Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 112 - 18. juni 2003 Nr. 112 - 18. juni 2003 5 Felagið Rækjuskip hevur latið gjørt eina kanning av avleiðing- unum, sum verða kunnu, um verandi gongd hjá rækjuskip- unum heldur fram. Dettur vinnan niður- fyri, fer tað at hava stórt arbeiðsloysi við sær RÆKJUVINNA Edvard Joensen Fleiri enn tólvhundrað før- oysk árverk eru í beinleiðis vanda fyri at hvørva, um rækjuflotin ikki hórar undan. Og tað kann henda, um ikki almennur stuðul av einumhvørjum slag verður latin rækjuflotanum, sum í løtuni vaðar um skan- dekkið. – Støðan er ring, og verð- ur ikki gjørt okkurt muna- gott nakað skjótt, kann tað væl enda við, at fleiri av rækjuskipunum hvørva úr føroyska flotanum. Eru tey fyrst burtur, verður seinni dagurin, til tey eru aftur, sigur Jóhan Joensen, for- maður í felagnum Rækju- skip. Til at lýsa tær avleið- ingar, sum standast kunnu av, at rækjuflotin í ringasta føri hvørvur, hevur felagið Rækjuskip latið gjørt eina kanning, sum grannskoð- aravirkið KPMG saman við b ú k s p a r f r ø ð i n g i n u m Magna Laksafoss hevur greitt úr hondum. Og tað er ikki serliga hugnaligur lest- ur, sum har í stendur. Ársverkini Stutt kann sigast, at ring- asta avleiðing av, at rækju- flotin ikki verður hjálptur, kann verða, at heili 1.234 føroysk ársverk hvørva. Hesi 1.234 ársverkini eru partvís beinleiðis ávísilig, og partvís útroknað út frá teimum ávirkanum, sum inntøkur frá rækjuvinnuni leggja eftir seg í samfelag- num, sigur Jóhan Joensen. Eitt er, at tey 199 árs- verkini, sum beinleiðis vóru knýtt at rækjuflotan- um í fjør, verða burtur. Har aftur at koma so tey 77 ársverkini, sum knýtt eru at virkjum, sum arbeiða rækj- ur uppi á landi í Føroyum. Umframt er so eisini nógv annað virksemi, sum verður av rækjuflotanum. Tað verið seg smiður, provianthandlar, flutningur og annað, sum stendst av hesum. Men so sanniliga verða eisini pengar latnir tí almenna kassanum, vísir kanningin á. Rækjuflotin rindaði í fjør 82 milliónir krónur í bein- leiðis lønum. Av hesum eru goldin skattur til tað al- menna. Umframt verða so einar 35 milliónir í lønum frá beinleiðis veitingum í samband við rækjuvinnuna. Og at enda vísir kanningin á, at lønir frá avleiddum virksemi frá rækjuvinnuni í fjør rakk heilum 24 milli- onum krónum. So í lønum, sum vísast kunnu aftur til rækjuflotan, tosa vit um ikki færri enn 141 milliónir í fjør, greiðir formaðurin í felagnum Rækjuskipum frá. Avkastið til tað almenna Sum vera man letur rækju- vinnan eisini sítt íkast til almennu inntøkurnr. Bæði sum beinleiðis skatt og av- gjøld, eins og eisini tær vinnur, sum verða avleiddar av tí, rækjuflotin leggur grund undir, geva sítt íkast í almennu kasarnar. Sum beinleiðis inntøku til landskasan sigur kann- ingin, at rækjuflotin í fjør legði 77 milliónir krónur eftir seg. Og heldur ikki tær avleiddu inntøkurnar til tað almenna vóru fyri ongum. Roknað er fram til, at í tann partin fóru ikki færri enn 59 miliónir krónur. Tó er tað fyrivarni tikið, sigur Jóhan Joensen, for- maður í felagnum Rækju- skip, at tað almenna hevur brúkt inntøkurnar frá rækjuflotanum í sama lutfalli, sum gjørt varð í 1997. At árið 1997 verður nevnt í hesum sambandi, kemst av, at har neyðugt hevur verið at roknað seg fram til tøl, eru upplýsingar úr Hvítubók, sum stava frá árinum 1997, brúktir. Nýggari tøl hevur ikki borið til at fingið hendur á, sigur Jóhan Joensen. Útlitini Tølini, sum brúkt eru í kanningini, eru frá 2001 og 2002. Og tey vísa eina greiða afturgongd í inntøk- unum hjá rækjuflotanum. – Tað kemst av lækkandi marknaðarprísum, sigur Jóhan Joensen. Tí nøgdin av rækjum á teimum .økj- unum, har føroyignar fiska, tykist vera á góðari leið. Men vit eru komin í eina ónda ringrás, tí so hvørt, prísirnir lækka. hækka grønlendingar og kanadi- arar bara nøgdina, teir fiska, og halda sostatt síni inntøku á jøvnum støði. Men føroyingar hava ikki møguleika fyri at fiska meira, enn vit gera, sigur Jóhan Joensen. Væl at merkja, um talan skal vera um rækjur, sum nytta nakað at selja. Mestsum alt, fiskað verð- ur av føroyingum, verður fiskað á Flemish Cap. Eitt lítið sindur undir Eystur- grønlandi. So er tað Svalbard. Men har eru rækjurnar so smáar, at tær verða ikki fiskaðar, um nakað annað fæst. Men rækjuskipini kundu hugsað sær størri kvotur í eitt nú grønlendskum sjógvi, vísir Jóhan Joensen á. Og hann heldur, at her áttu politikararnir at roynt at fingið handlað okkum nakað av rækjum á sama hátt, sum handlað verður við toski í Brentshavinum. – Vit mugu kunna keypa almennar kvotur aðrastaðni á sama hátt, sum skipini sjálv gera, vísir hann á. Tí skipini brúka hvørt ár milliónir til at keypa sær kvotur. Tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, at al- menni myndugleikin hjálpti til, so tann hart trongdi rækjuflotin framvegis kann sleppa at lata landskassan- um inntøkur svarandi til meira enn tíggju stórt- hundrað ársverk, sigur Jóhan Joensen, formaður í felagnum Rækjuskip. Hóttandi omanlop Verða rækjuskipini bundin við bryggju, fær tað ikki bara avleiðingar fyri manningarnar.............. ....uttan eisini fyri tey, sum arbeiða á teimum vikjunum, sum viðgera rækjurnar, skipini fiska Avleiðingarnar frá rækjuvinnuni - bæði so og so - spreiða seg um alt samfelagið Jacob, Kaj og Eyðfinnur á fundi í Halifax Sum skilst, eru vón- irnar um eina loysn á kreppuni millum Føroyar og Kanada ikki nakað serligar, tí langt hevur verið og er framvegis millum partarnar RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen Sunnudagin fóru landsstýr- ismaðurin í fiskivinnu- málum, Jacob Vestergaard, Kaj P. Mortensen, fiski- vinnustjóri og Eyðfinnur Finnson, til Halifax at lut- taka á ráðstevnu, sum er millum fiskimálaráðharrar- nar í Norðuratlantshavi. Hetta er ein árlig ráðstevna, sum skiftir ímillum londini. Í ár er tað so Kanada, sum er vertur. Ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag. Jacob og Robert Í Halifax fara Jacob, Kaj og Eyðfinnur eisini at tosa við kanadiskar myndugleikar um kreppuna millum Før- oyar og Kanada, har allar kanadiskar havnir hava verið stongdar fyri føroysk- um fiskiskipum í langa tíð. Stríð er um rækjurnar í altjóða sjógvi á Grand Bank, har føroyingar hava ásett sína egnu kvotu, sum er nógv størri enn evarska lítla kvotan, sum NEAFC hevur tillutað okkum. Ætlandi verður fundurin millum Jacob Vestergaard og kanadiska fiskimálaráð- harran, Robert Thibault, seinnapartin í dag. Málið neyvan loyst Sum skilst, eru vónirnar um eina loysn ikki nakað serligar, tí langt hevur verið og er framvegis millum partarnar. Føroyar og Kanada hava samskift um málið á em- bætismannastigi, og hóast Jacob Vestergaard hevur nevnt, at partarnir í seinast- uni hava tosað betur saman, er tað helst ov bjartskygt at vænta, at nøkur endalig loysn fæst á fundinum í Halifax. Men nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer. Myndatekstur: (Mynd: Jacob Vestergaard…) - Tiltøkini hjá kan- adiumonnum mót- vegis føroyingum, minna um tiltøkini hjá USA mótvegis Kuba. Stongsulin er eitt politiskt mál, sum má bera til at loysa politiskt, sigur Tór- bjørn Jacobsen, rækjuskipaeigari, løgtingsmaður og fólkatingsmaður STONGSUL Vilmund Jacobsen Í hesum døgum er lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum, Jacob Vestergaard, í Halifax, har árligur fundur er millum fiskimálaráð- harrarnar í Norðuratlants- havi. Á vitjanini har yviri fer hann eisini at tosa við kanadisku myndugleikar- nar, sum nú í skjótt tvey ár hava havt allar kanadiskar havnir stongdar fyri før- oyskum fiskiskipum, tí ósemja er um føroysku rækjuveiðina í altjóða sjógvi á Grand Bank. Føroyska kvotan á Grand Bank er so lítil, at hon lítlan og ongan týdning hevur. Føroyingar halda seg eiga søgulig rættindi á bankan- um, tí vit vóru millum teir fyrstu, sum fiskaðu rækjur á hesi leið. Føroyskir myndugleikar hava í samráð við rækjuvinnuna ásett sína egnu kvotu, og tað er hetta, sum stríðið stendst av. Kanadiumenn hava eisini ákært føroyska rækjuflotan fyri at hava fiskað óskipað á hesi leið. Tá ið hetta er í altjóða sjógvi, har kanadiumenn ikki kunnu taka føroysku skipini, avgjørdu teir í staðin at steingja allar sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum. Minnir um Kuba Tórbjørn Jacobsen, sum bæði er rækjuskipaeigari, løgtingsmaður og fólkatingsmaður, sigur, at hetta er eitt politiskt mál millum tvey lond, sum má bera til at loysa politiskt. - Soleiðis, sum støðan er, har ein heil tjóð verður stongd úti úr øðrum landi, tykir mær hetta ógvuliga primitivt. Hann heldur, at hetta minnir ikki sørt um krígs- støður og undantaksstøður og samanber eisini stongs- ulin í Kanada mótvegis føroyskum fiskiskipum við amerikansku tiltøkini móti Kuba. - Tað ber ikki til, at okk- ara fiskiskip skulu vera stongd úti í Kanada í langar tíðir. Vónar eina loysn Tórbjørn heldur, at tað má bera til at taka málið um sjálvan stongsulin burtur úr og loysa tað fyri seg. Síðan má kunna bera til at tosa seg til sættis um, hvussu kvotamálið verður loyst, sigur hann. Skipaeigarin og politikar- in sigur seg tó væl duga at skilja, at okkara myndug- leikar vilja halda fast um søgulig rættindi og ikki sleppa hesum uttan víðari. - Her eri eg prinsipielt samdur. Men tíðin er nú vorðin so long, og stongsul- in kostar rækjuflotanum so nógv, at málið krevur eina loysn. Eg vóni tí, at Jacob Vestergaard og hansara fólk á fundinum í Halifax finna eina loysn, sum føroyska samfelagið og rækjuflotin kunnu liva við, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Ikki samdir Sum skilst, eru rækjumenn ikki samdir um, hvussu málið um Grand Bank og stongsulin eigur at verða loyst. Tað eru teir, sum halda, at tað hevur størri týdning fyri rækjuflotan, at vit sleppa at fiska okkara egnu kvotu á Grand Bank, hóast havnirnar í Kanada tískil vera verandi stongdar. Aðrir halda, at stongsulin kostar rækjuflotanum ov nógv í mistari fiskitíð á Flemmish Kap, tí skipini mugu heim til Føroya at landa. Leystliga mett missa rækjuskipini ein túr um árið, tí tey sum áður ikki sleppa inn á Kanada at landa og skifta fólk. - Eg vil meta, at stongsulin kostar okkum einar 5-7 milj. krónur um árið, sigur Tórbjørn Jacob- sen at enda. Tað er bara í regulerari neyðstøðu, at føroysk fiski- skip sleppa inn í kanadiskar havnir. Í dag hittast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard og kanadiski fiskimálaráðharrin, Robert Thibault, á fundi í Halifax um stríðið, sum er millum Føroyar og Kanada Stongsulin av kanadiskum havnum minnir um undantaksstøðu - At ein heil tjóð verður stongd úti úr øðrum landi, tykir mær ógvuliga primitivt. Hetta minnir ikki sørt um krígsstøður ella undantaks- støður, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum eisini saman- ber stongsulin í Kanada mótvegis føroyskum fiskiskipum við amerikansku tiltøkini móti Kuba C M Y K 5 4