Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 112 - 18. juni 2003 Nr. 112 - 18. juni 2003 9 Sáttmáli er nú undir- skrivaður um útbyggj- an av skúlanum í Kvívík. Hetta er størsta verkætlanin í søguni hjá Kvívík og inniber m.a., at skatta- prosentið veksur BYGGING Heri á Rógvi Mánakvøldið varð sáttmáli undirskrivaður, sum setir ferð á størstu verkætlanina í søguni hjá Kvívíkar komm- unu. Talan er um útbyggjan av skúlanum í bygdini. Verkætlanin er so dýr, at kvívíkingar nú skulu gjalda meira skatt til kommununa. Fyri at fíggja byggikostn- aðin upp á 12,8 mió. er skattaprosentið voksið úr 17% til 19%. Men hetta er neyðugt, heldur borgarstjórin. Verandi umtøður hjá skúlanum eru ikki nøkt- andi. Og vit ætla ikki at seta kommuna í stóra skuld, sigur Heini Holm, borgar- stjóri í Kvívíkar kommunu. Fýra stovur Stóra útbyggingin av skúlanum í Kvívík merkir fýra nýggjar skúlastovur, eitt nýtt høli til fysik/kemi, eina lærarastovu, kontór og eina hampuliga stóra høll, sum kortini ikki er nøkur ítróttarhøll. Eisini verður kjallari gjørdur, har møgu- leiki er at hava forskúla. Verandi skúli verður longdur suðureftir, har hann stendur í dag, Frammi í Gerðinum í Kvívík. Heini Holm sigur, at skúlin hýsir millum 55 og 65 børnum árliga, og hetta krevur eitt sindur av plássi. Beint undir sekshundrað fólk búgva í Kvívíkar kommunu. Harav búgva 50 teirra á Válinum, og hesi børnini ganga í skúla í Vestmanna. Størst Tað er G.A.J. Smíð, sum týskvøldið fekk “høvuðs- enterprisuna”. Grækaris Jo- ensen, stjóri, skrivaði sam- an við Heina Holm undir sáttmálan. Sum sagt er hetta størsta verkætlanin nakrantíð hjá Kvívíkar kommunu. Í áttati- árunum varð bátahylur bygdur. Hesin var ikki eins kostnaðarmikil, men stórt lán varð tikin. At taka lán er nakað, bygdarráðið í Kvívík ikki ger soleiðis uttan víð- ari. Vit ætla at gjalda kostnað- in av skúlanum sohvørt. 400.000 eru settar av um mánaðin, og vit ætla bert at taka eitt lán upp á tvær milliónir, sigur Heini Holm. Skúlin skal eftir ætlan standa liðugur til skúlaárið 2005/2006. Kommunan skyldar einki sum er, men tey tora at taka eitt lán, tá mett verður, at hetta stigið er somikið neyðugt at taka. At so nógvur peningur verður nýttur til skúlan hjá einari lutfalsliga lítlari kommunu ger sjálvsagt, at aðrar íløgur mugu bíða. – Tær størru íløgurnar mugu so bíða. Vit hava ym- isk smærri prosjekt ígongd, men eitt nú røktarheim má bíða, sigur Heini Holm. Borgarstjórin sigur, at í Kvívík verður at kalla einki tosa um samanlegging, og roknað verður so avgjørt ikki við, at hetta kemur upp á tal í næstum. Kommunan samstarvar sum er við Vest- manna kommunu um ym- iskt. Nýggi parturin av Kví- víkar skúla verður sum sagt tikin í nýtslu í august 2005, tá eitt nýtt skúlaár og eitt nýtt tíðarskeið í Kvívík byrjar. Stóra takið í Kvívík Føroya Realkredit- stovnur hevði sein- asta roknskaparár 20,1 mió. í yvirskoti. Nú verða donsku nevndarlimirnir skiftir út ROKNSKAPUR Heri á Rógvi Roknskapurin hjá Føroya Realkreditstovn fyri rokn- skaparárið 1. apríl 2002 til 31. mars 2003 vísti eitt yvir- skot, tá alt var farið av, ájóð- andi 20,1 milliónir krónur. Ársfrágreiðingin sigur, at vanliga rakstrarúrslitið gjørdist 34,3 milliónir. Stjórnin mælir til at avseta 13,5 mió. kr. upp á útlán. Harumframt hevur stovn- urin selt lánsbrøv við kurs- vinningi upp á 6,2 mió., umframt eitt ikki staðfest kurstap av lánsbrøvum upp á 1,5 mió. krónur. Ulla Svarrer Wang, sum saman við Òla Heinesen og Virgar Dahl mannars stjórnina í felagnum, sigur, at leiðslan metir úrslitið vera nøktandi. Hetta farna roknskapar- árið eru óvanliga nógv lán afturgoldin í úrtíð. Hesi høvdu eitt samlað virði áljóðandi 31,3 mió. kr. Skifta nevndarlimir Realurin varð í 1998 yvir- tikin á føroyskar hendur. Higartil hevur talan verið um eina skiftistíð, sum millum annað hevur inni- borið, at fleiri danir hava verið limir í umboðsnevnd- ini. Millum annað hevur núverandi fólkatingsfor- maðurin Christian Mejdahl verið limur í Umboðsráðn- um seinastu árini. Tað verður hann kortini ikki leingi afturat, upplýsir Ulla S. Wang. Donsku limir- nir verða skiftir út við før- oyskar, sum landsstýrið fer at velja, sigur Ulla S. Wang. Annars er tað landsstýrið og fiskiveiðifeløg, sum velja limirnir í umboðs- nevndina. Varastjóri og dagligur leið- ari er fyrrverandi løgmaðurin Atli P. Dam, og hann heldur fram í starvinum. Heini Holm og Grækaris Joensen skrivaðu mánakvøldið undir sáttmála um byggjan av skúla í Kvívík. Mynd: Jens Kristian Vang Realurin pent yvirskot Nakrar broytingar verða nú gjørdar í Umboðsnevndini fyri Realin Pernille savnaði kvinnur Fríggjadagin varð skipað fyri skeiðið um og fyri kvinnuligar leiðarar og Gamla Meiarínum. Tað var Føroya Tele, sum skipaði fyri í skeiðinum. Talan var fyri ein part um teirra int- ernu leiðararútbúgving. Umframt fleiri føroyskar fyrilestrahaldarar, so var stóra navnið á plakatuni Pernille Aalund. Og tað er kanska ikki so langt við síðuna av at siga, at hon savnaði sín part av kvinnum. Í øllum førum var fult teknað, og fleiri stóðu á bíðilista til ráðstevnuna um og fyri kvinnur. –HR. Pernille Aalund var á stuttari vitjan í Føroyum fríggjadagin og leygardagin, og hon savnði nógvar kvinnur í Gamla Meiarínum Myndir: Jens Kristian Vang Maria Olsen farin 13. juni andaðist Maria Olsen, 84 ára gomul. Maria á Reinsarínum, varð hon eisini nevnd, búði alla sína tíð hjá Pedda Post (J.P. Rubeksen) í Magn- us Heinasonargøtu í Havn. Í desember 2001 fór hon á Ellisheimið, fyri fáum vikum síðan varð innløgd á Landssjúkrahúsið, og nú flutti hon heim. Maria var fødd í Vestmanna 6. mai 1919. Var eitt av systkinunum í stóra barnaflokkium hjá Siggu og Tummasi í Innarstovu í Vestmanna, 13 børn hevði Sigga átt. 12 ára gomul var Maria, tá hon á fyrsta sinni var í Havn hjá systrini Helgu, sum tá var gift Jens Peter Rubeksen, Pedda Post, vit róptu, konfirmerað 14 ára gomul, fór hon at vera arbeiðskona hjá systrini Helgu – og har varð hon verðandi allar sínar virknu dagar, til hon fór á Ellisheimið. Tær vóru annars fleiri systrar, sum komu til Havnar at verða, Helga var arbeiðskona hjá Frants Restorff, og tá hon giftist, kom Olivia at avloysa, og varð verandi í húsinum hjá frú Linu Restorff, eisini hon flutti á Ellisheimið og andaðist fyri fáum árum síðan, 96 ára gomul. Hanna, sum var frisørdama, doyði bert 42 ára gomul. Um hesi systkin kann verða nevnt, at einans Helga, og systurin Fía, sum býr í Vest- manna, vóru giftar og hava eftirkomarar. Tá Elin og Mourits, foreldur Pedda, vóru gomul, var Maria hjá teimum at vera. Eitt skifti var Maria eftirmiddagsgenta, sum tað róptist, hjá sakførar- anum Christiansen, sum búði í Stórustovu á Hoydalsvegnum, mánaðarlønin tá var 20 krónur, og tað kom væl við. Seinni, í 1944, varð Maria avloysari á Reinsarínum í Tórsgøtu, tað gjørdist síðan lívsuppgáva hennara – fyri mongum árum síðan varð Maria ánarin og rakstrarleiðarin av Reinsarínum. Undir skiftandi umstøðum var Maria før fyri at endurnýggja hesa fyritøku, sum fólk leitaðu til, tá klædnapløgg- og lutir skuldu reinsast, pressast – og tað mundi verða rár hending, at Maria ikki greiddi uppgávuna. Nú er Maria farin og við henni er lok lagt á eitt skeið í virkissøguni í Havn, hóast tað mangan verður lítismett, hendur kunna útinna, so loynist tað ikki, at saknur oftast ikki spyrst, fyrrenn fólkið er farið - í hesum føri handverkið, sum Maria greiddi. Maria verður saknað hjá skyldfólkum sínum, og teimum mongu sum trygg lótu henni upp í hendi uppgávur - og tað trúfesti hon altíð sýndi í verki sum í samveru við fólk. Frið lýsa vit yvir minnið um Mariu Olsen úr Innarstovu. jl. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Fjórða árið á rað verður skipað fyri tiltakinum "Hjálmur er cool". Tað eru Kiwanis og Ráðið fyri Ferðslutrygd – saman við sponsurum, sum skipa fyri tiltakinum. Endamálið er at fáa øll at nýta hjálm á súkklu TÍÐINDASKRIV rff Summardagarnar er tað ein frøði at síggja børn á lit- føgrum súkklum spæla sær millum húsini: gleðiróp, glógvandi eygu og látur eykenna hetta spæl. At súkkla er ikki bara stuttligt, tað er eisini gott fyri likam og sál. Men, barnalátur kann skjótt gerast barna- grátur. Ein lítil steinpirra á vegnum, róðrið fer skeivt og so framav. Tíbetur er í flestu førum einans talan um skursl og blá merki. Verri er um armur ella bein brotnar. Hinvegin, beinbrot vaksa í flestu førum aftur. Tað, sum ikki má henda er, at høvdið tekur. Tí kemur skaði á tað, kann hann vera óbótaligur. Tí er neyðugt at vera í hjálmi á súkklu - altíð! Og steinpirrurnar eru kanska minsti trupulleikin, verri er um komið verður fyri bil... »Hjálmur er cool« Í hesum døgum fáa øll børn, sum ganga í 1. flokki í Føroyum, hvør sín súkklu- hjálm. Hetta er 4. árið at skipað verður fyri tiltakinum "Hjálmur er cool". Sostatt hava slakir 3000 næmingar fingið súkkluhjálm hesi árini. Tað eru Kiwanis og Ráðið fyri Ferðslutrygd – saman við sponsorunum, MBM, Føroya Sparikassa og Eimskip, sum skipa fyri tiltakinum. Endamálið er sjálvsagt at fáa øll at nýta hjálm á súkklu. »Hjálmur er cool« Heðin Mortensen riddari av 1. stigi av Dannebrog Tann 28. mei í ár hevur hennara hátign, Margretha drotning, útnevnt Heðin Mortensen, løgtingsmann, til riddara av 1. stigi av Dannebrog-heiðursmerk- inum. - Hetta taki eg sum eitt stórt herðaklapp og eina viðurkenning av tí arbeiði, eg havi verið við til at gjørt í ymsum álitisstørvum. Hetta er fyri meg avgjørt ein stórur, persónligur heiður, sigur Heðin Mort- ensen, sum í mong ár hevur verið virkin innan ung- dómsarbeiði, felagsarbeiði, lokalpolitikk, landspoli- tikk, umframt at hann hevur verið uppií og virkað fyri altjóða samstarvi á ymsum økjum. Frammanundan hevur Heðin Mortensen síðani 8. februar 1991 verið riddari av Dannebrog, umframt at hann í 1996 fekk heiðurs- kross íslendska ítróttarsam- bandsins og í 1999 heiðurs- kross føroyska ítróttarsam- bandsins. Í næstum fer Heðin Mortensen at biðja um móttøku hjá hennara há- tign, Margrethu drotning, har hann fer at nýta høvi til at takka fyri heiðurin. Heðin er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági, sonur Ethel, f. Jespersen, og Martin Eliesar (Eli) Mort- ensen í Trongisvági. Fa- miljan flutti til Havnar at búgva í 1955. Heðin er útbúgvin maskin- og bilsmiður. Hann lærdi hjá Wenzel Petersen í Havn og arbeiddi har sum bilsmiður, bila- sølumaður og á eykaluta- goymsluni, til hann fekk arbeiði á Tryggingarsam- bandinum Føroyar í 1978. Umframt sína útbúgving sum biltaksator hevur hann tikið ymiskar útbúgvingar innan tryggingavirksemi, og arbeiðir hann í dag á marknaðardeildini á Trygg- ingarfelagnum Føroyar. Heðin var formaður í Havnar Róðrarfelag í 70- unum og forseti í ÍSF síðan 1980, umboðsráðslimur og stýrislimur í SEV, formaður í Havnar Sjónleikarafelag og býráðslimur í Havn síð- an 1973. Hann hevur verið tingmaður fyri Sambands- flokkin síðan 1998. Heðin er giftur við Hjørdis, f. Egholm, úr Havn, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Hjørdis og Heðin eiga fýra børn, tey eru: Elin, Ann, Guðrun og Eirikur. Leiðaraskifti í Hoyvíkar Skúla TÍÐINDASKRIV 1. august verður leiðara- skifti í Hoyvíkar Skúla. Petur Dahl, sum hevur verið fyrstilærari síðan 1978 og skúlastjóri síðan 1994, leggur nú frá sær, og Birgit Arge, sum hevur verið varaskúlastjóri sein- astu 6 árini, tekur við sum stjóri. Ólavur Skipagøta verður nýggjur varaskúla- stjóri. Hoyvíkar Skúli, sum hevur næmingar úr 1. til 7. flokki, varð bygdur í 1977. Tá gingu 77 næm- ingar í skúlanum. Síðan er fólkatalið í Hoyvík vaksið nógv og næmingatalið somuleiðis. Skúlin er bygdur út tvær ferðir, fyrstu ferð í 1991 og seinnu ferð í 2002. Nú eru 17 skúla- stovur umframt aðrar ser- stovur, bókasavn og fim- leikarhøll. Fyri stuttum kom so eisini Hoyvíks- høllin. Núverandi næm- ingatalið er 440 í 19 flokkum. Í samband við leiðaraskiftið verður almenn móttøka í skúlanum fríggjadagin 20. juni millum kl. 16-18 C M Y K 9 8