfar 30. apríl kl. 13.30 í Bridgehús-
inum í Havn. Ársveitslan verður sama kvøldid kl.
19.30.
Ann á Argjaboða, Argjum,
hevur fingið lærubræv í skriv-
stovuyrkinum. Hon lærdi hjá
Føroya Landfúta í Tórshavn,
lærimeistari = var Heðin
Mikkelsen.
Billg el-húsar-
haldstól
Kaffimaskinur urkr.250,-
Vafujøm —— rl 488;
El-kannur úrkr.348,-
Strukljørn úrkr.195,-
Mixarar årkr.315,-
Góði Elias
Hjartaliga tillukku vid føding-
ardegnum, sum var tann 24.
jan., ynskja
starvsfelagarnir
Breyðmaskinur úrk.575,-
El-knívar
Borð-
dustsúgvarar
Dustsúgvarar úrkr.1250,-
Mikrobylgjuovnar
231/8 úrkr.1.995,-
Vit senda um alt landið
SERVICA - HVÍTVORUR
Heykavegur 1 - Tlf. 11404
Í bygninginum hjá
Th. Dam & Co. á Hálsi
úrkr.250,-
úri.198,-
HAVNAR
FAT
Tel. 88100
SKANDINAVISK TALE
ISLENDSKT MÅL
ENGLISH SPOKEN
Góði babba
Hjartaliga tillukku við føding-
ardegum tann 28. jan., ynskir
Magnus
Dagsins
tekstur
Fjórða sunnudag eftir trettanda - ha
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vår Guð, himmalski faðir! Tú, sum eftir
tínum faðirliga og góða ráði leggur bórnum tínum
krossin á herðar og letur harðveðurs tíðir koma á
okkum fyri at eyðmýkja okkum og menna okkum
í trúnni og vónini og áhaldandi bøn. Vær biðjum
teg, at tú vilt miskunna okkum og hjálpa okkum í
allari neyð og øllum freistingum, so at vit mega
kenna náði tína og faðirligu varðveitslu, og saman
vid øllum heilagum lova og prísa tær allar ævir
fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra,
sum við tær livir og ræður í einleika heilaga
andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar!
Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Rómverja,
4. kap. 16. v. og út.
Tí er tað av trúgv, fyri at tað skuldi vera sum
ein náði, so at fyrijáttanin kundi standa óvikandi
fyri øllum avkominum, ikki bert fyri tí, sum hevur
lógina, men eisini fyri tí, sum hevur trúgv Ábra-
hams, hann, sum er faðir at okkum gllum — sum
skrivað stendur: >Ég havi sett teg at vera faðir at
mongum félkasløgum« — frammi fyri ásjón Guðs,
sum hann trúði á, hann, sum ger hini deyðu liv-
andi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til.
Hann trúði móti vón við vón, at hann skuldi verða
faðir at mongum fólkaslógum, samsvarandi tí,
sum sagt var: >Soleiðis skal avkom títt verda«.
Og ikki viknadi hann í trúnni, tó at hann hugsaði
um, at hansara egna likam longu var ellismerkt,
hann var tætt við hundrað ár, og at Sára var farin
av bamburdi. Men um fyrijåttan Guðs ivadist
hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í
trúnni, við tað at hann gav Guði æruna, og var
fullvísur í tí, at tað, sum hann hevdi lovað, var
hann eisini mentur at gera. Tí varð tað eisini rokn-
að honum til rættvísi. Men at tað varð honum til-
roknað, tað varð ikki skrivað bert fyri hansara
skuld, men eisini fyri okkara skuld, sum tað skal
verða tilroknað, okkum, sum trúgva á hann, sum
vakti upp Jesus, harra okkara, frá deyðum, hann
sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri
rættvísgering okkara varð uppvaktur.
Hetta heilaga evangeliid skrivar Matteus
evangelistur, 14. kap. 22.—33. v.
Og við tað sama noyddi (Jesus) lærusveinarnar
at fara í bátin og fara undan honum yvirum hinu-
megin, meðan hann læt mannamúgvumar fara
avstað. Og tá ið hann hevi latið mannamúgvurnar
fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at
halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har
einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt
úti á vatninum og var illa staddur av aldunum, tí
at teir høvdu andróður. Og í fjórðu nåttarvøku
kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men
tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir
vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: >Hatta
er eitt spøkilsi«. Og teir rópaðu av ræðslu. Men í
somu stund talaði Jesus til teirra og segði: >Havið
gott treyst! Tað eri eg! Ottist ikki!< Men Pætur
svaraði honum og segði: >Harri, er tað tú, so bið
meg koma til tín eftir vatninum<. Men hann
segði: »Kom!« og Pætur steig út úr bátinum og
gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi.
Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið
hann tók at søkka, rópaði hann og segði: >Harri,
bjarga mær!< Í tí sama rætti Jesus hondina út og
tók í hann og sigur við hann: >Fátrúni maður, hví
ivadist tú?< Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin,
makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum,
fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: >Sanni- |
DEUTSHE SPRACHE liga ert tú sonur Guðs! < }