Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nakað av fiski Klaksvík: Dalstrolarar- nir vóru um vikuskiftið og landaðu 50.000 pund á Kósavirkinum. Jóhan Páll Joensen sigur, at teir rokna við nakað av fiski afturat seinni í vikuni. þ Stjólu skógvar Tórshavn: Kriminal- deildin hjá politinum í Havn kannar tvey innbrot frá vikuskiftinum. Annað innbrotið er í Torsgøtu 5. í Havn, har eitt dartfelag heldur til. Her er stolið nakað av peningi. Eisini er ein rútur brotin í skósgluni hjá Jóan Jakku og her eru skógvar stolnir. Fekk skada umborð Ein av manningini á ís- lendska farmaskipinum Bakkafossi fekk skaða umborð í ódnarveðrinum um vikuskifti. Bakkafoss- ur skuldi vera á Havnini á midnátt — leygarkvøldid, men hann kom ikki fram fyrr enn um 10 tíðina sunnumorgunin. Maðurin sum hevði fingið skaða, var fluttur á landsjúkra- húsið. Tíbetur var skaðin ikki ålvarsligur. Maðurin fór til Íslands við flogfari í gjár. je je Misti triggjar bingjur Íslenska farmaskipið Helgafelli misti tríggjar bingjur í ódnarveðrinum um vikuskiftið. Tað velst alt um hvat er í bingju- num, men er tað okkurt sum flýtur, kunnu bingjur verða til vanda fyri skipaferðsluna. Utvarpið bar tíðindini og ótti kom á fólk, tí útvarpið segði Halgafelli í staðin fyri Helgafelli. Halgafelli er føroyskt farmaskip, heim- ahoyrandi á Glyvrum og tað skukdi ikki verið statt á hesum leiðum um viku- skifti, men ligið í Noregi. je Mynd: Kalmar ' Ongir pengar til kavarudding Nú toyar og vøllurin er við at koma undan aftur stór- kavanum. Síðuvegirnir í høvudsstadnum liggja sum eitt ótgki. Illa er gangandi og verri er atkoyra. Eldri illa gongd fólk bjóða ikki til at fara útum. Vit hava spurt formannin í teknisku nevnd hjá býráð- num, Schumann Hjaltalin, um kommunan nýtir minni pening í ár til kavaruydding enn undanfarin ár? — Nei, játtanin fyri 1994 er størri enn fyri i fjør. Men vit hava longu brúkt allan peningin fyri í ár. Kemst av, at vit hava keypt tvær nýggjar maskinur at grava kava við. Tær gomlu vóru útslitnar. Eisini hevur verið munandi meira av kava í ár, tí er játtanin brúkt. Mask- inurnar hava arbeitt næstan alt samdøgnid seinastu dag- amar. Vit rudda høvuds- vegirnar fyrst og síðan koma síðuvegirnir seinni. Tað er eisini ein spurningur hvussu nógvan pening, vit skulu nýta til nakað, sum Várharra kanska ordnar um nakrar dagar, sigur hann. jústinus Johan Pall tekur helst av — Um umstødurnar eru nóg góðar, so takið eg av sessinum sum nevndarformadur í saman- lagda bankanum, sigur Jóhan Páll Joensen að hevår verið eitt sindur av ivamaåli, um Johan Påll Joensen, stjóri i Klaksvík, fór at taka av tilboðnum um at gerast nevdarformadur i samanlagda bankan- um. Herfyri segði Johan Páll vid Ovggjatidindir, at hann hevdi ikki tíkið støðu til, um hann fór at taka av formannssessi- num. - Taðer ikkiavgjort at eg skal verða neyndar- formaður í samanlagda bankanum. Hetta verð- ur ikki avgjørt fyrr enn á fundi í mars. Tað einasta sum hent er, er at eg eri i uppskoti til fo- rmannssessin. Verða umstødurnar nóg góð- ar, so takið eg av, sigur Jóhan Páll Joensen. Formannssessurin í samanlagda bankanum verður eitt tað týdning- armesta starv í ollum landinum. Formaðurin fer at hava avgerandi orðið at siga hvørja ein- astu ferð tað stendur á jovnum fyri ella í móti einum uppskotið um at * figgja eitihvørt í land- inum. jústinus | | i Nr. 21 — 1. FEBRUAR 1994 Vaktarskiftið á Færøernes Kommando C. Høgh hevur tikið vid nyggjum starvi i Danmark Í dag tekur ovastin á marinustødini C. Høgh, | kommandørur vid 5 nýggjum starvi innan danska herflotan. Í nýggja starvinum skal hann vera leiðari fyri taktik og vápnaskúlan = hjá sjóverjuni. Hann skal eisini verða inspek- tørur bæði innan taktik og vápn hjá sjóverjuni. C. Høgh hevur verið ein dámligur maður hjá tíðindafólki at tosað við og hann hevur verið sera hjálpsamur. C. Høgh verður í løt- uni avloystur av Frank Hann hevur verið næst- ovasti undir C. Høgh. 1. april verður roknað við, at ein nýggjur kom- mandørur verður út- neyndur. jústinus Veit Politiið: C. Høgh er farin frá ikki hvi eldur kom í Eldur kyknaði uttanfyri í på klædningin å einum sethus- um i Havn sunnudagin Sunnudagin ljóðu ó- hugnaligu lúðrarnir hjá brandbilunum í Havn. Eftir ljóðinum at dóma vóru teir á ferð onkun- staðni til eysturbýin. Samstundis hoyrdist lúðurin á sjúkrabilinum, sum "vauaði" gjøgnum miðbýðin. - Sjúkrabilurin og sløkkilidid høvdu einki vid hvørt annad at gera hesuferð, sigur Georg Otthamar, varaleiðari á kriminaldeildini hjá politinum í Havn - Eldur var í einum húsum í Tjarnardeild. Sløkkilidid sløkti eldir. Talan var um nakad av skada. Eldur var komin i klædningin uttan, sigur Georg Ouhamar, krimi- nalpplitistur. Hvat var orsøkin til eldin? — Tad kann eg einki siga um enn, vit eru ikki greiðir yvir eldsorsøk- ina. Men vit kanna mál- ið, sigur Georg Ottham- ar. jåstinus Sida 3