Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 112 - 18. juni 2003 Nr. 112 - 18. juni 2003 13 VIÐMERKINGAR Finnleif Guttesen maskinmeistari hjá SEV Tá ið løgtingsmenn hava trýst maskin- meistarnar hjá SEV niður í løn, verður landstýrismaðurin í fíggjarmálum nøgdur, tí einki annað verður góðtikið. Varaløgmaður sigur Høgni Hoydal sigur í útvarpinum 16. juni 2003, at løgtingið kemur saman fyri at viðtaka, at partarnir skulu seta seg saman við samráðingar- borðið til maskinmeist- arnir eru trýstir niður í løn, tí tá verður fíggjar- málaráðharrin nøgdur, og einki annað verður góðtikið. Fíggjarmálaráðharrin sigur: "Tit eru ikki lønina verdir". "Dugnaskapurin" hjá hesum landstýrismanni vísur øllum Føroya fólki, hvussu lívsneyð- ugt arbeiðið hjá maskin- meistarum hjá SEV er. At viðurkenna hetta og góðtaka ein sámiligan sáttmála vil hesin "gløggi" landstýris- maður í búskapi ikki. Tað einasta hann sigur er, at maskinmeistarnir eru ikki lønina verdir, alt annað er uttanumtos frá landstýrismanninum. Løgtingsmenn skulu taka avgerð Tað verður áhugavert at síggja hvørjir løgtings- menn fara at taka undir við landstýrinum tí: • Skalalønin hjá løg- tingsmonnum er um- leið 25% hægri enn hjá maskinmeistarum hjá SEV. • Omaná kemur umleið 15 % í ymiskum viðbótum. • Eftirlønin sigur "spar to" til allar aðrar eftir- lønir í Føroyum, løg- tingsmenn fáa fulla (37 ár) eftirløn eftir bert 16 árum í ting- inum og landstýris- menn fáa fulla (37 ár) eftirløn eftir bert 8 árum. Vónandi er tað ein meiriluti av tingmonn- um, sum viðurkennur arbeiðið hjá maskin- meistarunum hjá SEV og leggja uppskot fram um, at góðtaka nýggja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafe- lagið. At trýsta Maskin- meistarafelagið og SEV til samráðingarborðið aftur er ein táta, tí sjálv- sagt fer Maskinmeist- arafelagið ikki at góð- taka ein sáttmála, sum er vánaligari! Valdsharrarnir hava talað! Oljufelagið Føroya Kolvetni hevur økt sín lut í loyvinum, sum ENI (Agip) er fyristøðufelag fyri úr 7% uppí 25%. Stjórin heldur ikki tað er ov stórur váði at taka. Boringin byrjaði í vikuskiftinum 4. BRUNNURIN Jan Müller Føroya Kolvetni hevði aðalfund nú um dagarnar. Úrslitið í fjør var sum mett, tvs. eitt undirskot av rakstrinum uppá nakrar milliónir kr. Nakað er brúkt til ymsar kanningar. Felagið hevur framvegis ongar inntøkur . Føroya Kolvetni er við í 4. boringini á landgrunnin- um saman við italska fe- lagnum ENI. Higartil hevur felagið átt 7% lut í loyvinum. Felagið hevur átt eina optión at kunna fara uppá 22%. Samráð- ingar hava síðani verið við ENI og gjørdist endin, at Føroya Kolvetni nú hevur 25% av loyvinum. Uppá fyrispurning um hetta ikki er ein sera stórur váði at taka sigur Niels Sørensen, at hetta var so tað, sum teir mettu teir skuldu og kundu gera. Ein brunnur á land- grunninum er mettur at kosta einar 200 mill. kr. og merkir tað, at Føroya Kol- vetni skal gjalda millum 50 og 60 mill. kr. Pengarnir koma frá ymsum íløgu- feløgum, eitt nú 3i og Dana Petroleum, sum hevur brúkt alla sína optión í Føroya Kolvetni. Hetta eru alt feløg, sum kenna til olju- vinnuna og sum hava ser- frøðingar, sum halda, at hetta er ein góð støða. Tað er annars enska móð- urfelagið Faroe Petroleum, sum eigur meginpartin í Føroya Kolvetni. Har eru eini fimm stór altjóða feløg umframt teir umleið 200 føroyingarnir, sum eiga nøkur fá %. Men er tað ikki nógv at satsa so høgt sum 25% í eini boring, sum er so óviss og sum kostar so nógv? Niels Sørensen er ikki í iva. - Felagið letur ikki aftur, um einki verður funnið. Oljuvinna er ikki antin ella. Gera vit ikki eitt lønandi fund, so fáa vit nógvar týðandi upplýsingar, sum vit kunnu byggja víðari á. Vit arbeiða við so nógvum øðrum ætlanum eisini, at boringin við Føroyar er bara ein av nógvum. Felagið hevur so eisini eitt 9 ára loyvi. Støða verð- ur skjótt tikin til, hvat man vil við tí loyvinum. Á aðalfundinum var eisini nevndarval. Hall Goldstein er farin úr nevndini. Eingin kom í hansara stað. Í nevndini eru tí bara fýra limir. Gra- ham Steward er formaður, síðani Olaf Olsen, Mein- hard Jacobsen og Niels Sørensen. Á skrivstovuni hjá Føroya Kolvetni eru fýra fólk. Føroya Kolvetni fjórðing av leitiloyvi FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Johan Dahl váttar, at teir í løtuni samráðast við írar um ídnaðartrolaran, Veronicu. Í stuttari viðmerking sigur hann, at enn eru samráðingarnar ikki lidn- ar, so hann veit ikki hvat úrslitið verður. Eitt nú er ikki greitt um trolarin verður leigaður ella keyptur. Men fæst ein semja við írar, kemur trolarin helst í næsta mánað. Johan Dahl sigur, at talan er um spennandi royndir fyri at vita um tað ikki ber til at fáa meiri fyri svartkjaftin til matna og rossamakrelin, sum at kalla ikki verður gagn- nýttur í løtuni. Trolarin tekur 3.000 tons á plattum og hann klárar at frysta 200 tons um døgnið. Einie 35-40 mans verða við skipinum Faromar við Johan Dahl hevur fingið tilksøgn um inn- flutningsloyvi til ein ídnaðartrolara úr Írlandi. Talan er um eina roynd í tvey ár FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Nú kemur ein stórur ídnaðartrolari afturat í føroyska flotan. Tað er felagið Faromar við Johan Dahl, sum hevur fingið tilsøgn um innflutn- ingsloyvi til ein ídnaðar- trolara. Talan er um trolaran Veronicu og sum skilst, er hann úr Írlandi. Á Fiskimálaráðnum verður váttað, at tilsøgnin um innflutningsloyvi er givið. Andrass Kristiansen sigur, at tilsøgninn um inn- flutningsloyvi er givið sum ein roynd í 2003 og 2004. Hann sigur, at trolarin skal fiska svartkjaft, um- framt at hann fær lut av felagskvotuni av rossa- makreli. Fiskurin skal frystast um- borð og leggjast upp í Før- oyum. Á fiskimálráðnum verður sagt, at føroysk skip hava ikki roynt at frysta svartkjaft og rossamakrel, men nú fáa vit at síggja, hvussu tann royndin eydnast. Kennir lítið til tað Atli Hansen, formaður í felagnum nótaskip, sigur, at hann kennir so lítið til hesa ætlanina, at hann hevur onga viðmerking. Men higartil hevur ongin liva av at hesum fiskiskap- inum, sum Veronica skal troyta. Men felagið hevur ikki hildið at tað var heppið at fáa fleiri skip í nótaflotan. – Tað kann ganga so leingi, fiskiskapurin er fríur, men í tí løtu, kvota verður sett á svartkjaftin, verður ov lítið í part, serliga tí kvotan av bæði sild og makreli eru minkað. Tó hava myndugleikar eisini hildið, at tað hevur verið rætt at fáa fleiri skip fyri at tryggja okkums øgulig rættindi, tá ið kvota verður sett á. Annars heldur hann, at tað eru ongi útlit til at lond- ini fara at semjast um at seta kvotur á svartkfaftin. Hann vísir eisini á, at gongdin hevur verið nógv frægari enn fiskifrøðingar- nir spáddu. Hesi seinastu árini hava teir mælt til at fiska 650.000 tons og okkurt árið var tilmælið heilt niðri á 450.000 tons- um. Í fjør vórðu 1,8 millión tons fiskað og tað hevur ongantíð verið meiri til enn tað sama. Atli Hansen sigur at í fjør brúktu føroyingar eini 350.000 tons av svartkjafti. Føroyskir myndugleikar ásettu føroyskum skipum eina kvotu uppá 200.000 tons av svartkjafti og tað er ikki meir enn skipini, sum nú eru, hava brúk fyri, tí tað gevur 25.000 tons í part. Restin varð brúkt at lata øðrum londum afturfyri fiskirættindi í fremm- andum sjógvi. Stórur ídnaðartrolari afturat í føroyska flotan Royna at fáa meiri burturúr Johan Dahl hevur nú útvegað ein stóran írskan nótatrolara og hann hevur fingið tilsøgn um innflutningsloyvi til at vera í føroyska flotanum í ár og næsta ár Tilmælið frá ICES um at skerja fiskiskapin 25-30%, kann ikki brúkast til nakað sum helst. Við hesum arbeiðslagnum hevur ICES tikið lívið av sær sjálvum um nøkur heilt fá ár, tú hetta kann ongin taka í álvara, sigur Henrik Old, formaður í Vinnunevndini FISKIVINNA Áki Bertholdsen – Hetta kann ikki takast í álvara. Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgting- inum, heldur lítið um til- mælið frá ICES-felags- skapinum um fiskiskapin undir Føroyum næsta ár. Næsta ár hevur ICES mælt til at skerja fiskiskap- in undir Føroyum eini 25% og meir. – Hetta er ikki eitt til- mæli, sum vit kunnu brúka til nakað sum helst, sigur Henrik Old. Hann minnir á, at fiski- vinnan er okkara høvuðs- vinna. Og broytingar uppá 25-30% í høvuðsvinnuni í einum landi, lata seg heilt einfalt ikki gera, uttan so at støðan er so vánalig, at tað rætt og slætt er talan um undantaksstøða. – Tí kunnu skerjingar upp á nakað sum líkist 25% als ikki koma uppá tal, tí so verður fjórðingurin at flot- anum lagdur, samstundis sum øll fiskivinna á landi fer í sor. – Tað kann kanska lata seg gera í onkrum landi, har fiskivinnan er ein við- fáningur, men ikki har, hon hevur so stóran týdning, sum her. Henrik Old sigur, at ICES eigur tískil at taka leggja á annan bógv at koma við tilmælum, sum tað ber til at seta í verk. Hann sigur, at hann hevur borið tað uppá mál í Út- norðurráðnum og somu- leiðis hevur Jóannes Eides- gaard havt tað frammi í Norðurlandaráðnum. – Tað er ikki frítt, at onn- ur skilja okkara sjónarmið og tað er at vóna, at tað ar- beiðið kann halda fram so at allir partar fáa ávirkað ICES til at leggja á annan bógv. Taka lívið av sær Henrik Old sigur, at heldur ICES fram í sama spori sum hetta, tekur felags- skapurin lívið av sær sjálv- um. – Hetta kann ongin taka í álvara og tískil fara tað bara at ganga nøkur heilt fá ár afturat, so at alt tað, sum eitur ráðgeving frá ICES farið í søguna. Og hann heldur tann dag- urin er ikki meiri enn trý, fýra ár burturi. – Og tað haldi eg, hevði verið ein sera álvarslig støða, tí serkønum tilmæli hava vit brúk fyri. Koma vit í tað støðu, at tann serkøna ráðgevingin ikki verður tik- in í álvara, er tað ein sera álvarslig støða. Hann heldur, at tað er spell at tilráðingin er farin so av leið. – Møguliga síggja fiski- frøðingar okkurt í havs- brúnni, sum ger, at teir mæla til so stórar skerjing- ar. Men teir vita, at teir verða ikki tiknir fyri fult og tí átti tað at verið frægari at sett hovligari tilmæli fram, sum kunnu setast í verk. Hann heldur eisini, at ICES í størri mun ummælir tær ymsu fiskivinnuskipan- irnar sum eru, bæði fiski- dagar, kvotur o.s.fr. Veiðitrýstið økt Annars veit Henrik Old ikki, hvussu verður við fiskiskapinum komandi ár. – Tað skerst ikki burtur, at politisk stig eru tikin til at økja veiðitrýstið við teimum samanleggingum, sum eru loyvdar. Eitt nú eru nýggj línuskip komin í flot- an fyri útróðrarbátar, eins og hekkutrolarar eru kom- nir inn á smábátaleiðirnar. – Tað er eitt álvarligt politiskt stig at taka og tað má landsstýrið leggja upp fyri. – Men tað kemur sjálv- sagt ikki upp á tal at skerja fiskiskapin nakað sum lík- ist 25%, men at tað ikki verður neyðugt við smá- vegis skerjingum, ber ikki til at útihýsa. Hetta er í stuttum nakað av tí, sum ICES mælir til av fiskiskapi næsta ár undir Føroyum og aðrastaðni Toskur á Landgrunninum Stovnurin hevur verið væl fyri í fleiri ár, men veiði- trýstið er alt ov stórt. Fyri at fáa veiðitrýstið niður á eitt hóskandi støði, eigur royndin at minkast í minsta lagi 25 %. Toskur á Føroyabanka Stovnurin tykist vera yvir miðal, og veiðitrýstið er ikki ov stórt. Royndin eigur ikki at fara upp um árliga støðið í 1996-02 Hýsa undir Føroyum Stovnurin er nú væl fyri, men veiðitrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at roynd- in verður minkað eini 36%, so at veiðitrýstið kemur niður á eitt hóskandi støði. Upsi undir Føroyum Stovnurin er heilt væl fyri, men veiðitrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at minka royndina eini 30%, so at veiðutrýstið verður meira hóskandi. Stóri kongafiskur undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi Sum heild tykist stovnurin at vera hampuliga væl fyri. Tó verður mælt til, at eingin fiskiskapur eigur at vera undir Eysturgrønlandi. Á hinum leiðunum eigur royndin at minkast 25%, svarandi til ein fiskiskap í 2004 undir Føroyum og Íslandi upp á í mesta lagi 37.400 tons tilsamans. Trantkongafiskur undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi Sum heild tykist stovnurin at vera hampuliga væl fyri. Tó verður mælt til, at einki verður fiska undir Eystur- grønlandi. Á hinum leiðun- um eigur royndin ikki at veksa . Hetta svarar til ein fiskiskap í 2004 undir Før- oyum og Íslandi upp á minni enn 26.000 tons. Svartkalvi undir Føroy- um, Íslandi og Eystur- grønlandi Stovnurin tykist vera vaksin nakað í seinastuni, men veiðitrýstið er ov stórt. Veiðitrýstið eigur tí at verða minkað svarandi til, at í 2004 verða færri enn 20.000 tons fiskað í øllum økinum. Svartkjaftur Metingarnar av stovni og veiðitrýsti í ár eru sera óvissar. Gýtingarstovnurin er tó hampuliga væl fyri, men veiðitrýstið alt ov stórt. Mælt verður til, at færri enn 925.000 tons verða fiskað í 2004. Norðhavssild Stovnurin hampuliga væl fyri, og veiðitrýstið hósk- andi. Fiskivinnuavtalan ímillum strandalondini eig- ur at halda fram svarandi til at minni enn 825.000 tons verða fiskað í 2004. Toskur í Barentshavinum Stovnurin er nú hampuliga væl fyri, men enn er veiði- trýstið alt ov stórt, hóast tað er minkað seinastu átini. Mælt verður til at minka veiðutrýstið munandi, svar- andi til at minni enn 398.000 tons verða fiskað í 2004 Hýsa í Barentshavinum Stovnurin er hampuliga væl fyri, men veiðitrýstið ov stórt. Mælt verður til at fáa veiðutrýstið niður á eitt hóskandi støði, svarandi til at minni enn 120.000 tons verða fiskað í 2004. Upsi í Barentshavinum Stovnurin er væl fyri, og veiðitrýstið er hóskandi. Tilmælið er, at hildið verður fram við veiðutrýst- inum, svarandi til at minni enn 186.000 tons verða fiskað í 2004. Onnur fiskasløg Undir Íslandi er toska- stovnurin illa fyri og alt ov nógv verður fiskað. Tí verður mælt til, at ikki meiri enn 210.000 tons verða fiskað næsta ár. Hýsustovnurin undir Ís- landi í er í menning, tí til- gongdin hevur verið stór. Men veiðitrýstið er alt ov stórt. Næsta ár eiga færri enn 81.000 tons at verða fiskað. Undir Eystur- og Vestur- grønlandi er toskastovnurin illa fyri, men kortini eru smáir batar at hóma, bæði inni undir landi og útiá. Kortini eigur onki at verða fiskað, fyrrenn bæði stovn- ur og tilgongd eru munandi økt. Samstundis eigur ein ætlan at verða gjørd, so at møguligir komandi góðir árgangir verða spardir mest møguligt. Summargýtandi sildin undir Íslandi er hampiliga væl fyri og veiðitrýstið er hóskandi og tí eiga ikki meiri enn 113.000 tons verða fiskað næsta ár. Tað sama er galdandi fyri lodn- una undir Íslandi, Eystur- grønlandi og jan Mayen Fyrru helvt av vertíðini eiga ikki meiri enn 555.000 tons at verða fiskað og fiskiskapurin í seinnu helvt eigur ikki at verða ásettur, fyrrenn yvirlitskanningarn- ar eru gjørdar í november. Men fyribils verður mett, at tilsamans eiga ikki meiri enn 835.000 tons av verða fiskað. Kann ikki brúkast til nakað sum helst Tilmælið hjá ICES – Vil ICES verða tikið í álvara, má felagsskapurin leggja á annan bógv og koma við tilmælum, sum tað ber til at seta í verk, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum C M Y K 13 12