mikudagur 18. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 112 - 18. juni 2003
Nr. 112 - 18. juni 2003
7
Síðsta hósdag kom
rækjutrolarin, Nap-
oleon, aftur av túri
við 442 tonsum av
rækjum. - Tað gongur
tungt hjá rækjuflot-
anum, men er fiski-
skapurin góður,
hongur tað kanska
saman hjá nøkrum av
skipunum, sigur Tór-
bjørn Jacobsen
RÆKJUFLOTIN
Vilmund Jacobsen
Hósdagin í síðstu viku kom
rækjutrolarin, Napoleon,
aftur av túri. Teir hava roynt
á Flemmish Kap. Skipið
hevur fiskað í seks vikur,
og veiðan vá 442 tons.
120 tons av veiðini er rá-
rækjur, sum Rækjuvirkið á
Oyri keypir. Restin er kók-
aðar rækjur, sum verða
seldar til ymiskar markn-
aðir.
Miðalprísurin fyri alla
lastina er út við 12 kr. fyri
kg. Tær smæstu rárækjur-
nar kosta heilt niður í 5-6
kr. fyri kg.
Napoleon fór úr Føroyum
fyri júst tveimum mánaðum
síðan, men við tað, at 5
dagar eru at sigla hvønn
vegin, veiðan skal leggjast
upp, og pakningur fáast
umborð, hevur skipið brúkt
tveir mánaðir um hendan
túrin.
Farmaskip hjá sær
sjálvum…
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
fiskiskapurin hjá Napoleon
hevur verið hampiliga góð-
ur hendan túrin, men
rækjuprísurin er lágur, og
eingi serlig útlit eru til, at
prísirnir fara at batna.
- Nógvar rækjur koma á
marknaðin úr Asiu, og
somuleiðis fiska eitt nú
kanadiumenn og grønlend-
ingar nógvar rækjur, sum
trýsta marknaðin.
Tórbjørn ásannar, at tað
gongur tungt hjá rækjuflot-
anum, men er fiskiskapurin
góður, hongur tað kanska
saman hjá nøkrum skipum.
- Nú havnirnar í Kanada
eru stongdar fyri føroysk-
um fiskiskipum, og vit tí-
skil noyðast at sigla heim
við hvørjari last, merkir
hetta, at vit missa ein túr
um árið. Hetta svarar til eitt
tap uppá einar 5-7 milj.
krónur.
Hann sigur, at tað er ikki
rationell
veiða,
tá
ið
rækjuskipini noyðast at
vera farmaskip hjá sær
sjálvum, sum hann tekur til.
- Vit vóna tí, at ein loysn
fæst á kreppuni millum
Føroyar og Kanada, nú
fundur er í Halifax um hetta
mál.
Tórbjørn Jacobsen held-
ur, at sleppa rækjuskipini
aftur at leggja veiðina upp
og skifta fólk í Kanada,
kann hetta vera tað íkast
fyri nøkur av skipunum,
sum annars vantar í dag.
Avstað aftur
Mánakvøldið fór Napoleon
aftur til fiskiskap, og enn
einaferð ber leiðin yvir á
Flemmish Kap.
Skipið hevur bíðað eftir
pakningi úr Danmark, sum
var tarnaður av verkfallinum.
17 mans eru við Napole-
on, og skipari hendan túrin
er Petur Sigurd Petersen av
Skála.
Skipari seinasta túr var
ein annar skálamaður, Pauli
Justinussen.
Góður rækjufiskiskapur, men lágir prísir
- Tað er ikki rationell veiða, tá ið rækjuskipini noyðast at vera farmaskip hjá sær sjálvum, nú
kanadiskar havnir eru stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Mynd: Edvard Joensen
At smíða, meðan jarnið er heitt
- Eg vóni, at Útoyggja-
felagnum verður lív
lagað, og at tiltakið,
sum seinasta ár var í
Skúvoy og hesaferð er
í Kalsoynni, verður
eitt afturvendandi
árligt tiltak, segði
Signhild Joensen, sum
er umboðsráðslimur í
Útoyggjafelagnum
fyri Trøllanes
ÚTOYGGJASTEVNAN
Vilmund Jacobsen
Tað var Signhild Joensen,
sum er ættað úr Klaksvík,
men gift og búsitandi á
Trøllanesi, sum seinasta
leygardag bjóðaði vælkom-
in, áðrenn Útoyggjastevnan
í Kalsoynni varð sett av
Finnboga Ísaksyni á Trølla-
nesi hendan dagin.
Signhild er umboðsráðs-
limur í Útoyggjafelagnum,
har hon umboðar Trøllanes.
- Tað er mær ein stórur
heiður og ein stór gleði at
bjóða tykkum øllum at vera
hjartaliga vælkomin higar í
dag. Tað er hugnaligt, at tit
eru møtt so fjølment til
hetta tiltak.
Hon segði, at tá ið Út-
oyggjafelagið hevði fund í
Havn fyrst í mars mánaða í
ár, varð samtykt at hava
næsta aðalfundin hjá fel-
agnum í Kalsoynni.
- Og so varð at smíðja,
meðan jarnið var heitt. Vit
avgjørdu at nýta hetta høvi
til eisini at reisa á føtur eina
bygda/oyggjastevnu,
nú
høvið beyðst.
Um viljin er…
Signhild helt fyri, at onkun-
tíð kann tað vera gott at
taka eina avgerð, áðrenn tú
kennir avleiðingarnar av
henni.
- Tí, høvdu vit vitað, at
hetta tiltak fór at gerast so
stórsligið, høvdu vit helst
hugsað okkum um meira
enn einaferð. Men líkamik-
ið. Eru vit fá, so ber tað
kortini eisini til - bert viljin
er til staðar.
Unga húsmóðirin, sum
saman við manni sínum,
Mikkjali, eigur 5 børn,
segði seg vóna, at dagurin í
Kalsoynni fór at gerast
minnisríkur, har vinir og
kenningar hittast, og fólk
fara knýta nýggj vinarbond.
- Eg vóni, at hesin
dagurin fer at eydnast væl
fyri okkum øll - og ikki
minst fyri okkara gestir, ið
hava leitað sær í Kalsoynna
í dag.
At enda segði Signhild
Joensen seg vóna, at Út-
oyggjafelagnum verður lív
lagað og at tiltakið, sum
seinasta ár var í Skúvoy og
hesaferð er í Kalsoynni,
verður eitt afturvendandi
árligt tiltak.
Signhild og maðurin,
Mikkjal. Hon gongur við
posti; hann hevur smiðju og
fæst við bóndaskap
Mynd: Rúna Sivertsen
Mangur sat væl og fekk gott
at eta í snotuliga heiminum
hjá Signhild og Mikkjali á
Trøllanesi seinasta leygardag
Mynd: Rúna Sivertsen
Søkt verður eftir
økisterapeutum
til Heimarøktina
Almannamálaráðið hevur avgjørt at seta á stovn
eina økisterapi í øllum landinum. Í hesum
sambandi er ætlanin at seta terapeutar í teimum
6 heimarøktarøkjunum, ið skulu veita tænastu til
fólk við tørvi á uppvenjing og viðlíkahaldi av
førleika. Tænastan verður veitt til vaksin yvir 18
ár, ið búgva heima ella í eldrasambýlum kring
landið.
Økisterapi er eitt nýtt tilboð, ið skal skipast og
mennast í tøttum samstarvi við økisleiðslurnar,
aðrar samstarvsfelagar og starvsfólkabólkar, ið
hava týdning fyri hin einstaka brúkaran.
Í mun til tann einstaka brúkaran skal økistera-
peuturin:
• Meta um førleika og tørv á tiltøkum
• Veita ADL- og funktiónsvenjing
• Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at
vera um brúkaran
• Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og
ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi
• Gera uppfylgjandi arbeiði í samband við
útskrivan frá sjúkrahúsi
• Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av
hjálpartólum, húsabroytingum v.m.
Vit sóknast eftir ergo- og/ella fysioterapeut-
um sum skal
• Hava arbeiðsroyndir
• Evna at arbeiða sjálvstøðugt
• Duga væl at samskifta við brúkarar og avvarð-
andi
• Hava hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og at
samstarva við aðrar stovnar
Vit bjóða:
• Eitt nýtt starv við møguleika fyri at skipa og
menna starvsinnihaldið
• Eitt mennandi umhvørvi við møguleika fyri
førleikamenning
Setanar- og lønarviðurskifti:
Talan er um størv við setanarstað í Heimarøktini
og við ábyrgd mótvegis økisleiðaranum.Arbeiðs-
økið verður í einum av hesum 6 heimarøktar-
økjunum: Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymoy,
Vágar/Norðstreymur/Norðeysturoy, Eysturoy og
Norðoyggjar.
Økisterapeutur verður løntur sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkis-
felag við einaískoyti.
Viðmerkjast skal hvat/hvørji øki umsóknin fevnir
um.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Heimarøktina á telefon 30 40 20.
Umsókn við neyðugum prógvum/viðmælum
skal sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Eirargarður 2
Postsmoga 139
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 2. juli 2003, kl. 12.00
HEIMARØKTIN & SERFORSORGIN
C
M
Y
K
7
6