mikudagur 18. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 18. juni 2003
Nr. 112 - 18. juni 2003
3
Av og á kemur fyri, at djór
ikki verða viðfarin heilt so
væl, sum flestu okkara
kundu hugsað sær. Oftast er
í slíkum førum talan um
vanrøkt, har ánarin av
djórum ikki tekur atlit til
tørvin hjá hesum, men við
hvørt er talan eisini um
meira beinleiðis djóra-
pínslu.
Og øðrvísi enn hetta fær
talan neyvan verið um, tá
hugt verður at myndini
omanfyri. Ein flokkur í
Hoyvíkar skúla kom fram á
hendan hundin, sum var
skolaður upp á land við
dráttin í Gomlu hoyvíkini.
Hvør tað er, sum stendur
aftan fyri gerðina, vita vit
ikki, men andstyggilig er
hon í øllum førum. Við
labbunum fastbundnar upp
móti kjaftinum er hundurin
tveittur á blámann, og tá so
er, hevur neyðardýrið ong-
an møguleika at svimja,
men hevur trýst seg sjálvan
alt meira niður, meira hann
hevur spjálkað við aftur-
beinunum.
Myndamaður
okkara
hevur tikið tikið hesa
myndina av hundinum, og
sum tað framgongur, so
hevur deyðin verið alt
annað enn tespiligur.
-jm
Djórapínsla
Við framlabbunum bundnum upp undir kjaftin hevur neyðardýrið ongan møguleika havt at
lívbjargað sær
Mynd: Jens Kristian Vang
Fróðskaparsetrið
hevði ongan rætt at
geva samfelagsfrøð-
inginum Jógvani
Mørkøre ávaring, tí
hann úttalaði seg
kritiskt um nógv um-
røddu Menas-frá-
greiðingina, sum
Fróðskaparsetrið
legði navn til. Tað er
niðurstøðan hjá
Mentamálaráðnum,
sum finst harðliga at
leiðsluni í Fróðskap-
arsetrinum fyri at
hava borið seg skeivt
at
GRANSKING
Ingi Rasmussen
Framsøgufrælsið hjá Jógv-
ani Mørkøre varð skert í
óneyðugan mun. Og tí
verður ávaringin, hann fekk
frá leiðsluni á Setrinum hin
22. februar 2002, ógildað.
Tað er í stuttum niður-
støðan, sum Mentamála-
ráðið er komið til eftir at
hava viðgjørt eina kæru frá
Jógvani Mørkøre, adjunkti
á Søgu- og samfelagsdeild-
ini.
Alt byrjaði við, at Jógvan
Mørkøre var rættiliga opin-
skáraður í Sosialinum tann
15. februar 2002. Eftir at
partar av sonevndu Menas-
frágreiðingini, sum skuldi
viðgera avleiðingar av ein-
ari oljuvinnu í Føroyum,
vóru komnir fram, gjørdi
Jógvan
Mørkøre
púra
greitt, at Setrið átti ongan
lut í kanningini.
Málið var reist sum fyri-
spurningur í løgtinginum,
og tí tók adjunkturin blaðið
frá munninum. Gransking-
in varð stýrd av oljufelagn-
um BP og Menas, og Fróð-
skaparsetrið var bara undir-
veitari, segði hann og fanst
bersøgin at tilgongdini til
frágreiðingina,
ið
fekk
nógva umrøðu – ikki bara
fyri tað góða.
Skert talufrælsi
Fyri sína hjartans meining
fekk Jógvan Mørkøre eina
ávaring frá ovastu leiðsluni
í Fróðskaparsetrinum, sum
eftir avgerð á setursráðs-
fundi eisini gav honum
munnkurv.
Sagt varð í ávaringini, at
Jógvan Mørkøre skuldi lata
vera við at úttala seg ella at
skriva nakað í sambandi við
Menas-frágreiðingina, sum
kundi seta Fróðskaparsetrið
í ringt ljós og skaða um-
dømi innan- og uttanlands.
Ávaringin gav sostatt Jógv-
ani Mørkøre eina avmark-
ing, sum minnir um tagnar-
skyldu.
Hetta var ávarsligt, tí tað
er ein grundlógartryggjað-
ur rættur hjá starvsfólkum
at kunna tala og skriva frítt.
Kanska er tað serliga um-
ráðandi í einum universit-
eti, ið byggir á trúvirði, at
vísindalig starvsfólk siga
tað, sum tey meina. Bert í
undantaksføri kann tagnar-
skylda áleggjast, um tað er
neyðugt fyri at verja ávís
almenn og privat áhugamál,
stendur m.a. í fyrisitingar-
lógini.
Kærdi og vann
Ávaringin gjørdi, at Jógvan
Mørkøre fór í farloyvi frá
sínum starvi á Søgu- og
samfelagsdeildini »fyri at
sleppa burturúr øllum rok-
inum«. Samstundis kærdi
hann umvegis Magistara-
felagið átaluna fyri Menta-
málaráðið.
Sakførarin hjá Magist-
arafelagnum mótmælti, at
setursráðið skerjir fram-
søgufrælsið hjá starvsfólki
– og hetta hóast ongar fyri-
skrivaðar
mannagongdir
finnast um hesi viðurskifti
á Fróðskaparsetri Føroya.
Málið gjørdist drúgt, og
Mentamálaráðið kom til
sína niðurstøðu 5. mai
2003. Sosialurin hevur
fingið innlit í niðurstøðuna,
sum Petur Petersen aðal-
stjóri hevur undirskrivað.
Staðfest verður, at »ávar-
ingin skerjir framsøgufræls-
ið í óneyðugan mun«. Víst
verður á, at umrøðan hjá
Jógvani Mørkøre fer fram í
fjølmiðlunum, eftir at onn-
ur, sum hava havt við málið
at gera, hava verið úti al-
ment og umrøtt kanningina.
Tað vil siga, at hóast frá-
greiðingin ikki enn er al-
menn, so eru partar av henni
longu almannakunngjørdir,
eins og samstarv og annað
longu hevur verið lýst.
Fleiri feilir
Mentamálaráðið leggur í
sínari niðurstøðu dent á, at í
hesum føri átti Setrið at
hava
undirskrivað
eina
avtalu, áðrenn arbeiðið
varð sett í gongd, sum gav
pørtunum greiðar reglur at
arbeiða eftir, so tað slapst
undan ivamálum um, nær
og hvussu arbeiðið skal al-
mannakunngerast.
Mentamálaráðið vil ikki
gera metingar um, hvørt
orðingarnar hjá Jógvani
Mørkøre hava skatt Setrið,
tí luttøkan hjá Fróðskapar-
setrinum í vísindaligum ar-
beiði er ikki trúnaðarupp-
lýsing, sum er fevnd av
tagnarskyldu.
Umframt
prinsipiella
málið um skerda framsøgn-
arfrælsið hjá adjunktinum,
vísir Mentamálaráðið á
fleiri málsviðgerðarfeilir,
sum leiðslan á Setrinum
gjørdi, tá ávaringin fall. Eitt
nú verður víst á, at Jógvan
Mørkøre ikki sjálvur varð
hoyrdur, og at avgerðin hjá
setursráðnum kundi verið
øðrvísi, um Jógvan Mørk-
øre fekk hetta høvi. Tí sam-
bært skjølum í málinum,
sum lýsa samskiftið millum
hann og rektaran, hevði
Jógvan
Mørkøre
eina
greiða meining um og fatan
av, hvat er farið fram.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá Maluni Marnersdóttir,
rektara Fróðskaparsetrin-
um, tí hon var uttanlands.
Jógvan Mørkøre, sum aftur
er adjunktur á Søgu- og
samfelagsdeildini,
vildi
heldur ongar viðmerkingar
gera í gjár.
Setrið skerdi talufrælsið
Meiningin hjá Jógvani
Mørkøre, adjunkti, og øðrum
starvsfólki á Fróðskaparsetri-
num skal eisini hoyrast uttan
fyri gluggarnar á Setrinum,
sigur aðalstjórin í Menta-
málaráðnum, sum er hægsti
myndugleiki á økinum
Kut úr niðurstøðu hjá
Mentamálaráðnum, dagfest
5. mai 2003
C
M
Y
K
3
2