Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Forstjórin fær baumarkað vald Landsstýrið eigur ikki at seta forstjóra, fyrr enn tað er greitt, hvórjar uppgávur hann skal hava, skrivar Eyð- finnur Jacobsen, fyrrverandi deildarstjóri í Tinganesi Landsstýrið lýsti við árs- byrjan eftir einum forstjóra í Tinganesi. Sambært orð- ingini av blaðlýsingini fær forstjórin nærmast óav- markað vald. Men tað, sum fær meg til at undrast stór- liga, er svarið, løgmaður gav útvarpsmanninum í ein- ari samrødu í síðstu viku. Tí í hesi samrødu segði løg- maður, at komandi forstjór- in skuldi setast til at gera eitt uppskot til bygnað fyri landsfyrisitingina. Henda uppgávan varð ikki nevnd í blaðlýsingini (og heldur ikki í svari - landsstýrisins frá 13. januar 1994 til fyrispurning frá undirritaða dagfestur 10. januar 1994) og er tí spild- Eg loyvi mær tí at ivast í, um landsstýrið í veruleik- anum veit, hverjar uppgáv- ur hesin forstjórin skal hava. Og eisini ivist eg stórliga í, um landsstýrið veit, hverjar avleiðingarnar kunnu verða. Tí, í áður- nevnda svari landsstýrisins til undirritaða verður m.a. upplýst, at forstjórin kann broyta avgerðir hjá verandi deildarstjórum. Hetta merkir eftir mínum tykki eina so týðandi broyting í teirra starvsviðurskiftum, at teir sambært tænastu- mannalógini kunnu siga, at talan er um eina broyting, sum kann samanberast við eina uppsøgn og tí krevja seg loystar úr størvunum vid bíðilen í ty ár og eftirfylgjandi eftirløn. Ein fyrispurningur til løg- mann í løgtinginum við- víkjandi forstjóranum elvdi til orðaskifti, sum vísti, at tingmenn eru sera Ójavnir á máli um henda spurning. Hetta er stórt spell, tí tað er neyðugt - ikki minst í hesum tíðum - at landsfyri- sitingin hevur vælskipaðar umstødur at arbeiða undir. Vit hava ikki ráð til, at klandur og stríð stendur um henda spurning framyvir. Eg skjóti tí upp, at land- sstýrið bíðar við at seta for- stjóran, til ein breið politisk semja er fingin um, hvørjar uppgávur hesin skal hava. Og tá er neyðugt, at breiða politisk semja eisini er um, hvønn bygnað landsfyrisit- ingin skal hava. Tað eru einans fá år síð- ani, at bygnaðurin av uttan- ríkismálaráðnum danska varð broyttur. Hetta hendi eftir tilmæli frá eini breitt samansettari nevnd, ið hevði arbeitt við hesum máli. Løgmaður Føroya lut- tók eisini í hesum nevnd- ararbeiði. Mælt verður tí landsstýr- inum til beinanvegin at seta eina nevnd at gera uppskot til bygnað fyri landsfyrisit- ingina, heruppií uppgávum hjá einum møguligum for- stjóra. Í nevndini eiga allir politiskir flokkar at fáa um- boðan saman við umboðum fyri landsfyrisitingina. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, fyrrverandi deildarstjóri í Tinganesi Handverksfeløgini mótmæla Handverksfeløgini = mót- mæla harðliga, at landsstýr- ið hevur samtykt, at Føroya Læruráð er flutt úr hølunum í Gongini og niðan á Lands- skúlafyrisitingina. Í 1987 samtykti lands- stýrið annars, at Læruráðið sum sjálvsognarstovnur undir landsstýrinum skuldi -hava egnu avgreiðslustovu. Tá var eisini mett, at Læruráðið virkaði illa, tá tað var integrerað í Lands- skúlafyrisitingini. Í skrivi til fjølmiðlarnir siga Handverksfelggini, at Læruráðið hevur virkað rímiliga væl í Gongini. Ein av høvudsorsøkunum til flytingina av Læruráðn- um, siga handverksfeløgini vera, at Marita Petersen, løgmaður og Signar á Brúnni, landsstýrismaður, hava ætlanir um at avtaka Læruráðið, tí tey vilja at allar útbúgvingar, eisini yrkisútbúgvingarnar, skulu umsitast av skúlafólkum í Landsskúlafyrisitingini. Tað halda Handverksfel- øgini vera ógvuliga óhepp- ið. Serliga, at hetta verður gjørt, meðan ein neynd situr og arbeiðir við uppskoti til eina ráðskipan fyri vinnuút- búgvingar, har júst Læru- ráðið fer at verða ein týdn- ingarmikil liður. Handverksfelggini halda ikki, at hetta verður gjørt fyri at spara, tí leigan á Landsskúlafyrisitingini er dýrari enn í Gongini. Hamæst halda feløgini tad verda løgid at flyta Læruráðið nidan í Skúla- fyrisitingina, ið einki hava við hvert annað at gera, samstundiis sum aðrir stovnar undir Landsskúla- fyrisitingini, eru slopnir at flyta haðani. Handverksfelggini krevja tí, at landsstýrið tekur sam- tyktina um at flyta Læru- ráðið aftur beinanvegin, áðrenn felggini taka onnur stig. Dagny Tá tað snýr seg um PRENTLUTIR loysir tað seg at tosa við fæ RENT Tlf.1 4465 UTBUGVID FAKFOLK Alt frå smærri prentlutum til størri uppgåvur vid fyrstafloks litmyndum. NYTIMANS UTGERD Ikki meira av Ingeborg Vinther sigur, at á fundinum leygardagin var eisini semja um, at verður ein moli aftrat tíkin av tí, sum arbeipsleys fáa, eitt nú við at stytta útgjaldstíðina, so rýmir umboðið hjá teim- um timaløntu úr styrinum. Feløgini søgdu, at eyka- limurin heldur ikki skal meta, og eingin skal veljast aftur í stýrið, um landsstýr- ið samtykkir uppskotið hjá meirlutanum í stýrinum. randi Nr. 21 — 1. FEBRUAR 1994 Síða7 ViRaÐN 18 TOP Dagny Joensen skrivar: Eitt eitur at tosa fyri deyvum oyrum, og tað kann sendingin - eg haldi tað var týskveldið í farnu viku - vera dómi um. Eisini er hetta dómi um, hvussu torført tað er at fáa mannfólk at lurta, tá konufólk bera okkurt fram. Tað kallast herskaramentalitetur, men lat tað fara. Á skránni í sendingini hetta kveldið var styrisskipan- arlógin, sum skal broytast til ábyrgd landsstýrismanna fyri sínum målsøki, ístaðin sum nú, tá allir landsstýris- menn ella kvinnur hefta fyri tað, sum hon/hann ella hin- ir gera. Tað er so lætt at sita heima í stovuni og blanda seg upp í tað, sum fer fram í útvarpsstovuni, og hví hon/ hann ikki spyr hetta og hatta, ið júst er tað, sum skal til, fyri at lurtarin skal skilja, hvat sendingin snýr seg um, og hvat ætlandi er at avdúka. Eg veit ikki, hvat útvarpsmaðurin vildi, tá hann spurði Maritu Petersen, løgmann, upp í saman nakrar spurn- ingar viðvíkjandi nýggju stýriskipanarlógini. Tað er ikki so frætt sum at eg kann vísa aftur á nakað av tí, heilt einfalt, tí málið gjørdist so fløkjasligt, at eg gavst at lurta í royndini at fáa skil á hesum. Løgmaður royndi í byrjanini at svara, so hvørt sum hon slap framat mikrofonini. Trupulleikin tóktist at vera tann, at útvarpsmaðurin ikki lurtaði eftir tí, sum Marita Petersen segði. Hann endurtók síðani spurningin á fleiri ymsar mátar, sum ein annar Perry Mason í filmum um rættarmál, tó ikki so snildisliga, vil eg halda. Tader helstørkymlandi fyri politikarar, tá spyrjarin er so lítið konsentreraður um tað, sum sagt verður, og tað fær helst tann, sum svarar, at kenna seg máttleysan. Tað fekk eg varhugan av, at løgmaður kendi seg. Eftir at hava spurt upp í saman fleiri ferðir, suffaði løgmaður og segði, at hon onga viðmerking hevði til spurningin. Persónliga haldi eg ikki, at munur er á kvinnum og monnum, og eg dugi heldur ikki at síggja - um so var - at maðurin í hesum føri var dugnaligari enn kvinnan. Eg fari heldur ikki at ákæra útvarpsmannin fyri at vera ófólkaligur ella beinleiðis at vilja órógva løgmann ella málið, ið tosað var um. Tað hugsi eg heldur ikki var ætlanin hjá honum. Hetta, bert fyri at vísa á, ateingin útvarpsmaður hevði brúkt hesa mannagongd móti einum mannligum politikara. Teir høvdu ikki tikið slíkar spurningar fyri fult. Annar munur millum mannfólk og konufólk er, at kvinnur altíð vilja vera so nágreiniligar, attær taka allar spurningar fyri teirra virði - stórt ella smátt. Kvinnur eru eisini meira intuitivar enn menn. Hevdi tað verið eitt konufólk, sum setti hesar spurningar, so hevði hon avgjørt kent á sær, um hon var farin ov langt, og hevði steðgað, áðrenn løgmaður misti tolið. Vandin hjá okkum, sum skulu lýsa gerandisdagin í Føroyum, siga frá tíðindum, greiða frá hví tað sum hendir, fær tær og tær avleiðingar o.s.fr., eru altíð í vanda fyri at "grugga" eitt mál meir enn avdúka og lýsa tað. Hevur tú ikki gjørt tær greitt, hvat tú vilt við tí evni- num, sum tú tekur fram, og bert letur alt flóta, í vónini at sendingin skal lýsa/avdúka málið, so er tað næstan heilt vist, at tú gerst ilt verri - ikki bert tað - lurtarin/lesarin er enn verri fyri at skilja málið enn áður, og tá er tað betur 6gjørt. Við ødrum orðum: tað er ikki bólturin "kvinnan", men "evnið", sum er málið. Soleiðis kendi eg tað tyskvøldid, men tað kann ikki hava verið ætlanin við sendingini.