týsdagur 1. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 21 — 1. FEBRUAR 1994
Galdandi stýrisskipan riggar ikki:
Politiska
— Eingin politikari hevur persónliga
ábyrgdina av fyrisitingini, og tað heldur
neundin, sum hevur gjørt álit í samband
við stýrisskipanini, er skeivt
MM Kanningar av politiskum
avgerðum og eftirlitið aft-
aná verður forsømt.
Æ Politiskar semjur koma
ofta f stadin fyri sakliga og
rætta målsvidgerd.
Bi Formligu krøvini til lóg-
ararbeiði verða forsømd.
M Fyrisitingin verður veik,
tí politiska ábyrgdin av
henni er forfjónað.
MRættartrygdin hjá borgar-
unum er tilvildarlig.
WEftirlitið við inntøkum og
útreiðslum hjá tí almenna
hevur verið ov veikt.
M Almennar politiskar av-
gerðir av hægri fyriskipað-
um slagi verða forsømdar.
Hetta er tað, verandi skip-
an og væntandi fyrisiting-
arlig ábyrgd, føra til heldur
nevndin, sum hevur kannað
stýrisskipanarviðurskifti
Føroya, og sum lat lands-
stýrinum sítt álit fríggja-
dagin.
Niðurstaðan hjá nevndini
er, at tydningarmesta brekið
í núverandi stýrisskipan er,
at politiska ábyrgdin er
forfjónað. Eingin politikari
hevur persónliga ábyrgdina
av fyrisitingini.
Øll uppskot, sum skulu
leggjast fyri legtingið,
skulu viðgerast og sam-
tykkjast á landsstýrisfundi,
og somuleiðis allar týðandi
avgerðir.
Teir einstøku landsstyris-
menninir hava sera avmark-
aðar møguleikar fyri at taka
fyrisitingarligar avgerðir. Í
nógvum, og stødugt fleiri
málum fremur landsstýrið
fyrisitingina saman við løg-
tingsnevndum, eitt nú í
figgjar- og fiskivinnumål-
um.
Legtingið skal bert
lóggeva
Nevndin heldur, at hetta
má broytast so, at lýgtingið
bert skal hava lóggávuvald
og ongan fyrisitingarligan
myndugleika á nakran hátt.
Nevndin heldur, at tað má
altíð vera soleiðis, at tað fær
avleiðingar fyri ein persón,
sum setir lóggávuna í Før-
oyum til viks. Løgtings-
menn standa bert til svars
fyri sínum veljarum, og seta
teir lóggávuna til viks, fær
tað ikki rættarligar avleið-
ingar.
Tí heldur nevndin, at alt
fyrisitingarligt vald skal
verða lagt til landstýrið,
Tíðindablaðið
Skrúðgongan verður lógarfest
Nevndin, sum hevur
kannað stýrisskipanina,
hevur eisini hugsað um
skrúðgonguna á ólav-
søku og hvørja stóðu hon
skal hava í stýrisskipan-
ini.
Mælt verður til, at á-
sett verður í stýrisskip-
anarlógini, at tingið
verður sett Glavsøkudag
klokkan 13.00. Tá byrjar
tingårid, og tingið situr
til næstu ólavsgku, so
tingið er saman alt árið.
Skrúðgongan á ólav-
søku verður eisini lógar-
fest, og løgtingsformad-
urin, ið fær hægstu tign,
avger raðfylgjuna í
skrúðgonguni. Nevndin
hugsar sær, at Føroyar
kunnu seta skrúðgong-
una á 6lavsøku upp ímóti
= |}
Nevndin
hugsar sær,
at Føroyar
kunnu seta
skrudgongun
a á ólavsóku
upp ímóti
heiðurs-
merkjaskipa
n-um í
ødrum
londum
heidursmerkjaskipanum
í ødrum londum.
Og meðan við eru við
løgtingsformannin, sig-
ur nevdin um hann, at
løgtingsformadurin ikki
longur skal vera partur í
eini samgonguavtalu.
Tingið skal koma saman
12 dagar eftir valið at
góðkenna valið og velja
løgtingsformann, sum
skal sita alt valskeiðið.
sum mótvegis løgtinginum
hevur rættarligu og polit-
isku ábyrgdina av, at lóg-
gávan verður hildin uppi.
Teir tríggir stovnarnir, sum
býta valdið í landinum -
lóggevandi, útinnandi og
dømandi valdið - skulu ansa
eftir hvor øSrum og tryggja
eina javnvåg, heldur nevnd-
in.
Óvíst hver
hevur ábyrgd
Nevndin mælir til, at vit fara
at ganga frá tí kollegialstýri
viðnúhava, og skipa ístaðin
eitt ráðharrastýri. Víst
verður á, at bæði politiska
og rættarliga ábyrgdin er
ógreið í einum kollegialum
stýri. Landsstýrismenn
kunnu koma í ta stóðu, at
teir skulu fyrisita avgerðir,
sum teir ikki taka undir við,
og skal hvgr einstakur
landsstýrismaður hava
rættarliga ábyrgd eftir
lógini um ábyrgd lands-
stýrismanna í øllum málum,
sum hann atkvødur fyri á
landsstýrisfundi, er neyð-
ugt, at hann setir seg gjølla
inn í målsøkini hjá øðrum
landsstýrismonnum. Tá
fyrisitingin skal fremjast
saman við løgtingsnevnd,
er åbyrgdin so Ógreið, at
eingin veruliga hevur
ábyrgd, heldur nevndin.
Ráðharrastýri
Við einum ráðharrastýri er
ødrvisi. Har kann hver
einstakur landsstýrismaður
taka avgerðir á sínum máls-
økjum, og landsstýrisfund-
imir hava meira til enda-
máls at samskipa arbeiði hjá
Samstundis hevur lands-
stýrismaðurin bæði polit-
isku og rættarligu ábyrgdina
av målsøkjum og allari
fyrisitingini å økinum. At
ein landsstyrismadur hevur
politiska åbyrgd ber f sær, at
fyrisitur hann ikki sítt
målsøki, sum ein meiriluti í
løgtinginum ynskir, kann
meirilutin samtykkja, at
landsstýrismaðurin = skal
leggja frá sær. At ein lands-
stýrismaður hevur rættar-
liga ábyrgd, ber í sær, at
hann kann setast til svars
fyri einum rætti, um hann
brýtur føroyska lóggávu í
síni embætisførslu.
tór.-
EINKARSØLAN
Vidvikjandi
Panti å vin-
og
brennivinsfløskum
Nú er meguligt at lata allar vin- og
brennivinsfløskur frå Einkarsøluni
innaftur og fåa pant kr. 2,50 fyri
hvørja fløskuna.
Á útoyggjunum verða fløskur latnar
inn á posthúsið á staðnum. Har er
treytin fyri at fáa pant fyri fløskurnar
tann, at tær eru í einum reyðum
tundurkassa frå Einkarsøluni.
|
]