Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 18. juni 2003 15 Misálit á leiðslu í SEV Klæmint Olsen, umboðsnevndar- limur í SEV, fer fríggjadagin at mæla til, at hægsti myndugleikin í SEV setir stjóran og stýri fyri SEV frá SEV-SPENNINGUR Ingi Rasmussen Nú má vera vell. Leiðsl- an í SEV má leggja frá sær. So bersøgin er Klæm- int Olsen, umboðs- nevndarlimur í SEV. Umboðsnevndin, sum er hægsti myndugleiki í SEV, hevur fund fríggja- dagin. Og tá fer Klæm- int Olsen at mæla til, at umboðsnevndin sam- tykkir eitt misálit á bæði Klæmint Weihe, stjóra í SEV, og stýrið fyri SEV. Orsøkin er, sigur hann, at leiðslan í SEV er um at fáa seinna gula kortið, eftir stuttari tíð. Tað fyrra kom, tá stjórin í SEV var ógegnigur í málinum um Vágatunl- inum. Ta samtykti um- boðsnevndin, at stjórin skuldi ígjøgnum eina tænastuliga hoyrint. Nú er aftur galið í sam- bandi við sáttmálarnar, sum SEV hevur gjørt við maskinmeistararnar. Klæmint Olsen vísir á, at stjórin og stýrisfor- maðurin hava fingið at vita frá landsstýris- manninum, at hann ikki fór at góðkenna sáttmál- an, og kortini undir- skrivaðu teir hann. Iva- samt er eisini, um stýrið er nóg væl kunnað. Hetta er enn eitt dømi um, at leiðslan í SEV handfer eitt mál jánkas- liga, sigur Klæmint Ol- sen. – Eg ivist ikki í, at tað eru hampafólk, ið sita í leiðslu SEV’s. Hinvegin ber ikki til hjá umboðs- nevndini bara at lata standa til. Vit hava eina ábyrgd mótvegis Føroya fólki. Við hesum fari eg tí at mæla til, at um- boðsnevndin á fundin- um fríggjadagin sam- tykkir eitt misálit á stýri og stjóra, sigur Klæmint Olsen. Maskinmaður á Sundsverkinum: – Vit hava mist øll rættindi Maskinmeistararnir hjá SEV eru sum vera man sera misnøgdir við støðuna, nú Løg- tingið leggur uppí sáttmálaviðurskiftini hjá teimum. – Vit hava í veruleikanum ongan verkfalsrætt, og tað burdu vit fing- ið eitt sindur eyka fyri, sigur Kári Sigur- heim, maskinmeistari á Sundsverkinum SEV Stefan í Skorini – Nú skal døgurðin útá. Tá er forbrúkið av streymi størri, og so seta vit ein motor til afturat, sigur Kári Sigurheim, sum arbeiðir sum maskinmaður hjá SEV á verkinum inni á Sundi. Klokkan er umleið ellivu ein týsmorgun, tá Sosialur- in fer á vitjan í einum av el- verkunum hjá SEV. Síðani fer hann at maner- era við tólini inni í kontrol- rúminum. Generator nr. 3 verður settur til, tí nú skal meira "power" út úr verkin- um. Útsendi blaðmaðurin hevur ikki skil fyri maskin- um, so lítið høpi er í at tosa um maskinaríið. Tó er øllum greitt, at motorarnir hjá SEV ikki koyra uttan maskinmeistar- ar, og um sáttmálaviður- skiftini ikki eru fingin í rættlag áðrenn mikudag klokkan 13.30, liggur land- ið í streymloysi. Maskinmeistarafelagið hevur nevniliga boðað frá, at teirra limir ikki skulu møta til arbeiðis eftir hetta. Motorarnir verða tá sløktir, tí SEV hevur eisini boðað frá, at motorarnir koyra ikki uttan maskinmeistarar. Fara aftur til arbeiðis – Eg gangi bara út frá, at vit fara til arbeiðis aftur sum vant mikudagin, sigur Kári Sigurheim, eftir at hann hevur sett tann eina motor- in frá og gevur sær stundir at práta um spentu støðuna. Høgni Hoydal, varaløg- maður, hevur nevniliga heitt á Edmund Joensen, løgtingsformann, um at kalla tingið saman, og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við arbeiðs- marknaðarmálum, hevur orðað eitt uppskot til sam- tyktar, sum skal forða fyri einum arbeiðssteðgi. Misnøgdin millum mask- inmeistararnar er sera stór, og teir kenna seg illa við- farnar av landsstýrismann- inum við fíggjarmálum, Karsten Hansen. – Samráðingarrætturin er í veruleikanum tikin frá okkum, og vit hava eisini mist verkfalsrættin. Tað burdi givið eitt sindur eyka í løn, sigur Kári Sigurheim. – Hetta er sum at spæla ein fótbóltsdyst, men tá dysturin er liðugur, sigur dómarin, at dysturin skal spælast umaftur. Vit hava í veruleikanum longu spælt ein umdyst, men nú skal dysturin eftir øllum at døma spælast fyri triðju ferð, sigur Kári Sigurheim, sum hevur arbeitt á verk- inum inni á Sundi í sjey ár. Boyggja seg fyri tinginum Kári Sigurheim leggur stór- an dent á, at eingin ósemja er millum SEV og Maskin- meistararnar, hóast hetta kann tykjast soleiðis í fjøl- miðlunum. – Vit kenna okkum krim- inaliseraðar, tí at vit leggja arbeiðið niður, men hetta er okkara rættur, tá eingin sáttmáli er at halda seg til. Tað er ikki okkara trupul- leiki, at SEV ikki hevur havt sítt bakland í lagi, sig- ur Kári Sigurheim. Hann vísir samstundis á, at talan er bara um góðar fýrati maskinmeistarar, og tað oyðileggur ongan lands- búskap eftir hansara tykki. – Tað er nú einaferð so- leiðis, at løgtingið er suver- ent, og øll mugu halda landsins lógir, men vit eru skelkaðir av gongdini í hes- um málinum, sigur maskin- meistarin á vakt hendan morgunin. Tveir maskin- meistarar eru til arbeiðis í senn, og teir arbeiða í trý- skiftisvaktum. Kári Sigurheim heldur, at hasin góðkenningarmynd- ugleikin skuldi verið tikin frá landsstýrismanninum. Tástaðni høvdu maskin- meistararnir havt veruligar sáttmálasamráðingar, held- ur hann. – Nú mugu vit bara taka til takkar við tí, sum lands- stýrismaðurin bjóðar okk- um, sigur ein misnøgdur maskinmeistari. Kontrolrúmið á Sundsverkinum. Kári Sigurheim, maskinmeistari hjá SEV, vísir, hvussu motorarnir á el-verknum verða sløktir, um sáttmálaviðurskiftini ikki eru fingin í rættlag áðrenn mikudag klokkan 13.30. Nú tingið leggur uppí, verður helst eingin arbeiðssteðgur Mynd: Jens Kr. Vang Motorarnir hjá SEV á Sundi koyra við tungolju. Sløkna motorarnir, er tað stríggið at fáa teir í gongd aftur Mynd: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 112 - 18. juni 2003 Fyri stuttum læt upp nýggj kiosk á Eiði, og í kvøld, mikukvøld, letur grillin, sum hoyrir til kioskina eisini upp KIOSK Ingrid Bjarnastein Eiði: Nú hava eiðisfólk endiliga fingið kiosk aftur. Seinastu tíðina hevur ongin kiosk verið á Eiði, burtur- sæð frá Statoil, sum hevur eini lítil høli í bygdini. Men seinast í maj mánaði lat kioskin á keiini, sum hon verður kallað, upp. Tað eru teir báðir Hans Ove Johansen og Ove Hentze, sum eiga kioskina. Hetta er ongin nýggj kiosk. Hon er nevniliga flutt úr Gøtu til Eiðis, tí talan er um gomlu kioskina hjá Halluri í Gøtu. Har er tó alt gjørt í stand, og hon er sum nýggj nú. Í kvøld, mikukvøld, letur grillin, sum hoyrir til kiosk- ina eisini upp. Har verður allur vanligur grillmatur at fáa. Ætlanin var, at bæði kioskin og grillin skuldu lata upp í senn, men tá verkfallið var, og ongin vøra var eftir í bygdini, varð gjørt av at lata kiosk- ina upp eitt sindur fyrr enn ætlað. Tað er rættiliga ymiskar royndir, útlendingar hava havt við at samantvinna mentan og vinnulív. Bæði í Hetlandi og Írlandi eru skipanir, sum kundu verið ynskiligar hjá lista- fólkum í Føroyum. Ræðandi dømi er Skotland, har vinnulívið í alt ov stóran mun stýrir skotsku mentanini MENTANAR- RÁÐSTEVNA Páll Holm Johannesen Eitt av nógv umrøddu evn- unum á Mentanarráðstevn- uni um vikuskiftið var sam- bandið millum vinnulívið og mentan. Fyrireikararnir høvdu bjóðað fyrilestrar- haldarum úr fleiri londum at greiða frá, hvussu viður- skiftini millum mentan og vinnulív vóru skipað í teirra parti av heiminum. Flestu luttakararnir á stevn- uni vóru á einum máli um, at fyrilestrarnir vóru sera áhugaverdir, og at føroying- ar kunnu læra nógv av útlendsku royndunum. Ymiskar royndir Umboðið fyri Hetland, Arthur Watt, sum er for- maður í hetlendska lista grunninum, greiddi frá, hvussu stóran týdning olju- pengarnir høvdu fyri hetlendska mentanarlívið. Hetlendingar áseta eina ávísa upphædd av inntøk- unum av oljuvinnuni til hetlendska mentan, og sambært Arthur Watt høvdu oljupengarnar verið til betra munandi um hetlendska mentanarlívið. Sett verða eingi krøv til einstaka listafólki, og av tí, at tey sleppa at hóreiggja sær sum tey vilja, eru úr- slitini nógv betri. Hetlendska skipanin hevur eisini verið uppi at vent í Føroyum. Eitt uppskot hev- ur verið, at ein litur av av hvørjari oljutunnu skal fara til føroyska mentan. Í Skotlandi er støðan ræðandi. Michael Russel segði frá, at skotska ment- anarlívið hevði sæð nógv betri dagar. Hann tók kenda filmin, Braveheart, sum dømi um eina óveruliga lýsing av skotsku mentan- ini. Filmurin var hvørki gjørdur av skotum og ei heldur ikki tikin upp í Skotlandi. Filmurin lýsti væl hvussu vinnulívið hevði fingið ov stóra ávirk- an á mentanarlívið í Skot- landi, og at skotska ment- anin var blivin til ein sølu- hátt, sum bara tænti vinnu- lívinum og als ikki mentan- ini. Skotar høvdu selt sína sál, tí alt snúði seg um pengar, og mentanin við við at vatna út til nakað óveruligt. Michael Russel ávaraði føroyingar um ikki at enda í somu støðu sum skotar, har vinnulívið hevði fingið alt ov stórt vald. Fyrilestrarhaldarin úr Írlandi, Patrick J. Murphy, var sera bjartskygdur um gongdina í Írlandi. Tón- leikalív, málningalist, bók- mentir og sjónleikur blóma sum ongantíð áður. Polit- isku myndugleikarnir í Ír- landi hava gjørt serligar skattaskipanir til listafólk og vinnulív, sum stuðlar írsku mentanini. Listafólk- ini sleppa undan at gjalda persónsskatt, og fyritøkur, sum keypa list, kunnu draga listina frá í skatti. Henda skipan var veruliga verd at umhugsa hjá føroy- ingum, tí hon hevði rætti- liga positiv árin á írska mentanarlívið, metti Pat- rick J. Murphy. Mugu ikki selja okkum Á Mentanarráðstevnu vóru føroyingar og útlendingar samdir um, at føroyingar fyri alt í verðini ikki mugu enda í somu støðu sum Skotland. Bæði umboð fyri vinnuna og mentanina vóru samd um, at royndirnar úr Hetlandi og Írlandi avgjørt áttu at verði umrøddar í kjakinum um føroyskan mentanarpolitikk í framtíð- ini. Partarnir vóru eisini á einum máli um, at tað skal verða mentanin, sum setur dagsskránna, og avgerð hvussu langt hon vil flyta seg, og ikki vinnulívið. Føroysk listafólk vístu á, at tað er sera torført at samantvinna mentan og vinnulív. Mentan og list er vanliga nakað, ið ein er noyddur at fara í dýpdina við, meðan virksemi hjá vinnulívinum ikki júst er av tí slagnum. Hóast tað ikki varð til meir enn prát á ráðstevnuni, so vóru fyrireikarnar og luttakararnir samdir um, at orðaskiftið var sera gevandi og eitt gott ískoytið til, tá framtíðar mentanarpolit- ikkurin í Føroyum skal orð- ast. Serliga var ferðavinnan havd á lofti, og hvussu mentan og ferðavinna kunnu samstarva fyri at fáa fleiri útlendsk ferðafólk til Føroya. Umboð fyri før- oysk listafólk vóru heldur skeptisk, tí tey vildu ikki enda sum ein tilfældig vøra hjá útlendingunum at nýta. Tey vóru bangin fyri, at mentanin ikki fór at fáa tað nógva burtur úr, meðan tað heldur fór at verða vinnan sum fekk størri býti við at gera sær dælt av mentanini. ROSKILDE FESTIVALUR Páll Holm Johannesen Nú táttar veruliga ímóti sumri, og tónleika festival- arnir í Evropa eru smátt farnir at byrja. Fyri stuttum var føroyski bólkurin, Deja Vú, á Jelling Festivalinum, og seinni í summar skal Prix Føroyar vinnarin, Gestir, spæla á Nibe Festi- valinum. Roskilde Festivalur, er ein annar tónleika festival- ur, sum føroyingar fara at vitja í summar. Tað hevur eini afturvendandi táttur seinnu árini, at ein rúgva av føroyingum leitar sær á tónleikafestivalin í Ros- kilde, sum í ár verður í døgunum 26-29 juni. Fyri- reikararnir á Roskilde Festivalinum boða nú frá, at festivalurin í ár er útseldur. Eini 70.000 atgongu- merki eru longu seld, og fyrireikararnir boðaðu týs- dagin frá, at fleiri atgongu- merki verða ikki seld. Á festivalinum í ár verða um 150 bólkar, og stóru nøvn- ini verða, Metallica, Iron Maiden, Coldplay, Bjørk, Blur og Massive Attack. Arbeiðsbólkurin, sum er settur at gera uppskot til ein føroyskan mentanarpolitikk, fer við vissu at umrøða, hvussu viðurskiftini millum føroyska vinnulívið og mentanina skulu skipast ARBEIÐSBÓLKUR Páll Holm Johannesen Í vár setti landsstýrismað- urin í mentamálum ein ar- beiðsbólk at orða eitt upp- skot um ein yvirskipaðan føroyskan mentanarpolit- ikk. Í arbeiðsbólkinum eru sett 14 fólk, sum øll um- boða ymiska partar av før- oyska mentanarlívinum. Drúgva verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum hevur havt við sær, at bólkurin ikki hevur fingið so nógv burtur úr, sum ynskiligt var. Formaðurin í arbeiðsbólk- inum, Rúna Hilduberg, sig- ur at kjakið um vinnulív og mentan avgjørt verður eitt av evnunum, sum bólkurin ætlar at viðgera. –Í okkara arbeiðsbólki eru umboð fyri vinnulív, og tí liggur tað rættiliga nær at viðgera spurningin um hvussu viðurskiftini millum ment- an og vinnulív skulu skip- ast í framtíðini, sigur Rúna Hilduberg. Hon leggur dent á, at tað er torført at siga nakað ítøkiligt um hvussu tey verða skipað, tí so lítið er fráliðið í arbeiðinum hjá bólkinum Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt upp- skot á jólum, og væntandi verður uppskotið lagt fyri tingið fyrst í nýggja árin- um. Grill og kiosk aftur á Eiði Mentanin skal seta dagsskránna Roskilde Festivalurin útseldur Vinnulív og mentan verður tikið við C M Y K 14