mikudagur 18. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 112 - 18. juni 2003
Nr. 112 - 18. juni 2003
11
Ein góður fíggjarmálaráðharri ger fíggjarlógir, sum halda.
Ein góður fíggjarmálaráðharri hvørki yvirbudgetterar ella
undirbudgetterar. Vit hava nú í fimm ár verið vitni til
markanta undirbudgettering í Fíggjarmálastýrinum. Onk-
ur hevur fullkomuliga misskilt, hvat eyðkennir ein góðan
fíggjarmálaráðharra, og hevur hug at rósa Karsten Han-
sen, hvørja ferð hann skarvar av einari fíggjarætlan, fyri
bert seinni í árinum at verða noyddur til at koma aftur-
umaftur við eykajáttanum. Fíggjarmálaráðharrin eigur
ikki ábyrgdina av, at vit hava havt hákonjuktur, síðani
hann kom í sessin. Harafturímóti hevur fíggjarmála-
ráðharrin ábyrgdina av, at so illa hevur verið budgetterað
seinastu árini. Fíggjarlógin fyri í ár, ella kladdan, sum
onkur hevur nevnt hana, er einki undantak í so máta.
Hevur fíggjarmálaráðharrin dugað væl at gjørt forsøgnir
fyri føroyska búskapin? Uppundir seinasta val stóð so væl
sum ongantíð fyrr í Føroyum, um ein skuldi trúð Tjóð-
veldisflokkinum. Man kvetti tað, sum svarar til eina milli-
ón krónur um dagin av í blokkstuðuli. Nú stendur hin-
vegin so illa til sambært fíggjarmálaráðharranum, at tað
ikki er ráð til lønarhækkanir. Antin hevur fíggjarmála-
ráðharrin reypað ov nógv áðrenn valið, ella ger hann ov
nógv av nú. Tíverri fyri Føroya land er tað helst tað fyrra,
ið er sannleikin.
Hvørjar aðrar dygdir eigur ein fíggjarmálaráðharri at
hava? Alt nýtist ikki at verða tapt, bert tí at ein fíggj-ar-
málaráðharri ikki dugir væl at budgettera ella gera
forsøgnir. Samráðingarevni og evnini at loysa trupulleikar
mugu standa ovaliga á listanum yvir dygdir hjá einum
fíggjarmálaráðharra. Um vit hyggja at almenna arbeiðs-
marknaðinum, so hevur ikki sæð pent út seinastu árini.
Ongantíð fyrr hava verið so nógv verkføll og klandur á
almenna arbeiðsmarknaðinum, sum undir sitandi sam-
gongu. Tá tað er rættiliga ósannlíkt, at alt starvsfólkið hjá
tí almenna skal verða blivið ómøguligt eftir einari nátt, so
má í hvussu so er partur av trupulleikanum liggja aðra-
staðni. Harmiligt at siga so, men tað tykist ikki sum
Karsten Hansen hevur skarað fram úr, tá tað kemur til
samráðingarevni. Hvussu so við evnunum at loysa trupul-
leikar? Vit kunnu hyggja at SEV málinum, ið nú hóttir við
at leggja landið myrkt.
Leiðslan í SEV kundi ivaleyst havt handlað øðrvísi í mál-
inum um maskinmeistarasáttmálan. Eisini kundi sáttmálin
helst sæð øðrvísi út, men nú er tað einaferð so, at Maskin-
meistarafelagið hevur ein undirskrivaðan sáttmála í
hondini, ið teir eisini hava fingið útgoldið løn eftir tvær
ferð. Hetta gevur teimum ógvuliga góð kort á hondina, og
vegna egið forsømilisi við undanfarna sáttmála, hevur
Karsten Hansen lítið annað í at velja, enn at góðkenna
sáttmálan. Sjálvandi eigur hann at taka eina uppgerð við
SEV, tí trupulleikin er teirra millum, men eingin orsøk er
fyri at landið skal verða gíðsil í hesum málinum. Gamaní
er hækkanin kanska hægri enn búskaparstøðan rættvísger,
men sum Karsten Hansen sjálvur hevur sagt, so er eingin
grund til, at allir bólkar hvørja ferð skulu fáa sama pro-
sentvísa lønarhækkan. Tað vil altíð vera munur á hvussu
eftirspurningurin er fyri ymsar fakbólkar, og hvussu lang-
tíðargongdin hevur verið innan somu bólkar.
Undir øllum umstøðum forsømdi Karsten Hansen at góð-
kenna seinasta sáttmálan millum SEV og Maskin-
meistarafelagið, hóast løn hevur verið útgoldin eftir
honum í áravís. Tí hevur fíggarmálaráðharrin als einki at
hava núverandi góðkenningarsýtan í, og nú má Løgtingið
uppí fyri at forða fyri u-lands tilstandum í Føroyum. Gott
klárað?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Einki ljós?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Møguliga er orsøkin, at tað
er fyri at fáa fokus á annað
enn politisku trupulleikar-
nar hjá sitandi landsstýri, at
tey nú, kropp av kroppi,
loypa upp og skíra undir-
ritaðu fyri ikki at hava sett
seg inn í málið, ella fyri at
villeiða og siga ósatt um
hvat hendi, tá nógv um-
røddu
hernaðarlógirnar
vóru viðgjørdar fyrst á
løgtingi og síðan á fólka-
tingi.
Eg hevði ikki ætlað at
farið út í kjak við Høgna
Hoydal ella Kristinu Há-
foss, tí viðgerðina av mál-
inum á fólkatingi kunnu øll
lesa á heimasíðu fólkating-
sins, ella fyri at gera tað
uppaftur lættari, á heima-
síðu
Sambandsfloksins.
Men tá so formaðurin í
uttanlandsnevnd løgting-
sins kemur í eini grein við
sínum viðmerkingum, so er
tað prógvið um, at panikkur
er í, tí Hergeir Nielsen
blandar alt saman í ein
vavgreyt.
Hergeir Nielsen skrivar
um
uppskotið,
ið
var
viðgjørt á Føroya løgtingi
(har undirritaða als ikki
luttók undir fyrstu viðgerð,
av tí at eg var burturstødd!)
og nevnir øll tey málini,
meðan hann als ikki hevur
uppdagað, at uppskot Tor-
bjørn Jacobsens á fólka-
tingi var eitt annað, og bert
snúði seg um hernaðarlóg-
irnar.
Uppskotið hjá tjóðveldis-
umboðnum nevndist:
Beslutning nr. B 149
Forslag om
folketingsbeslutning
Om at ophæve den
danske militære
straffelov på Færøerne.
Idet Folketinget anerkender
og respekterer, at Færøerne
er en selvstændig juridisk
enhed, pålægger Folketing-
et regeringen at tilbage-
trække den militære straffe-
lov fra 1973 med senere
ændringer, som regeringen
uden landsstyrets viden og
imod et enigt Lagtings
beslutning har bekendt-
gjort på Færøerne.
Hvørki meira ella minni, og
tað er tað málið snýr seg
um!
Óneyðugt er at nevna, at
Sambandsflokkurin bein-
anvegin kannaði málið og
kundi avdúka, at lands-
stýrið longu var vitandi um
lógirnar.
Til Høgna Hoydal er bert
stutt at siga, at heldur hann
fram við sínum loysingar-
politikki, við teim fíggjar-
útlitum sum hansara egni
landsstýrismaður við fíggj-
armálum tosar so nógv um
í hesum døgum, so verður
endin, at hann sjálvur leiðir
Føroyar aftur í skjútstíðina
við teimum ræðumyndum,
sum hann málar í síni grein.
Havi eisini hug at nevna
tíðina undir seinra heims-
bardaga, tá bæði privathús
og aðrir bygningar vóru
tiknir til hernaðarendamál í
Føroyum. Tá var eingin
heimastýrislóg, og tað var
heldur ikki danskt hern-
aðarvald, ið hertók ognir-
nar!
Sjálvandi ynskir ongin
okkara at neyðugt verður at
brúka hernaðarlógirnar í
Føroyum, men at brúka tað,
ið hent er, fyri at gera við-
urskiftini verri aftur, nú
blot annars var komið í
fastlæstu og stirvnu viður-
skiftini Føroya og Dan-
markar
millum,
ynskir
Sambandsflokkurin ikki. Tí
hava vit mótmælt manna-
gongdini og atkvøtt fyri
uppskotunum men sam-
stundis greitt sagt, hvat vit
eru ónøgd við og vilja , at
tað skal rættast í framtíðini,
og tað hava vit eisini fingið
lyfti um.
Panikkur í Tjóðveldisflokkinum
Hjalmar N. Poulsen
álitismaður hjá SEV-
meistarunum í Vestmanna
Á skerdum flogi sum snik-
runnin, oljudálkaður, lam-
skotin, setursnáti skrambl-
aði hann aftur á bøkkin
handan heimarókina.
Eg meini, hann er blivin
ikki sørt mentaður. Tosar
um fín orð sum formalitet,
støðutakan til politiska
kamelsvølging.
Útkastið til uppritið er
enn ikki »formliga« handað
ráðharranum, nakað so-
leiðis vóru orð hansara
fríggjadagin hin 13. í
hesum. Ikki løgið hetta
skuldu
blíva
hansara
óeydnisdagur; hví er hann
nú
farin
at
tosa
um
formalitet í hesum sam-
bandi? Betri seint enn ong-
antíð!
Spurningurin hjá fleiri
við mær verður settur
fíggjarmálaráðharranum
persónliga: Hví var starvs-
sáttmálin millum SEV og
Maskinmeistarafelagið,
sum varð praktiseraður
áðrenn 28. feb. 2003 ong-
antíð formliga góðkendur
av avvarðandi myndugleik-
um sambært kommunu-
lógini, stykki 5 í grein 5?
Ein góður spurningur
krevur eitt gott svar. So-
leiðis er eisini her.
Níggju spurningar til
professaran
Jenis av Rana skrivar po-
litiska doktararitgerð í hós-
dagsdimmu 12. juni, har
evnið snýr seg um arro-
gansu.
Pen mynd er av honum,
har hann stendur so skuld-
arfríur við himmalvendum
eygum og helst hugsar um
»røddina«. Niðurstøðan av
vardu ritgerðini er um-
talaðu níggju spurningarnir
og tilhoyrandi aftursvar frá
harranum.
Avtalað spæl fyri
gallarínum
Hesir spurningar eru tutan
iva bryggjaðir í felags-
áhuga yvirav Konditta-
rínum, á trappusteininum á
Káta Horni, har útsýnið
kann skoðast á rótfastu
aldargomlu eikina, sum so
støðuføst og stinn stendur
sum eitt tekin um fasta
grund.
Høvdu hesir spurningar
verið settir relevantir og
rætt, hevði harrin ikki kom-
ið javnfríur ígjøgnum próv-
tøkuna,
men
dumpað.
Seinni kemur grundgev-
ingin.
Gud hjálpi okkum, teir
gera tað í hvussu so er ikki.
Spurningar bryggjaðir í felagsáhuga
Heri Mohr
"_.. Nú er frøði úti og inni,
drúgva verkfallið, sum gav
løgmanni, høgum og lágum
hungurs- og hall-hallucina-
tiónir, er avblást. Tilveran
gjørdist beinanvegin lættari
og blíðari. Orð Knut Ham-
suns runnu mær í hug:
Men blide stunder, det har
vi alle.
En Fange sitter paa sin
Kjærre
og kjører til Skafottet,
en Spiker gnager ham i
Sætet,
han flytter sig og føler det
mere behageligt.
Handan aforisman kom úr
tí kulturella rangastrúpan-
um, hoyri eg teg speiskliga
siga.
Pápi tín var her í gjár.
Hann gjørdi eitt rend á
Norðhavið; men veruligur
útróður kemur ikki upp á
tal, nú verkfallið hevur
stongt fiskamarknaðin í 4
vikur. Tað var ein stór
teggja, hann gav okkum, og
tú ivast sjálvandi ikki í,
hvat var í pottinum í dag.
Feskt hava vit ikki fingið í
næstan tríggjar vikur.
Pápi tín var ikki meira
enn farin, so kom Pætur inn
á gólvið prátingarsamur og
í góðum lag. Seinastu viku
var hann inni í Dølum og
setti okkum epli niður. Í
seinra lagi kanska, men tað
man ikki fara at bila, tí,
sum hann sigur, opinekran
er sera moldgóð. Og hann
prátaði væl upplagdur: Tú
minnist, at eg í seinastu
viku tosaði um okkurt, sum
yrkjarin Jóanes Nielsen
hevði skrivað í blaðnum
Fregnir. Nú hevur hann
aftur skrivað, og hesaferð
dregur hann sjálvan fanan
úr blekkhúsinum. Hann
skrivar um Ivan Karamazov
og fanan úr skaldsøguni
BRØÐURNIR KARAMA-
ZOV eftir Dostojevskij.
Ivan, miðlingurin av brøð-
urnum, er intellektuellur og
nógv upptikin av religi-
øsum
og
filosofiskum
spurningum. Í skaldsøguni
lesa vit eisini legendina
Stórinkvisitorurin, har Ivan
ímyndar sær, at Kristus
kemur aftur til jarðar 1500
ár eftir hansara himmal-
ferð. Dramaið fer fram
einastaðni
í
Sevilla
í
Spania, meðan inkvisitión-
in har er í hæddini.
Ivan er ateistur, men í
hjartanum goymur hann
duldan fagnað fyri Kristus.
Ein eginleiki ikki óvanligur
hjá
Dostojevskij.
Eitt
kvøldið, tá ið Ivan kemur til
hús, fær hann eina óhugna-
liga
hallucinatión:
Fremmandamaður situr í
sofakrókinum, hábærsligur
við tjúkkum hári, gránað
eitt sindur á vanganum,
avstubbað
høkuskegg,
dámligt anlitsbragd, som tó
tykist at kunna broytast
allar vegir, lorgnett í silki-
snóri um hálsin, breiðan
gullring á longutong og
myrkabrúnum, mótakend-
um
klædningi.
Hesin
distingveraði
harrin
er
fanin, sum er komin at
vitja, og við einum: orsaka
at eg órógvi, byrjar sam-
røðan millum teir báðar,
fanan og Ivan.
Danski háskúlamaðurin
Knud Hansen skrivaði í
1973 bók um skaldskapin
hjá Dostojevskij, og hana
átti tú, Malan, at lisið fyrst,
um tú ætlar at gera teg
kunnugan við meginskaldið
úr Russlandi. Eg veit væl,
at Jóanes er bókamaður av
teimum frægu, og tú skalt
vara teg fyri at koma í
hólmgongu
við
hann.
Onkur tók soleiðis til, at
tað, sum hann ikki hevur
lisið, er ikki vert at lesa,
men eg fari hóast hetta at
halda, at um hann er av
teirri áskoðan, at Fjodor
Mikhajlovitj Dostojevskij
hevur "pilkað sundur ta
kristnu sálina" í destruk-
tivum týdningi, so hevur
hann lisið ein av heimsins
størstu rithøvundum "in
vain". Men kanska hevur
hann lagt nakað í hasi
orðini, sum eg ikki skilji, tí
eingin fær meg at trúgva, at
Jóanes
hevur
fingið
BRØÐURNAR
KARA-
MAZOV í tann kulturella
rangastrúpan, sum Jógvan
plagar at taka til.
Í einum brævi frá tukt-
húsinum í Sibiria dagfest
mars 1854 skrivaði Dosto-
jevskij m.a. soleiðis:
Jeg tror, at der intet skønn-
ere findes, intet dybere,
intet så dragende, intet så
sandt, så modigt og fuld-
komment som Jesus Krist-
us. Atter og atter fyldes jeg
ved tanken om ham af en
brændende lidenskab. Jeg
siger til mig selv, at hans
lige ikke blot ikke findes,
men heller ikke kan findes.
Jeg siger endnu mere —
hvis nogen bragte mig be-
viset for, at sandheden om
vort liv ikke er i Kristus, og
hvis det skulle blive slået
fast, at sandheden virkelig
befinder sig et andet sted
end hos ham, så vilde jeg
dog vælge Kristus fremfor
sandheden.
Óivað hevur Jóanes Nielsen
lisið
stuttsøguna
ET
LATTERLIGT
MENN-
ESKES
DRØM
eftir
Dostojevskij. Hon handlar
um ein ateist, sum við
einum dreymi gjørdist eitt
annað menniskja. Dreym-
urin lærdi hann, at tað ónda
ikki er menniskjans rætt-
vorðni standur, og at liva
eftir boðnum: tú skalt elska
næsta tín sum sjálvan teg,
er einasta treytin fyri, at
lívið kann livast. Og _.
jamen Malan, tú situr og
geispar. Far tú bara í song
og droym teg so væl undir
liðina á Jógvani, tí nú rími
eg.
Góði Jógvan, Pætur dugir
at siga tað. Og satt at siga,
eg droymdi í nátt, at tín
drúgva sjúkralega var ein
óndur dreymur, og at tú
komst til mín. Blide
stunder, det har vi alle_"
Kærar heilsanir
frá okkum 5
Kona tín
Svenning Borg
Vágur
Øll tey fiskiloyvi, sum
eru ivasom eru útskrivað
til fólkafloksmenn, og er
hettar
fólkaflokspoli-
tikkur, tá ið hann er
bestur. Fólkaflokkurin
vil hava lógina um
vinnuligan fiskiskap so
fløkta sum møguligt, so
at teir kunnu kroysta
loyvi ígjøgnum skipan-
ina til teirra viðhalds-
fólk.
Líka frá tí, at tunfiska-
loyvini blivu útskrivað,
til nú, er eftir mínum
tykki nøkur óreglulig
loyvi givin og eru tey øll
somul givin til fólka-
floksviðhaldsfólk.
Tvey
tunfiskaloyvi
fyri at stilla upp fyri
Fólkaflokkin, eitt annað
vestureftir uppá somu
treytir, størsta línuskip í
føroyska fiskiflotanum
kom eisini vestureftir
uppá somu treytir, onkur
trolari aðrastaðni eisini.
Nú er tað so Jógvan S.,
sum skal dragast ígjøg-
num
fløkjuna.
Hvør
verður so næsti fólka-
floksmaður, sum skal
dragast ígjøgnum fløkj-
una fyri at fáa eitt
fiskiloyvi?
Um
fiskivinnupoli-
tikkur
Fólkafloksins
bleiv praktiseraður aðra-
staðni,
til
dømis
á
Sicilien bleiv tað rópt
fyri nakað sum mafia-
politikkur.
Málið við Jógvan S.
verður neyvan tað sein-
asta, ið landsstýrismála-
nevndin kemur at við-
gera, um Fólkaflokkurin
framhaldandi kemur at
sita við fiskivinnumál-
um.
BROT ÚR BRÆVI (VI)
VIÐMERKINGAR
Fiskiloyvi
Klæmint Olsen
umboðsnevndarlimur
Leiðsla SEV’s kann koma
við so nógvum umbering-
um, sum hon vil, men eina
ferð má vera vell. Fyrra
gula kortið var frammi á
eykaumboðsnevndarfundi
fyri fáum mánaðum síðan.
Seinna gula kortið er nú
ávegis. Hetta má merkja, at
leiðslan leggur frá sær.
Stjórin var ógegnigur í
Vágatunnils-málinum, og
próvfast er, at hann tók
ivasamar avgerðir í hesum
sambandi. Hetta tóktist tó
ikki at nerva hann sjálvan
ella stýrið, ið ikki lætst um
vón, heldur ikki eftir at
umboðsnevndarformaðurin
talaði at.
Fyrra gula kortið
Stýrið slapp undan einum
formligum misáliti á fund-
inum 17. februar, men bara
tí fleiri ógegnigir umboðs-
nevndarlimir sluppu at at-
kvøða. Tó samtykti um-
boðsnevndin, at stjórin
skuldi ígjøgnum eina form-
liga tænastulig hoyring við
tí í hyggju at geva honum
eina átalu.
Hoyringin er av, og verð-
ur úrslitið lagt fyri um-
boðsnevndina á fundinum
fríggjadagin. Havi eg skilt
Hans Tausen Olsen, um-
boðsnevndarformann, rætt,
so leggur hann upp til, at
stjórin sleppur undan átalu í
hesum umfari, men í staðin
skulu mannagongdirnar í
SEV strammast upp. M.a.
mugu virkisøkini hjá teim-
um ymsu myndugleikunum
í SEV – umboðsnevnd,
stðri og stjórn – gerast
greiðari. Hetta ljóðar alt
sera skilagott, og eigur tað í
øllum førum at verða gjørt.
Hans Tausen Olsen er tó
ikki einsamallur at gera av,
um hetta er nóg mikið. Tað
er
umboðsnevdnin,
ið
hevur samtykt hoyringina,
og tað er hon, sum skal taka
støðu til, hvat víðari skal
henda.
Seinna gula kortið
Leiðsla SEV’s hevur aftur
havt yvirskriftirnar í fjøl-
miðlunum. Hetta í sam-
bandi við sáttmálan við
maskinmeistararnar. Eingin
ivi um, at maskinmeistar-
arnir eru í sínum fulla rætti
at kenna seg lumpaðar, og
eg vóni á ein hátt, at teir fáa
viðhald, um ikki annað í
rættinum. Eisini haldi eg, at
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, kundi havt
gjørt vart við seg á greiðari
hátt.
Eftir stendur tó, at leiðsla
SEV’s má taka fulla ábyrgd
av íkomnu støðuni. Stjóri
og stðrisformaður hava
fingið at vita frá Karsteni,
at hann góðtók ikki sátt-
málan, kortini mæla teir
stðrinum til at samtykkja
sáttmálan. Og ikki nóg
mikið við tí, teir undir-
skriva hann eisini vegna
SEV. Ógreitt er tó, um
stðrið var nóg væl kunnað,
áðrenn tað tók avgerð í
málinum. Hetta er tó í hes-
um sambandi meira ella
minni líka mikið. Tí var
stýrið nóg væl kunnað, so
hava allir stýrislimir ábyrgd
av avgerðini. Var stðrið
hinvegin ikki nóg væl
kunnað, so hevur tað
kortini ábyrgd av, at stjórin
og stðrisformaðurin ikki
eru settir uppá pláss, tá ið
tað seinni fekk sannleikan
at vita. Mær vitandi hevur
stðrið ikki gjørt hetta.
Vit hava tí enn eitt dømi
um, at SEV leiðslan hand-
fer eitt mál sera jánkasliga.
Um talan er um brot á
kommunulógina ella ikki,
skal eg ikki gera meg
klókan uppá, men haldi eg,
at tað sigur eitt sindur um
leiðsluevni, tá ið so lættliga
verður farið um í hesum
máli, ið hevur havt so stóra
ávirkan á alt føroyska sam-
felagið.
Tað reyða kortið
Umboðsnevnd SEV’s nýtist
ikki fleiri kanningar av um-
støðum o.s.fr. Vit vita væl,
hvat ið hendi í málinum
viðvíkjandi Vágatunnilin-
um. Vit vita væl, hvat ið
hendi viðvíkjandi sáttmál-
anum við maskin-meistar-
unum. Í báðum førum sveik
leiðslan okkara álít.
Eg ivist ikki í, at tað eru
hampafólk, ið sita í leiðslu
SEV’s. Hinvegin ber ikki til
hjá umboðsnevndini bara at
lata standa til. Vit hava eina
ábyrgd mótvegis Føroya
fólki. Við hesum fari eg tí
at mæla til, at umboðs-
nevndin
á
fundinum
fríggjadagin samtykkir eitt
misálit á stýri og stjóra.
Misálit á stýri og stjóra SEV’s
C
M
Y
K
11
10