týsdagur 1. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
...
- em …—
* +……
Sida 6
Nr. 21 — 1. FEBRUAR 1994
Arbeiðarafelggini:
Noyðast at biðja
(| nska hjálp
Tað gerast ikki við, um vit lata dónum arbeiðaramálini
aftur, tí vit hava einki at hava sjålvstyrid í longur, sigur
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag,
eftir fundin leygardagin millum felggini hjá teimum
timaløntu
Fólk gjørdust ikki sørt bils-
in, tå tad leygardagin frætt-
ist, hvørja nidurstødu fleiri
fakfeløg vórðu komin til
viðvíkjandi Arbeiðsloysis-
At heita á landstýri og
løgting um at biðja donsku
stjórnina um at yvirtaka ar-
beiðaramálini aftur sum fel-
agsmál fyri harvið at geva
føroyskum arbeidsleysum
somu sømdir, sum donsk
arbeidsleys hava.
Øll feløgini hjå timalønt-
um véru ikki vid å fund-
inum, tí veðrið forðaði, men
fundurin umboðaði kortini
eina stóra fjøld av føroysku
fakfeløgunum. Við vóru
umboð fyri Føroya Arbeið-
arafelag, Havnar Arbeiðs-
mannafelag, Havnar Ar-
beiðskvinnufelag, Fjall-
brúður í Vági, Feroya
Handverkarafelag og Før-
oya Prentarafelag.
Ikki annað at gera
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmanna-
felag, sigur, at fakfelagsum-
boðini við teirra góða vilja
ikki duga at síggja aðrar
mátar at hjálpa teimum
HØ
Ingeborg Vinther, Karl Johansen og hini á fundinum vóru samd um, at einasti útvegur er
at biðja danir yvirtaka tey arbeiðsleysu
Marita Petersen, lógmaður:
Hatta er burturvid
- Tað ber ikki til í tíð og ótíð at renna til Danmarkar at for-
klaga hvgnn annan, sigur Marita Petersen, løgmaður
- Eg má siga, at eg gjørdist
hørm, tå eg hoyrdi, at fak-
feløgini mæla til at biðja
danir yvirtaka arbeiðara-
málini aftur. Eftir mínum
tykki er tað púra burturvið
politiskt, hóast alt er so
trupult, sigur Marita Peter-
sen, løgmadur.
Hon ivast eisini stórliga i,
at arbeiðsleys fáa so nógv
betri sømdir í Danmark enn
tey fåa i Føroyum.
- Mær hevði dámt betur,
um arbeidarafeløgini
søgdu, at vit mugu royna at
loysa trupuleikarnar i Før-
oyum. Tað er eingin loysn
at fara til landskassan eftir
pengum, tí tað rakar aftur
limirnir í feløgunum, og vit
vita jú, at eingin teirra orkar
at gjalda meira, sigur Mar-
ita Petersen.
Marita Petersen heldur
framvegis, at arbeiðsloys-
isskipanin er ein góð skip-
an. Við verandi umstødum
kann eingin skipan halda,
sigur løgmaður.
Hon harmast, at føroy-
ingar ikki eru eitt sindur
stoltari, men at teir í tíð og
ótíð renna til Danmarkar at
forklaga hvgnn annan.
Samstundis ilskast føroy-
ingar inn á danir.
- Hetta er ein eyðmýkj-
andi stóða, vit føroyingar
eru í, men vit mugu royna at
varveita okkara sjálvsvirð-
ing og vera meira konstruk-
tiv, sigur Marita Petersen.
randi
Tíðindablaðið
arbeiðsleysu enn at biðja
ríkisstjórnina yvirtaka ar-
beiðaramálini.
- Tað er ein spurningur
um atútvega Arbeiðsloysis-
skipanini pengar, og her eru
ongir pengar at finna, sigur
Karl Johansen.
Hann er væl greiður yvir,
at tað er eitt eymt politiskt
mål, at avreiða eitt målsøki,
sum vit hava umsitið, síðan
heimastýrisskipanin kom.
- Men tað gerast ikki við.
Vit, sum eru fakfelagsleið-
arar, hava uppgávuna at
skaffa okkara limum nóg
mikiðatlivaav. Nú er tað so
galið, at sjálvt tey, sum
arbeiða, ikki klára seg, og
tey kunnu ikki lata meira. Tí
er tað so natúrligt, at vit
venda okkum til donsku
stjórnina og biðja um at fáa
okkara arbeiðsleysu tryggj-
að sum tey eru tryggjað í
Danmark, sigur Karl Johan-
Einki at missa
- Sjálvandi er tað eitt pol-
itiskt afturstig, um arbeið-
aramålini aftur verda fel-
agsmål. Men hvat? Hava vit
nakad at hava okkara sjålv-
stýri í longur? spyr Karl Jo-
hansen.
Hann argast inn á Jóannes
Eidesgaard, landsstýris-
mann, sum í útvarpinum
leygardagin segði, at vit
heldur eiga at laga skipan-
ina eftir verandi umstødum.
Tað kann ikki vera rætt, at
bara tey arbeiðsleysu skulu
laga seg og sita svong og
køld, heldur Karl Johansen,
sum eftirlýsir arbeiðið hjá
javnaðarmonnunum við at
verja tey minni mentu.
Sum skilst vóru øll á
fundinum samd um niður-
støduna.
Hava einki at siga
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, heldur, at avtalan,
sum gjørd varð við donsku
stjórnina, hevur oyðilagt alt
fyri landið, ti føroyingar
hava einki longur at skula
hava sagt. Politikararnir sita
nú bara sum kransakøku-
figurar.
Ingeborg Vinther við-
gongur, at tað er eitt stórt
afturstig at sleppa einum
- Men vit eru kortini farin
so nógv aftur eftir hæli á
sjálvstýrisleið, at hetta ger
ongan mun, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon minnir landsstýrið á,
at tað ikki er stýrið fyri Ar-
beiðsloysisskipanina men
meirlutin í stýrinum, sum er
komin við uppskotinum um
at stytta tíðina hjá arbeiðs-
leysum í skipanini.
- Landsstýrið hevur sjálvt
tryggjað sær henda meirluta
við
arbeiðsgevaraumboðunum
og sínum egnu umboðum.
Hetta hongur als ikki saman
við, at landsstýrið sam-
stundis sigur, at partarnir á
arbeiðamarknaðinum eiga
skipanina, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon heldur tað vera legið,
at landstýrið afturvísir at
lata pengar av fíggjarlógini
til skipanina, tá tað skal bera
til at tosa um eykajáttan til
forsorgarlógina.
Ikki fleiri lán
- Landsstýrismaðurin segði
eisini, at stýrið hevði tosað
um at læna 50 milliónir til
skipanina. Stýrið hevur als
tykt, og eg haldi tað vera
skeivt av skipanini at læna
meira pengar, tí tað eru júst
låntøkurnar, sum hava
dripið Føroya land, sigur
Ingeborg Vinther.
Hennara meting er, at við
verandi gongd, skulu sjálvt
tey mettu nú eisini gerast
svong, og alt skal koyrast út
í armoð, so eingin orkar at
mótmæla, og uppaftur fleri
flýggja av landinum.
randi
Marita Petersen, legmaður, vildi ynski, at føroyingar
høvdu eitt sindur meira av sjálvsvirðing