mikudagur 18. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 112 - 18. juni 2003
Nr. 112 - 18. juni 2003
17
DÓPUR
Orð og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Sosialurin, Nuuk:
Tað er hvítusunnudagur um
middagsleitið í lítla sam-
komuhúsinum hjá Brøðra-
samkomuni í Nuuk. Nakað
av fólki er samankomið, og
hátíðardámur er yvir teim-
um. Sangurin gongur væl,
og tað liggur í luftini, at
okkurt stórt skal henda.
Grønlendingurin
Mikael
hevur tikið avgerð um, at
hann skal doypast.
Eg hitt hann kvøldið fyri
til eina grønlendska summ-
arveislu og meðan vit ótu
leskiligan kókaðan kóp,
tvøst og spik saman, for-
taldi hann mær, at hann
skuldi doypast í salinum
hjá Brøðrasamkomuni dag-
in eftir. Hann bjóðaði mær
við, og eg tók av beinan-
vegin. Eg havi sjálvur ikki
verið við til vaksnamanna-
dóp fyrr og var spentur at
vita hvussu hetta gekk fyri
seg. Mikael og eg kennast
frá øðrum felagsskapi, har
høvuðsendamálið
er
at
halda fyrsta snapsin frá
varrunum við andaligari
hjálp.
Brøðrasamkoman heldur
til á Inspektørbakkanum í
norðara partinum av býn-
um. Húsið er í einari hædd,
við sali og uppihaldsrúm-
um. Tey hugna sær óført, tá
eg komi. Kaffi eg gjørt og
so har er smurt franskt-
breyð afturvið. Klokkan
var hálvgum tólv og eg helt
meg vera ovseinan, men ein
kvinna uggaði meg. -Tíðina
ganga vit ikki so nógv upp í
her yviri, sigur hon. Eg fái
kaffi og heilsu upp á fólk
og áðrenn eg veit av hoyri
eg sang, møtið er byrjað.
Andalig eind
Á aftasta beinki í salinum
sitið eg nú, og lurti eftir
songinum sum fyllir hetta
lítla rúmið og eg komið í
tankar um eitt sitat eftir
franska skaldinum Albert
Camus og sum eg sá í ein-
um grønlendskum húsi í
gjár. Har stóð: "Fyrst og
fremst eri eg menniskja, at
eg eri franskmaður, er ein
tilfeldigheit." Og akkurát
soleiðis kendi eg tað nú eg
sat næstan heilt fremmand-
ur í salinum. Eg hevði ikki
eingang fingið tíð at heilsa
upp á allar føroyingarnar,
og nú sat eg mitt í møtinum
Tey sungu ávikavist á
donskum og grønlendsk-
um, her vóru føroyingar,
danir og grønlendingar og
øll vóru komin saman um
tað sama, at fegnast um
heilaga andan, sum á hvítu-
sunnu kom niður á jørðina
og bleiv verandi. Og júst
hesa hvítusunnu skein sól-
in, sum hon er so kend fyri
júst á hvítusunnu. Og sang-
urin ljómaði:
Herre, gør det stille i mit
indre,
sænk din dybe fred i sjæl
og sind.
Send mig så i verden ud at
lindre
deres nød, som tårer har
på kind.
Grønlendskan tolk
Føroyski trúboðarin Hans
Sivertsen stendur á talara-
stólinum og við síðuna av
honum grønlendska Karin,
sum er tolkur. Karin er
systur Mikael, sum skal
doypast í dag. Hans er stór-
ur maður, við ívnum hári
við einum færri av reyðum
í. Hann er álvarsligur nú
hann boðar Guds orð og
hann hevur eina dámliga
rødd. Hann hevur góða tíð
millum setningarnar, tí
hann má ikki siga ov nógv í
senn, Karen skal tíða til
grønlendskt.
- Vit kristnu líta eftir
hvítusunnuni á sama hátt
sum jødar líta eftir páskum.
Kristna meinigheitin varð
grundløgd á hvítusunnu.
Jesus segði, eg eri sannleik-
in, vegurin og lívið, ongin
kemur til Faðirin uttan
ígjøgnum meg. Tað er just
hetta sum hevur týdning, at
Jesus er uppstaðin, segði
Hans Sivertsen og Karen
týddi til grønlendskt.
Hans fór í Apostlasøguna
fyri at vísa Jesu egnu orð
um at hann er uppstaðin og
at apostlarnir vóru vitnir
um hetta. Har stendur nak-
að soleiðis frítt eftir minn-
inum í fyrsta kapitli triðja
ørindi. "Fyri teimum hevði
hann eisini eftir líðing sína,
við nógvum prógvum víst
seg sum tann livandi, við
tað at hann hevði víst seg
fyri teimum í fjøriti dagar
og talað um hvat hoyrir
Guds ríki til.«
- Tí kundi Pætur og hinir
frímóðugt fara í templið og
talað um tann upprisna
frelsaran. Teir høvdu sæð
hann við egnum eygum.
Paulus vísir eisini okkum á,
at varð Jesus ikki uppstað-
in, so vóru vit nakrir ynki-
ligir skabningar, tí so
høvdu vit trú á eina lygn,
segði Hans Sivertsen
Annaassisoq, tusartigut
tamatta
asalutit qujaniarpunga.
Annaassisoq, najormatit
nipitta
nataasumik
oqarniarpugut:
Saammaassingaarnerit
tupinnaqaaq,
tassagavit asannittoq!
Illlit taannanvutit utaqqisat
tamaanga aamma qaaq-
qusaat
Soleiðis ljóðar kendi sang-
urin »Og veldis Gud« á
grønlendskum í týðingini
eftir sjálvasta Jonathan
Motzfeldt, ið er politikkari
og prestur og hesin sangur-
in var sungin í salinum hjá
Brøðrasamkomuni á Hvítu-
sunnu á grønlendskum. Tað
er ikki so ringt hjá einum
føroyingi
at
syngja
á
grønlendskum. Verri er at
tosa málið.
Hvat er umvending
Tað er ein stórur dagur hjá
einum trúboðara at standa á
talarastólinum á Hvítu-
sunnu og tala og samstund-
is vita, at ein í meinigheit-
ini hevur tikið stigið og vil
nú doypa lata seg doypa av
egnum vilja til at hoyra
Jesus til. Tað er sjálvt enda-
málið við trúboðaravirk-
seminum, sum her verður
nátt. Og Hans Sivertsen
tosar sjálvsagt um umvend-
ingina við slíkt høvi.
- Hvat er umvendingin?
Tað er eitt nú søgan um
tann fortapta sonum. Hann
gjørdi upp við seg sjálvan,
hann gekk inn í seg sjálvan,
broytti lívskós og vendi við.
Og hann hevði nakað at
venda við til, tí Faðirin stóð
við opnum ørmum og tók í
móti honum, segði Hans
Sivertsen.
Niður í karið
Eg sat undir møtinum og
hugsaði um hvussu ein
vaksnamannadópur
man
ganga fyri seg. Hetta var
komið so knappliga á við
míni luttøku á møtinum í
dag, at ongin hevði greitt
mær frá áðrenn. Inni í sal-
inum var lítið pynt. Har var
talarastólurin
og
einki
annað. Eg hugsaði um
doypifunt, um okkurt ílæt
við vatni í. Dópur og vatn
hoyra saman, men har sást
ongin farvegur av vatni. Var
eg nú for seinur, var hann
kanska doyptur á morgun-
møtinum við breyðbróting-
ini. Eg klóraði mær í nakk-
anum og ergraði meg eitt
sindur.
Men nú hendir nakað.
Menn reisast og tveir stórir
lemmar verða tiknir upp úr
gólvinum frammanfyri tal-
arastólin. Niðanfyri er kar-
ið við vatni. Ein trúboðari
fer niður í karið. Mikkel
reisist. Hann er nú í hvítum
klæður. Álvarsemi lýsir út
av hansara runda ansikti.
Hann fer varliga niður í
karið. Her er so stilt, at tú
hoyrir fólk anda, tú hoyrir
tey næstan hugsa, hetta er
ein álvarsløta, hetta er
eisini ein gleðisløta, og fólk
halda sær fyri ikki at skera
út í gleðisróp.
Er tað loyvt at taka
myndir við slíkt høvi? Eg
ivist, og minni meg aftur á
mína tíð sum deknur í Sjó-
mannskirkjuni, og hvussu
forstýrandi tað var, tá blits-
ini, frá vælmeinandi í fam-
iljunum, regnaðu yvir lítla
barnið, sum ofta hjartkipt
skar út í at gráta í øllum
hesum fremmanda. Men
ein í samkomuni bjargaði
mær. Eg síggi, at hann tek-
ur eitt kamera fram, og av-
gerðin varð tikin. Hetta
mátti lesarin síggja, og áðr-
enn eg visti av var eg leysur
í stólinum, frammið við
karið og tók myndina.
Og myndin tit síggja er
Mikkel sjódrigin. Sekund
frammanundan hevur trú-
boðarin lagt hann niður í
karið eftir rygginum og
heilt undir, meðan hann
helt um nøsina, haldi eg.
Og beint áðrenn spurdi
hann Mikkel, um hann játt-
aði sína trúgv, og tað játtaði
Mikkel hart fyri samkom-
uni og bleiv doyptur.
Bert ein dag í senn
Vatnið rennir úr klæðunum
hjá Mikael, og hann er
glaður, hann brosar allur
sum hann er, fer út eftir
gólvinum, og váta slóðin
glitrar í hvítusunnusólini.
Friður er aftur yvir salinum
og vit syngja ein sang, sum
Mikkel sjálvur hevur ynkst.
Tað er sigandi sangurin hjá
svensku
Linu
Sandell,
(1832-1903):
Kun en dag, et øjeblik ad
gangen!
Hvilken trøst for den for-
sagte ånd
Skulle angest vel mig
holde fangen?
Alting hviler i min Faders
hånd.
Han som har for mig et
faderhjerte
hver en dag i nåde sende vil
denne lille del af fryd og
smerte,
som han ser, jeg netop
trænger til.
Og so tekur Mikael sjálvur
orðið: Hann greiðir frá øll-
um árunum, tá hann ikki sá
Gud.
- Eg kundi ikki síggja
Til vaksnamannadóp í Nuuk
VEIÐUMENTAN
Orð og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Nuuk, Sosialurin:
2000 grønlendingar hava
seinastu
vikuna
vitjað
millum annað eina útstapp-
aða føroyska ísbjørn, sum
verður sýnd fram í Nuuk í
hesum døgum. Ja, eg lúgvi
ikki, tí hon er føroyskt, skilt
á tann hátt, at tað er Bjarti
Mohr, reiðari í Havn, sum
eigur hana, hon er sjálvandi
løgd og er uppvaksin aðra-
staðir á kaldari, norðari
leiðum. Og tá hon hevur
tænt sína skyldu á framsýn-
ingini um veiðumentan í
útnorði, so fer hon aftur til
Føroyar og Bjarta Mohr, og
so skal hon vísa styrkina í
felagnum Ísbjørnini.
Grønlendingar hava tikið
væl í móti framsýningini um
veiðumentan í útnorði, sum
Norrøna Húsið í Føroyum,
Norræna Húsið í Reykjavík
og
Nordens
Institut
í
Grønlandi skipað fyri.
Fríggjadagin í seinastu
viku lat framsýningin upp
og síðan tá hava 2000 fólk
vitjað og hesi tølini stava
frá seinasta hóskvøldi.
Framsýningin lat upp við
maner og tað kanska heldur
ikki so løgið, tí hetta var
størsta framsýning, sum
nakrantíð hevur verið í
Katuaq, metanarhúsinum í
Nuuk. Salurin var fullur av
innbodnum gestum og um-
framt talur, so var eisini kór-
sangur og trummudansur.
Veiðulyndið enn í
okkum
-Veiðulyndið er enn í okk-
um. Og gevur tað nakra
meining at sýna hvørjum
øðrum mentan? Jú, tað
haldi eg. Vit liva av sama
tilfangi og framsýningin er
ein søga um hvussu okkara
forfedrar yvirlivdu, segði
Jonathan Motsfeldt, lands-
stýrisformaður, tá framsýn-
ingin varð sett.
- Vit mugu útnytta okkara
tilfeingi á burðardyggum
grundarlagið. Tað er ein
stór ábyrgd, sum liggur á
okkum við nýmótast veiðu-
tólum. Tá eitt fiska ella
djóraslag er oytt, so er ong-
in leið aftur. Vit hava ikki
óavmarkað tilfeingi. Veiða
vit 500 djór og stovnurin
bert tolir 100, so oyða vit
stovnin. Veiða vit á burðar-
dyggum grundarlagi, so
gera vit tilverugrundarlagið
møguligt fyri komandi ætt-
arliðum, segði Jonathan
Motsfeldt.
- Vit eiga ikki at verða
mótleikarar móti náttúruni.
Vit mugu syrgja fyri, at liv-
andi tilfeingi er til okkara
eftirkomarar, segði hann.
Grønlendsk móttøka
Aftaná var pinnamatur at
fáa. Grønlendsk spik, sum
rátt og ósaltað næstan inni
smakkar av nøkrum og har-
við heldur ikki vánaliga.
Turkaður steinbítur, ið er
drivin av lýsi, riklingur av
svartkalva, rækjur og annað
gott úr grønlendska sjónum.
Onki alment umboð var
úr Føroyum og føroyingar í
Nuuk vóru ikki at síggja
fríggjadagin. Men seinastu
dagarnir hava fleiri verið og
hugt eftir framsýningini og
eisini føroyingar, sum sigla
í Grønlandi.
2000 hava vitjað føroyska ísbjørn
Guds skaparverk, tí eg var
so lammaður av rúsdrekka
og rúsevnismisnýtslu. Men
í 1987 hendi undrið, eg
slapp av við tostan og síðan
havi eg bearbeitt mítt lív
saman við øðrum øðrum
edrúum alkoholikarum og
við Guds hjálp. Nú síggi eg
guds skapanarverk, og eg
fái ikki nokk av tí, segði
Mikael.
- Í 1995 skuldi eg á eina
langa ferð út í heim. Eg
skuldi burtur frá konu og
børnum. eg var bangin at
fara einsamallur. Men so
segði Hans við meg, at eg
var ikki einsamallur, Jesus
var við mær og eg sissaðist.
Eg eri ongantíð einsamallur
longur. Í dag havi eg sjálvur
sagt ja til Jesus, og nú fari
eg at fáa enn meira saman-
hang í lívið. Eg havi í dag
valt Jesus sum mín sponsor,
mín trúnaðarmann, segði
Mikael rørdur.
Må jeg skrive din
historie
Vit drekka kaffi og ein
lekkur lagkøka stendur á
borðinum. Tað er brúd-
leypsstemmningur inni og
Mikael brosar:
Må jeg skrive din hist-
orie, lige som du fortalte
den i salen til mine læsere?
Spyrji eg hann.
- Selvfølgelig. Dagen i
dag er en bekræftelse af det
som skete i 1987. En be-
kræftelse af miraklet, sigur
Mikkel og er á veg heim til
kaffemik. Hetta er ein
stórur dagur í lívi hans.
Eg gangi oman aftur á
Hans Egede hotellið, upp-
kallað eftir einum stórum
trúboðara, meðan eg hugsi
um, hvussu eg kann fáa
eina grein burturúr hesi
hending. Í løtuni sær tað
rættuliga ómøguligt út,
men trúgvandi hava sagt
mær, at andin leiðir og nú
er hvítusunna, andans há-
tíð. Tað gongur nokk og
seinasta ørindini í sang-
inum hjá Linu Sandell,
syngur enn inni í høvdinum
á mær.
Hjælp mig da at hvile trygt
og stille
kun på dine løfter, Herre
kær,
ikke
troens
dyre
røst
forspilde,
som i Ordet mig forvaret er.
Når mit sind er af be-
kymring fangen,
vil jeg tage af din fader-
hånd
kun en dag, et øjeblik ad
gangen
med en stille og en udmyg
ånd.
email: justinus@hotmail.com
Hesi bæði eru systkin, drong-
urin eitur Akaluk, sum
merkir lítlibeiggi og eg fekk
ikki ordiliga navnið við á
systrini. Tey vóru komin
saman við mammuni at
hyggja eftir framsýningini
C
M
Y
K
17
16